mikudagur 6. november 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 213 - 6. november 2002
Nr. 213 - 6. november 2002
7
Á gamla kryvjivirkin-
um hjá East Salmon
kundu tey arbeiða 40
tons um dagin við 30
fólkum. Á nýggja
virkinum, sum East
Salmon og Faroe
Salmon hava bygt í
felag, fara 30 fólk at
kryvja og pakka 80
tons í 8 tímar.
Tað eru formula. fo
og Noma Tech, sum
hava latið allan út-
búnaðin til P/F Kryvj-
ing, sum nýggja virk-
ið í Klaksvík kallast
ALIVINNA
Vilmund Jacobsen
Nýggja og stóra kryvji-
virkið hjá Faroe Salmon og
East Salmon, sum feløgini
hava bygt á vestara havna-
lagnum í Klaksvík, tók
ímóti fyrstu nøgdunum til
kryvjingar týsdagin.
Felagið, sum eigur virk-
ið, eitur P/F Kryvjing, og
stjórarnir eru tveir í tali,
Heini Gregersen, sum um-
boðar Faroe Salmon og
Grímur Rasmussen, sum
umboðar East Salmon.
Justeringar
Týsdagin hevði virkið 15
tons av laksi, sum skuldu
koyrast ígjøgnum nýggja
og framkomna útbúnaðin,
sum formula. fo og Noma
Tech í felag hava latið virk-
inum sum eina pakkaloysn.
Aðrir undirleverandørar eru
eisini til útbúnaðin, og
millum hesar er íslendska
fyritøkan,
Marel,
sum
formula.fo hevur tætt sam-
starv við.
Tá ið eitt framkomið
virkið verður royndarkoyrt,
er óhugsandi, at alt kemur
uppá pláss ein og sama dag.
Neyðugt er við justering-
um, og tað tekur sína tíð,
áðrenn alt koyrir, sum tað
skal.
Týsdagin, tá ið royndar-
koyringin fór fram, vóru
fólk frá formula. fo og
Noma Tech í Klaksvík og
fylgdu gongdini.
Heini Gregersen, stjóri,
væntar, at tað fer at taka
sína tíð, áðrenn fram-
leiðsluorkan kemur uppá
tey 10 tonsini um tíman,
sum virkið er bygt til.
- Vit síggja longu í morg-
un, at neyðugt verður við
ymiskum
justeringum,
áðrenn alt koyrir, sum tað
skal, segði Heini, tá ið
fyrstu laksarnir týsmorg-
unin vóru komnir úr kør-
unum og inn á virkið.
Framleiðsluorkan hjá P/F
Kryvjing byggir á 80 tons í
8 tímar, tá ið alt koyrir, sum
tað skal.
Stór lønarsparing
30 fólk fara at arbeiða á
nýggja kryvjivirkinum hjá
Faroe Salmon og East
Salmon. Á gamla virkinum
hjá East Salmon arbeiddu
eisini 30 fólk, men tá var
framleiðsluorkan helvtina
minni. Tað merkir, at nýggi
útbúnaðurin fer at tvífalda
framleiðsluorkuna
hjá
nýggja virkinum við sama
tali av fólki.
Eitt, sum er vert at bíta
merki í við nýggja virkin-
um, er, at nú kemur fiskurin
livandi upp úr brunnbátin-
um og verður goymdur liv-
andi í kørum, sum eru upp-
sett. Sostatt gongur fiskurin
livandi í kørunum, til hann
verður tikin inn á virkið til
kryvjingar. Hetta er fyrsta
royndin av sínum slag í
Føroyum.
Brunnbáturin tekur 40
tons av fiski og ein van-
ligan dag, tá ið 80 tons
skulu kryvjast og pakkast,
landar brunnbáturin tvær
ferðir.
50 milj. krónur
Tað kostar at byggja eitt
nýtt og stórt virki, og tað
kostar
at
byggja
framleiðslugongdina upp
við nýggjari tøkni, sum
gjørt er á P/F Kryvjing.
Málið er, at tað skal loysa
seg í seinna enda við færri
lønum og stórari fram-
leiðsluorku.
Ein partur av virkinum er
í tveimum hæddum, har
framleiðslan er í niðaru
hæddini, meðan kantina,
skrivstovur, skiftirúm og
onnur høli eru í erva.
Kostnaðurin av nýggja
virkinum hjá P/F Kryvjing
er umleið 50 milj. krónur.
Tað er Rógvi Josefsen,
sum hevur staðið fyri sjálv-
ari byggingini av nýggja
kryvjivirkinum á vestara
armi í Klaksvík.
Nýtt kryvji-
virki fyri 50
milj. krónur
TILTØK
Vilmund Jacobsen
Í samband við, at Fim-
leikafelagið Støkk vann
Fimleikafagnaðin
2002,
sum var í Norðurlanda-
húsinum síðsta vikuskiftið,
bjóða Runavíkar kommuna
og Støkk til hugnaløtu í
Støkkhøllini á Glyvrum.
