Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. november 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

C M Y K 14 2 Sosialurin Nr. 213 - 6. november 2002 »Konufólk duga ikki at koyra bil« Hvussu ofta hevur hesin setningur ikki verið at hoyrt? Er tað bert ein pástandur ella er tað veruliga hald í hesum? Ber tað til at skera øll konufólk um ein kamb, tá tað kemur til bilar og siga, at tær ikki duga at koyra bil ella yvirhøvur hóska saman við einum bili? <ph_1> hevur hesuferð sett sær fyri at kanna, um nakað hald er í hesum. Vit hava tosað við fólk, sum eiga at vita eitt sindur um hetta evnið og spurt tey, hvat tey halda um hesa mytuna, at konufólk og bilar eiga ikki at standa saman í ein- um setningi. Men hví er tað soleiðis? Hvør er tann, sum av fyrstan tíð hevur sagt tey nú so kendu orðini, at konufólk duga ikki at koyra bil - at konufólk og bilar ikki hóska saman – at konufólk og bilar eru sum eldur og vatn? Tað kann tykjast ikki sørt ør- kymlandi, at øll konufólk bein- anvegin verða stemplað sum vánaligir bilførarar. Tað kann heldur ikki verða rætt, at konu- fólk per definitión eiga at duga verri at koyra enn menn. Ein kundi trúð, at talan var um eitt serligt gen, sum varð sproytað í mannfólk, ella sum mannfólk fingu av sær sjálvum, meðan tey lógu í móðirlívinum. Ella soleiðis fáa fólk tað ofta at ljóða. Eyðkent er tað, at um ein bilur koyrir spakuliga eftir landsveg- num ella um ein bilur stendur vánaliga parkeraður, at so verð- ur tað beinanvegin sagt, at hatta má hava verið eitt konu- fólk. Men er tað nú altíð tað? At bakka, at duga at parkera – paralellparkera, ella hvat tað skal vera. Konufólk verða ofta løgd undir, ikki at duga. Tá menn parkera eitt sindur ófantaliga, siga fólk, at nú skundaði hann sær, og tað verður síðani sagt, at verða grundin fyri, at parkeringin varð, sum hon varð. Hinvegin verður tó ofta sagt, at mannfólk brúka bilar sum leiku- toy, og at teimum dámar alt ov væl at koyra skjótt. Hetta er jú eins skeivt, sum at siga, at øll konufólk ikki duga at koyra. Ein noyðist at ansa sær við gene- raliseringum. Tá tað kemur til at arbeiða upp á bilin, sum til dømis at skifta dekk, at seta píkar upp undir, at skifta perur, so eru konufólk ofta nógv meira hjálparsleys enn mannfólk. Tá verður ringt eftir onkrum manni, sum dugir at skifta dekk ella peru, ella hvat tað nú skal verða. Veru- leikin er helst tann, at tað eru nógv konufólk, sum eru avbera fegnar fyri, at mannfólk eru, sum kunna taka sær av øllum tí praktiska við einum bili. Men sjálvar vilja tær koyra kortini. Niðurstøðan út frá øllum hesum má tí enn einaferð verða, at tað er ikki skilagott at skera øll um ein kamb, tí tað ber ikki til. Vit skriva: Tíðindablaðið Sosialurin Postsmoga 76 100 Tórshavn Tlf. 31 18 20 Fax 31 47 20 Teldupostur: ph_1@sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjórn: Ingrid Bjarnastein Solby Anna Eliasen <ph_1> er ein partur av Sosialinum annanhvønn mikudag. Evstamark er á middegi fríggjadag Gó›a dagbók! Ta› hendi okkurt ke›iligt í nátt, og nú sita vit, bygdafrellurnar, uttan fartelefonir, mist pengamappurnar og eitt sindur av sjálvsálitinum reyk vi› eisini. Fóru tvær ni›an í badminton høllina at lurta eftir gó›u gomlu Kjølum, komnar inn, fóru vit beina lei› í garderobuna, men har var einki pláss eftir, og tá i› ein hev›i goldi› 120 kr fyri atgongumerki, var hugurin til bara at fara heimaftur og einki fáa fyri peningin, lítil.So vit spurdu gentuna, i› har stó›, hvat vit so kundu gera vi› frakkan og jakkan, i› høvdu