Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-01-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. januar 1986síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Tíggju ár seinni! Nr. 2 — 7. januar 1986 Hugleiðingar í eini svorðtið Opið bræv til blaðstjóran á Dagblaðnum Í samband við at Hanus Andreassen hevur givið út bókina >Tíðar Tinnur< hevur ein av lesarum okkara heitt á blaðið um at endur- prenta eina av greinunum í bókini, sum varð prentað í Sosialinum fyri júst 10 árum síð- ani. Lesarin heldur, at tað kundi verið áhuga- vert at tikið júst hesa greinina fram nú, ti tey seinastu 10 árini hava víst, at blaðstjórin á Jagblaðnum, sum greinin varð skrivað til, h vur als ikki tikið sær greinina til eftir- tektar — heldur tverturímóti. Greinin er mergjandi og beinrakin og Dagblaðnum úr Fyri mær stendur hann framvegis læt blaðstjóran á inn á skinni sum tann sami blaðstjórin, sum umboðar trongskygni, fordómar, tað óheviska, tað ómenniskjansliga og tað so avgjert ódemo- kratiska lyndið í menniskjum Eg fari prenta gr« tí at heita á Sosialin um at endur- | in Hanusar, nú tað eru just 10 ár síðani, at hon varð prentað í Sosialinum fyrstu ferð. Hon er eins aktuell í dag sum n.a. í áheitan síni Vit hava tikið áheitanina til eftirtektar og prenta umreddu grein hon var tá, sigur lesarin Hanus Andreassen, rithevundi hevur verið fyri mongum álopi frá uttasta hegravong- inum í føroyskum politikki, men hann hevur so sanniliga dugað at svara fyri seg. Og tað ber henda greinin eisini boð um. Harra blaðstjóri. Sum ein av teimum føroyingum, sum eri fyri ti lagnu fyribils at starvast í útlondunum, vendi eg mær viþ hesum reglum til tygara. Væl veit eg, at tit har heima mangan ilskast inn á okkum asfaltføroyingar. Og kanska er nakað í tí, at summir av okkum viðhvert eru í so atfinningarsamir. Kortini kann eg vissa tygum um, at vit, so legið tað kanska ljóðar, eisini eru føroyingar, og at vit bera alsk til land og fólk okkara og til mál og mentan okkara. Og mangan, tá ið vit einsamallir mala í gøtunum, leitar hugin til heimlandið. Og longsil kemur á okkum. Og vit leita inn á bókasevn og lesistovur at forvitnast um, hvat ið man henda har heima. Og viðhvert fegnast vit um tað, vit lesa. Og viðhvert harmast vit. Tað var eina slíka stund inni á eini lesistovu, at eg bar eyga við oddagrein tygara í Dagblaðnum um góðar og ringar borgarar. Og eg má viðganga, at eg las greinina við forvitni og við gleði. Meðan aðrir hava malið sum hundur um heitan greyt, hava tygum víst dirvi til at peika beinleiðis á hetta mál. Og eg dylji ikki fyri, at eg taki dyggiliga undir við tygum. Ta er munur á monnum. Tað finnast meira og minni góðir borgarar. Nakrir koma heim eftir lokið dagsverk og vita, at teir hava tikið nekur tek aftrat fyri samfelagið. Meðan aðrir dag eftir dag eru samfelagnum, tær og mær, ein byrða og ein kleppur Men hóast eg fegnist um, at tygum sum ein tann fyrsti hava viljað sagt tygara hugsan bart út um hetta mål, og hóast eg åsanni, at tað skal bæði dirvi og gløgg- skygni til slíkt, má eg viðganga, at tygara viðgerð av málinum í nøkrum lutum tóktist mær Ofullfiggjad og, ja haldið mær til góðar, líkasum eitt sindur kubbut. Eggjaður av hugvekjandi grein tygara setti eg meg tí at hugsa eitt sindur meira um henda spurning, og eg fekk sum frá leið hug at koma við einum uppískoyti. Hetta geri eg sjálvandi í størsta lítillæti og i teirri vissu, at tygum gerast glaður og takksamur, tí, sum tikið verður til, »allur bati bøtur« og »vinur er hann, ið vomm sær.