Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-06, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. november 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 213 - 6. november 2002 Nr. 213 - 6. november 2002 9 Arbeiðið at byggja sjálvt skipið byrjaði klokkan 11 mána- morgunin og tað var ein stór løta, við- gongur Reidar Nónfjall, strandferðslustjóri SUÐUROYARSKIPIÐ Áki Bertholdsen Klokkan 11 mánamorgunin fjórða november 2002, verður ein dagur, sum vit seint fara at gloyma. Tí akkurát hesa løtuna var fyrsta stálplátan til nýggju suðuroyarferjuna skorin á San Fernando skipasmiðjuni í Spania. Pláta nummar 2108 eitur hendan stálplátan og hon er á dekki nummar trý á nýggju suðuroyarferjuni. Og hendan eina stálplát- an markerar samstundis, at nú er liðugt við fleiri ára fyrireikingum og spekulati- ónum og nú er sjálvt ar- beiðið upp á nýggja suður- oyarskipið byrjað. Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at nú verður stál skorið í eina tíð, so at farast kann undir at gera sektiónirnar til skipið. Og á sjálvari grækaris- messu, 12. mars, verður kjølurin til skipið strektur og 12. oktober í 2004, verð- ur skipið handað Strand- ferðsluni og tí stjóra, sum til til ta tíð situr har. Reidar Nónfjall ásannar, at hetta er ein stór løta, tí nú er skipið lagt til rættis niður í allarminstu smálutir og teir vita nú enntá, hvussu hvørt skott skal málast og, hvar myndir skulu hongjast upp. – Men tað, at skipið er lagt til rættis niður í smálut- irnar, ger, at nú kunnu vit byggja í heilt stórari vissu um, at vit sleppa undan at gera broytingar í byggitíð- ini, ella beint aftaná, tí tað bara ger fortreð. Yvir 300 milliónir Fyri at taka afturíaftur, kann nevnast, at nýggja suðuroyarferjan kostar 40.450.000, ella beint omanfyri 300 milliónir í okkara peningi. Men harafturat koma so útreiðslur til kurstrygging og byggieftirlit og tilsam- ans hevur Vinnumálastýrið heimhild til at brúka 310 milliónir til skipið. Ferjan verður goldin í trimum gjøldum, sum eru áleið líka stór. Nýggja suðuroyarskipið verður 135 metrar langt, tað siglur 21 míl, hevur pláss fyri 800 ferðafólkum og tekur 200 bilar og tað er tvær ferðir so nógv, sum Smyril. Tað er spanska skipa- smiðjusamtakið, IZAR, sum byggir nýggja suður- oyarskipið. IZAR samtakið hevur bygt skip í heili 250 ár. Tað er tað næststørsta skipa- smiðjusamtakið í Evropa, og tað níggjunda størsta í heiminum og nýggja suður- oyarskipið verður bygt á eini skipasmiðju hjá sam- takinum í San Fernando í Suðurspania. Tað eru fleiri og fleiri útróðrarbátar, sum ikki hava sendara umborð, soleiðis sum lógin krevur og tað eru eisini fleiri og fleiri, sum ikki so frægt sum duga at brúka sendara TRYGD Á SJÓNUM Áki Bertholdsen Nógvir føroyskir útróðrar- menn ansa alt ov illa eftir sær sjálvum og seta trygd- ina til viks, tá ið teir eru úti. Og hetta kann bæði koma at kosta teimum sjálvum og øðrum dýrt. Hetta má verða niður- støðan eftir eina samrøðu við Don Petersen, samskip- ara á Fjarskiftiseftirlitinum. Don Petersen vísir á, at eftir lógini verða nøkur krøv sett til, hvørja trygdarútgerð bátar skulu hava umboð. Tað, sum samskiparin hugsar um í hesum sam- bandi, er um radioútgerð- ina, sum skal