týsdagur 7. januar 1986síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 2 — 7. januar 1986
ikki til at misskilja. Sum tá ið tikið verður til um hin
góða borgaran, at hann „liggur ikki ti almenna til byrðu
eins og onnur, sum politikararnir leiftra fyri dagliga«
(Dagblaðið 7. jan. 1976, mín undirstriking).
Tað hendir seg, at teir fátæku ressast. Og teir taka seg
saman. Og teir stovna feløg og flokkar. Og teir kalla seg
sosialistar. Og teir krevja bata. Og tað, teir ynskja,
kann vera so einfalt. Tað er ikki stuttligt, tá bernini hjá
tær dagliga ganga og renna skríggjandi undan napalmi
og fragmentatiónsbumbum. Og teir fátæku gera upp-
reisn og reka kríatúrini á dyr. Í aðrum londum eru mål-
ini onnur. Steðgur á jarðarspekulatión, steðgur á
korruptión, lenir, ið ikki verða máaðar burtur av prís-
vekstri, ein busskipan, in bilfríur miðbýur. Men tá
saman um kemur, er málið at skapa eitt samfelag, har
steðið og miðdepilin ikki er pengar, men menniskjan.
Men teir ríku hava sínar filosoffar. Og hesir filosoffar
kalla seg liberalar. Og teir kalla seg individualistar. Og
ivaleyst hava teir hver sítt serliga »ego«. Og kortini eru
teir sum togaðir úr tonnum á hvejum eðrum. Teir hugsa
tað sama, siga tað sama, halda tað sama. Teir eru hóp-
framleiddir á setrum og í skúlum teirra ríku. Og tí teir í
hugsan, og mangan í atburði við, eru nærri frumskóg-
inum enn nútíðar siðmenning, er tað ein beinrakin
teknari, ið letur teir hava hala (Dagblaðið 23. jan. 1976).
Og filosoffur teirra ríku leggur sína bleiku skrivstovu-
hond á herðarnar á tí fátæka. Og hann sigur við hann:
„Tá ið tú vilt beta um tíni kor, og tá tú saman við líkum
tínum berjist fyri einum samfelag, har ell hava somu
vakstrarlikindi, so er tað øvundsjukan, ið býr undir.
Qvundsjúkan, min vinur, klæðir tær ikki. (Dagblaðið
23. jan. 1976). Og lokkandi heldur hann agninum fyri
nøsini á ti fátæka. Og hetta agnið er tað sama, lika frá
Kapstaðnum til Hoydalar. Tjansurin. >Gloym tínar
líkar. Gloym samanhaldið. Royn fyrst og fremst at sæta
tær sjálvum. Tú hevur tjansin. Hver veit — kanska
verður tú eina ferð ein Carnegie ella ein Rockefeller ella
ein Kjølbro?« Ti tað ræður um at klintrast. Og fáa fótin
á teir niðriundir. Og hetta eitur á máli teirra ríku
„virkisfýsni< (Dagblaðið 23. jan. 1976).
Men lat okkum nu, harra bladstjøri, snúgva okkum
aftur til hin ríka. Hjá honum ræður um eitt: at gera sum
minst og fáa sum mest burturúr. Og tí hann ikki tímir
ella vil gera erligt arbeiði, verður hann ein fidusmakari
Og ein máti er at fáa sær eitt agentur. Og fyri hverja
knappanál ella hárklemmu, agenturin selur, fær hann
nekur oyru. Og eru tað vegteinar ella gravimaskinur ella
asfalt, verða oyruni til milliónir. Og situr hann í býráðn-
um, kann hann noyða tann fátæka at keypa nettup sínar
gravimaskinur ella sítt asfalt. Og hetta eitur liberal-
isma. Og stórvegis arbeiði ger hann ikki, men væl gagn-
ast honum. Og hann kallar sín vinning avansa. Og tað
ljóðar so fínt. Men í grundini er tað eitt slag av sosial-
hjálp. Sum tann fátæki letur tí ríka. Ið ikki vil gera er-
ligt arbeiði. ,
Og fyri hesa sosialhjålp verða synir teirra ríku sendi
út í fremmand lond. Og teir ganga á fremmandum
strætum. Og teir lesa og studera og hyggja seg um. Og
teir hava líkindi til at hvessa sítt vit og rúmka sín
sjónarring. Og ímeðan situr heimafólkið og bíðar í
spenningi. Hvat far at spyrjast burturúr? Ja, hvat
hevði tå væntað ? Víða flog og rúmu ræsur heimsborgar-
ans? Toleransu hins víðfarna? Europeiska veingja-
suðið? Eitt kunnleikans gos uttan úr teirri víðu verð?
