Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. november 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 213 - 6. november 2002 Nr. 213 - 6. november 2002 11 Karsten Hansen fortelur, at hann hevur sett pening av til at endurskoða tað almenna fyri at spara peng- ar. Um hann tosar um eina endurskoðan av bygn- aðinum, so hevur hann misskilt sína uppgávu. Fíggjarmálaráðið er eitt ráð eins og øll onnur ráð, og tí eigur tað ikki at vera tann partur, ið endur- skoðar tað almenna. Eisini kundi man spurt, hvør so endurskoðar Fíggjarmálaráðið. Løgmaður hevur evstu ábyrgd av starvsfólkamálum og bygnaði, og tí eigur peningur til endurskoðan av almenna bygnaðinum at vera latin Løgmans- stjóranum, ið so eigur at verða heimilað at finna nøkur fólk at endurskoða almenna bygnaðin, ið ikki starvast í tí bygnaði, tey skulu endurskoða. Talan kundi til dømis verið um eina nevnd av nøkrum fáum fólkum við innliti og royndum í at trimma organisatiónir, heldur enn at vaksa um organisa- tiónir. Sera týdningarmikið er, at hesi fólk hava fjølbroyttar royndir og ikki hava slitið sínar barna- skógvar í núverandi bygnaði. Ikki tí, at tey nýtast at vera verri fyri fakliga av tí grund, men tað er ov nógv at krevja av fólki, at tey skulu kanna seg sjálvi. Ein endurskoðan av einum bygnaði krevur, at tosað verður við allar teir relevantu partarnar sum eitt nú fakfeløgini á økinum, ið ivaleyst hava nógv góð hugskot at geva av. Aftur her vildi tað verið ein fyrimunur, at inndrigið fólk, ið ikki hava sína dagligu gongd í umsitingini, og ikki skulu hava sína framtiðar gongd har. Núverandi bygnaður hevur fleiri innbygdar feilir, fyriuttan at verða ov dýrur í rakstri. Rakstrarkostn- aðurin kann fáast niður við øktari samskipan av funktiónum sum løfrøði, felags innkeypi o.s.fr. Onnur óheppin ting eru í bygnaðinum. Eitt tað mest óhepna er, at kærustovnar liggja undir umsitingini. Hetta merkir, at um ein borgari kennir seg illa behandlaðan av eitt nú skattavaldinum, so skal hann kæra til sama ráðið, ið hann kærir um. Hetta er sera óheppið. Tað kann vera, at slíkar skipanir rigga í stórum ministerium í øðrum londum, men í Føroyum eru tingini ov nær at hvørjum øðrum. Eitt gott hugskot kundi verið, at lagt allir kærustovnar undir løgtingsumsitingina sum ein kærustovn. Hetta hevði merkt, at løgtingsumsitingin so hevði kunnað verið tann instansur, ið tók sær av klagum um ymsu ráðini, og ikki ráðini sjálv, ið eisini høvdu minkað av einari slíkari broyting. Tað er gleðiligt, at man umsíðir tekur sær um reiggj, og endurskoðar bygnaðin, so at hann tilpassar seg fólkagrundarlagið og fíggjarligu orkuna í Føroyum, heldur enn at forvænta tað øvugta. DAGSINS MEINING Sosialurin Endurskoðan VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliassen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Rullandi redaktionin: tel. 220507 Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður Vinnumálaráðið Tinganes 100 Tórshavn Tórshavn, hin 4. november 2002 Undirritaðu feløg hava fingið til ummælis nevnda lógaruppskot. Vit kunnu ikki annað enn taka undir við, at tíðar- skeiðið, har møguleiki er at fáa farloyvi, verður longt. Vinnumálastýrið leggur eftir teimum lægstløntu Tá Vinnumálaráðið við uppskotinum um broyting av § 12 leggur upp til, at reglan um 6 mánaðar