Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-01-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. januar 1986síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 7 -— 18. januar 1986 Tn tiðindablaðið Sosialurin =. Síða9 Enn kann bert upplýsing fyri- byrgja Aids! Talið á fólki, steðugt vaksandi sum laa lids-sjúkuna, er Tad verður roknað við at talið tvífaldast eftir einum ári Ein uppgerð, sum júst er almannakunn gjerd, vísir, at frá apríl 1985 til 1 januar 1986 vaks talið á Aids-sjúklingum í USA úr 10.000 upp í 16.000. Í Europa vaks tað úr 1000 upp í 1600, og taka vit eitt land sum Danmark, sum liggur millum londini í Europa við flest Aids-sjúklingum, so vaks tað frá apríl 1985 til januar 1986 úr 41 upp í 66. Hetta upplýsir Birgir Meller, sum gynekologisku deildini á sjúkrahúsinum í Árhus Birgir Møller er júst á vitj- an í Føroyum. Hann helt arbeidir å i gjår fyri- lestur fyri feroyskum læknum sum eitt lið í teirra eftirútbúgving. Hann er boðin henda vegin av Læknafelagnum, men tað er eitt medisinal- firma, Abbott, sum rindar útreiðslurnar til ferðina Upplýsing Birgir Møller sigur i samreðu við Sosialin, at tað hevur ómetaliga stór- an týdning at upplýsa um smittu- og sjúkuvandar- nar við Aids og heldur hann, at eitt nú feroysku fjølmidlarnir eiga at koma við sakligari upplýsing um hesa sjúku. — Eg haldi tó, at hetta ikki má blíva ein hetz móti teimum homoseksuellu, sum er stersti vanda- bólkurin, men tað skal vera saklig og ikki esandi upplýsing um vandarnar. Birger Meller sigur víð- ari, at enn hava tey eftirlit við Aids-sjúkuni í Dan- mark, men tað skal ikki nógv til, at tey missa tam- arhaldið. Aids í Íslandi Hann vísir á, at júst nú eru tveir Aids-tilburðir uppdagaðir í Íslandi. Hetta eru teir fyrstu til- burðirnir har. Í Grenlandi hevur enn eingin tilburður verið og heldur ikki í Feroyum Uppá fyrispurning nær vit kunnu rokna við, at henda sjúkan fer at koma til Feroya sigur Birger Møller, at tað er ilt at siga, men fyrr ella seinni fer hon eisini at koma til Feroya, leggur hann aftrat. Hann vísir tó á, at feroy- ingar eins og onnur kunnu og eiga at gera alt fyri at fyribyrgja sjúkuni, og hetta gerst best við at upplýsa og aftur upplýsa. Vandabólkar Birger Meller sigur víðari, at tað serstakliga er millum homoseksuell, at Aids-sjúkan ger um seg. Tað vísir seg, at umleið0 90% av tilburðunum stava frá hesum bólkinum ella hesum umhvervinum. Tað eru tó eisini aðrir vandabólkar, eitt nú »stikk-narkomanar« og blødarar, sum hava fingið Aids-smittað blóð frá eðrum. Bleðarar eru tó uttan fyri vanda nú nýggjur háttur verður brúktur í samband við at geva blóð. Eisini prostituerað eru ein vandabólkur. Og hvat gerst so fyri at sleppa undan at fáa smitt- una! Til tað sigur Birger Møller, at tað er at royna at halda seg burtur frá vandabólkunum ella ið hvussu so er at fyribyrgja. at ein fær smittuna. Birger Møller í gongugøt uni i midbynum i Havn Fyrsta tekinid Hvørji eru so tey fyrstu teknini symptomini — um ein persónur hevur fingið Aids? Birger Møller: Tad eru nógv fólk sum fáa smittuna í seg, men sum ganga við henni alt sítt lív. Tey nýtast ikki at ger- ast sjúk, men við smittuni í sær kunnu tey smitta onnur, sum kunnu gerast sjúk. Tey, sum gerast sjúk, plaga í fyrstani at kenna seg ógvuliga troytt í langa tíð, tey missa eini 5-10 kilo eftir bert fáum mánaðum, hava diarré og fepur. Eisini sveitta tey nógv um náttina og lymfukertlarnir vaksa. Øll doyggja Birger Møller sigur, at umleid 20-30% av teimum, sum hava fingið smittuna i seg, gerast sjuk av Aids eftir umleið 5 árum. Er ein vorðin Aids-sjúk- ur, so er næstan 100% vissa fyri at ein doyr. Um- leið helvtin doyr eftir ein- um ári, 75% eftir tveimum árum og bert hendinga til- burðir liva longri. Birger Møller sigur víð- ari, at besti måtin at tryggja seg móti Aids er bert at hava seksuella samveru við eitt annað fólk. Granska Tað verður lagt stórt arbeiði í at finna fram til eina vaccinu ímóti Aids og somuleiðis verður roynt at finna heilivág, sum kann lekja fólk, sum longu hava fingið smittuna í seg. Birger Meller sigur, at tað fara at ganga meira enn 5 ár til læknavísindin hevur eina vaccinu ímóti Aids. Ein av orsekunum til at hetta er so trupult arbeiði er tann, at Aids- virus broytist og tí er neyðugt við nógvum yms- um vaccinum. TRYGD Úr Afrika Hóast tað bert eru trý ár síðani, at fyrsti Aids-til- burðurin varð ávístur í Danmark, so hevur Aids- sjúkan herjað í Sentral- afrika í kanska eini 15-20 ár. Tað er eisini haðani at sjúkan er komin til USA og Vestureuropa. Meðan tað í dag fram- vegis nærum bert eru mannfólk, sum hava sjúk- una í Vesturheiminum, so eru tað helvt um helvt BARNANNA tínum hondum kvinnur og menn, sum hava sjúkuna í Sentral afrika. Aids ger nógv um seg í amerikonskum stórbýum Serliga eru tað San Fran- cisco, Los Angeles og New York. Um talið av tilburð- um tvífaldast hvert ár, kunnu vit rokna við, at tað verða 100.000 fólk í USA sum eru sjúk av Aids í 1990. Í dag er talið 16.000, sigur Birger Møller at enda. jan S BÓKHALDSVIRKIÐ Grannskoðan . Edv-vírkið Tif. 61376 RUST- VIDGERD av øllum biltypum. Vit vita hvar bilur tin rustar og vidgera hann eftir EDM.fvúskipanini. Tað er aldri ovseint við PAVA. Án = Á UR = TOR P/f Ivan Johansen Box 205 Sermce — UMboð — Verkstaðu Koyvíksvegur m 13666 3800 Torshævr