Men her krevur tú helst ov nógv. Tí so er ikki. Og hvenn
boðskap hevur hann at bera, heimafturkomin ? Jú, gren-
lendingahatur (Dagblaðið 31. aug. 1974). Og blámanna-
virðing (Dagblaðið 31. aug. 1974). Og fikkuheimspeki
um liberalismu og sosialismu á Det Bedste stigi (Dag-
blaðið 23. jan. 1976). Og troðkaður upp í ein krók veit
hann sær ikki svinri ráð enn persónligt briksl, utspilling
og ósannindi. Og eitt spæl hevði verið at fingið hann inn
um rimarnar, har summir av undangongumonnum og
hetjum hansara eisini hava sitið. Og hann tykist tær
líkur óvitanum, ið ikki kann verja seg og tí fer at grýta
við runubløkum. Og tú spyrt teg sjálvan — er hetta ein
góður borgari ? Og tær renna í hug orð skaldsins, at
eveteir, sum vidast føru,
ju nettup mangan voru
tey størstu bygdafrell!
Og tá id ein tíð er liðin, taka teir ríku seg saman og
stovna ein flokk. Og endamálið við hesum flokki er at
varðveita ta samfelagsligu beinagrind, sum ber teimum
uppi. Og at forða fyri royndum teirra fátæku at skapa
eitt rættvísari samfelag (Føroya Sega eftir H. Samuel-
sen og P. M. Rasmussen, bls. 103-104). Og hesin flokkur
er flokkur teirra fáu. Og tí ræður um at fáa fólk at halda,
at hann er flokkur teirra mongu. Og tí verður hann kall-
aður fólksins flokkur.
Og hesin flokkur hevur serlig eyðkenni.
Hann vil so fegin eitast at vera ein sámuligur flokkur.
Ein hampamannaflokkur. Og rætt er tað, at tað finnast
hampamenn í flokkinum. Men tað eru ikki teir, ið geva
flokkionum andlit. Tað eru aðrir. Og tá ið teir fátæku
taka seg saman og vilja beta um síni kor og um landsins
kor, tá er tað so sum so við hampiligheitini. Og tá ið
blaðmenn teirra ríku skulu svara aftur, standa teir ofta
fastir. Teir eru ikki ovbyrjaðir av argumentum. Teir
hokna ikki undir í vitan. Teir eru ikki nivdir av sóma og
víðskygni. Og so loypa teir framav. Og tann hampuligi
gekkaskorturin dettur niðurfrá. Og undarlig orð koma
burtur úr teimum. »Snorhvølpur«. Hver segði hatta?
Ein Nyhavnsgangstari, ið aldri hevur brúkt annað enn
illbenir og ókvæmisorð? Nei. Maðurin er lærari. Uppal-
ari. Hampamaður. Hygg at orðinum eina ferð aftrat,
harra blaðstjóri. Har stendur tað. »Snorhvølpur«. Ja, eg
skilji væl, at tygum hyggja burtur. Orðið er líkasum eitt
sindur ótýdligt. Ikki heilt stovubært. Ikki fyri hampa-
fólk. Men hetta er helst orðalagið, teir brúka í flokki
teirra ríku. Og tú spyrt teg sjálvan eru hetta góðir
borgarar?
Flokkur teirra ríku vil so fegin eitast at vera ein
frælsisflokkur. Ein flokkur. ið verjir tað persónliga
frælsið hjá landsins borgarum. Og hann elskar hetta
frælsið av heilum huga, men eitt ræðist hann, og eitt
hatar hann meira enn alt annað. og tað er at landsins
borgarar brúka hetta sama frælsið. Tað er gott at hava
til dagdvelju á flaggdøgum og fólkafundum, tað er
hugnaligt at hjúkla um upp undir val og á floksveitsl-
um, men brúkast skal tað fyri alt í verðini ikki. Og vágar
onkur av landsins borgarum, sum betalir sín skatt og
ger sítt arbeiði, at siga sína hugsan, soleiðis sum hann
hevur rætt og skyldu til í einum demokratiskum sam-
felag, fær hann oman yvir seg bukkuspannir av lygnum
og persónligum briksli (m.a. Dagblaðið 31. aug. 1974)
Og hann fær at vita, at hann kann tiga, tí hann er jú
drankari ella nassari ella snýtari. Og hetta er lygn. Og
tað kann prógvast, at tað er lygn. Men teir frælslyntu
hampamenninir í flokki teirra ríku fýra ikki fyri at siga
ósatt. Og hinir borgararnir í landinum, hampamenn.