Hugnaløtan
verður
í
kvøld, mikukvøldið 6. no-
vember og byrjar kl. 19.30.
Jastrid Weihe, formaður í
Støkk, fer at bjóða væl-
komin og býráðsformað-
urin, Rodmundur Nielsen,
fer eisini at siga nøkur orð.
Kunningarstovan í Sal-
tangará veit at siga, at øll
áhugaði eru vælkomin inn á
gólvið í Støkk-høllini í
kvøld saman við fimleik-
arum og limum annars.
Borðreitt
verður
við
kaffi, kakao, sunkist, køk-
um og bollum.
Øll børnini, sum koma til
hugnaløtuna, fáa eisini
støkkblýantar og ballónir.
Í samband við løtuna
verður Fimleikafagnaðurin
vístur á lørifti.
Bjóða til hugnaløtu á Glyvrum
Nýggja kryvjivirkið hjá P/F Kryvjing varð royndarkoyrt fyrstu ferð týsdagin. Nýggi og framkomni útbúnaðurin á virkinum skal
gera tað møguligt hjá 30 fólkum at kryvja og pakka 80 tons av laksi og sílum í 8 tímar.
Mynd: Rúna Sivertsen
Í samband við, at Fim-
leikarfelagið Støkk vann
Fimleikafagnaðin síðsta
vikuskiftið, bjóða Runavíkar
kommuna og Støkk øllum
áhugaðum til hugnaløtu í
Støkk-høllini í kvøld
Ein eftirmeting er nú
gjørd fyri tilbúgving-
arvenjingina í Kolla-
fjarðatunnilinum 3.
oktober.Niðurstøðan
er, at venjingin gav
eitt nøktandi úrslit
VENJING
Heri á Rógvi
Myndir: Jens Kr. Vang
Ein góðan mánað eftir um-
fatandi tilbúgvingarvenj-
ingina í Kollafjarða-tunnil-
inum er "Øvelsesrapport-
en" nú almannakunngjørd.
Sjálv frágreiðingin við-
gerð gjølla sjálva venj-
ingina. Venjingin tók støði í
tveimum ferðsluvanlukkum
inni í sjálvum Kollafjarðar-
tunnilinum.
"Venjinginvar partur av
tilbúgvingarætlanini fyri
Kollafjarðatunnilin. Lands-
verkfrøðingurin, ið hevur
ábyrgdina av tunnilinum og
trygdini í tunnilinum, skip-
aði fyri venjingini saman
við RM-Gruppen, sum er
ein donsk ráðgevingar fyri-
tøka á trygdarøkinum.
Allir partar av tilbúgv-
ingini vóru við í venjingini,
t.e. sløkkilið, løgreglan,
sjúkraverk, bjargingarfeløg
osfr. Ilt er at meta um,
hvussu nógv fólk vóru við
á bjargingarsíðuni, men
talið var í øllum førum
omanfyri hálvthundrað.
Samanlagt vóru fjøruti
fólk við í vannlukkuni.
Fimm doyðu á staðnum, og
tey vóru spæld av dukkum.
Afturat teimum vóru 35
figurantar, sum vóru í buss-
inum og í teimum ymsu
bilunum. Millum teirra
vóru nøkur, sum ikki vóru
komin til skaðis, men bert
vóru á staðnum av tilvild.
Allir figurantarnir fingu
hvør sítt kort, har tað stóð,
hvat bagdi teimum. Eisini
fingu tey vegleiðing um,
hvussu
teirra
atburður
skuldi vera. Tað skal eisini
sigast, at fleiri av figurant-
unum vístu rættir dygdir í
leiklutunum, sum sjúk,
deyð, í ørviti og hvat tey
annars nú vóru.
Á kunningarfundi áðrenn
venjingina varð greitt frá, at
venjingin ikki sum so
leitaði eftir einari "succes".
Roynt varð eisini at yvir-
belasta skipanina, soleiðis
at allir partar fingu meira
enn nokk at gera. Venjingin
skuldi vísa og finna styrki
og veikleikar í allari til-
búgvingini."
Hetta sama við at yvir-
belasta skipanina gongur
eisini aftur fleiri ferðir í
sjálvari frágreiðingini.
Í niðurstøðuni stendur
soleiðis at lesa:
— Tað yvirordnaða úr-
slitið av venjingini var
nøktandi, sjálvt um onkur
hevur hug at halda, at eftir-
metingin hjá luttakarunum
ikki er positiv ella góð
nokk.
Hetta skrivar Per Tegl-
gaard, leiðari fyri venj-
ingina, millum annað.
