mikudagur 6. november 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 213 - 6. november 2002
Nr. 213 - 6. november 2002
3
Archibald Black,
bóndi á Myrkjanoyri í
Klaksvík, hevur
skrivað býráðnum
bræv, har hann harm-
ast um, at nýggi
býlingurin á Helna-
brekku hevur fingið
navnið, á Grashjalla.
Staðið, har nýggi
býlingur er, hevur
einki við Grashjalla at
gera, sigur hann
STAÐANØVN
Rúna Sivertsen
Í brævi sínum til býráðið,
sigur Archibald Black, at
tað fall honum fyri bróstið,
tá hann í Sosialinum í farnu
viku las tíðindi um, at bý-
ráðið hevði samtykt at kalla
nýggja býlingin á Helna-
brekku, á Grashjalla.
- Sum bóndi á Myrkjan-
oyri, havi eg gingið høgt upp
í staðarnøvn, og at støðini
verða kallað við sínum rætta
navni, sigur hann.
Archibald vísir í brævi
sínum á, at øll staðanøvnini
á garðinum eru uppskrivað,
og tað verður lagt fjallfólki
eina við at nýta rætta navn á
røttum stað.
Nýggja útstykkingin er á
Helnabrekku og onga aðra-
staðni, leggur bóndin dent
á.
Hann sigur, at Grashjalli
er eitt stórt øki, ið røkkur
frá Ravnagili í sunnan, til
Kellingasetur fyri norðan.
Har gongur Árnafjarðar-
gøtan undir Høvdanum og
tí mesta av Stigabrúnni.
Skalt tú niðan á Gras-
hjalla, mást tú niðan um
hamaran og Døglingsstein,
sigur hann.
- Hetta skal rættast bein-
anvegin, sigur Arcibald
Black at enda í brævi sínum
til Klaksvíkar Býráð.
Steinbjørn
Jacobsen,
borgarstjóri,
sigur
við
Sosialin, at navnanevndin
enn ikki er kunnað um
brævið, sum er dagfest 4.
novembur, og at hann tí
ikki fær úttalað seg um
málið.
Eftir hvat skilst, eru
skjeytini
útskrivað
við
nýggja gøtunavninum, og
eru fólk serstakliga glað
um navnið, á Grashjalla.
Misnøgd um
býlingsnavn
Útstykkingin á Helnabrekku, sum hevur fingið navnið, á Grashjalla. Fleiri byggiloyvi eru longu latin, og fyrstu fara helst at grava
út í hesi vikuni
Mynd: Rúna Sivertsen
Óvissan um gjaldið
fyri at ferðast gjøg-
num undirsjóvar-
tunnilin hevur gjørt,
at ferðavinnan í Vág-
um hevur mist
inntøkur
FERÐAVINNA
Edvard Joensen
Vágar: Ferðavinnan í Vág-
um fær ikki kappast við
vinnu aðrastðani í landin-
um, tí eingin veit, hvat tað
fer at kosta at koyra undir
Vestmannasundi. Tí ber
ikki t l at geva tilboð upp á
eitt nú busskoyring, sigur
busseigari í Vágum.
Niels Olgar Joensen,
sum rekur fyritøkuna Á
Giljanesi, ið bæði hevur
koyring og gisting í faldar-
anum, sigur, at hann hevur
mist avtalur um koyring við
ferðafólki komandi summ-
ar, tí eingin veit, hvat tað
fer at kosta at koyra gjøg-
num undirsjóvartunnilin.
Niels Olgar Joensen sig-
ur, at hann hevði uppskot
um túrar í samband við
vitjan hjá ferðamannaskip-
unum, sum plaga at koma
til Havnar um summarið.
Ætlan hansara var at fáa
fólk vestur í Vágar, nú fast
samband verður.
H
ði
itt
líkt tilb ð
ligið, eri eg ivaleysur í, at
fleiri høvdu tikið av tí, sig-
ur Niels Olgar Joensen.
Men nú hevur incoming
felagið, Hoyviking Tours,
sum skipar fyri túrunum,
boðað frá, at tey ikki kunnu
bíða longur og sagt, at tað
verða eingir busstúrar vest-
ur í Vágar næsta summar. Í
hvussu er ikki við ferða-
fólki frá teimum skipunum,
sum Hoyviking Tours varð-
ar av.
Talan er um eini 25 skip
ella so, sigur Niels Olgar
Joensen og vísir á, at tað
kundi givið væl av inntøku,
um ein - fyri ikki at tala um
tveir - bussar frá hvørjum
skipi koyrdu vestur í Vágar.
Hann sigur, at hann alt
heyst hevur roynt at fáa
prísin at vita, men tað ber
ikki til.
Heldur ikki í skrivandi
stund er prísurin avgjørdur,
sigur Dávur Reinert Han-
sen, stjóri í p/f Vágatunl-
inum.
Niels
Olgar
Joensen
sigur, at tað hava staðist
trupuleikar av hesi óvissuni
lt h
t T ð
fl i i
hava spurt seg fyri um
ferðatilboð, men kunnu
einki nágreiniligt fáa at
vita. Og allir prísir, sum
standa í ferðafaldarum og
tilboðum annars, eru við
fyrivarni.
Tað ger so aftur tað, at
fólk beinanveg halda seg
aftur, tí eingin vil rímiligt
risikera at fáa eina eyka-
rokning, eftir at ferðin
annars er goldin.
Missa inntøku orsakað av tunnilsgjaldi
Bussarnir hjá Giljanesi fara
ikki at koyra ferðafólk frá
stóru ferðamannaskipunum
undir Vestmannasund
komandi summar. Óvissa
um prísin hevur gjørt, at
ferðamannafeløgini hava valt
aðrar túrar
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
3
2