sum ikki vilja koma sær út í ringt orð, hugsa við sær
sjálvum: nei, best er at tiga. Og skuldi onkur torað at
sagt nakað, ger hann tað undir dulnevna. Men teir flestu
siga einki. Og soleiðis tagnar fjøldin undir terrorveldi
teirra frælslyntu. Og soleiðis eydnast tað journalistisku
skósveinum teirra ríku at binda fólkið niður og geva tí
tunguband. Og ivaleyst er hetta ein uppgáva, sum
semir seg nettup flokki fólksins. Og hetta tunguband er
líka dygt sum í nekrum landi eystan jarntjaldið. Og tú
spyrt teg sjálvan — eru slíkir menn góðir borgarar?
Flokkur teirra ríku vil so fegin eitast at vera ein tjóð-
skaparligur flokkur. Ein flokkur við kærleika til lands-
ins mål og mentan. Og tað er ivaleyst m.a. ti hann hevur
eitt blað. Og hetta blað er helst ætlað sum ein málsligur
og mentunarligur láturverji. Og tað átti tað í hvussu so
er at verið, tí málið í landinum er steðugt í andglett-
inum. Og tú letur blaðið upp og lesur eitt nú hetta: >Í
hesum tíðum... kemur ein rúgva av sokalladum miks-
aðum hjúnum til Føroya« (Dagblaðið 20. aug. 1975, mín
undirstriking). Og tú situr og tanlar hesa vendingina
eitt sindur. Hon er rasistisk, men rasisma er jú ger-
andiskostur í hesum blað. So lat tað fara. Men máli0ð.
Tað er líkasum nakað rátt og barbariskt við hesi vend-
ing. Hon kundi ikki verið havd á lofti í einum skoti í
Hattarvík ella millum túnini á Velbastað. Hon er
fremmand. Funnin í eini kestarennu í einum útlendsk-
um stórbýi. Ella kyknað upp í einum í odd og egg syn-
tetiskum jerðildi. Hon kann bara vera segd og skrivað
av fólki, sum av álvara hevur mist sítt tjóðskaparliga
fótafesti. Og tú lesur víðari í blaði teirra ríku. Og tad0 er
ein háð móti málinum í landinum. Og tú lesur um »ego«
og »happy end«. Dumban úr landssuðri og bosið úr ti
enska málinum verður troðkað inn á eitt verjuleyst fólk.
Og tá ið láturverjarnir fyri menning og máli landsins
skulu lýsa sínar djúpastu kenslur, kann tað ikki sigast
á móðurmálinum. Tá má farast í onnur mál. »Come on
boys<. »Lonely are the brave« (Dagblaðið 28. jan. 1976).
Og tú spyrt teg sjálvan: eru hetta góðir borgarar?
Men í flokki teirra ríku eru ikki bara ríkir. Mangan
fjeppast fátækir uppii. Sum trúgva upp á tjóðskapar-
ligu kávalótir teirra ríku. Og tað eydnast onkrum teirra
at koma sær fram. Og hann vísir hegni og gávur og
arbeiðshug. Og kann henda, at hann verður blaðstjóri á
blaði teirra ríku. Og hann er trúfastur og hugagóður og
stødufastur bæði í vid- og mótstreymi. Og árini ganga.
