leygardagur 11. januar 1986síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr.3 — 11. januar 1986
————— F
Eitt ljós
/
Havnar kirkja: Hans J. Joensen
= Vesturkirkjan: Hegni Poulsen
Argir: Kjartan Mørkøre, altargongd
v/ Johs. A. Næs Nólsoy: Axel Tórgarð
Hósvík: Jákup Magnussen kl. 12.00, altargongd
Tjernuvík: Martin R. Jacobsen kl. 12.00
Norðskáli: Emil Olsen kl. 12.00, altargongd
Leirvík: Torkil Beder, altargongd
Nes: Jákup Kass kl. 11.00, altargongd
Lambi: Jákup Kass kl. 7.00
Strendur: Petur Petersen kl. 12.00, altargongd
Miðvágur: David Johannesen kl. 12.00, altargongd
Hvalba: Birgitte Johannesen kl. 12.00
Tveroyri: Jónsvein Bech kl. 12.00, altargongd
Vágur: Bjarni Bæk kl. 11.00. Talvan gongur fyri Bíbliu-
felagið
Sumba: Bjarni Bæk kl. 18.00
Í ellum kirkjum í Eiðis prestagjaldi gongur talvan til
frama fyri Ytrimissión
Evangeliska reddin
sendingin frå Írans wo
Monte
Carlo hoyrist hvert månakvøld kl. 21.45 GMT á millum
Radio
bylgju 205 m (1466 kHz)
Mánakveldið talar Poul Jóhan Djurhuus, Glyvrar
Evni: >Tað kemur ein løta«
Sangur: Kirstin Andreasen og felagssangur í Ebenez-
er
Gudstænastur
1. sunnudag eftir trettanda
mint
Norea
Radio
Danmark
Millumbylgja 1467 kHz
kl. 19.30-19.45
Norskar sendingar eru å
stuttbylgju, 41 metra-
bandinum hvønn dag kl.
8.00.
| »Sælur er madur hvørs hugur stend-
ur til Harrans log og yvir log hans
grundar dag og nått. Hann er eins og
træid, plantad vid åarløkin, id aldrin
gevur i tøkum tima og hvørs leyv ei
følnar.«
(SI. 1,1-3)
Tvinnir eiginskapir mega verða at finna hjá
hverjum menniskja, sum Harrin sigur sælt
at vera.
Fyrsti: >Tað må ei fylgja vondra manna
Mánadagin: »Hjælp í kristenlivet«
Inger Bendix hevur samreðu við Karl Edv.
Jensen
rådi, ei standa å syndara vegi og ei sita i
spottara lagi.« — Vid ødrum orðum: Tad må
skyggja hitt illa.
Annar: Tað má hava hug til Harrans lóg.
Tað má vera eitt hjartans ynski at liva eftir
soleiðis vit finna hann
orði. Hugurin hjá teim
stendur til at
ávaring og ugga, veg-
vilja,
skrivaðan í
Guds sum
Guds
1
niskjum lesa
sæiu mer
pi uria, ui Á
g kraft, gevur kunnleika um Guds
g ber menniskjum Guds evangelium.
Gleði teirra er at liva eftir Guds tokka.
Hetta nýggja árið vil vera ríkt og gott hjá
einum og hverjum vil liva eftir hesum
sum
7 RyggJa / 1og at hava hug fl
Harrans lóg. Harrin sigur slíkt menniskja
t gudleyst menniskja er sum bos, ið
f vind 1 Eitt gudsøttandi
I skja er sum træid, ið er plantað í góða
jørd við åarløkin. Tess leyv felnar ikki, og
tað í sínum tíma. Soleiðis er tað
hugur stendur til Harrans
Guds orð er tann jørd, vit eiga at verða
plantað í, og sum vit eiga at fáa kraft frá.
Tað er ein syrgilig sjón at síggja menniskju
følna andaliga. Teirra gudslív doyr burtur.
Tey missa alla kraft, allan frískleika, alt lív.
Eingin frukt sæst. — O, Gud, lat okkum ikki
felna! — Tú, sum hetta lesur, liv við Guds
áarlek hetta árið, sum kemur, fá tær kraft
hvenn dag frá árinum, so verður tú at standa
frískur uttan nakað felnað leyv og til seinast
við búnari frukt.
Lækna-
vaktirnar
Tórshavn: Kristianna
Nordendal, tlf. 12979
leygardag og Selvi
W. Olsen, tlf. 16611,
sunnudag.
Eysturoy: Pól Olsen,
tif. 47010, leygardag
og Pól Johs. í Horni,
tlf. 44038, sunnudag.
Norðuroyggjar:
Steingrímur Weihe,
tlf. 15300
Vágar: Tlf. 32415
Suðuroy (norður):
Tlf. 71560
Suðuroy (suður):
Tlf. 73030
Tannlæknavakt
Torshavn
Brådfeingishjålp fæst
i dag og i morgin kl.
13.00-14.00. Tlf.
14544.
Góði Hentzer Joensen!
So væl eg eri førur, skal eg royna at svara teim
um spurningum, ið tygum seta mær í Tíðinda
blaðnum Sosialinum, nr. 2 7. januar í 1986
Ikki dugi eg at lýsa orðini nýggjár og nýttar
betur enn í tí. ið stendur á blaðsíðunum 102 og 103
sum eitur ORÐ UM ORÐ.