verða umborð á bátum, tí tað er einans hana, sum Fjarskiftiseftir- litið hevur við at gera. Ein lóg er eisini sum sig- ur, hvør trygdarútgerð skal verða umborð á bátum frá áttamannaførum upp til 20 tons. Og eftir teirri lógini skulu bátarnir hava neyð- sendara av vhf-slagi, fast- gjørdan umborð. Tvs, at hann skal ikki vera berbar- ur. – Men tað er ein støðugur og veksandi trupulleiki, at bátarnir ikki hava VHF um- borð. Og tað er eisini ein støðugt og veksandi trupul- leiki, at har vhf er umborð, dugir manningin ikki at brúka útgerðina. Hann sipar til, at teir vita ikki, at neyðarkall verða send á rás 16 og at teir eiga at lurta eftir rás 16 eftir neyðarkallum og vita ann- ars ikki, hvussu hon virkar. Hann leggur afturat, at óhapp á sjónum hava tað við sær, at tey koma altíð fullkomiliga óvart á, tí ongin er fyrireikaður uppá eina neyðstøðu uppá stand- andi fót. Og ofta hava tey eisini tað við sær, at tey krevja eitt skjótt og miðvíst bjargingartiltak fyri at mannaskaði ikki skal standast av. – Tá ið nú bátar ikki hava VHF umborð, ella menn ikki duga at brúka tað, koma teir sær sjálvum í stóran vanda við tað, at teir fáa ikki boð frá sær, skuldu teir komið í neyð. Fyrsta stálið til nýggja suðuroyarskipið skorið Fleiri og fleiri seta trygdina til viks Stjórin á Strandferðsluni, Reidar Nónfjall, mátti eisini merkja tað fyrstu stálplátuni í hondini. Aftanfyri hann er tað stjórin á skipasmiðjuni, sum hyggur at Eini 15 fólk vóru til staðar, tá ið fyrsta stálið til nýggja suðuroy- arskipið varð skorið. Her eru tað Reidar Nònfjall, fremst, Johannes Johannesson frá felagnum Knud E. Hansen í Dan- mark, sum hevur projekterað skipið og stjórin á skipasmiðjnui í San Fernando Tað er ein veksandi trupulleiki at útróðrarmenn ganga alt ov lætt um trygdina og teir seta bæði seg sjálvar og aðrar í stóran vanda Tilvildarlig mynd framhald á síðu 23 - Smakur er eisini av- smakur, í listini, lívin- um og í vinalaginum. "Guð hjálpi mær móti mínum vinum; fíggindarnar klári eg sjálvur" Ókendur. Kim Simonsen kimsimonsen@hotmail.com Leikpallurin er einkul og modernaður, vit hoyra jasstónleik Stan Getz og Kenny Barron. Vit eru til sjónleik hjá Grímu, ið hevur eina virkna og spennandi skrá fyri tíð- ina. Fyri at siga tað bein- anvegin; leikurin List er leiklist á høgum støði. Tað luktar av Paris, av sofistikeraðum práti um modernaða list (ella ikki). Her er langt prát um at vera eitt samtíðarmenniskja ella ikki. Søgan er fyri so vítt einkul. Vit hava tríggjar vinir. Serge, Marc og Yvan. Men henda tríeind er álvarsligani hótt tá Serge (Hans Tórgarð) keypir ein málning, ið ikki er annað enn eitt hvítt lørift fyri 200 000 frankar. Marc (Bárður Persson) tekur hetta serliga illani upp, hann er ein modernaður ungur maður, men heldur tó at her má markið setast. Ein málning- ur er ein málningur, og ein "málningur" við ongum farvum ella motivi, ið bert er hvítur er ikki ein máln- ingur. Soleiðis skuldsetur hann tey sum vilja keypa eina slíka mynd, fyri at fjeppast upp í einum svak- ligum og heiladeyðum listaumhvørvi, har tey sum ráða, í ringasta føri "ongan smak" hava. Yvan (Kári Øster) roynir at fáa semju í lag millum hesar kamp- hanar, men sjálvur fær hann onkran