mikudagur 6. november 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
C
M
Y
K
18
6
Sosialurin Nr. 213 - 6. november 2002
Jólakapping
nú ljóðar startskotið til fyrstu kappingina í <ph_1> nakrantíð. Talan er um eina
kapping, sum fer at halda fram til jóla. Í seinasta blaðnum áðrenn jól verða vinn-
ararnir funnir og kunngjørdir. Seinasta blaðið áðrenn jól kemur út tann 18.
desember.
Í bløðunum fram til jóla fara vit at hava tríggjar ymiskar kappingar. Hóast
kappingarnar eru tríggjar í tali, so verða vinnarar bert drignir ta einu ferðina.
Til ber at ogna sær fleiri lutaseðlar til kappingina. Tað ber nevniliga til at lut-
taka í øllum trimum kappingunum, tó ikki fleiri ferðir í somu kapping. Sostatt
ber til hjá hvørjum einstøkum at fáa í mesta lagi og tilsamans tríggjar lutaseðl-
ar til kappingina. Um luttakarin ynskir at ogna sær tríggjar lutaseðlar til
kappingina, noyðis viðkomandi at senda svar inn til hvørja einstaka kapping. Til
ber ikki at senda ein seðil við øllum trimum svarunum.
Tveir hepnir vinnarar fáa eitt gávukort hvør á 500 krónur frá 3´aranum í
SMS. Harumframt eisini eina spildurnýggja tónleikaárbók fyri árið 2002. Har-
umframt fáa fimm aðrir luttakarar eitt eintak av tónleikaárbókini.
Hesa ferð er kappingin skipað soleiðis: Vit skriva eina reglu úr einum kendum
føroyskum sangi. Tit skulu siga okkum, hvør bólkur ella einstaklingur syngur
og spælir, og hvussu sangurin eitur.
Reglan sær soleiðis út: »... leiði teg í eina verð, sum tú aldri fyrr hevur sæð...«
Tey, ið halda seg vita svarið kunnu: senda ein teldupost á teldupostbústaðin:
ph_1@sosialurin.fo ella skriva til:
<ph_1>
Sosialurin
Box 76
110 Tórshavn
Til ber eisini at senda fax á nummar 31 47 20
Merkið brævbjálva, teldupost ella fax: »jólakapping«
Freistin til at luttaka í hesi kappingini er mánadagin 18. november kl. 12.00.
– Tað er nógv betri at vita ov lítið
enn at vita ov nógv
Samuel Butler
– Liv títt egna lív áðrenn tú
doyrt tín egna deyða
Latínskt orðatak
– Eitt sindur ov seint er alt ov seint
Týskt orðatak
– Man skal ongantíð gleða seg fyrr
enn dagin eftir
Robert Storm Petersen
Sosialurin Nr. 213 - 6. november 2002
7
"...um stovnssjálv-
ljó›i› ikki broytist,
so er endingin -ir,
ta› eru allíkavæl..."
Eg siti ein heilt vanligan
morgun í einari heilt vanlig-
ari skúlastovu. Eg havi før-
oyskt og lærarin tosar um
mállæru. Tað er sikkurt
skilagott, tað, sum hann
sigur, og eg burdi kanska
fylgt við, men hann tosar
um tað sama, sum hann
tosaði um í fjør, og fyrra ár-
ið og helst eisini árið fyri
tað. Hví gera lærarar altíð
tað? Eg meini, at siga tað
sama 100 ferðir! Teir burdu
fangað tað; hava tey ikki
lært tað enn, so koma tey
ongantíð at læra tað, KOM
VÍÐARI MAÐUR!
Men mállæra kann sikkurt
vera áhugaverd, okey burt-
ursæð frá mánamorgun
klokkan 8 Tað er jú læran
um mál, mál læra, heh,
kul, ársins lummafilosofi -
gott hann sjálvur! Hann
gavst við at tosa. Hann og
hansara pedagogikumflipp
- "hava ein interaktivan
tíma, draga næmingin
við..." Nú er sikkurt ein ella
onnur klikkað mállæruupp-
gáva á skránni. Og vissi
hann skal spæla ordiliga
festligur, so verða vit koyrd
í bólkar, halló maður flyt til
Russlands, so kunnu tú og
tínar bolsjevikkavinir arb-
eiða í bólkum. Eg og And-
ers ætla okkum so í hvussu
er at arbeiða sjálvstøðugt.
Ja, alvorliga sjálvstøðugt,
eg ætli mær so ikki at arb-
eiða saman við honum.
Tað hevði faktist verið nok-
so kul at sloppið at arbeitt
sjálvstøðugt. Eg her og
Anders har. Havt meirilutan
fyri meg sjálvan, sjálvur
kunnað avgjørt, hvussu eg
loysti mállæruuppgávuna.
