hósdagur 9. januar 1986síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
onnur sjúka tók so nógv lív og ferdi til so mong lívsvar-
andi mein, sum ferðslan ger, vildi uttan iva alt verið sett
inn á at gera nakað við hesa. Men tað er sum um øll bara
lata standa til viðvíkjandi ferðsluni. Eingin torir at gera
nakað munagott, ti tað vildi komið til at rakt ein sjálvan
fyrr ella seinni í lívinum í skapi av avmarkingum í tí
heilaga og almenna frælsinum.
Og úrslitini av hesum goyma vit á kirkjugerðunum, á
rektarheimum og í og á stovnum sum t.d. Fysiurgisk
hospital í Hornbæk. Og kring landið í heiminum í skapi
Ferðsluumhvervið
av avlamninsfólki og menniskjansligum vrakum við
familjutrupulleikum til fylgju
Eitt er vist. Longur vit bíða, fleiri verða ofrini fyri
kleyvarskapinum. Og eitt av hesum ofrum verður
kanska tú, ella ein av tínum næstu.
Oman á hesar meira almennu og teoretisku hug-
leiðingar, skulu eisini falla nakrar meira spesiellar og
ítekiligar viðmerkingar. Og her eru tað ikki so nógv
politikararnir sum tey fólkini, sum í ti dagliga eru sett
til at gera ætlanir og hava eftirlit við ferðsluni, ið koma
undir ákæru.
Her verður hugsað um, hvussu teknisku myndugleik-
arnir skapa eitt ferðsluumhvervi, sum í allarhægsta
mun er vanlukkufremjandi. Sum itøkilig dømi kunnu
nevnast uppkoyringin frá Bacalao og Skipasmiðjuni,
sum nú langt um leingi verður umlegd, men tað staðið
hevur, tað eg veit, kostað tveimum fólkum lívið, og har
hava nógvir samanstoytir verið. Fleiri onnur steð í
Havn eru hávatenn og treytaleys víkiskylda, men har
hevur ein í bili so ringt útsýni, at ein ómeguliga
kann yvirhalda sína víkiskyldu, áðrenn ein er komin
fleiri metrar út í ta ferðsluæðr, ið ein hevur víkiskyldu
fyri. Manga staðni er ein sum gangandi heilt illa fyri
Eingin kantsteinur, og knappliga hvervur gongubreyt-
in, og ein gongur á koyribreytini. Og hetta hendir ikki
bert stød, har bilarnir hava breitt seg í einum gomlum
umhvervi, ið ongantíð var ætlað so nógva bilferðslu.
Eisini nýggir vegir eru eyðkendir av einum óhugna-
ligum troti av sundurskiljing millum harðar og bleytar
ferðandi. Her hugsi eg serliga um innkoyringina til SMS
frá R. C. Effersøes getu. Har er ikki gjørligt at siga við
vissu hver hevur rætt til hvat. Har er alt ein stórur
ruðuleiki. Har er eingin gongubreyt, men koyribreyt, tá
tú til gongur kemur inn av getuni, har ein frálík gongu-
breyt er. Men brádliga veit ein gangandi ikki um hann
ella hon eru keypt ella seld. Og tað er ov vánaligt, tá tað
snýr seg um eina nýgerð.
Legreglan svíkur
Ein má eisini harmast um, at legreglan ikki uppi-
heldur tær mest grundleggjandi ferðslulógir. Her hugsi
eg um reglurnar fyri hægst loyvdu ferð, sum dag um
dag, sjálvt í tættbygdum eki, verða brotnar av ferð-
græðum ungfólki, sum halda teirra virði sum menn
liggur í at traðka á speedaran. Eisini er harmuligt, at til
ber at koyra óttaleysur við píkadekkum ein heilan mán-
að eftir at tey eru vorðin bannað. Her vildi tað uttan iva
verið eitt frágera hugskot, um tað var gjerligt, um bert
ein politistur hevði viljað kropið sær út úr patruljubil-
inum, sum teir annars bert síggjast í fyrstu viku í maj.
