týsdagur 7. januar 1986síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 2 — 7. januar 1986
tíðindablaðið Síða 9
uppá tungu. Og var hetta orðið sálarfreði. Hetta orðið
var annars áhugavert, tí tað, tykist mær, rúmar allan
kjarnan í ferðslu- og vanlukkuproblematikkini, og er
lykilin til at skilja tey fyribrigdi ið fera til óhappini.
Ein og annar í panelinum nam tó við tað grundleggj-
andi, nevniliga tann menniskjansliga luttekutáttin,
tann sålarfrødisliga luttøkutåttin. Men bleiv einki tjak
burturúr grundað á hendan innfalsvinkulin. So mikið
meira harmiligt, tí alt atkomiligt tilfar vísir á, at tað er
fólkið og ikki tólið, ið vanlukkurnar ger. Og sermerkt
fyri okkara evnir til at loysa vandamál, fara vit nógv
heldur í holt við tey minnu vandamålini. Og hví gera vit
so tað? Tja, lutvís tí hesi eru vandamál, vit halda okkum
kunna loysa, men kanska tíverri eisini, tí tað eru vinnu-
lívsáhugamál tengd at loysnini av hesum minni týðandi
vandamálum. Og tá ið so er, kanst tú vera vísur á, at har
verða nakrir grammir forsprákarar, ið nýta stór og fín
orð, vreingja proportiónirnar og fáa sett í gildi tey fín-
astu tiltek, sum í mun til ílegurnar tíverri bert hava eina
alt ov lítla ávirkan á viðurskiftini. Lutfallið millum
menniskjansligar luttøkutættir og materiellar luttøku-
tættir i bilóhappum er åvistur til 85:15. Og ti vilja
tiltøk, ið kanska beina fyri einum fjórðaparti av teimum
materiellu orsekunum hava nógv minni at týða, enn um
vit kundu beint fyri einum nógv minni brotparti av tí
stóra menniskjansliga partinum. Vit hava nevnliga altíð
kunnað verið samd um eftirlit, sýn av bilunum, fyri at
kanna um teir eru í forsvarligum standi. Ein onnur
orsøk til at sovorðin tiltøk kunnu setast í verk, er óivað
eisini tann, at ein ikki við hesum gongur tí sokallaða
frælsinum og sjálvsavgerðarrættinum hjá nekrum bil-
eigara og bilferara ov nær.
Og spakuliga nærkast vit kjarnanum í vandamál-
inum. Vit góðtaka i mongum førum avmarkingar av
persónliga frælsinum. Tað er nógv ein ikki sleppur at
gera. Tað eru reglur fyri hver sleppur at handfara eitur-
evni, vápn, spreingievni, fyri hver ið sleppur at arbeiða
serliga vandamikið arbeiði, um hetta er vandamikið fyri
ein sjálvan ella onnur. Her kunna vit t.d. nevna strongu
krevini til læknar ella flogskiparar. Men hugsa vit í
telum er hetta fyri smáputl at rokna. Vandin í ferðsluni
er so stórur, at hann elvir til nógv fleiri deyðatilburðir
enn nakar ódugnaligur lækni hevði sloppið at elvt til
uttan at verðið settur úr starvi. Sama er at siga um
flogskiparar og flogvanlukkur. Tað eru stórar vanlukk-
ur, tá eitt flogfar dettur niður, men hagfreðisliga er
ferðslan nógv vandamiklari. Og innan flogferðslu verða
framd — í mun til vinningin í bjargaðum mannalívum —
óvanliga strong trygdartiltek.
Sleg av óhappum
Men hví henda óhapp? Ju óhapp eru altíð hend, tá fólk
havast at við eitthvert. Í ferðsluni kunnu vit leystliga
býta óhappini upp í vanlig »hendilig« óhapp og so til-
burðir, ið hava í sterri ella minni mun sálarfreðisligar
orsøkir. Við »hendilig« óhapp meina vit her, at ein á
einum parkeringsplássi traðkar á speedaran, tá ein ætl-
aði at traðka á bremsuna og harvið skumpar undir bilin
hjá einum eðrum. At ein bakkar inn í bilskúrin og kemur
at koppa súkkluna hjá soninum, ið ikki stóð, har hon
vanliga stendur, ella at ein í eini innanbýggja ferðslu-
atgerð misskilir eitthvert tekin frá eðrum bilførarum.