Eg her og Anders har. Men
"dream on" tað verður
neyvan í hesi øldini, at eg
sleppi tað. Lærararnir
halda, at pedagogikum
"rules!" "tað sameinir
næmingarnar og ger, at
teir í framtíðini duga betur
at virka sum ein eind" Ein
eind! Eg havi einki ynski
um at vera ein eind. Eg
helt at uppgávan var ein
mállæruuppáva, men nú er
eindin uppgávan. Henda
eind, fær hon tíð, fer hon
kanska at hugsa um, at tað
er nakað, sum eitur mál-
læra.
Men tað gert also ikki við.
Hevði eg verið eldri, hevði
eg kunnað farið at lisið før-
oyskt. Hevði eg lisið før-
oyskt, hevði eg kunnað
verið lærari, flott hugsað
hann sjálvur, tað bólta bara
vísdómsorð úr tær í dag.
Sakin klokkan er 8.38, bara
7 minuttir afturat, so er
tímin liðugur. "Eg" má
heldur fara í gongd við
hesa uppgávuna: "Ódnin
ýl__ uttanfyri" "ir"; "Eg
sovnaði og datt á gólv__"
tað má so verða "ið";
"Tjaldri_ misti_ anna_
eyga_" "ð onki ðð"
hmm... hugvekjandi,
mennandi, kveikjandi. Bara
2 minuttir afturat.
Eg havi funnið útav tí sjálv-
ur, roknað tað út. Um eg
nakrantíð skal loysa mál-
læruuppgávuna einsamall-
ur má annað skinn takast
um bak.
Eg fari at lesa føroyskt.
"...tvey undantøk, høgga
og selja..."
Jóhannes og Snorri
Ein føroyskttími
Ung
or›:
murder by numbers – iskoldt mord
eftir øllum at døma eitt full-
komuliga tilvildarligt morð. Ein
ung kvinna verður funnin dripin
úti í skóginum uttan fyri ein lítlan
bý í USA.
Skjótt vísir tað seg, at talan er um
alt annað enn tilvild. Tað vil siga,
at kvinnan varð vald av tilvild, men
alt annað er fyrireikað niður í
minstu smálutir.
Brotsmenninir eru tveir studenta-
skúlanæmingar, Richard og Justin.
Hin fyrri er ríkmanssonur, gløggur
og væl dámdur í skúlanum. Hin
seinni kemur úr miðalstættini, er
eisini sera gløggur, men er ein ein-
ari og av tí sama ikki serliga væl
dámdur. Av lyndi tveir fullkomnir
mótsetningar, ið tó hava funnið
saman. Saman leggja teir eina
ætlan um at fremja tað fullkomna
drápið, ið ikki kann uppklárast.
Tað verður uppgávan hjá løgreglu-
kvinnuni Cassie Mayweather at
finna út av, hvør drap ungu gent-
una. Í fyrstani sær tað út sum um
talan er um eitt tilvildarligt morð,
men skjótt fær Cassie illgruna til
ríkmanssonin Richard, og seinni
eisini Justin.
Sandra Bullock er framúrskarandi í
leiklutinum sum Cassie. Cassie er
ein kvinna, særd inn á sálina. Av
ringum royndum hevur hon eitt
forskrúvað forhold til mannfólk,
og tað gevur henni trupulleikar í
arbeiðinum. Hon ber orð fyri at
lokka mannfólk at sær fyri síðan
at skumpa teir burtur. Hon er ikki
væl dámd og hinir løgreglumenn-
inir hava ongan hug at arbeiða
saman við henni. Tí verður tað
Sam við feskum løgregluskilti, ið
skal arbeiða saman við Cassie.
Sam og Cassie fáa illgruna til teir
báðar Richard og Justin, og síðan
byrjar eitt spæl um, hvør er gløgg-
ari og hvør snýtir hvønn – løgregl-
an ella ungu menninir.
Filmurin er eisinii um tveir drongir,
ið eru sleptir uppá fjall av foreldr-
um og heimum sínum, keða seg í
skúlanum og leita eftir onkrum
øðrvísi, ið kann geva spenning í
lívinum. Úrslitið gerst ein brenn-
andi áhugi fyri at fremja tað full-
komna drápið. Tað er "tað full-
komna drápið", ið tvinnar teir
saman – annars hava teir einki í
felag og einki annað at tosa sam-
an um.
Tú keðir teg ikki eina løtu, teir
tveir tímarnar, filmurin varir. Tað er
ikki nakar av høvuðsleikarunum, ið
ikki megnar sína uppgávu, og um-
framt Sandru Bullock er serliga
Michael Pitt framúrskarandi í leik-
lutinum sum einarin Justin. Tað er
at taka munnin ov fullan at siga,
at søgan er genial, men hon er tó
so mikið væl skrivað, at hon ber
filmin, væl hjálpt av góðum leikar-
um.
fakta um murder by numbers
leikarar:
sandra bullock, ben chaplin, ryan
gosling, michael pitt
leikstjóri:
barbet schroeder
longd:
120 min.
sta›:
havnar bio, um tú ert 16 ár ella
eldri