Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-06, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. november 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 213 - 6. november 2002 Nr. 213 - 6. november 2002 5 Pihl&Søn, ið stendur fyri arbeiðinum at gera nýggju ferju- leguna til Norrønu, hevur enn ikki fingið greiðu á, hvussu um- fatandi skaða arbeið- ið fekk í illveðrinum sunnunáttina. Fyritøkan arbeiðir tó framvegis ímóti at fáa arbeiðið liðugt til ásettu tiðina. HAVNABYGGING Jón Brian Hvidtfeldt Enn er ikki greitt, hvussu stóran skaða arbeiðið við at gera nýggju ferjuleguna til Norrønu á Bursatanga í Havn fekk í illveðrinum um vikuskiftið. Menn frá Pihl&Søn, ið stendur fyri arbeiðinum, hava verið og kannað viðurskiftini, men enn finst einki yvirlit yvir skaðan, ella um hann fer at seinka arbeiðinum. Jan Hoffman, sum er leiðari, ella projekt-koordi- nator, fyri øllum arbeiðum hjá Pihl&Søn í Føroyum, sigur, at enn er ov tíðliga at meta um skaðan. – Fólk hjá okkum hava hugt at skaðanum, men enn hava vit ikki gjørt nakrar meting av, hvørjar avleið- ingar skaðin hevur fyri samlaða arbeiðið, sigur Jan Hoffman. Hann leggur aft- urat, at tíðindini um at ar- beiðið møguliga verður seinkað í fleiri mánaðir, eru reinar gitingar. – Vit hava onki yvirlit yvir skaðan enn, og tí ber ikki til at siga, um arbeiðið verður seinkað. Vit arbeiða tó framvegis ímóti at ferju- legan skal kunna takast í nýtslu sum avtalað, tann 20. mars næsta ár, sigur Jan Hoffman. Leiðslan í Pihl&Søn skuldi á fund um málið seinnapartin týsdagin, eftir at blaðið var farið til prent- ingar. Og tá væntaði Jan Hoffman eisini at fáa eina frágreiðing um, hvussu um- fatandi skaðin er. Kann koma illa við Jákup Suni Joensen, for- maður í Havnanevndini hjá Tórshavnar Býráð, sigur, at skaðin á arbeiðið at gera nýggju ferjuleguna ikki er eitt mál fyri Havnanevnd- ina, í øllum føri ikki í fyrstu atløgu. – Vit hava eina avtalu um, at ferjulegan skal vera liðug 20. mars næsta ár. Vísir tað seg, at tíðarætlan- in verður seinkað av óhapp- inum sunnudagin, so hava vit ein trupulleika, og tá má málið takast upp politiskt, sigur Jákup Suni Joensen. Formaðurin í Havna- nevndini sigur, at tað kem- ur sera illa við hjá Tórs- havnar Havn, skuldi tað víst seg, at arbeiðið verður nógv seinkað. Nýggja Nor- røna er so mikið stór, at einasta staðið, hon kann liggja, meðan ferðafólk og bilar fara í land og um borð, er við ferjuleguna, ið nú verður gjørd. Tórshavnar Havn hevur higartil brúkt umleið 10 milliónir krónur til uppí- bygging og styrking av ver- andi kai, og tá nýggja ferju- legan og rampan er gjørd inni í krókinum við Bursa- tanga, er kostnaðurin kom- in uppá umleið 30 milliónir krónur. Ein ætlan er gjørd, ið ber í sær, at nýggi Smyril kann liggja uttanfyri ramp- una til Norrønu, men fyri- bils er gongd ikki komin á hesa ætlan, ið sostatt ikki er íroknað tær 30 milliónirnar. Ætlanin bíðar framvegis eftir, hvør skal gjalda fyri atløguplássið hjá nýggja Suðuroyarskipinum – Tórs- havnar Kommuna, landið, ella báðir partar í felag. Í næstum verður eisini farið undir at taka niður bygningin hjá Strandferðsl- uni á bryggjuni. Umleið tveir triðingar av bygning- inum skal burtur, so bara sjálv Farstøðin stendur eftir. Eisini skal byggjast eitt 16 metra høgt móttøku- torn og ein gongubrúgv til ferðafólk við Norrønu. Upprunaliga var ætlanin, at Tórshavnar Havn, Smyril Line og Strandferðslan skuldu eiga henda bygning í felag, men nú avtornar verður Tórshavnar Havn einsamallur eigari. Kostn- aðurin av móttøkutornin- um, gongubrúnni og øðrum í hesum sambandi er mettur til góðar 17 milliónir krón- ur. Samgongan er samd um at arbeiða víðari við at tillaga virk- semið hjá Postverkin- um, so tað er