mikudagur 6. november 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
12
Nr. 213 - 6. november 2002
Bretski forsætisráðharr-
in, Tony Blair, fær ikki so
stóra undirtøku longur
fyri ætlan síni um at fara
í kríggj við Irak saman
við amerikanarunum.
Ein meiningakanning í
gjár vísti, at nú taka bara
32 prosent av bretum
undir við ætlan forsætis-
ráðharrans. Fyri einari
viku síðani svaraðu 38
prosent, at Blair hevði
tikið ta røttu avgerðina.
Kanningin vísir eisini,
at nú eru 41 prosent
ímóti krígsætlanini. Tað
er at kalla tað sama saum
í undanfarnu kanningini.
Harafturímóti eru tað
fleiri, sum ivast. Nú eru
tað 27 prosent, sum ikki
vita, hvørt avgerðin hjá
Blair er røtt ella ikki. Tað
søgdu 21 prosent fyri átta
døgum síðani.
Ímóti kríggi
Tveir ráðharrar í nýggju
sosialdemokratisku
stjórnini í Svøríki eru
komnir í andglettin, eftir
at tað er komið fram, at
teir forvinna meiri enn
100.000 krónur um mán-
aðin.
Tað snýr seg um ráð-
harran í innflytaramál-
um, Jan O. Karlsson.
Umframt sína ráðharra-
løn
fær
hann
eina
mánaðarliga samsýning
úr Bruxelles, har hann
arbeiddi, áðrenn hann
gjørdist ráðharri. Hin
ráðharrin, sum er komin í
andglettin,
er
Leni
Bjørklund, verjumálaráð-
harri, sum fær pensjón
aftur at ráðharralønini.
Leni Bjørklund hevur
boðað frá, at hon fer at
siga pensjónina frá sær,
men Jan O. Karlsson
sigur tvørturímóti, at
hann hevur onga ætlan
um at siga ES-pengarnar
frá sær.
Ov stóra løn
Ein rættur í London hev-
ur
dømt
fyrrverandi
njósnaran David Shayler
sekan í at hava brotið
sína tagnarskyldu, sum
hann svór at halda, tá
hann arbeiddi sum njósn-
ari hjá bretsku fregnar-
tænastuni MI5.
Í 1997 gav David
Shayler blaðnum The
Mail loyniligar upplýs-
ingar. M. a. greiddi hann
blaðnum frá loyniligum
sambandi millum IRA og
Libya, eins og hann
avdúkaði ymsar loyni-
ligar upplýsingar um nú-
verandi
uttanríkisráð-
harran, Jack Straw, og
fyrrverandi
ráðharran
Peter Mandelsohn.
Sjálvur sigur David
Shayler, sum gavst sum
njósnari í 1996, at ætlan
hansara var ikki at koma
nøkrum í vanda, men at
hann bert ætlaði at vísa á
veikleikar í arbeiðinum
hjá MI5. Í rættinum segði
hann, at hann metir seg
ikki vera nakran landa-
svíkjara,
hóast
hann
breyt reglurnar um tagn-
arskyldu.
Njósnari slatraði
Skotin Edward Reid var
sum so mangir av lands-
monnum hansara tiltikin
gírigur.
Í húsi hansara var eing-
in miðstøðuhiti, og hann
bøtti hvønn klodda held-
ur enn at keypa sær nýggj
klæðir. Bilurin, sum hann
hevði, var ein gamal og
illa rustaður Ford Fiesta,
og hóast bileftirlitið fleiri
ferðir hevði kravt, at
hann skuldi umvæla bilin
og skifta lutir í honum,
sýtti hann fyri at gera
eftir kravinum. Tað var
alt ov dýrt, segði hann,
og tí gjørdi hann heldur
av at seta bilin.
Nú er Edward Reid
deyður, og nú er komið
fram, at hann átti bæði
partabrøv
og
nógvar
pengar
í
bankanum.
Einar 200 milliónir krón-
ur er virðið uppgjørt til.
Gírigur skoti var ríkur
UTTAN ÚR HEIMI
Ariel Sharon, for-
sætisráðharri noydd-
ist í gjár at biðja
Moshe Katsev, forseta
skriva út nýval
ÍSRAEL
Árni Joensen
Ísraelsmenn skulu á val
tann 4. februar at velja
nýggj umboð í tjóðartingið
Knesset.
Avgerðin um at skriva út
nýval varð tikin, eftir at tað
miseydnaðist Ariel Sharon,
forsætisráðharra at halda
fram við Likud-stjórnini.
Sharon royndi at leita sær
stuðul hjá tí víðgongda
høgraflokkinum Tjóðskap-
arlig Eind, men flokkurin
sýtti fær at arbeiða saman
við einari stjórn, sum hevur
viðurkent, at palestinar
skulu fáa sítt egna ríki.
Sharon hevði tí ikki
annað í at velja enn at biðja
Moshe
Katsev,
forseta
skriva út nýval.
Nýval var eisini kravið
hjá floksfelaga Sharons,
Benjamin Netanyahu, sum
segði seg vera sinnaðan at
taka við sum uttanríkis-ráð-
harri, men bert um Sharon
samstundis gekk við til at
skriva út nýval um stutta
tíð. Politiskir eygleiðarar í
Jerusalem siga, at kravið
hjá Netanyahu hevur uttan
iva samband við ætlan
hansara um at taka við sum
formaður í Likud-sam-
gonguni eftir Sharon og
harvið eisini gerast for-
sætisaráðharraevnið
hjá
samgonguni.