Tí er ein til gongu, vil eitthvert píkadekk avdúka seg
fyri ti årvakna oyranum, vegna tað eyðkenda ljóðið.
Samstundis hevði sami legreglupersónur kunnað gjørt
nakað við teir mongu bilarnar við alt ov vánaligum og
niðurslitnum motorum, sum koyra á vegnum. Tí eitt
motorakfar má, eftir ferðslulógini, hverki larma ella
dálka ov nógv.
Ferðsluumhvervið og ferðslumentanin eru í Feroyum
generelt nakað av tí vánaligasta, ið undirritaði veit um.
Undirritaði hevur ferðast í Noregi, Sveríki, Danmark,
Vesturtýsklandi, Vestur-Berlin og Eystur-Berlin, Hol-
landi, Belgia, Onglandi, Fraklandi, USA og Turkalandi.
Og bert í Turkalandi funnið eitt ferðsluumhvervi og eina
ferðslumentan, ið vóru á sama vánaliga stødi sum her
heima. Ferðast ein í havnargetum, fær ein varhugan av,
at tað einasta koyrilærararnir hava megnað at lært bil-
førararnar er at steðga fyri fólki við tvørgonguteigarnar.
Og tað á ein slíkan hátt ið virkar ørkymlandi á útlend-
ingar, vildi eg hildið, og ikki kemur fyri aðra staðni, eg
veit um. Her í Havn skalt tú bert standa stillur í nánd
av einum gonguteigi og síggja út sum tú ætlar tær
tverturum innan fyri næsta hálva tíman. Ja so sært tú
sjálvt tonsatungar lastbilar bremsa, so hjólini nærum
blokerast. Og hetta hevur ongantíð verið ætlanin við
tvergonguteigunum. Tað hevur verið og er ætlanin, at
Tað má metast sum ein óreingilig sannroynd, at nógvar, fyri ikki at siga allar vanlukkur henda vegna menniskjans-
liga skeivmetan.
ein skal bíða eftir einum hóskandi sliti í f»r8slustreym-
inum, og ikki fyrr enn ein traðkar út á vegin, hevur ein
ein ávísan rætt mótvegis bilunum. Koyrilærararnir hava
heldur ikki lært bilførararnar, at plássið hjá børnum í
bili er á baksetrinum, og ikki at standa á forsetrinum
ella sitandi á fanginum á einum vaksnum, ella tann
besta, sum undirritaði hevur sæð fleiri ferðir, 1-3 ára
gomul bern í fanginum á tí ið koyrir bilin, millum hin
vaksna og róðrið! Ótrúligt, men ikki minni satt fyri tí.
Undirritaði hevur heldur ongantíð verið í einum landi,
har bilførararnir eru so sparsamir við nýtsluni av avvís-
araljósunum. Ella hvar tá tey verða brúkt, verða brúkt
so seint, at tey kortini ikki verða tann hjálp og veg-
leiðing til onnur í ferðsluni, sum tey annars eru ætlað at
vera.
Frumkend koyring
Ein gylt meginregla í ferðsluni er, at ein skal koyra
soleiðis, at ein gevur til kennar, hvat ein ætlar. Eisini
hesi reglu verður dagliga syndað ímóti í føroysku ferðsl-
uni. Hvussu ofta fær ein ikki hjartað nærum heilt upp í
hálsin, tá ein koyrandi eftir einum vegi við forkoyrsils-
rætti sær ein bil frá eini síðugetu koma upp móti einum
við egiligari ferð, uttan at til ber at siga, um hann hevur
sæð ein og ætlar at steðga. Ofta hyggur bilførarin so
sanniliga hin vegin, fyri at hann í rettu tíð fær bremsað
harðliga til tess at yvirhalda sína víkiskyldu. Vælsakt-
ans enn eitt dømi um tað høvudsleysu og frumkendu
koyring, ið ein sær so nógv av her á landi. Tí ferarin av
ti bilinum kennir seg óivað sum ein øgiligan kall. Hugsið
tykkum, at kunna traðka so hart á bremsuna. So er ein
avgjert ikki at spæla við, ikki mjúkur at strúka. Og
rætt er tað! Ein vandamikil kallur fyri seg sjálvan og
onnur. Tað sýna vanlukkutelini klárt og greitt.
