hósdagur 9. januar 1986síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Føroyska
ferðslu-
umhvervið
og ferðslu-
mentanin av
i vånaligasta
i heiminum !!!
Bilurin og tíðin
Hví koyrir ein í heila tikið bil? Allarhelst tí ein heldur
seg spara eina rúgvu av tíð. Og kanska er tað henda
hugmynd, ið er orsøkin til so nógv meinfýsni í ferðsluni.
Hvussu nógvir bilførarar ilskast ikki, tí aðrir bilførarar
ikki tykjast at hava sama skund, ið teir sjálvir halda seg
hava. Og hvussu ofta verður floytan ikki brúkt í illsinni,
ti ein gangandi ella súklandi ikki fer tvertur um vegin
við tí ferð, ið bilferarin kundi hugsað sær? Og hver
verulig tíðarseinkan liggur so í slíkum? Aloftast púrt
eingin. Mangan bert partar av sekundum: ella fá sekund
Og hví fær so láturliga lítið so nógv at týða fyri bilførar-
an? Hví verða seinkanir, ið undir eðrum umsteðum
neyvan hevdu verið lagdar til merkis, knappliga til
nakað ið útloysir ágangandi vreiði? Allarhelst tí,
bilurin á ein ella annan hátt gevur einum eina kenslu av
kontinuiteti, ein vil at tað skal ganga frameftir alla
tíðina og neyvt við somu ferð ið ein sjálvur ynskir. Ikki
er sjåldsamt at síggja, hvussu ein bilførari kann gera
eina meira ella minni lívshóttandi yvirhåling, og so fáar
minuttir seinni koyra heilt spakuliga, tí nú er okkurt
hann vil hyggja nærri eftir. Kjarnan í málinum man
vera, at vit til eina og hverja tíð vilja sleppa at gera júst
tað, okkum lystir. Og Guð náði og troysti tann, ið
grípur inn í mín rætt at ráða yvir mínum bili og mínari
ferð. Og hyggja vit at enda eftir spardari tíð við at koyra
sum óðir menn, síggja vit, at hon er lutfalsliga lítil. Og
skyldast tað, at tann ferdøking, ein lógliga kann vinna i
mun til ein persón, ið kanska koyrir 75 km/T í mun til
ein sjálvan, ið fegin vil koyra 80 km/t, einans er o.u. 6%
sum svarar til 3-4 minuttir í ein heilan tíma. Hvussu
mangar ferðir er ein ikki yvirhálaður í steðum, har
eingin yvirháling átti at farið fram, bert fyri at síggja
tann yvirhálandi bilin eitt ella tvey pláss frammanfyri
seg sjálvan í bidirødini til ferjuna. Vit kunnu tosa um
sparda tíð millum at verða til gongu ella á súklu ella í
bili at koyra 30 km/t og til og við hægstu loyvdu ferð.
Veruliga spard tíð, tá ferðin fer upp um hatta er lítil og
eingin — og minkar alsamt meira um ein kemur at bíða
við eitt ljósstýrt horn ella okkurt vegamót. Havandi
slíkt í huga er vreiðin hjá nógvum bilførarum um at
onnur »pjaka sær« høpisleys.
Hyggur ein so eftir hvussu nógv tíð av einum manna-
lívi, ið fer til at arbeiða fyri at hava ráð at hava bil,
verður tað enn meira hepisleyst. Ein skal, um ein er
vanligur arbeiðsmaður, brúka kanska 2-3 mánaðarlenir
til tess at hava bil, og svarar tað til 300-450 arbeiðstím-
ar. Og ein skal sanniliga spara nógva tíð við at koyra í
bili sínum fyri at fáa javnvág í rokniskapin. Um ein
annars grundar koyringina við spardari tíð.
Og nakað annað kann eisini nevnast her, sum dømi
Bert í Turkalandi
um, hvussu vit í okkara mentanarumhvervi liða alt
sundur
Ein sparir tíð við at koyra. Verður hildið.
Tá ein so ikki fær ta kropsvenjing, ein annars fekk
við at ganga, súkla ella annað, noyðist ein at vitja onkra
kropsvenjingarmiðsteð og har sita inni og hála í ckkurt
býttisligt tól. Ein missir spælið burtur, ein ger krops-
venjingina til okkurt, ið sveimar frítt í leysari luft,
ístaðin fyri, at hon var ein náttúrligur partur av dagligu
tilveruni sum gongd ella lutteka í meira sosialum ítrótt-
arvirksemi
Abyrgdarkenslan
Fyri at venda aftur til tað sálarfroðisliga, má ein egin-
leiki afturat við menniskjanum dragast fram. Ábyrgd-
arkenslan. Ein neyðugur eginleiki, um ein skal handfara
tann vandamikla reiðskapin, ein bilur er. Ein bilur er
eitt potentielt morðvápn. Og fyri mær at síggja eru
reglurnar fyri at umgangast hetta morðvápn ikki nær til
nóg strangar. Serstakliga ikki tá ein sær, hvussu nógv
mannaliv misnytslan av hesum reiðskapi hevur kostað.