Tær báðar síðurnar verða prentaðar her
i bókini
Tå ið vit seta saman orð. og fyrri liðurin, ella for
skoytid, er iy singarorå, so seta stovnin
lýsingarorðinum sum forskoyti, t.d. lý singarorðið
stórur. Í samansettum orðum verður stór eftir
sum forskoyti: stórvaksin, stórtekin, stórbrim og
mong onnur.
Onkur lærari hevur sagt soleiðis: Tú skalt seta
lýsingarorðið í kallkyn í hverfall og taka ur
burturav, tað, sum tá er eftir, skal vera forskoyti,
(stórur). Nøkur undantek eru frá hesari regluni,
vakur, fagur. Vit siga fagurliga, vakurleiki
Í summum samansetingum stendur lýsingar-
orðið í hversfalli: mikilsverdur, lítilsverdur, góðs-
ligur.
Tá ið vit seta soleiðis saman, er ikki óvanligt, at
ein villa kemur í, tí lýsingarorðið verður sett í
hverkikyn.
Vit hava mangan bæði lisið og hoyrt fólk siga:
Ólavur er feroysktlærari, Jákup er dansktlærari,
Óli er týsktlærari.
Vit eiga at minnast til, at vit seta saman før-
oysk(ur), dansk(ur), týsk(ur), og ur fellur burtur,
ti skuldi verið sagt: Olavur er føroysklærari,
Jákup er dansklærari, Oli er týsklærari. Betur er
tó sagt: Olavur er lærari í føroyskum, Jákup er
lærari í donskum, Oli er lærari í tyskum.
Í lýsingum hava vit sæð hesi bæði orðini: reytt-
kál og hvíttkál. Í kallkyni siga vit reyður (ein
reyður blýantur). Taka vit ur burtur av reyður,
stendur reyð eftir, og reyð er forskoyti í orðinum
reyðfiskur, reyðspreka, reyðvín, og tí eiga vit at
skriva reyðkál. Vit siga: Kálið er reytt. Men í ein-
um orði skriva vit reyðkál.
Hvítur. Hvítt verður forskoyti: Maðurin er
hvíthærdur, konan er hvíthærd. Hann er hvít-
klæddur. Vit skulu tí skriva hvítkál (eitt t).
Mangan hevur verið skrivað i bleðunum um
nýggjár og nýttár. Nýggjár er tað rætta orðið.
Vit taka ur burtur av nýggjur, so stendur nýggj
eftir, og nýggj er forskoytið í orðinum nýggjár. Í
nógvum orðum er ggj ikki komið uppí, nýbak-
aður, nyfødingur
Vit siga eitt nýtt ár, skrivað í tveimum orðum
men seta vit orðini saman í eitt orð, nýggj og ár,
so eitur tað nýggjár
Hesum samansetingum líkum er orðið alvaldi
Hin alvaldi Guð.
Lýsingarorðið harður. Í samansettum orðum
verður forliðurin harð, tí ber ikki til at siga, at
okkurt er hartfryst, men tað er harðfryst.
Latum okkum leggja okkum í geyma, at vit
siga reyðhærdur einki ljóð er millum ey og h
Reydligur. Millum ey og Í hoyrist dá, ti skriva vit
reydligur, blídligur, lidnir
Tvgum hava áður skrivað, at vit skuldi
landsstýrismaður, mer
mannfólk situr ikki í hesum
TOIK
Í tí gamla málinum, segdu tey maður um fólk
bæði mann og konu
Í orðabókini hjá Johan Ordbog over
det gamle norske Sprog, stendur um orðið maður
Fritzner
(teir skrivaðu maðr), maðr, Menneske uden Hen-
syntil Kjen. Í teirri bókini stendur eisini: guð
skapaði síðarst menn tvá, er ættir eru frá komnar,
Adam og Eva.
Eitt dømi afturat úr bókini: kona var hinn þriði
maðr.
Tað skuldi borið til at sagt landsstýrismaður,
um landsstýrismaðurin er konufólk, kona.
Nú eru næstan øll farin at skriva kvinna. Man
tað ikki vera tað útlendska orðið kvinde, sum nú
trokar tey bæði vekru orðini, kona og konufólk,
burtur?
Kona siga vit eisini, um hon er ógift. Er hon til-
komin og kanska ókunnig, so er ikki sjáldan, at
spurt verður: >Hver er handa konan?< Tá verður
ikki hugsað, um hon er gift ella ógift.
Seta vit orðini saman, og seinri liðurin er kona,
so eru tær bæði ungar og eldri. Vevkona, seymi-
kona, neytakona, brúðkona.
„Fyrstu ferð eg var brúðkona, var eg 10 ára
gomul,< segði ein kona.
Skulu vit ikki siga logtingsmaður, landsstýris-
maður um hana, ið situr í hesum sessi, so skuldu
vit sagt legtingskona, landsstýriskona heldur enn
løgtingskvinna og landsstýriskvinna.
Tygum siga: >Ég havi altíð meint, at okkara
mál er eitt orðaríkt mål.«
Tann, ið lesur greinir tygara, sær, at so er. Ikki
tróta góð orð og gott málbrúk.
Heilsan
Svenning Tausen
|