sannleikan at vita um seg og síni. Yvan hevur at byrja við ein relativist- iskan moral, kann tað gleða Serge at brúka allan sín pening uppá ein slíkan málning, og tað ikki skaðar onnur, so er tað í lagi. Eg skal ikki siga meiri um hvat hendir, annað enn at alt eskalerar fram til tað gro- teska og tragikomiska, tí málningurin brýtur og slítur vinalagið sundur, teir fara allir at ivast í hví teir kennast, hvat heldur teim- um saman. Her merkir man, at tað er ein kvinna, ið hevur skrivað leikin, tí menn eru ikki so óførir at tosa um vinalag og kenslur, serliga ikki millum menn, hetta er kanska tað einasta ringa eg havi hug at siga um leikritið. Hin vegin virkar hesin sjónleikurin væl, tað er eitt øgiligt flog yvir honum og ein ótrúligur sálarligur spenningur allan vegin. Hetta er eingin tragiskur leikur, heldur ikki nakar skemtileikur, hann er komitragiskur og av og á burleskur. Hetta er ikki nøkur bíðan eftir Godot, ella ein hámodernistiskur leikur men heldur ikki er hann keðiliga sosialrealist- iskur og boðskapistiskur. Hann er ikki torførur ella tungur, og er tí fyri øll. Undirtekstur Hans Tórgarð og Bárður Persson darra, rista og titra av kenslum, tí bardagin um valdi millum hesar menn er øgiligur, sáraðu kenslunar og stoltleikin tala. Serliga Bárður spælir ein brandleik sum Marc, sum etur tablett- ir alla tíðina, og er piprandi bangin fyri at særa Serge, men ger tað so allíkaval ferð eftir ferð, og angrar so beinanvegin. Hann hevur eina djúbd, er sundur- skræddur sum ein annar prins Hamlet. Leikluturin sum Serge hjá Hans Tór- garð er kanska meiri hóv- ligur, hetta er maður ið hevur tamarhald á tilveruni, er lækni, men eisini hesin peni maðurin hevur sítt "braking point". Persónurin Yvan er stuttligur, men í verulekanum tragiskur og veikur, sum stuttligur per- sónur mangan er, har skemtingarsemið er endað sum ein vernd móti einum heimi, hesi hava ringar royndir av og tí ræðast. Alt er løtt við undirtón- um, ið fekk meg at hugsa um hugtakið "undirtekst- ur", sum russarin Stanis- lavskij tosar um, har fólk tosa uppí saman um okkurt, men alt snýr seg um er okk- urt heilt annað, t.d. ein bar- dagi um vald, viðurkenning ella eitt róp eftir kærleika. List Listaheimurin er altíð á gosi, har allar avantgardu- rørslur í 20 øld, hava roynt at sprongt, brent og útstilla vesikummur, sum í 1917 tá Duschamp loypti ekka á borgaraskapið. Eingin vil fáa at vita, at tey eru sum keisarin hjá H.C. Anders- sen í ongum klæðum. Hin vegin vil eingin ikki viður- kenna ein møguligan Van Gogh. Men er modernist- iska avantgardan sum Um- berto Eco tók, er komin til eitt eina endastøð? Tá vit hava tónleik sum er 4 minuttir og 33 sekund av stilli, brend lørifti o.s.fv? Henda dekonstruktión av øllum er í postmodern- ismuni endaður við at vit seta alt í gásareygu og tosa um "list", men hin vegin er hvíti "málningurin" ikki beinleiðis postmodernaður ella dekonstruktivistiskur, men peikar tó tann vegin. Tað eru nógvir opnir spurningar í leikinum List. Hetta er ein intellektueller leikur, ið Yasmina Reza hevur skriva. List er týddur til 36 mál, ja og nú ílatið ein modernaðan og bæri- ligan føroyskan málbúna, uttan arkaismur ella tunga málrøkt. Málið í týðingini hjá Jette