Skotvápn eru ein rúgva av reglum fyri. Men tað er ein
óreingilig sannroynd, at bilarnir hava dripið hópin fleiri
fólk, í friðartíð ið hvussu er, enn skotvápnini hava. Og
hvat er vandamiklast? Ein lutur, ið hverja ferð hann
verður nýttur drepur eitt fólk, men verður nýttur so
sjáldan, at hann kanska drepur eitt fólk hvert tiggjunda
ár. Og so ein lutur, ið ikki drepur fólk hverja ferð hann
verður nýttur, men to so ofta, at úrslitið kortini verður,
at tiggju fólk lata lív hvert ár, og afturat ti koma so øll
tey mongu lestaðu og brekaðu, hvers sviði og pína eru
ómátandi. Og hvers fullkomuliga broytta lívsleið er ein
framhaldandi sorgarleikur. Kanska skyldast tverrandi
ábyrgdarkenslan eina ørandi trúgv uppá egnan almått,
ið tryggjar einum móti at gera mistek í ferðsluni.
Hendan margháttliga trúgv á seg sjálvan er í alt ov
stóran mun at finna hjá ungum monnum. Tað er til deils
eitt maskulint lyndiseyðkenni. Tíverri.
Niðursteðan av ellum hesum er, at nógvir irrationell-
ir máttir eru uppií hesum at koyra bil. At allar royndir ið
verða gjørdar at beta um ferðsluumhvervið eru serstak-
liga vælmeintar, men nema bert við yvirflatuna av
vandamálunum, við tað at bert verður hugt at sjónligu
úrslitunum av teimum sálarfreðisligu mekanismunum,
ið liggja til grund, og tí veður ikki tikið um ilskunar
rót. Men so skal eisini viðgangast, at skal verða tikið
munagott um ilskunar rót, skuldu allir menn geldast.
Og tað er heldur vidgongt. Men í minsta lagi áttu reglu-
gerðir at verið settar í gildi, sum tíverri komu at sýnast
diskriminerandi, og strangliga hevdu avmarkað tað,
havi
Nr. 3 — 8. januar 1986
3
eitt ferðsluumhvervi og eina
eg sæl
ferðslumentan, ið vóru á sama stødi sum i Føroyum.
Hetta sigur lesari, sum hevur skrivað hugleiðingar um ferðslu
Fyrri partur av hesum hugleiðingum var í Sosialinum týsdagin.
Í dag prenta vit seinna partin.
vanlig hugsan roknar sum frælsi einstaklingsins. Og her
hveppur ein seg óivað við at trakka persónliga fræls
inum ov nær. Men hvussu so við teimum óteljandi indi
vidunum, sum á likam, og mangan eisini á sál, verða
offur hjá einum individi, sum vit vita við vissu er dis-
poneraður vegna aldur, kyn og lyndi til at verða ødrum
at meini. Hvers rættindi skulu vit meta hægst? Skal
nakar hava óavmarkað frælsi til at taka alt frælsi frá
ødrum?
Frá politiskari síðu er lítið gott at vænta, ti nógvir
politikarar eru sum vit onnur, og vilja helst halda áfram
við at koyra bil sjålvir. Ti koma ongar avmarkingar av
rættindunum at koyra bil. Politikararnir vilja ikki út
seta seg sjálvan fyri at verða frátiknir henda marghátt-
liga indiskutabla rættin at vera bilferari.
Vit vita um kanningar, sum svenska loftvápnið hevur
gjørt, har teir við serligum sålarfrødisligum testum
kunnu finna fram til, at summir persónar, í sterri mun
enn onnur, eru disponeraðir til at gera ólukkur, tí teir í
spentum steðum reagera skeivt, ella tí teir, av eini ella
aðrari orsek, meira enn onnur hava lyndi til at koma sær
út í umsteður, ið føra til ólukkur.
Virðingin fyri frælsinum
Og harmuligt er at ymsir praktiskir trupulleikar við
vissu føra við sær, at vit ikki fáa sett í gildi annars væl-
grundaðar avmarkingar mótvegis teimum, sum vit nær-
um við vissu vita eru potentiellar orsekir til vanlukkur.
Og tá tað sum her er ein spurningur um aldur, vil tað
fyri teir flestu ikki siga, at rætturin at koyra bil er frá-
tikin fyri lívið, men bert avmarkaður fyri fá ár.
Og harmuligt er, at virðingin fyri sokallaða persónliga
frælsinum hjá einum persóni er so stór, at ein ikki tolir
eina so lítla avmarking av hesum frælsi, sum rættin at
taka koyrikort, til gagns fyri tað ókenda menniskjað,
sum annars gerst offur fyri frælsinum hjá hinum fyrr-
nevnda persóninum, og harvið verður frátikið alt sítt
frælsi. Men tíverri er tað so, at hetta at ókendir persón-
ar standa í váða verður mett heilt eðrvísi, enn tá tað
snýr seg um navngivnar, ávísar persónar, hóast ein vildi
meint, at øll høvdu líka rætt, um tey vóru kend ella ikki.
Hugsandi um steddina á tí heilsuliga váða, sum
bilisman ferir við sær, er tað ótrúligt, at vit ikki nýta
nakað av tí vitan, ið er til taks um, hvussu vit kunnu
útiloka nekur fólk, um hverji vit vita, fara at elva til
deyða teirra sakleysu. Líkt er til, at hetta er nakað, ið
nervar okkara hugmynd um, hvussu frí atgongdin til
at koyra bil skal vera.
Tá vit síggja vavið av heilsuliga vandanum, sum
bilisman hevur við sær, er tað eisini ótrúligt, at einki
verður gjørt við fyribyrgjandi verjuna. Um ein ella