útrokningargrundarlag innan fyri 12 mánaðirnar, verður strikað, so skulu vit harðliga mótmæla hesari broyting. Talan er um sama upp- skot, sum landsstýrismað- urin legði fram 7. novemb- er 2001 (løgtingsmál nr. 30), og í viðmerkingunum til hetta uppskot varð m.a. sagt: Fyri tann, sum móttek- ur barsilspening og hevur broytingar í inn- tøku, hevur lógarupp- skotið við sær fyri bólk- in sum heild, at tey fáa minni úr skipanini. Hvørji er tey sum hava "broytingar í inntøkuni" ??. Jú tað eru tey tímaløntu, sum frammanundan í flestu førum hava eina miðalinntøku, sum liggur millum kr. 10.000,00 og 15.000,00 um mánaðin. Vit fara undir ongum um- støðum at góðtaka, at ein slík skerjing í rættindunum hjá teimum sam-felags- borgarum okkara, sum frammanundan eru ringast fyri, verður framd. Roynir Vinnumálaráðið at fjala veruligu avleiðing- arnar av uppskoti teirra? Uppskotið til nýggja orðing av § 12 er orðarætt tað sama, sum uppskotið frá 2001, men kortini so skrivar Vinnumálaráðið einki um, at avleiðingin av uppskotinum verður, at tey lægstløntu fáa minni úr skipanini. Tá Vinnumálaráðið í no- vember 2001 greitt ásann- ar, at hetta verður avleið- ingin fyri tey lægstløntu, so er tað merkisvert at sama Vinnumálaráð einki nevnir um hendan veruleika, nú tit enn einaferð royna at fáa Løgtingið at lækka út- gjaldið til tey tímaløntu. Ein kann tí hava illgruna um, at Vinnumálaráðið við vilja roynir at fjala, at av- leiðingin av uppskoti teirra verður, at tey sum framm- anundan er ringast fyri fíggjarliga fáa minni í barsilspeningi. Vinnumálastýrið roynir snildisliga at tengja eina munandi lækking av upphæddini til tey lægst- løntu saman við leingjan av barsilstíðarskeiðinum Í sambandi við lógarupp- skotið hevur Vinnumála- ráðið tengt hetta ódámliga uppskot um skerjing í upphæddini til tey tíma- løntu, saman við uppskot- inum um at leingja farloyv- istíðina. Hetta er helst gjørt fyri at royna at fáa skerjingarnar í útgjaldingini til tey lægst- løntu samtykta, men vit vóna at bæði samgongu- tinglimir og andstøðuting- limir duga at síggja taktikk- in hjá Vinnumála-ráðnum og ikki lata sær linda, at slíkar skerjingar verða framdar í útgjaldingini til tey lægstløntu. Hví skulu øll uppskot frá verandi samgongu raka tey sum frammanundan hava lægstu inntøk- urnar? Tað er hugstoytt at síggja, at uppskotini frá verandi samgongu ferð eftir ferð raka tey í samfelag okkara, sum frammanundan er ringast fyri. Hvør er orsøkin til, at flokkar í samgonguni, sum alment siga seg vilja bøta um umstøðurnar hjá teim- um sum eru ringast fyri, tykjast at hava gloymt øll hesi føgru orð, og glaðbeint taka undir við teimum mest asosialu uppskotunum frá høgravonginum í samgong- uni? Eftirlit kann forða fyri møguligari missnýtslu Um Vinnumálaráðið held- ur, at skipan verður mis- brúkt, so eru tað í hvussu so ikki tey tímaløntu, sum misbrúka skipanini, tí tey hava ikki møguleika fyri at fremja slíkt missbrúk. Vinnumálaráðið átti tí at sett eitt munagott efturlit, sum kundi forða fyri møgu- ligum misbrúki, um tað eru slík viðurskifti, sum liggja aftanfyri ynskini um at broyta lógina. Hví verður ikki skarvað av hjá teimum sum frammanundan forvinna kr. 35.000,00 um mánaðin? Hvussu asosialt hetta lógaruppskot er, fáa vit veruliga prógv fyri, tá vit síggja, at Vinnumálaráðið ikki ætlar at