« Tá ið ein bátur skal á flot, ræður um at lynna væl. Annars kann henda, at hann ongantid kemur å lonna. Somuleidis vid eini grein. Og longu fyrst i grein tygara haldi eg, at tygum hava gjørt eitt ålvarsamt mistak, sum ger, at hon vid dyra farmi sinum skjytst skeiv. Tygum taka nevniliga moralin fyrst. Tygum leggja fyri vid at skriva um góðar og ringar borgarar. Her er illa lynt. Lat okkum nú í staðin fyri við at tosa um ríkar og fátækar borgarar. Og vita so, hvat ið spyrst burturúr. Tann fátæki borgarin er hann, ið eingi virðir eigur, eingi skip, ongar verksmiðjur, einki agentur, eingi virdisbrøv, mangan heldur ikki hús, mangan heldur ikki seg sjálvan. Og nú kemur spurningurin. Ber tað til at vera fátækur og samstundis sleppa undan at gera sínar samfelagsligu skyldur? Fer tann fátæki ikki til arbeiðis, fær hann onga len. Leggur hann seg sjúkan, fær hann mangan heldur onga løn. Betalir hann ikki síni avdrøg, missir hann húsini. Betalir hann ikki sína ljósrokning, verður sløkt. Betalir hann ikki sina telefon, verður hon avbrotin. Og vetalir hann ikki sín skatt, kemur panti- fútin og fer, sum dømi 2ru um, eitt nú við køliskåpi hansara. Við eðrum orðum — ber tað til at vera fátækur og samstundis liggja samfelagnum til byrðu? Nei. Tað er ógjerligt. Tann fátæki hevur einki at velja í. Hann noyðist, um hann vil ella ikki, at vera ein góður borgari. Ødrvisi, harra blaðstjóri, við ti ríka. Hann eigur virðir. Skip, krambúðir, agentur, jørd, partafeløg, verk- smidjur. Hann hevur ein moral. At gerast rikari. Og ju ríkari hann verður, lættari verður tað hjá honum at sleppa undan teimum skyldum, sum tann fátæki ongan- tíð sleppur undan. Hann fær sín skatt avskrivaðan. Hansara vaksandi kunnleiki til samfelagið, til manna- gongdina aftan fyri kulissurnar, gevur honum betri og betri líkindi til at spekulera og snýta cg snúgva sær. Hann er nevndarlimur í fleiri partafelogum. Hann verður valdur inn í býráðið. Hann verður valdur inn á ting. Hann fær hundrað ferðir meiri vald, enn hann sum einstaklingur hevur rætt til. Hann tryggjar sær sjálvum tey bestu grundstykkini. Hann tryggjar synum og vinum sínum tey feitastu almennu størvini. Jú ríkari hann er, betri liggur fyri hjá honum at bróta sam- felagsins lógir og at sleppa undan samfelagsins skyldum. Ella samanumtikið: tann ríki hevur altíð meguleika til at vera ein ringur borgari. Og sum oftast brúkar hann henda møruleika. Tann fátæki eigur ikki seg sjálvan. Hann selir seg sjálvan, sín kropp, sítt hegni, sítt vit og sín arbeiðshug til arbeiðsgevaran. Ger hann ikki tað, má hann svelta. Og hann arbeiðir alla ævina. Hann fiskar ella egnir ella borar ella grevur ella asfalterar. Ella situr á skrivstovu. Ella undirvísir. Og hann verður kringur til sítt arbeiði. Og hann fær sum frá líður ein kunnleika og eitt hegni, sum samfelagið ikki kann vera fyriuttan. Uttan hann verða ongar brýr bygdar, eingin fiskur fiskaður, eingir vegir gjørdir. Hann er sjálvt staðið. Hann kann vera ar- beiðsgevaran fyriuttan. Men arbeiðsgevarin kann ikki vera hann fyriuttan. Men hansara arbeiði er mangan hart og ótýdligt. Vandamikið fyri heilsu og hug. Og sum tíðin gongur, kennir hann tað á sínum egna holdi. Ryggurin verður bogin. Lunguni fyllast av stevi. Og hann verður deyvur. Ella fær gikt. Ella astma. Og summir noyðast at leggja frá sær í bestu árum. Og tá ið hann hevur tikið sítt seinasta tak og ikki orkar meira, livir hann av avlamis- ella ellispensión. Men hetta eru ikki pengar, hann eigur at biðja um. Hetta er hansara rættur. Hetta er ikki ein byrða, sum verður legd á samfelagið. Nei, hetta eru pengar, sum samfelagið skyldar honum fyri tær tungu byrður, tað hevur lagt á hann igjøgnum eitt langt lív. Ella rættari — hetta er ein lítil partur av tí, sum sam- felagið skyldar honum. Tí kunnu pengar beta eina brek- aða heilsu? Men tann fátæki sleppur ikki so. Hóast teir pengar, hann fær frá samfelagnum, bert eru eitt slød, ein lítil partur av tí, sum hann hevur uppiborið fyri eina oyði- lagda heilsu, verður tað rýtt honum um nasar av óvitum, sum kunnu takka honum fyri, at teir nakrantíð hava lært at seta tveir bókstavir saman. Við hóskandi millumbilum. Ofta væl innballað og tvítýtt, men kortini