í sam- svar við uppskotið til fíggjarlóg. Tað vil siga, at eingir pengar skulu játtast Post- verkinum næsta ár, hóast stovnurin hev- ur tørv á átta milli- ónum krónum. Eftir landsstýrisfundin týsdagin kundi Bjarni Djurholm tó stað- festa, at semjan tó ikki røkkur longur enn at arbeiðast skal víðari við málinum POSTVERKIÐ Jón Brian Hvidtfeldt Postverk Føroya manglar framvegis átta milliónir krónur fyri at roknistykkið í fíggjarætlanini hjá stovnin- um næsta ár skal ganga upp. Hetta eru pengarnir, sum Vinnumálaráðið játtaði stovninum í fíggjarlógar- uppskotinum, men sum síð- an vóru strikaðir aftur úti í Fíggjarmálaráðnum. Málið um Postverk Før- oya var fyri á landsstýris- fundi týsdagin. Bjarni Djurholm, landsstýrismað- ur í vinnumálum, sum eis- ini varir av Postverkinum, hevur í eina tíð arbeitt við at umskipa Postverkið til alment partafelag. Herfyri fór ætlanin hjá landsstýris- manninum út til hoyringar hjá hinum samgonguflokk- unum, sum síðan skuldu gera sínar viðmerkingar til málið. Landsstýrismaðurin hevur víst á, at við at um- skipa Postverkið til alment partafelag ber til at gera Postverkið leyst av árligu játtanini á fíggjarlógini. Startkapitalurin til um- skipanina skal koma við at selja bygningin hjá Frí- merkjadeildini á Argjun. Men eftir landsstýrisfundin týsdagin er sumt, sum bendir á, at semjan í sam- gonguni um framtíðina hjá Postverkinum bara røkkur til at stovnurin skal ikki hava nakra játtan á fíggjar- lógini. Bjarni Djurholm sigur, at samgongan er samd um at arbeiða víðari við at tillaga virksemið hjá Postverkin- um, so tað er í samsvar við fíggjarlógaruppskotið. Tað vil við øðrum orðum siga, at Postverkið skal ikki hava nakra játtan á fíggjarlógini fyri næsta ár. Men Bjarni Djurholm fekk tó ikki grønt ljós frá hinum samgongu- flokkunum til at fara undir at umskipa Postverkið til alment partafelag. Tó hevur hann vónir um at ein loysn verður funnin fyri Post- verkið. – Afturmeldingarnar, ið eg fekk frá hinum sam- gonguflokkunum, vóru sum heild positivar. Tað er semja um at arbeiða víðari við málinum, sum er at Postverkið skal vera óheft av fíggjarlógini, sigur Bjarni Djurholm. Hann leggur afturat, at ber ikki til at semjast í samgonguni um eina loysn fyri Postverkið, so verður tað uppgávan hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum at seta tær átta milliónirnar, ið Fíggj- armálaráðið strikaði, á aftur fíggjarlógina fyri næsta ár. – Hóast Vinnumálaráðið arbeiðir við at umskipa Postverkið til alment parta- felag, og at tað tí væntandi ikki fór at vera neyðugt við hesi játtan næsta ár, so valdi eg at játta peningin til Postverkið kortini. Hetta fyri at skapa tryggleika á stovninum, skuldu trupul- leikar stungið seg upp í samband við umskipanina. Men síðan valdi landsstýr- ismaðurin í fíggjarmálum at strika peningin, og tí vænti eg eisini, at hann setur peningin aftur á fíggj- arlógina, røkka vit ikki málinum at umskipa Post- verkið, sigur Bjarni Djur- holm. Bjarni Djurholm hevur fleiri ferðir ført fram, at skal Postverkið hava møgu- leika at menna seg og ann- ars virka og kappast á marknaðinum, er neyðugt at umskipa stovnin til al- ment partafelag. Vinnu- málaráðið arbeiðir í løtuni við at fyrireika neyðugu lógarbroytingarnar, so stovnurin kann umskipast til alment partafelag. Har- umframt eru nógv starvs- fólkaviðurskifti, ið skulu fáast uppá pláss. Í seinastuni hevur verið upp á tal, at Postverkið skal selja bygningin á Argjum, og eitt nú hevur Tórshavnar Býráð sýnt bygninginum stóran áhuga. Bjarni Djur- holm hevur í hesum sam- bandi gjørt púra greitt, at talan verður ikki um at selja bygningin, fyri síðan at nýta tær 30-40 milliónirnar, ið bygningurin er virðismettur til, til vanliga raksturin hjá stovninum. Skal