Ferðslan er ein flokjasligur spurningur. Eingin ivi um
tað, og fyri at nema við eitt seinasta konkret aspekt við-
víkjandi tí týdningi, sum politiskar avgerðir hava fyri
lív og deyða, fari eg at harmast um, at teir nú gjøgnum
politiskar rossahandlar eru vorðnir samdir um ikki at
geva byggingini av bergholinum Kaldbaksbotn-Signabø
fyrsta prioritet, og harvið ikki byggja tað berghol, ið
átti at hava verið hitt fyrsta, ella eitt av teimum fyrstu í
landinum, hetta av fleiri góðum grundum.
Øll vita hvussu vandamikil Oyggjarvegurin er.
Mangar eru vanlukkurnar. Og mangar teirra fora deyða
við sær. Hetta hevur fleiri orsekir. Vegurin freistar at
koyra skótt, og skjótt verður koyrt. Mjerki er javnan,
og kavi er, glerstoytt er javnan, og nógva staðni kemur
harðligur síðuvindur óvart á. Harumframt er vegurin
ein hin mest trafikeraði í landinum. Og bara av tí orsek-
ini, vil tað alt annað líka, henda fleiri óhapp har, enn
aðra staðni. Tann avgerð politikararnir nú hava tikið,
vil garanterað føra við sær, at fleiri føroyingar missa
lívið, harafturat koma so tey, hagfrødisliga sæð, 4 til 5
ferðir so mongu lestaðu og avlamnu sum deyðu. Aftur
átti ein sum politikari at havt ein beiskan smakk í
munninum. Í og fyri seg er í lagi at taka slíkar politiskar
avgerðir, men tað er ikki í lagi, um ein metir mannalív
so hegt, sum politikarar av ellum alvi royna at greiða
okkum frá, at teir gera. Og umframt tað, útsetingin av
byggingini av hesum bergholi kemur at kosta í menn-
iskjansligum sorgarleikum, vildi tað annars verið ein
landsfíggjarlig góð iløga, at hava havt prioriterað hetta
bergholið hægri, enn gjert hevur verið. Ein rúgva av
óneyðugari orku verður sum er nýtt til at koyra í mót-
brekkum, so nógv brennievni bleiv spart við at berg-
holið bleiv bygt. Og sanniliga er tað ikki ókeypis at
halda kavaruddingina í gongd um vetrarnar. Og harum-
framt allir materiellu skaðarnir við óhappunum, mistar
arbeiðslenir og sjúkralegur. Eg sigi ikki, at vanlukkur
ikki fara at henda, bert bergholsloysnin verður vald,
men tær fara garantera at vera hópin færri. Tað kann
prógvast við nógvum hagfrødisligum tilfari.
Samanumtikið ber til at siga, at vit hava teir politik-
arar vit hava ynskt, tí vit sjálvi hava valt teir, og vit eru
sostatt sjálvi óbeinleiðis sek í, at standurin er sum hann
er. Kanska krevja vit ikki nóg mikið av politikarunum,
á ti ferðslupolitiska økinum. Og kanska hava fólk flest
vant seg við vána standin, og síggja kanska ferðslu-
óhapp sum nakað heilt natúrligt ið ikki kann sleppast
uttanum. Og sum nakað ið ongantíð kemur at ráma tey
ella næstringar teirra, men »bara« onnur. Men eingin
er tryggur. Og um leið hvert 30. deyðsfall gjøgnum tey
seinastu árini hevur verið eitt ferðsludráp.
Og tað er, sum eg her havi roynt at ávíst, ein misskilj-
ing, at einki kann gerast, men vit mugu seta inn á
mongum hermótum, og mangir fordómar skulu brótast
niður. Og kanska skulu vit ofra nakað av okkara hegt-
lovaðu persónliga frælsi.
Tverball