hósdagur 9. januar 1986síða 17
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 3 — 9. januar 1986
Login um saman-
sparing til
sethusa- og ibúðar-
bygging broytast
Landsstýrið hevur ætlanir um at broyta logina um samansparing
til sethúsa- og íbúðarbygging
tryggjast tå virki *--,
fara å husagang
Landsstýrið ætlar at broyta lógina um trygdargrunn veiðu-
manna. sum í dag bert rindar pening til skip og manning, soleiðis
at hann eisini fevnir um lentakarar á landi.
Landsstýrið arbeiðir við
fleiri ymsum málum sum
hava til endamál at beta
um umstødurnar hjá len-
takarunum.
Vilhelm Johannesen,
landsstýrismaður sigur,
at hann umhugsar at
koma við uppskoti um
eina broyting í lógini um
trygdargrunn veiðu-
manna, soleiðis at hesin
grunnurin eisini fer at um-
fata lentakarar á landi.
Trygdargrunnur veiðu-
manna er soleiðis skip-
aður, at allir fiskakeyp-
arar gjalda tvær krónur
av hverjum tønsi inn i
grunnin og landskassin
rindar tað sama.
Fer so ein fiskakeypari,
tað kann vera eitt virki,
eitt felag ella ein einstakl-
ingur á húsagang, so rind-
ar grunnurin skipi og
manning 90% av tí teir
missa.
Vilhelm Johannesen
sigur, at ætlanin er at fáa
ein arbeiðsbólk at endur-
skoða hesa lógina og
kanna, um grunnurin ikki
eisini kann fevna um
verkafólk á landi eisini.
Neyðugt er at kanna, hvat
lutfall skal brúkast, tá
arbeiðsgevarar á landi
skulu til at gjalda.
Steðan í dag er tann,
BR
Lógin um samansparing
til sethúsa- og íbúðar
bygging var upprunaliga
soleiðis skipað, at ein
kundi seta inn á bók
10.000 kr. um árið við ein-
um rentutilskoti úr lands-
kassanum uppá 2%. Mest
loyvda innskotið var
100.000 kr. og peningurin
skuldi nýtast til sethúsa-
bygging
Varð hann ikki nýttur
til tað, so kundi hann sum
hevði sett peningin inn,
fáa hann aftur, tá 12 ár
vóru farin.
Eftir uppskoti frá javn-
aðarflokkinum var henda
lóg broytt undir undan-
farna landsstýri til, at ár-
liga innskotið varð hækk-
að úr 10.000 upp í 20.000
og samlaða innskotið til
200.000 og hækkaði
studningurin úr 2 uppí
3%. Aftrat kom í lógina,
at peningurin umframt at
skula nýtast til sethúsa-
bygging eisini kundi
brúkast til keyp av set-
húsum og til bygging av
sethúsum ella íbúð ella til
keyp av grundeki.
Hóast javnaðarflokkur-
in sat í andsteðu, so var
hetta uppskotið samtykt.
Nú heldur Vilhelm
Johannesen so, at lógin
eigur at verða broytt enn
einaferð, soleiðis at árliga
loyvda innskotið verður
hækkað upp í 30.000 kr
og tað samlaða loyvda
innskotið uppí 300.000 kr,
og at hækka rentutilskot-
ið og at lækka áramálið úr
12 niður í 8 ár
Haraftrat skal setast í
lógina, at fólk í serligum
ferum kunnu fáa pengar-
nar leysgivnar, t.d. í sam
band við útbúgving, men
tá skal rentustudningurin
falla burtur aftur, upp-
lýsir Vilhelm Johannesen.
jan.
tlf, 11820
— vit skriva
Føroya Ungdómsráð skal vera umboðað i nevndini, sum
skal endurskoða lógina um ibudargrunnin
Skip og manning fáa miss afturgoldnan, um virki fer á húsagang, meðan tey, sum
arbeiða á virkinum einki fúa. Hetta skal nú broytast
leggur Vilhelm Johanne-
sen aftrat, at fer eitt
flakavirki á húsagang, so
fáa skip og manuing, sum
hava avreitt til hetta virk-
ið, 90% av ti, sum teir
eiga til góðar, men lentak-
arin inni á virkinum fær
einki. Hetta er tað, sum
skal broytast. Trygdar-
grunnur veiðumanna skal
sostatt fevna um allar len-
takarar á landi eisini,
sigur Vilhelm Johanne-
sen.
jan
AA