skerja upp- hæddina hjá teimum sum frammanundan eru so væl fyri, at tey forvinna heilar kr. 35.000,00 um mánaðin. Vit unna øllum løntakar- um fult endurgjald fyri lønarmissin, tá hesir løn- takarar fara í barsilsfar- loyvi, men tað kann ikki vera rætt, at Vinnumála- ráðið ætlar at lækka upp- hæddina munandi hjá teim- um tímaløntu, tá tey fast- løntu famvegis hava møgu- leika at fáa upp til kr. 35.000,00 um mánaðin frá barsilsskipanini. Hjá teim- um tímaløntu telur hvør einasta króna. Hvat siga hinir sam- gonguflokkarnir og andstøðan? Vit eru spent at síggja hvat samgongutinglimir og and- støðan siga til hendan ágang móti teimum lægst- løntu. Vit fara at heita á allar tinglimir um at vísa aftur hesum álopi á tey lægst- løntu í samfelg okkara. Áheitan á allar limir okkara Samstundis skulu vit boða frá, at vit fara at heita á allar limir okkara um at fylgja væl við, tá nevnda lógaruppskot kemur í Tingið, tí limir okkara fara neyvan at gloyma hvørjir flokkar verja áhugamál teirra og hvørjir flokkar eru við at skerja útgjaldið til hendan samfelagsbólk, sum frammanundan er ringast fyri í samfelag okkara. Áheitan á Bjarna Djurholm Við teimum grundgeving- um sum vit hava víst á frammanfyri, fara vit við hesum inniliga at heita á tygum um at sleppa upp- skotinum um at broyta § 12, tí hetta uppskot fer at hava sera óhepnar av- leiðingar fyri tey tímaløntu. Við vón um at tygum eftirlíka áheitan okkara. Avrit av hesum skrivi er sent øllum politisku flokk- unum og fjølmiðlunum. Við heilsan Føroya Arbeiðarafelag Havnar Arbeiðsmannafelag Havnar Arbeiðskvinnu- felag Klaksvíkar Arbeiðs- mannafelag Klaksvíkar Arbeiðs- kvinnufelag Viðv. uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan Lív Reinert Kjeld Í vikuskiftinum var Fim- leikafagnaðurin 2002. -Eitt tiltak, ið Føroya Fimleika- samband skipar fyri annað- hvørt ár. Fimleikafagnað- urin er nakað serstakt innan føroyska ítróttarheimin. Tað er ikki bara ein vanlig kapping, men eitt sera stórfingið og væleydnað tiltak, sum øll, ið hava áhuga fyri fimleiki, eru sera glað fyri. Fimleikur er ein ítróttar- grein, sum hevur stóran áhuga millum Føroya fólk. Langt yvir 2000 íðkarar gera fimleik hvønn vetur í teimum seks feløgunum, sum eru. Tíverri sleppa bara um- leið 1200 fólk at síggja fimleikafagnaðin, av tí at tað ikki ber til at hava fleiri enn 400 áskoðarar til hvørja sýning, og tí at Norðurlandahúsið er so nógv upptikið av øðrum tiltøkum, so møguleiki er ikki at hava fleiri sýningar. Tí mátti tað verið ein sjálvfylgja, at SvF var á staðnum og tók upp, so- leiðis at allir føroyingar høvdu møguleika at síggja hesa serstakliga vøkru framførslu. Havi hoyrt okkurt um, at ein orsøk, at SvF ikki var og tók upp, er at tað er ov myrkt undir sýningunum; tá mátti tað verið so líka til hjá sjónvarpinum at komið til royndarsýningina, har teir kundu sett tey neyðugu ljósini upp. Men Sjónvarp Føroya hevur ikki víst fimleikinum stórvegis áhuga. Tað ein- asta, ið hevur verið víst seinastu nógvu árini, er stórkappingin fyri eldru liðini 2002, sum var í Havn. Tá fekk Føroya Fimleika- samband við neyð og deyð yvirtalað SvF at koma at taka upp. - Og hetta, sjálvt um nógv fleiri tiltøk eru um árið: fimleikaframsýningar úti í hvørjum einstøkum felagi, stórkappingar fyri yngru liðini, liðkappingar í reiðskapsfimleiki, og