Alt tilburðir við bert materiellum skaða.
So koma vit til »the main killers«.
Og her er tað at sálarfreðin kemur inn í myndina.
Fyrsta fyritreytin fyri at vit skulu skilja tað, sum
hendir í ferðsluni er, at vit fata at menniskjan er sett
saman av, tí vit kunnu rópa einum »teldu-parti« te.
tann parturin av okkara eg ið er skilbundin, tann
parturin sum kann hugsa og fata próvgrundir. Og so hin
parturin, ið ikki er minni týðandi, sum er sæti fyri
kenslurnar. Og her eru kenslur meintar í ógvuliga breið-
ari merking, nevniliga alt sum er ósjálvsrátt og óratio-
nelt. Alt sum er frummenniskjansligt, og sum vit kunna
kunna okkum almikið um, treytað av, at vit vilja og tora
at viðurkenna tað. Vit kunnu læra almikið um hendan
partin, um vit líta kring heimin og deils eygleiða onnur
fólkasleg og aðrar mentanir, og deils um vit tora at
viðurkenna tær paralellir, ið eru millum tær hegtstand-
andi djóraartirnar og okkum.
Og eg haldi uppá, at vit kunna skilja ein hóp av
vanlukkuorsekunum, um vit kanna atferð bilferaranna
frá einum sálafreðisligum sjónarmiði.
Her skal verða gjørt vart við nakrar hagfrødisligar
sannroyndir. Nógv tey flestu óhapp henda við monnum
sum bilferarum. Tað eru fleiri menn, ið koyra bil enn
Nógv demi eru um at okkara teknisku myndugleikar skapa eitt ferdsluumhvørvi, sum
í allarhægsta mun er vanlukkufremjandi.
kvinnur, men hóast hædd verður tikin fyri hesum, liggja
menn greitt á odda. Nógv tey flestu óhapp henda við
ungum monnum sum bilferarum. Taka vit eisini hædd
fyri at ungir menn koyra oftari enn aðrir, liggja ungir
menn kortini á odda. Og ein stórur partur av van-
lukkunum koma av at bilferarar koyra við kenning. Og
av hesum er eisini ein ósamsvarandi stórur partur av
ungum monnum.
Menniskjað og bilurin
Asannast má, at mangt legið hendir við einum per-
sóni, ið setur seg inn í ein bil. Sniðið á bilinum, hansara
design, fær ein at hugsa um ferð, styrki, vald. Í bila-
designi eru element av mannalikaminum at hóma.
Formamálið t.e. tann samanseting av linjum og skapi
tikin í nýtslu í biladesigni kann ein útleiða við at eyg-
leiða mannakroppin. Tí bilurin sum so hevur einki
náttúrugivið skap, kanska tað aerodynamiskt hóskiliga
undantikið. Hetta var í einum tíðarskeiði av menningini
hjá bilinum eisini »in«, men er sum frá er liðið vorðið av-
loyst av ellum teimum meira mótaávirkaðu rákunum,
við m.a. eini rúgvu av áleypandi elementum, ætlaðar at
ávirka okkara loynivitsku. Tað aerodynamiska appell-
erar ikki nær til so nógv til dularvitskuna, og verður tí
lítið nýtt í praksis. Og øll vita hvussu ymiskar kenslur
tann mannligi og tann kvinnuligi kroppurin vekja í
einum. Manskroppurin kann, um hann annars er rími-
liga vælvandur, avmynda styrki, kimiligheit og inni-
halda eitt í ein ávísan mun áleypandi element, meðan
hin kvinnuligi deils virkar seksuelt og eggjandi uppá
menn, deild er rundur, bleytur, yndisligur, og avmyndar
tryggleika og ró, og er í ein ávísan mun passiviserandi.
Harumframt kann nevnast teir litir bilarnir hava. Eisini
her vita vit, at litirnir kunnu ávirka dularvitsku okkara,
m.a. við at vera esandi ella sissandi. Sannroyndir sum
tilvitað verða nýttar av myndlistamonnum, men eisini í
filmum og lýsingum.
Kanna vit eftir hverjum bilum fólk koyra i treytað av
aldri og politisku sannfering teirra, eru eisini greið
mynstur. Fólk velja i ein åvisan mun bil eftir penga-
punginum, men eisini eftir hverjum og hvat tey vilja
eyðkenna seg sum. Hin ungi velur »potensleingjaran«,
tann ráa áleypandi bilin við teimum freku litunum,
meðan familjumaðurin velur hin heldur gráa og litil-
lætna familjubilin.