fartelefonir og a›rar vir›islutir í. Hon ba› okkum leggja teir móti vegginum, beint vi› garderobu-bor›i›, men nokta›i at hyggja um nakar tók tingini. Ta› gjørdist so einki vi› ta›, so vit fóru út á gólvi› at dansa,men hugdu oftani til jakkarnar. Tá i› dansurin so enda›i, fóru vit beina lei› aftur til jakkarnar, men sóu tá, at alt av vir›i var› stoli› úr teimum. Vit vóru skelka›ar. Fartelefonirnar hjá bá›um, bá›ar n‡ggjar, mappan, lyklar og so framvegis. Ta› fyrsta, vit gjørdu, var at læna telefonina frá einum, og royna at ringja á okkara telefon, men tær vóru bá›ar sløktar. Ta› mundu tjóvarnir hava gjørt. Ringdu so til politii›, i› ba› okkum koma á stø›ina í morgin. Vit kunnu einki gera uttan at bí›a .... men vónin er ikki tann stóra Gó›a nátt! Gó›a dagbók Ve›ri› er sera gott. Sólin skínur og ta› er eitt líti› lot av eystri. Hann er høgur í ættini. Í dag skulu vit venja kl. 17.30 Eg var eitt sindur seinur, tí eg hev›i veri› á floti. Vit høvdu fingi› umlei› 600 pund og støddin var gó›. Vit fóru nor›ur um Su›uroyar Klettin á Nor›oyggjum. Fanin gali› tú, har var ein ásins rúgva av øllum gó›um. Eg hev›i ikki peiling av, hvat ta› var. Vit lærdu nakrar n‡ggjar kombinatiónir í venjingini, so tí›in fleyg bara. Sí›an sótu vit í umklæ›ingarrúminum og reypa›u um, at vit høvdu vunni› á unglingunum. Nú er klokkan so nógv, at eg má fara at leggja meg. Eg skal á flot aftur í morgin. Og so kemur fjall gongu tí›in. Jú, vit bygdafrell, vit hava úr at gera. Ta› skulu tit bara vita. Gó›a nátt Gó›a dagbók Mánamorgun. Eitt er, at ta› er mánamorgun, men tá eg hugsi um sunnudagin, dagin í gjár, ja so fái eg gron. Hondbóltsdystur á Skála. Ein ræ›uligur dystur. Dómararnir vóru eftir okkum í heilum. Annar also. Hin kundi brúkast. Fyri ta› fyrsta so fekk okkara málverji rey›a korti›, me›an hon sat á bonkinum og mutla›i fyri seg sjálva. Og so var balli› byrja›. Har regna›i ni›ur yvir okkum vi› útvísingum og brotskøstum í hópatali. Sjálvt venjarin hjá mótstø›uli›num sat og smá flenti. Eg spyrji: "Er hetta rættvíst???" og svari› er:"NEI" So halda tit, i› hetta lesa, at vit eru taparsligar, men ta› eru vit ikki. Vit taka handan ósigurin sum R TTAR KVINNUR. Og høvdu tit veri› har, so høvdu tit fingi› sjón fyri søgn. Tó, seinni um kvøldi› batna›i lagi›. Vit sótu at enda og flentu at hasum stakkals ólukkud‡rinum í gráari skjúrtu, svørtum buksum og lakkskóm. Og sum vi› floytuni helt seg duga at døma eftir egnum reglum. Mánamorgun, á jú lívi› er vert at liva. Eftir eru mangir dystir og satt at siga, so fara vit eisini at vinna nakrar av teimum. Dagbókin - 10.b í Vestmanna skúla skrivar: Dagbókin - 10.b í Vestmanna skúla skrivar: 15 hann er vælkendur millum føroyingar, sum tann altí› so vælupplagdi verturin í ymiskum útvarpssend- ingum. Millum anna› kunnu nevnast Náttar- ravnarnir, Bitar úr Bill- board og ikki at gloyma Barometri›. Men hvar og hvussu byrja›i so alt? Rúni Jákupsson starvaðist í fløgu- handlinum Tutl í SMS. Telefonin ringdi ein dagin, og tá var tað Ovi Olsen frá útvarpinum, sum stóð og manglaði ein vert til nýtt og gott gamalt. Ein sending við tón- leiki. Og Rúni sigur, at tað helst var ein tilvild, at hann fekk møgu- leikan, tí Ovi ringdi og spurdi eftir einum, sum ikki var til staðar tá. - Og so spurdi hann meg, um eg hevði hug til at royna. Og tað hevði eg, so tað var byrjanin, greiðir Rúni frá. Um tað mundið koyrdi Náttar- ravna sendingin upp á tað besta, og tá so annar av vertunum tá, tann nú so vælkendi Heri Jacob- sen, valdi at gevast við