so sjálvandi eisini FM í reið- skapsfimleiki. Sjónvarp Føroya kundi eftir øllum at døma ikki lagt minni í, um fimleikur yvirhøvur verður íðkaður í Føroyum; hetta er alt ov vánaligt, tá hugsað verður um, at SVF eigur at vísa tíðindi úr øllum tí føroyska ítróttarheiminum, og ikki bara teimum ítróttargrein- um, sum ávís tíðindafólk hava áhuga fyri. Hvussu nógvar hundraðtúsund krónur verða ikki nýttar til fótbólt, hondbólt, flogbólt og aðrar ítróttargreinir ár- liga? Hinir fjølmiðlarnir hava heldur ikki nógv at reypa sær av...tað tykist, eins og fimleikur ikki er mettur at vera verdur at siga frá, og tað er út av lagi vánaligt! Tað næsta stóra tiltakið innan føroyska fimleika- heimin, eru stórkappingar- nar fyri pinkur, smágentur, gentur og kvinnur, sum verða 8. og 9. mars 2003. Hesar kappingarnar verða í Eysturoynni, og tí eru vón- irnar lítlar fyri, at SVF verður á staðnum. Eg havi enn ikki hoyt grundgev- ingina fyri, hví Sjónvarp Føroya ikki kann koma inn í Eysturoynna at taka upp; tað er kanska eisini at krevja ov nógv...tað er so langt at koma allan vegin úr Havn; tá er tað allarhelst lættari og bíligari at senda nøkur tíðindafólk til Litava og Týsklands... VIÐMERKINGAR Fimleikafagnaðurin 2002 – hvar var SvF? Hans Jensen Hvalvík Til de mange store ære- fulde bedrifter dette land- styre har gjort for os, fol- ket, kan der nu tilføjes end- nu en. Landstyret har på kort tid klaret, hvad andre forgæves har forsøgt i åre- vis: at engagere folket lidenskabeligt i storpolitik. Hvori ligger deres suc- ces? Jo, man har klart ind- set, at skal man mobilisere folket, må man holde op med at ævle om ubetyde- lige bagateller som finans- lov, der ikke holder, fiskeri- tilladelser, der ikke over- holdes og lignende. Intet af dette kan få den intelligente vælger op af sofaen. Nej, i stedet har man forstået at tage politiske stormål som bøsser, skøger, pornokanal- er og usædelig kultur op til debat. Pletskud! En hidtil ukendt resurse af interesse for storpolitik er dukket op fra folkets dyb, og viser dagligt sin styrke i begav- ede, saglige og viden- skabelige kommentarer i radio, TV, fra tingets taler- stol og i talrige sagkyndige lægmænds udtalelser til Gud og hvermand. Græs- rødderne rører på sig. Åh! - den ekspertice. Alle og enhver udtaler sig med forunderlig indsigt i al- skens perverteret udskej- else med en sa(g)lighed, der må have krævet ind- gående studier. Man impo- neres af al den lidelse, det må have kostet alle disse eksperter at skaffe sig den fornødne indsigt i disse modbydeligheder. Vi bygdefolk er målløse, og har svært ved at følge med i alle de nyeste obskøniteter, der bliver introduceret fra Torshavn. At Torshavn er Sodoma og Gomorra, det har vi vidst længe, men at det stod så galt til, var vi ikke klar over. (1. Mos. kap. 18 og 19). Skøger i Torshavn Ja, kunne man forvænte andet. Vi er en lille kreds af bygdemænd, der flere gange har været på studie- tur til Havn i panseret mandskabsvogn for at se på afskyelighederne. Det er endnu ikke lykkedes os at lokalisere lastens hule, men vi giver ikke op. Hvo som søger – han finder. Det må stoppes omgå- ende, og da det efter eksperternes mening er olieindustrien, der er roden til ondet, er mit forslag, at vi holder op med at lede efter olie. Godt nok vil vi gerne være