Bilurin steðutekin
Ein bilur kann eisini fatast sum eitt steðutekin. Og
bardagin fyri støduteknum hovrir eisini til tað frum-
menniskjansliga. Øll vilja vit fegin vera nakað, hava fóli
at síggja upp til okkum. Og har hevur bilurin ein fyri-
mun fram um onnur stødutekin, og tað er at ein fær tikið
hann við sær. Og harvið fáa hann eygfarnan av fleiri
fólkum, og ikki sum við flestøllum eðrum støduteknum,
ið bert finnast inni í heiminum, lata sær lynda við einans
at sýna tey fram fyri slekt og vinum. Nei, her er bilurin
nakað fyri seg sjálvan. Tú fært koyrt kring landið so ell
sleppa at hámeta teg. Og tú kanst koyra í ti óendaliga
aftur og fram eftir Havnargetum, so øll sleppa at síggja
teg. Ein ógvuliga frumkendur menniskjaligur fram-
ferðarháttur, ið kortini fær ungar menn at brúka ein
sera stóran part av frítíðini á henda hátt. Eisini tí tað
gevur hevi til samband við hitt kynið, og tær gloypa
fegnar agninum, ti dygdirnar hjá einum drongi verða
mettar so neyvt tengdar at tí bili hann eigur. Og her fari
eg at loyva mær at ávísa líkleikan millum henda atburð
og nekrum, sum fyri stuttum var at síggja í sjónvarp-
inum. Vístur bleiv filmur frá einum hálendskum djóra-
garði, har hin ráðandi hann-chimpansan rann tað, teir á
donskum róptu: »præsenterløb«. Her rann hannurin
kring, helt miklan gang og sló frá sær, tók lutir upp av
vellinum og tveitti teir frá sær við miklari megi. Hald-
ast má, at slíkt verður gjert fyri at vísa seg, og fyri at
festa sína steðu sum hin ráðandi í flokkinum. Tað eg
dugi at síggja, er her ikki sert av líkleika við omanfyri-
lýsta atburð hjá ungum monnum.
Hvat meira hendir, tá vit seta okkum í bilin ? Jú eisini
tað, at ein fær ræði yvir eini egiligari megi, ið er so sera
lett at útloysa — har er bara at trakka á speedaran. Og
tíverri eru mong ið halda, at terra dugnaskapur sum
bilførari stendur í beinum lutfalii við teirra pengapung,
ella kanska heldur hvussu tey prioritera brúkið av peng-
unum í punginum. Hevur ein ikki nógv annað at gjalda,
kann ein keypa ein stóran dýran bil. Men fyri tað verður
ein ikki ein betri bilferári. Og tað er jú neyvt kenslan av
valdi, við at hava tær mongu kreftirnar undir motor-
hjálminum, ið rýkur beint inn í hin irrationella partin av
eg-i okkara, og sleppur tí hugsandi partinum uppá fjall.
Og bert tí tú dugir at trakka á ein speedara, er ikki giv-
ið, at tú, við tí koyrifrálæru, ið verður givin, megnar at
stýra bilinum trygt, tá kreftirnar verða sleptar leysar.
Og so henda óhappini, tí ein ikki megnar at fera bilin
gjøgnum eitt åvist sving, við ti ferð, ein bert við einum
lítlum trýsti við fótinum hevur givið bilinum. Ella ein
koyrir so skjótt, at ikki ber til at steðga fyri tí fólkinum,
ið brádliga kemur inn á banan hjá bilinum.
Tað má metast sum ein óreingilig sannroynd, at
nógvar, fyri ikki at siga allar, vanlukkur henda vegna
menniskjansliga skeivmetan. Og av hverjum slag eru
hesar skeivmetanir? Jú, tað er júst ferðin í mun til um-
stødurnar, metanin um ein í eini givnari stødu fær tíð at
gera hetta ella hatta. Ber t.d. til at yvirhála her, áðrenn
hin mótkoyrandi bilurin kemur ov nær, ella síggi eg nóg
langt til at tað yvirhevur ber til at yvirhála. Kanska
kemur ein annar bilur grevandi um næsta sving beint
ímóti mær?
Framhald