Veljarakanningar
hava
fyrr víst, at Netanyahu fær
størri undirtøku millum
ísraelsmenn enn Sharon.
Stjórnarkreppan í Ísrael
tók seg upp, tá Arbeiðara-
flokkurin
tók
seg
úr
stjórnini í síðstu viku.
Tað eydnaðist í ávísan
mun George W. Bush,
forseta at draga yvir-
gang og tjóðskapar-
liga trygd fram í val-
stríðnum og at fáa
fólk at gloyma tann
vánaliga búskapin
VAL Í USA
Árni Joensen
Valstríðið upp undir ameri-
kanska miðvalið í gjár var
ógvuliga hart, og eygleið-
arar siga, at sjáldan hava
teir báðir flokkarnir stríðst
so leingi og lagt so stóran
dent á at vinna ta seinastu
atkvøðuna sum hesaferð.
Hjá Bush forseta og re-
publikanarunum snýr valið
seg fyrst og fremst um at
fáa meiriluta í senatinum.
34 av teimum 100 sena-
torunum standa fyri vali
hesaferð, og republikanar-
arnir skuldu bert fáa ein
senator afturat fyri at
tryggja sær meiriluta.
Í umboðsmannatinginum
hava republikanararnir hin-
vegin meiriluta við 223
umboðum ímóti teimum
208 hjá demokratunum.
Har stóðu øll tey 435
umboðini fyri vali í gjár,
men roknað varð ikki við,
at nøkur stórvegis broyting
fór at henda í býtinum
millum flokkarnar.
Umframt senatið og um-
boðsmannatingið stóðu 36
av teimum 50 guvernørun-
um fyri vali í gjár, teirra
millum bróður forsetans,
Jeb Bush, sum er guver-
nørur í Florida.
Tær
seinastu
veljara-
kanningarnar undan val-
degnum vístu, at tað stóð at
kalla á jøvnum millum
republikanarar og demo-
kratar. Undir valstríðnum
hevur Bush forseti roynt at
sannføra amerikanarar um,
at tað ræður um at tryggja
forsetanum neyðugar heim-
ildir, nú landið er fyri
ágangi frá altjóða yvir-
gangsmonnum. Demokrat-
arnir hava hinvegin víst á ta
skeivu gongdina í búskap-
inum, sum m. a. hevur gjørt,
at nógvir ameri-kanarar eru
vorðnir arbeiðsleysir.
Nógvir bretskir polit-
ikarar krevja, at Eliza-
beth drotning skal
missa ein part av sín-
um órini, so hon kann
avhoyrast í rættinum
BRETLAND
Árni Joensen
Nógvir bretskir politikarar
eru í øðini, eftir at Eliza-
beth drotning hevur steðg-
að einum rættarmáli ímóti
fyrrverandi tænaranum hjá
Dianu
prinsessu,
Paul
Burrell.
Ákæruvaldið hevði ákært
fyrrverandi tænaran fyri at
hava stolið næstan 300 lutir
hjá fyrrverandi prinsessuni,
men sjálvur hevur Paul
Burrell alla tíðina sagt, at
hann hevði bert lutirnar í
varðveitslu fyri kongs-
húsið.
Í síðstu viku kom fyrr-
verandi tænarin fyri rættin,
men júst sum hann skuldi
vitna í rættinum, legði
Elizabeth drotning seg út í
málið. Hon setti seg í sam-
band við ákæruvaldið, og
nú segði hon seg minnast,
at Paul Burrell í 1998 hevði
sagt sær, at hann hevði
lutirnar hjá Dianu prinsessu
í varðveitslu.
Løgreglan fekk ikki gjørt
annað enn at sleppa málin-
um, men nógvir bretar
undrast á, at drotningin
brádliga fekk so gott minni.
Tí eru tað mong, sum
spyrja, um drotningin var
bangin fyri, at fyrrverandi
tænarin fór at avdúka okk-
urt í rættinum, sum kundi
koma kongshúsinum illa
við.
Lógin má broytast
Fleiri parlamentslimir hjá
arbeiðaraflokkinum eru so
illir, at teir krevja galdandi
lóg sum serrættindi hjá
drotningini broytta. Ein av
hesum reglum snýr seg um
órin, og sambært henni ber
ikki til at krevja drotningina
til avhoyringar í einum rætti.
Men hendan rætt eigur
drotningin at missa aftan á
tilburðin í síðstu viku, siga
parlamentslimirnir.
Teir liberalu demokrat-
arnir í parlamentinum eru
eisini í øðini, og teir hava
kravt, at drotningin skal
rinda tær 17 milliónir
krónurnar, sum rættarmálið
hevur kostað ríkiskassan-
um.
Men stigið hjá drotning-
ini var ikki nóg mikið til at
fáa Paul Burrell at tiga, var
tað tað, sum drotningin
ætlaði. Fyrrverandi tænarin
hevur hevur játtað at siga
blaðnum Daily Mirror sína
søgu, og fyrsti partur stóð í
blaðnum í gjár. Fyri søguna
fær Paul Burrell einastaðni
millum 2,9 og 4,8 milliónir
krónur.
Elizabeth drotning í andgletti
Spennandi val í USA
Nýval í Ísrael
Ariel Sharon hugsunarsamur við borðið í Knesset. Men hann
hevur eisini orsøk til at vera hugsunarsamur, nú veljararnir
skulu taka støðu um framtíð hansara.
rúni jákupsson
náttarravnur + “ve›urfrø›ingur” = stereo-rødd
-konufólk\og\bilar
- ung.or›
ein\føroyskttími
- jólakapping
C
M
Y
K
12