Og hóast hann verjir ein flokk, har mangir sita væl og
har mangir sita feitt, sjabbar hann einsamallur og
óhjálptur og ofta eisini ólentur. Og hann eldist og
troyttast. Og brátt er skeiðið fullrunnið. Men sigurs-
kransurin — hvar er hann ? Teir verða tó býttir út, bæði
í eystur og vestur. Men eingin er til hansara. Og tá ið
hann ikki orkar meira, verðir hann sparkaður út í
myrkrið. Tí hava teir ríku nakran moral, er tað frum-
skógarmoralurin. Millum teirra er ikki pláss fyri
takksemi ella sámiligheit. Og maðurin, sum kom úr
fátækum korum. og sum brúkti sítt lív til at verja flokk
teirra ríku og áhugamál teirra, doyr beiskur og vón
svikin og sleptur upp á fjall. Og á gravarbakkanum
stendur tann ríki. Og nú ræður um at krógva klernar og
leggja andlitið í eina hóskandi sorgblídnislegu. Hvenn
skortin skal eg fara í? Og er eitt orðatak við hondina
ella ein skaldaborin regla? »Gev mær eina blómu “
Og tá ið sjakalurin fer at yrkja og mannúlvurinat gráta.
ja, tað er ein legin sjón.
Og tá id tann trugvi tænarin er farin undir grenu
torvu, halda summi, at hansara eldhugi og trúfesti og
arbeiðshugur kundi tænt eini betri sek
Flokkur teirra ríku var einaferð ein feroyskur flokkur.
Hann er runnin av eini rerslu, ið vildi verja mál og ment-
an, sið og sóma. Sjálvstyrisrersluni. Í hesi rerslu vóru
frægar kvinnur og frægir menn. Og ein teirra gekk eina
summarnátt uppi millum fjalla. Og hugtikin og lyftur
upp um gernaidsdagin av ellum tí undurfagra, hann sá
og hann hoyrdi, mælti hann fyri sær sjálvum í hesi inn-
blástu letu: >Feroya fólk, hugsa heviskt, djarvt og
høgt«. Og hóast hann elskaði sítt land og sitt mál og sítt
fólk, firnaðist hann ikki fyri at giftast við danskari
konu. Og bróður hansara, oddamaðurin í rersluni, giftist
við íslendskari konu. Og soleiðis vóru bæði Sverri og Jó-
annes »miksadir«, sum tað eitur á serferoyska máli
teirra ríku, og stóð tað til blað teirra ríku, høvdu teir
vallað havt innivist í landinum. Men tá var flogið hægri
og ræsurnar rúmari. Og mangir í hesi rerslu vóru sosial-
istar. Og summir vóru kommunistar. Og tá bar væl til at
vera góður kommunistur og góður feroyingur.
Síðani hendi eitt og annað. Nyggjar tíðir komu. Og
sjálvstýrisrerslan klovnaði á eðrum sinni. Og flokkur
teirra ríku varð stovnaður. Og hann hevði framvegis
tær tjóðskaparligu kávalótirnar, men hansara endamal
var fyrst og fremst at verja og fjálga um vinnulívið.
Og fyri onkran var hetta helst gott. Og kanska var tað
eisini seguliga neyðugt. Men fyri flokkin og fyri tjóð-
skaparligu menu hansara var tað ikki vandaleyst. Tí við
hesum politiska umskifti fylgdi ein lyndisbroyting og
ein hugsanarbroyting. Aður hevði borið væl til hjá
sosialistum at arbeitt innan rersluna. Og mangir vóru
sosialistar ella sosialt hugadir. Tað eru nøvn, ið glitra!
M. S. Viðstein, Regin i Líð, J. H. Poulsen, S. P. úr Kon-
oy. Men nú var sosialisma eitt ókvæmisorð. Og nýggjar
hugsanir, ið altíð hamast uppá, har kampitalisman fær
fótin fyri seg, kyknaðu upp: rasisma, antikommunisma,
chauvinisma (tann óektaða, bringubrætta nationalism-
an, sum peningavaldið roynir at dylja sítt mentunaroyð-
andi virksemi við). Og ivaleyst vóru mangir hampa-
menn í flokkinum. Men tað vóru og eru ikki teir, ið geva
flokkinum andlit. Og frá at vera kyndlar í tjóðskapar-
stríðnum gjørdust oddamenn hansara skósveinar hjá
kapitalinum. Og flokkurin gjerdist ein felsk vera. Eitt
kloddafyl av ótýdligum, fremmandum hugsanum í fitt-
ari, sámiligari tjóðskaparskikkju. Kapitalurin í førovsk-
um klæðum. Framhald á síðu 14