Hann fegnast eisini um,
at venjingin hevur megnað
at funnið feilir, tí hetta var
júst endamálið. Hann ávar-
ar eisini ímóti, at fólk ger-
ast ov bakklóg í sambandi
við venjingina.
— Vit royndu at yvir-
belasta skipanina, og hetta
eydnaðist
eisini.
Vóru
eingir feilir gjørdir, so vildi
venjingin
verið
vand
áðrenn. Á henda hátt fingu
vit roynt alla tilbúgvingina,
sigu r altso Per Teglgaard.
Landsstýrismaðurin í
Norðurlandamálum
heldur ikki, at føroy-
ingar eiga at hava ov
stórar vónir um at fáa
fullan limaskap í
Norðurlandaráðnum
sum er, men gongdin
er positiv, heldur
hann
POLITIKKUR
Heri á Rógvi
Á 50 ára ársfundi Norður-
landaráðsins í Helsingfors í
døgunum 28.-31. oktober
varð ynski um sjálvstøð-
ugan føroyskan limaskap
sett fram.
Verandi samgonga hevur
sett sær hetta sum mál í
samgonguskjalinum.
Landsstýrismaðurin
í
Norðurlandamálum
er
Høgni Hoydal. Hann sigur,
at allir teir føroysku luttak-
ararnir vóru samdir um at
taka málið um sjálvstøð-
ugan føroyska limaskap.
Soleiðis varð ynski havt á
lofti á øllum stiðum á
fundinum. Eisini løgmaður,
á fundi við stjórnarleið-
ararnar, bar fram føroyska
ynski.
— Tað hevur eydnast
okkum at fáa málið á dags-
skránna. Vit skulu kanska
ikki hava alt ov stórar vónir,
men gongdin er positiv,
sigur Høgni Hoydal.
Landsstýrismaðurin sig-
ur, at málið nú er sent víð-
ari til samstarvsráðharr-
arnar hjá teimum ymsu
londunum. Ætlanin er, at
hesir skulu á fund hin 16.
desember at tosa nærri m.a.
sjálvstøðugan
føroyskan
limaskap.
Sjálvstøðugur limaskap-
ur merkir eisini, at Føroyar
skulu gjalda sín part sjálvi í
Norðurlandaráðnum. Sam-
bært Høgna Hoydal verður
tað talan um eina upphædd,
sum liggur ímillum eina og
tvær milliónir.
Ikki nokk við tí, at føroy-
ingar og aðrir partar av
Útnorði ynskja sjálvstøð-
ugan limaskap. Eisini er
ætlanin at økja um sam-
starvið við onnur lond enn
bert Norðurlond.
— Norðurlond mugu
samstarva við onnur lond
eisini. Hetta hevur higartil
verið gjørt við at samstarva
við Russland, Baltikum
osfr., men vit vilja eisini
samstarva
við
okkara
grannar í Útnorði, sigur
Høgni Hoydal.
Her talan um lond sum
Skotland, Hetland, Hibrid-
urnar og partar av Kanad-
iska økinum. Hesin spurn-
ingurin skal eisini við-
gerast.
Danmark eingin
trupulleiki
Bæði Høgni Hoydal og løg-
maður, Anfinn Kallsberg,
fegnast um hugburðin hjá
Danmørk, tá tað viðvíkur
sjálvstøðugum føroyskum
limaskapi.
— Danmark hevur ikki
verið nakar trupulleiki.
Heldur hevur tað verið
trupult at yvirbevíst lond
sum Svøríki og Finnlandi
og partvíst eisini Norra,
sigur Høgni Hoydal.
Í sambandi við Norra
hevur tað serliga verið
spurningurin um sámarnar,
sum hevur steðgað teimum
at vísa fullan stuðul fyri
føroyska ynskinum.
— Tað, sum hevði verið
ynskiligt, var, um vit kundi
komu við einum uppskoti
til næsta fundin hjá Norður-
landaráðnum, sigur Høgni
Hoydal.
Norðurlandaráðið:
Nærkast fullum limaskapi
Arbeiðið at gerast
sjálvstøðugur limur í
Norðurlandaráðnum gongur
rætta vegin, heldur
landsstýrismaðurin í
Norðurlandamálum, Høgni
Hoydal.
Mynd: Jens Kristian Vang
Tilbúgvingarvenjing í Kollafjarðatunnilinum:
Venjingin gav nøktandi úrslit
Per Teglgaard, avmyndaður
venjingarkvøldið, heldur
úrslitið av venjingini var
nøktandi
Nógvir av figurantunum funnust at, at tey vóru liggjandi uttanfyri tunnilin í alt ov langa tíð,
og flutningurin var ov vánaligur
Ein bussvanlukka miðskeiðis í Kollafjarðatunnilinum var bert eitt av fleiri, ið partarnir av
tilbúgvingini máttu taka sær av hin 3. oktober."
C
M
Y
K
7
6