Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-01-07, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. januar 1986síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 tíðindablaðið Íslendsk vakstrarhús Á eini ferð í Íslandi, vóru vit og kannaðu ymiskt um gróður og skulu vit her greiða nakað av ti her Í Íslandi eru 130 vakstrarhus, og av ti at er storir vegna tær heitu keldurnar, liggja vakstrarhúsini á suður Íslandi. Avfallið m OKI! jarðarhit og suðurvestursiðuni á árum fær ein ofta gott útbýti av rótum, gularotum, káli og eplum, meðan í minni gróðrargóðum árum er útbýtið vánaligt Høvudsinntøkan er frá blómum og grøn meti. Eisini eru bólkar. sum mest hava epladyrking sum teirra hevuðsvinnu Fomatir og agurkir dominerar grøn lat lat, gula- Her síggja vit gongdina av fram- leiðsluni, frá 1951-1981. Av tí at einki verður útflutt og bert innflutt tá tervar, kann sigast at myndin eisini sýnir nýtsluna av framleiðsluni. Í teimum sumrum tá gróðurin er til vildar, verður dyrkað so mikið, at óneyðugt er at innflyta grønmeti, tó skal nevnast, at tað ikki hevur verið neyðugt at innflutt kál og retur fyrr enn um vet- urin. Prísirnir verða fastsettir av einum prísráði, ið telur 6 limir frá landbúnað- LOV „% = Inni í einum av vakstrarhúsunum. inum. Prísirnir verða settir á tann hátt, at inntøkan passar saman við tær urtøk- ur, onnur fáa í eðrum idnadi. Eftir- spurningurin eftir vørunum hevur eisini týdning fyri hvussu prísirnir verða. Íslendingar hava tann stóra fyrimun, at teir kunnu nýta tær heitu keldurnar til upphitan av vakstrarhúsunum. Og av teirri grund verða vakstrarhúsini altíð sett har heitar keldur eru. Teir gera á tann hátt, at teir grava rør niður í jørd- ina frá keldunum og inn í vakstrarhúsini har planturnar eru. Síðani verður heitt vatn pumpað inn í rerini. I teimum økjum har gróðrargóð jorð Nr. 2 — 7. januar 1986 Við 3. g úr Getu er, taka teir moldina, flyta hana inn í vakstrarhúsini og tilseta ymisk evni, sum av rettum skuldu komið frá náttúr- uni, og kemur tað at verða ein góð grødi Alt ið nýtt verður til greðina, verður innflutt, mest frá Hollandi og eitt seindur úr Danmark og Sveríki. Holland er tað land ið er dominerandi yvir grønmetismarknadinum. Treytirnar fyri at hava vakstrarhús, er tann gróðrargóða jerð, og telur henda jørd 25% av landarealinum Tað eru sjálveigandi fyritøkur sum eiga vakstrarhúsini. Korini hjá teimum ið fáast við vakstrarhús eru vånalig viðvíkjandi láni og studningi. Studning ur og lán verður givið frá landinum, men tað er í so lítlan mun, at tað er nærum ómeguligt hjá nýggjum gartnarum, at hugsa um at gera nýggj vakstrarhús At enda kann nevnast at Ísland í mun til Føroyar er næstan sjálvbjargið við grønmeti. Eisini kann nevnast, at korini hjá íslendingum eru betri, av teirri grund at hitin fæst frá keldunum og tí er ókeypis Dráp á Mývatni Íslendska blaðið >Þjóðviljin< hevði 22. aug. í ár eina grein, har greitt var frá ti fallandi talinum av dunnuungum á My- vatni. Orsekin til hetta, sigur blaðið, er, at ov lítið av fødi er at fáa á vatninum. Vit hittu náttúrufreðingin Arna Einarsson, ið starvast á Nåtturufrødi- liga Háskúlanum í Reykjavík. Arni Einarsson, ið er í ferð við at skriva dokt- araritgerð um fuglalívið við Mývatn, sigur um hetta: »Myvatn er eitt av fuglarikastu vøtnum í Europa, serstak- liga hvat viðvíkur dunnum. Dunnurnar liva av »dansemyggelarver«, ið sita á grønalgum á botninum=<. Tey ávísu fuglaslegini seta åvis krøv til umhvervið, serliga botnin. Ain, ið rennur frá Mývatni, eitur Laxá. Tað hevur vist seg, at tá eitt åvist slag av dunnum finst á Mývatni, finst hetta ikki við Laxá, og ovugt. Upp igjøgnum tidirnar hava verið náttúrligar = broytingar viðvíkjandi steddini á dunnustovnunum, soleiðis, at tá tað vóru nógvar dunnur í Laxá, vóru fáar á sjálvum Mývatni. Hesar broyt- ingar sýna heist broytingar í fødigrund- arlagnum hjá dunnunum Dunnurnar á Mývatni liva av »danse myggelarver<, meðan dunnurnar í Laxá liva fyri tað mesta av »kvægmyggelar ver<. Tey árini tá nógvar »dansemygge- larver< eru til, og harvið nóg nógv av foði til dunnurnar á Mývatni, eru ongar »kvægmyggelarver« at finna. Tískil tørva dunnunum í Laxá fødi, og nógvir ungar doyggja. Onnur ráð eru hesi viðurskifti heilt øvugt Hesar broytingar eru farnar fram, lika síðan menn, ið høvdu skil á hesum, fóru undir at kanna hetta sidst í 19. eld, so hetta má sigast at vera ein natúrlig hending. Men við hetta fuglaríka vatn, ið dregur mong ferðafólk til sin, hava is- lendingar bygt eina kisilverksmiðju. Verksmiðjan tekur kisilalgur frá botn- inum, t.v.s. uppsýgur botnyvirflatuna. Hetta vidgørir, at vatnið gerst djúpari. Íslendingar eru ikki á einum máli um, um hetta ávirkar dunnulívið á Mývatni. Men ein kanning við svanum vísir, at teir ikki trívast á teimum økjum, har sogið hevur verið. Grundina meta menn vera, at plantur- nar, sum svanarnir liva av, hverva, tá vatnið hlívur djúpari, og er grundin til hetta kisilverksmiðjan Av ti at serliga nógvir dunnuungar við Mývatn eru deyðir hesi seinastu árini, hevur Náttúruverndarráð Íslands gjørt av, at kanna vatnið komandi 15 árini. Urslitið, ið tá fyriliggur, fer helst at avgera lagnuna hjá kisilverksmiðjuni Um úrslitið vísir, at kisilverksmiðjan ávirkar fuglalívið við Mývatn, verður tað tó torført at avgera um kisilverk- smiðjan skal læsast ella ikki Um verksmiðjan letur aftur, er vandi fyri at bygdirnar kring Mývatn av toftast, ti verksmiðjan fødir uml. 200 Huski har á staðnum Fuglalivid við Mývatn dregur ógvu liga nógv ferðafólk at sær, og líva tey, sum ikki arbeiða á kisilverksmidjuni, av hesum Um verksmiðjan við tíðini vísir seg at hava ávirkan á fuglalívið og tó íkki verður afturlatin, so er stórur vandi fyri, at vit missa ein dýran grip í náttúru okkara