Náttarravn- unum, spurdi Heðin Arge, Rúna, um hann vildi taka yvir. - Mær dámdi sera væl ta sending- ina og tað konseptið, sum vit høvdu tá. Aðrar sendingar, sum Rúni hevur verið við í ella gjørt sjálvur, eru Studio 4 og Bitar úr Bilboard. Eis- ini hetta vóru sendingar, sum av- bera mong lurtaðu eftir. Sendingin Bitar úr Billboard var ein tónleika- sending. Í hesi sending hevði hann valt eitt ár, har hann spældi øll løgini, sum høvdu verið nummar eitt á Bilboard tað árið. Umframt tónleikin hevði hann so eisini leit- að sær tilfar fram um hesi ymisku løgini. barometri› Summarskráin hjá Útvarpinum er nú farin aftur um bak, og tann heilt stóra sendingin í farnu summarskrá, var uttan iva Baro- metrið. Og eisini har var Rúni Jákupsson ein av vertunum. Hann sigur, at hann og Bjarni Mohr vórðu spurdir, um teir ikki kundu gera eina seinnapartssend- ing gjøgnum summarið. Teir settu seg so niður at finna upp á okk- urt, og eitt tað fyrsta, teir hugsaðu var, at tað kundi verið gott við fleiri vertum. Heri Jacobsen vísti seg at vera áhugaður í at verða við. Og so kom hugskotið við at hava tveir vertir inni og tveir úti. Og tá kom Kári Sólstein so eisini við. - Vit gjørdu av, at sendingin skuldi vera merkt av spontaniteti. Tað vil siga, at Barometrið skuldi verða ein sending, sum ein ikki visti frammanundan, hvussu hon fór at verða, sigur Rúni. Tá Barometrið so hevði koyrt í eina tíð, gjørdist tað alt meiri greitt, at talanin her var um eina sera vælumtókta sending. - Vit høvdu so avgjørt ikki væntað, at sendingin fór at verða so væl- umtókt, sigur Rúni, sum er stórliga bilsin av móttøkuni, sum sending- in fekk. - Tað eru altíð onkur ting, ein ikki er nøgdur við í eini sending, men tað er bara so, sigur Rúni. Her sip- ar hann til Alnótspurningin í Baro- metrinum, sum vísti seg at blíva til eina kapping, har tað sum oftast vóru tey somu, sum ringdu inn og svaraðu spurningunum. Spurdur um, hví teir høvdu valt at deila seg sundur, sum teir gjørdu í sendingini, svarar Rúni, at tað ongantíð var nakar ivi um, at tað skuldi vera teir ósmædnu, sum fóru út við mikrofonini, meðan Bjarni og Rúni sjálvir krógvaðu seg handan tað grøna borðið í studio- num. Sum heild sigur hann seg dáma sera væl at arbeiða í útvarpinum. - Men útvarpsarbeiðið er, tá alt kemur til alt, ikki øðrvísi enn onn- ur størv. Tað er sera spennandi, serliga í fyrstuni, og tá hevði tú óivað kunnað arbeitt uttan løn, tí tær dámar tað so væl. Men so kemur eisini ein tíð, har tú verður troyttur av tí, og tá er tað ikki stórt øðrvísi enn onnur størv, held- ur Rúni. Men tað kann ganga út yvir tað sosiala lívið, tá ein ger sendingar hvørt vikuskiftið. Men tað letur ikki til, at Rúni hevur ilt av tí. - Tá ein ikki hevur frí um vikuskift- ið, so veit ein, at frídagurin ella dagarnir koma eina aðrastaðni í vikuni. Og tað er heldur ikki so galið, heldur hann. - Mær dámar væl henda miðilin. Tað er lætt at gera útvarp í mun til eitt nú sjónvarp, heldur Rúni og leggur aftur at, at tað ber væl til at gera eina útvarpssending upp á stutta tíð. Men hóast hann, tá hann var lítil altíð hevði ætlanir um at verða journalistur, so hevur hann lagt tær ætlaninar til síðis nú. - Nei, tað verður ikki journalistur, sigur hann sannførdur á málinum. Sosialurin Nr. 213 - 6. november 2002 3 náttarravnur uttan d og uttan › <vangamyndin/rúni/jákupsson> Navn: Rúni Jákupsson Jakobsen Aldur: 28 ár Starv: Programmedarbeiðari í ÚF Føðingardagur: 01.05.1974 Hvat vildi tú verða, tá tú vart stórur, tá tú vart lítil? Journalistur 01051974