Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-01-11, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. januar 1986síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 3 — 11. januar 1986 ri Henrik Old, tingmaður: Nú má arbeiðið upp á Sumbiarbergholið byrja, sigur Henrik Old, tingmaður Sumbiarbergholið enn einaferð !! Eg var ein av teimum, sum trúði uppá, at okur fingu arbeiðið upp á berg- holið til Sumbiar sett í verk seinast í 1985. Táð sá eisini einaferð út til, at so fór at verða. Eftir at bíðað varð rættuliga leingi eftir pro- jekteringini av bergholum frættist fyrst í november, atw nú var tað klárt, og so trúði eg og fleiri við mær, at nú var leyst og liðugt at byrja. Men so var ikki. Tó frættist, at nu var eftir at samráðast við eigararnar av tí lendi, ið skuldi til fyri at koma til, har ið byrjast skuldi. Fyri jól frætti eg frá Lassa Klein, sam ferðslumálaráðharra, at nú var lendið ognartikið, og so skuldi tann trupul- leikin verið av vegnum. Tað er eitt, sum vit vanligu menniskju hava ringt við at skilja, tað er, at tá man arbeiðir við pro- sjektering rættiliga langa tíð, at man ikki tá sam- stundis finnur út av, at lendi skal til fyri at koma til, har byrjast skal. Er tað satt, so átti tað ikki at komið út millum fólk, tí tað kann ikki forsvarast. Tað vildi verið tað sama sum at gjørt klárt til at bygt hús, áðrenn man hevði fingið grundstykki. Eg kann ikki trúgva, at so er. Tað má vera annað, sum liggur aftanfyri og Henrik Old, tingmaður her á tingsessi sínum í legting- inum. Við lið hansara Jergen Thomsen, tingmaður hevði verið áhugavert at frætt, um so var. — Nú eru so bert tvær vikur farnar av tí nýggja ár- inum, og tað kann ikki verða meiningin awt fólk í Sumba skulu bíða í óviss- uni fleiri dagar enn, áðrenn vit skulu fara í gongd. Eg vil enda hesa ferð við at ynskja sumbingum gott nýggjár, og sjálvt um okur eru nakað ótolnir nú, so gleða vit okkum til teir komandi dagarnar. Henrik Old frælsi javnaður breðralag — við nýggjum útvarps- og sjónvarpsískoyti — hvonn leygardag Hetta er sjålvstødugt blað við eykaliti, ið tygum fáa ókeypis við hvørjum leygardags-sosiali. Takið blaðið út, og lesið um útvarps- og sjónvarpssendingarnar fyri alla vikuna. Hetta skuldi verið goldið fyri jól. Um so er, at onkur ikki hevur fingið blaðið í nýggja árinum, so kann orsekin vera at tygum hava gloymt blaðrokningina í jólastás- inum øllum. Eisini eru vit vitandi um lesarar, ið hava goldið millum jól og nýggjárs — í seinna lagi — og sum tí ikki hava fingið øll blødini í nýggja árinum. Hesi viðurskifti hava vit á blaðnum onga ávirkan á, men Postverkið sigur nú, at eisini hesi nú aftur fara at fáa blaðið. Fyri at fáa blaðið beinanvegin kunnu lesarar, sum kanska ikki enn hava goldið bladrokningina og onnur senda niðanfyristandandi lepa beinleiðis til okkara ella ringja 11820. JA! Eg tekni meg sum haldara av Tíðindablaðnum SOSIALINUM fyri jan. ársfj./86 og fái 3 bleð um vikuna umframt útvarps- og sjónvarpsblaðið hverja viku fyri kr. 100,- Navn: — Bústaður: Box 76 3800 Tórshavn MI TRXTARCRT:10 01)