underleveran- dører til olieindustrien, men det skal være over færøsk kajkant og ikke sengekant. Pornokanal + Dette brandaktuelle emne har krævet en betydelig in- vestering i parabol, licens- kort o.s.v. for i det hele taget at få en anelse om, hvad de høje tingmænd i deres umådelige visdom taler om. Vi har nu i fælles- skab købt udstyret, og har med møje fået det til at fun- gere. Men vi er ikke blevet klogere. I de fleste film, vi får ned fra nettet, løber folk bare rundt og grynter, og filmene er meget dårligt tekstet, så vi er nødt til at gætte os til handlingen. Et mindste krav må være, at de bliver tekstet på færøsk. Men bortset fra, at vi ikke helt er på det rene med, hvad det drejer sig om, støtter vi ubetinget land- styret i dets bestræbelser for at stoppe dette svineri. Da parabolantenner helt oplagt falder ind under pornografiloven – »ting der kan bruges til at udbrede usædelighed« – går jeg ud fra som givet, at der straks iværksættes en landsom- fattende destruktion af alle parabolantenner. Bøsser Det er helt forståeligt, at landet ligger politisk lam- met et par ugers tid, så politikerne i ro og mag kan få tid til indgående dis- kussioner med udsendte missionærer fra bøssernes befrielsesfront. Et meget alvorligt emne, der kan få alvorlige konsekvenser for befolkningstilvæksten, hvis det ikke stoppes omgående. Selvfølgelig skal vi stil- tiende acceptere at de er til – lige som muhamedanere og offentlige ansatte, men intet blåt stempel. »De skal bare omvende sig« udtaler en af vore toppolitikere, og jeg er enig. Hvis de bare ville vende sig om, var pro- blemet løst. Ellers er det noget, vi her ude på Bygd ikke har de store forudsæt- ninger for at vurdere, da vi er erotisk helt ude af trit med resten af landet, men, – at det skal stoppes, er der ingen tvivl om. Og man skal være på vagt!!! Vi havde et kaninpar, der levede i et lykkeligt har- monisk parforhold til alles udelte fornøjelse, indtil vi opdagede, at det var to hanner. Vi kastrerede dem naturligvis straks, men heraf kan man lære, at Synden er overalt. Fordærvet kultur. Entarte Som en af de mange, der heller ikke har set Ginu- søgur, vil jeg straks med stor autoritet tilslutte mig vore tingmænds fordømm- else af dette nedbrydende juks, der kun har til formål at bringe vor uskyldsrene og ufordærvede ungdom ud i rendyrket liderlighed. Selv socialisterne kan se, at det er for langt ude. Og så for offentlige midler. Nej, siger vi, – folket. Og når vi nu er ved at kigge på, hvad landet støtter, ja, så er der jo bibliotekerne med deres tonsvis af smudsig littera- tur, tvivlsomme skolebøger og computerer, der gør det muligt for selv sinker at være opdateret med diverse seksuelle udskejelser. Der må arbejdes alvorligt på at nedlægge internettet øje- blikkeligt. Forleden skulle jeg lede efter en sextant på nettet, men jeg var ikke kommet længere end til sex på tastaturet, før skærmen var fuld af grufulde uan- stændigheder. Heraf kan vi lære, at selv den uskyld- igste kan komme ud på et skråplan uforskyldt. Landsstyrets 10 ende Der er så meget smuds und- er bæltestedet på Færøerne, at jeg ikke ser nogen anden mulighed end, at vi opretter endnu et ministerium, det tiende – 10 er såden et pænt rundt tal – med ministre, underdirektører, admin- istration og glaskontor. Så kan