bygningurin seljast, so hevur landsstýrismaðurin tryggjað sær, at sølan verð- ur framd í samsvar við um- skipanina av Postverkinum til alment partafelag. Óvist, hvussu stóran skaða nýggja ferjulegan fekk Postverkið framvegis í leysari luft Pihl&Søn hevur enn ikki fingið yvirlit yvir, hvussu umfatandi skaða arbeiðið við nýggju ferjuleguni til Norrønu fekk í illveðrinum sunnunáttina og um arbeiðið verður seinkað av hesi orsøk. Nýggja ferjulegan skal vera liðug 20. mars næsta ár Samgongan er samd um at arbeiða víðari við at tillaga virk- semið hjá Postverkinum, so tað er í samsvar við fíggjarlógar- uppskotið, tvs. at eingir pengar vera játtaðir stovninum næsta ár. Men á landsstýrisfundinum týsdagin kundi Bjarni Djur- holm tó ikki fáa grønt ljós fyri síni ætlan at umskipa Postverkið til alment partafelag, og tí er framvegis óvist, hvar Postverkið skal finna tær átta milliónirnar, sum mangla í á fíggjarætlanini hjá stovninum fyri næsta ár C M Y K 5 4 Tróndur Djurhuus, stjóri á Televarpinum, harmast um nógvu skeivu umrøðuna Televarpið hevur fingið, í sambandi við spurningin, hvørt tað fer at senda porno ella ikki TELEVARP Ingrid Bjarnastein Útvarpið gjørdi mána- kvøldið greitt, at sambært fútanum, sleppur Televarp- ið ikki at senda porno, tí hetta er í stríð við lógina. – Tað er satt at siga spell, mátin sum útvarpið sigur tað upp á. Vit hava ongantíð ætlað okkum at sent porno, men útvarpið fær tað at ljóða sum um vit alla tíðina hava ætlað at sent porno, og tí bróta vit lógina um vit gera tað, sigur Tróndur Djurhuus, stjóri á Televarp- inum við Sosialin. Tróndur Djurhuus ger greitt, at Televarpið hevur alla tíðina verið kunnað um, at tað er ólógligt senda porno í Føroyum. – Tveir innanhýsis løg- frøðingar her á Føroya Tele, hava fyri fleiri mánaðum síðani staðfest, at tað er ólógligt at senda porno. Tí spurdu vit Mentamálaráðið um tað gjørdi nakað, um vit sløktu teir tímarnar porno- filmarnir vórðu sendir, tí vit hava ikki loyvi at sløkkja nakrar sjónvarps- rásir sambært kringvarps- lógini, greiðir Tróndur Djurhuus frá. Ikki fyrr enn Sosialurin skrivaði, at fútin ikki visti, um tað var ólógligt ella ikki, gjørdist »pornospurn- ingurin« aftur eitt mál fyri Televarpið, sum tó tá langt síðani hevði avgjørt als ikki at senda porno. Men nú er so staðfest av teimum báðum innanhýsis løgfrøðingunum, tveimum óheftum advokatum og av fútanum, at um pornofilm- ar verða sendir, so er tað í stríð við grein 234 í revsi- lógini. – Hesir løgfrøðingarnir og fútin hava ikki gjørt ann- að enn at staðfesta tað, sum væntaðu fyri fleiri mánað- um síðani. Áðrenn jól Útvarpið gjørdi somuleiðis greitt, at Televarpið fór at senda einaferð áðrenn nýggjár. Hetta er rætt, men heldur Tróndur Djurhuus, at hetta ljóðar sum um Tele- varpið fer at senda einaferð ímillum jól og nýggjárs. – Vit hava alla tíðina sagt, at vit verða tekniskt klár tann 25. november. Men vit rokna ikki við at senda júst tann dagin. Í løtuni taka vit støðu til, um vit skulu út- seta tað í nakrar dagar, sig- ur stjórin á Televarpinum. Tórshavnar Býráð eigur framvegis Rás Tórshavn, og endalig avtala skal eisini gerast við teir um nær rásin skal sløkkjast. – Harumframt hava vit eisini nakrar innahýsis grundir til, at tað riggar betri at bíða í nakrar dagar. Men tað verður væl áðrenn jól, at tað verður klárt, men sjálvur dagurin er ikki ásettur enn. Prísurin er heldur ikki fastlagdur enn. Enn vantar ein endalig avtala við KODA um avgjøld, og Tele- varpið er framvegis í sam- ráðingum við DR um tær báðar rásirnar frá teimum. Televarpið hevur ongantíð ætlað at senda porno Enn er dagurin ikki fastlagdur nær Televarpið fer at senda, men Tróndur Djurhuus, stjóri á Televarpinum, lovar, at tað verður væl innan jól