Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. november 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Sosialurin Nr. 213 - 6. november 2002 Sosialurin Nr. 213 - 6. november 2002 5 konufólk og bilar Poul Skaalum: Eg haldi ikki, at man kann siga, at konufólk duga verri at koyra enn mannfólk. Men eg dugi kanska ikki so væl at úttala meg um tað, tí eg havi ongantíð havt koyrikort sjálvur. Summi mannfólk duga væl at koyra og summi duga verri, og tað man vera tað sama við konufólkum – júst sum við øllum øðrum. Tony Olsen Eg havi onki ímóti konufólki og bilum. Summar kunnu til tíðir kanska ikki duga so væl, tí tær eru eitt sindur ótryggari í tí. Men tá tað kemur til at bakka og parkera, haldi eg ikki, at tær eru við undirlutan. Tað má vera soleiðis umleið 50- 50. Júst sum við mannfólki. Duga eins væl olga Østerø, koyrilærari heldur ikki, at konufólka bilfør- arar eru verri fyri enn mannfólkini, tá tað kemur til at koyra bil. - Nei, eg vil ikki beinleiðis siga, at tær duga verri at koyra enn menn, men tær hugsa kanska bara meira um eitt nú fylgjurnar av at koyra skjótt enn mannfólk gera, heldur Olga. Hon sigur, at nógv mannfólk hugsa seg ikki nóg væl um, tá teir seta seg handan rattið, tí tað sum oftast ræður meira um at síggja cool út og nógva ferð hjá mann- fólkunum. Og tí kann tað lata til, at teir dominera nógv í ferðsluni heldur enn kvinnurnar. - Konufólk duga óivað líka væl at koyra sum mannfólk, men munurin er hugburðurin. Konufólk eru varnari, tá tær seta seg í ein bil, og tað er helst av tí, at tað ofta verður sagt, at tær ikki duga at koyra bil. Eitt annað, sum ofta hevur verið ført fram í sambandi við konufólk og bilar er, at konufólk duga so illa at bakka og parkera, men tað er Olga ikki samd í heldur. - Tað hevur altíð verðið sagt, at tað liggur verri fyri hjá konufólkunum at bakka og parkera, men her kemur tað varna aftur inn í myndina. Tær eru varnari enn mannfólkini, og tí kann tað lata til, at tær ikki eru líka væl fyri sum mannfólkini. Olga hevur nógvar næmingar í sínum koyriskúla, og hon sigur, at hon hevur eisini fleiri tilkomin konufólk, sum ynskja at fáa koyrikort. - Tað gongur væl hjá teimum, og ofta ynskja tær at fáa koyrikortið, tí tær hava eitt starv, sum krevur tað ella tí maðurin er vorðin sjúkur, greiðir Olga frá. Hon heldur ikki, at konufólk eru verri bilførarar. Tær hugsa bara skilabetri og meira um fylgjurnar av ov høgari ferð í størri mun enn mannfólkini. Als ikki verri... bilmekanikarin, Ragnar Petur Joensen, heldur, at tað ber als ikki til at skera yvir ein kamb, og siga, at konufólk duga verri at koyra enn mannfólk. – Her á verkstaðið koma meira mannfólk, men ofta eru tað konufólkini, ið vilja hava bilin gjørdan, og biðja mannin fara við honum, sigur Ragnar. Á bilverkstaðnum Rag-Vag í Kollfjarðadali er ein grøv, sum tey, ið koma við bilum, skulu koyra yvir. Tá bilurin er liðugur, skulu tey bakka út aftur. Ragnar sigur, at tá verður sagt við bilføraran, at hann skal bakka beint. – Tað vísir seg, at tað bara eru konufólkini, sum bakka beint. Mannfólkini skulu altíð venda og manererast, og tí eydnast tað teimum ongantíð at bakka bilin beint út. Tá konufólk koma við bilinum er tað sum oftast, tá maðurin ikki er heima. Møguliga er hann til skips ella uttanlands, og tá koma tær sjálvar við bilinum. Fer›in drepur konufólk eru varligari tá tær koyra bil. Hetta sigur ein av ferðslupolitistunum í Havn. – Tá konufólk eru úti fyri óhapp, eru tað altíð smærri óhapp. Tær hava bakkað inn í ein annan bil ella okkurt líknandi. Tað er sjáldan, at tað er nakað álvarsamt, sigur ferðslupolitiið í Havn. Konufólk hava eisini tað fyri, at koyra eitt sindur seinni enn menn, og hetta kann bæði verða ein fyrimunur og ein vansi. – Um tað verður koyrt alt ov seint, so verður tann, sum er aftanfyri óður, tí ferðslan verður tarnað. So ger hann kanska onkra keðiliga yvirháling, sum síðani kann føra víðari til eitt óhapp. Men ferðslupolitiið í Havn heldur, at onki liggur í mytuni um, at konufólk eru verri bilførarar enn mannfólk. – Nógv mannfólk duga eisini illa at koyra, so hatta er ikki annað enn ein myta. Her eru nógv konufólk, sum duga betri at koyra enn mannfólk, so tað kann ikki verða so nógv í tí. Tá tað kemur til ferðsluóhapp er tað oftast ferðin, sum ger, at óhappini gerast so álvarslig. – Tað er ferðin sum drepur, ongin ivi um tað. Og tað eru ungir dreingir, sum koyra. Eg dugi ikki at siga, hvat tað er, sum ger tað so freistandi atkoyra so skjótt. Kanska tað, at tú hevur ein góðan bil, sum kraftar væl... Og summir vaksa ongantíð frá tí, sigur ferðslu- politiið at enda. Menn halda seg vita... ragnar Petur Joensen, bilmekanikari, sigur, at tað er ofta nógv lættari at fortelja konufólki, hvat er galið við bilinum. – Hetta kemst av, at konufólk vita ofta ikki, hvat er galið. Menn halda seg vita, og tí vilja teir muta ímóti og tosa uppi í, og tí er tað ikki altíð so lætt at greiða teimum frá, at tað, sum teir hildu var galið við bilinum, als ikki var galið, sigur Ragnar. Bilmekanikarin sigur, at tað eru alt fleiri konufólk, sum læra til bilmekanikara. – Tað ber als ikki til at siga, at konufólk duga verri at koyra bil. Eg kenni fleiri konufólk, ið vita eins nógv um bilar og mannfólk.