landstyret tilføje endnu en triumf til sine mange, nemlig: at slå sin egen re- kord på 1,1 milliard i for- højet administrationsom- kostninger. Selv om det nok vil være vanskeligt, er der nok nogle, der vil ofre sig som frivillig arbejds- kraft til censur og den slags sure arbejde, der jo des- værre skal gøres. Vi er mange der brænder for sagen. Navneforslag til det 10 ende: Sædeligheds- ministeriet? Ministeriet til kønsdriftens formulering? Driftsministeriet? P.S.: Jeg vil i beskedenhed henlede landsstyrets op- mærksomhed på en ann- once på forsiden af Sosialen fra Siri. Er der ikke grundlag for en fore- spørgsel til ministeren? P.P.S.: Hvis du, ligesom jeg, ønsker et intolerant og in- humant samfund, så husk at skrive under på adressen for et kristent samfund og mod humanisme. En kæmpebedrift Hergeir Staksberg Nú tað verður farið í holt við Prix Føroyar aftur, munnu tað vera nógv, ið gleða seg. Tí tað kemur eitt ella annað yvir tí føroysku atmosferina hetta tíðarskeiðið og nýggir tónleikabólkar síggja dag- sins ljós. Men í ár verður hetta øðrvísi. Undanfarin ár, hevur tað verið fastur táttur, at teir bólkarnir, sum í und- anumførunum gjørdust nr. 1 og 2 komu víðari í finaluna. Í 2003 er tað meiningin, at hetta skal broytast. Nú er ætlanin, bert at lata nr. 1 koma víðari og harvið missa allar bólkarnar, ið blíva nr. 2. Hetta fer at fáa alvorligar avleiðingar fyri tað føroyska tónleikalívið, um hetta gerst til veruleika. Taka vit til dømis Prix 99 undanumfør- ini, so gjørdist Kjølar nr. 1 og Flux nr. 2 í tí fyrsta um- farinum, sum var á Tvør- oyri. Um vit skulu ganga eftir tí nýggja mátanum, so hevði Flux ikki verið komnir í finaluna, og harvið bert verið ein døgnfluga í før- oyskum tónleikahøpi. Um vit tonkja uppá júst hetta umfarið, so var tað Flux, sum hevði eitt tað størsta hittið hetta árið, við Mr. Headless, meðan Kjølar ongantíð rættiliga hittaði. Taka vit annað umfarið, ið var í Miðvági gjørdist støðan tann, at Clickhaze gjørdist nr. 1 og Mc Hár nr. 2. Hyggja vit nærri at hesum umfarinum, so kunnu vit siga, at í sjálvari finaluni gjørdi Clickhaze, sum var nr. 1 í innleiðandi umfarinum, seg ikki galdandi mill-um tríggjar teir bestu bólkarnar í finaluni, men tað gjørdi Mc Hár, sum gjørdist nr. 2 í inn- leiðandi umfarinum har aft- urímóti. Mc Hár gjørdist nr. 3 í finaluni og var lagið »Murder#1« hjá Mc Hár sera væl umtókt. Triðja umfarið er ikki so nógv at siga um, uttan at vit høgdu mist Visible Fish har, men taka vit fjórða umfarið, har ið Taxi gjørdist nr. 1 og Tangz nr. 2, so síggja vit, at um dystast verður eftir tí nýggju skipanini, so høvdu vit verið Tangz, ið hevur verið ein tann best umtókti bólkurin seinastu tíðina, fá- tækari. Meiningin við tí nýggja mátanum er, at hækka støð- ið! Persónliga dugi eg ikki at síggja, hvussu støðið skal hækka, heldur beint øvugt. Um Prix fyrireikararnir fyri- trekkja, at vera fyri uttan Mr Headless og Flux, Mc Hár sum endaðu á triðja plássi í finaluni, Visible Fish og at enda Einglanna Hav og Tangz. So eru teir á rættari leið, men hjá einum hvørjum tónleikara og tónleika- áhugaðum eigur ein klokka at ringja og siga, at hetta er eitt láturligt system. Við vón um, at fyriskiparnir tonkja yvir støðuna og síðani rætta uppá sínar feilir. Komandi Prix Føroyar, eitt vónbrot C M Y K 11 10