og Gunnari Hoy- dal er lætt og hin hárhvassi dialogurin situr so væl, at vit sita sum undir lestri og hugsa um hvørt orð, ið sagt verður í leikinum. Leikurin er løddur við intellektuellum góðsi, samstundis sum hann er strammur og hevur gamlar figurar, so sum æviga tríkantin sum tema og so handan commedia del arte Harlekin figurin, ið Yvan umboðar. Leikurin hevur klassiskar fyrimyndir innan bygnað, so sum eitt kre- sendo og eitt hámark. End- in á øllum stríðið hjá Moli- ére og Holberg, er at órógv- in ella ósemjan verður loyst, antin við at ófriða- kroppurin angrar, ella tekur til rýmingar. Men vit eru kanska ikki so langt frá Holberg og Jean de France, hesin vildi ganga við jakk- anum øvugtum, tí tað hevði hann fingið at vita, at tey nú gjørdu í Fraklandi. Tað er bara ikki so lætt at fáast við hesa fløkjuna, og Reza hevur ikki ein so svartan og hvítan og betrivitandi moral, sum Holberg hevði. Eyðun Jóhannesen hevur leikstjórnað enn einum megnarverki. Smaksfelagsskapir - ella smaksneurosur? Burdieu franski heimspek- ingurin helt fyri, at okkara smakur, tað kann vera fyri lampum, bilum, klæðum ella list, er sosiala "límið", ið bindur bólkar saman, vit liva eftir okkara fagurfrøð- isliga sjónarringi helt hann fyri, men hesin er ikki ævig- ur ella dottin niður úr himli, men sosialt treytaður. "Smakur" og ikki minst "góður smakur" er eisini ein semja um hvat ikki hoyrir til hendan smak, og hvat ikki er at rokna sum góður smak- ur. Millum smaksfelags- skapirnir er tað, at smaks- neurosurnar koma fram. Bour-dieu hevði áhuga fyri sosialu skapanini av "tí góða smakinum". Hann sá, hvussu hetta, at hava skil á list, víni og vanligari "fín- mentan" í Fraklandi var við til at skilja fólk sundur. Handan bólkalyndi liva mytur, um at t.d. listin bygg- ir á almen virðir, ið ikki broytast, og soleiðis fjala vit, at mentan og list er tann goymda skipan, ið deilir fólk í bólkar. Jú fínari bólk, jú meiri fínmentan og minni fólksligheit. Og er man end- aður í elituni, so kann man áseta hvat mentan skal vera, soleiðis at samfelagið sum heild skal viðurkenna, at hetta er mentanin! Tað er tað, ið hendir millum Marc og Serge, teirra vinarlag byggir á, at teir eru felags um nøkur virði, og at teir kunnu flenna at tí sama. Marc er særdur inn á sálina og bangin, tá hann sær, at Serge er farin at "spæla" eitt annað spæl við øðrum regl- um og vinum. Spurningurin er, um listin í sjálvum sær umboðar ein sannleika, sum er autonom- ur og meiri grundaður í tran- sedentum støddum. Hvør fagurfrøði so er tann rætta, er kanska ikki so umráðandi, tí hin nakað einfaldi Yvan kemur (sum Harlekin altíð ger) við sannleikanum, uttan at hann sjálvur skilir hann, ið er avleiddur av jødanum Martin Bubersa tonkum, at vit menniskju hava brúk fyri hvørjum øðrum, at vit halda lagnuni hjá hvørjum øðrum í hondum okkara, at man bert er ein sjálvur, so leingi sum næstin vil viðurkenna ein sum ein sjálvan. Broytast okkara vinir, elskaðu ella familja broytast vit við, tí um tey ikki síggja okkum sum tey sum vit eru meiri, hvørji eru vit tá? Lívið, sjálvt um tað er stutt, er kanska meiri vert fyri okkum enn list. Men hin vegin lívið er stutt, og listin er long. List ella »list« C M Y K 9 8