hósdagur 23. januar 1986síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
- -
Síða 2 AAA
Abu Nidal og hansara drápsmannaharkalið: fo
onson
skrivar:
Hættisligastu
yvirgangs-
mkroppar í verðini
Abu Nidal
Palestinarin Abu Nidal er uttan iva tann ráasti og
vandamiklasti yvirgangskroppurin í heiminum í
dag. Hann vísir seg bert sjáldan á almennum
steðum og vit vita sera lítið um hann, hansara lív
og umsteður.
Fyri tveimum árum síðani gingu tey tíðindi, at
hann var deyður av hjartatilburði, men eitt ár
seinni høvdu blød í Frankaríki, Kuwait og V-Týsk-
landi samreður við hann. Har segði ein erpin Abu
Nidal (navnið tydir: »bardagans faðir): »Sjålvt
ikki mín átta ára gamli sonur, Bissam, veit, hver
eg eri«.
FATA H-kollveltingarráðið
Men hendingarnar tosa sítt mál. Tey seinastu tólv
árini hevur Abu Nidal skipað sínum egna felags-
skapi, kendur undir heitinum >Fatah-kollvelting-
arráðið<. Hetta er ein fanatiskur yvirgangsfelags-
skapur við millum 200-500 monnum og kvinnum.
Seinastu tíggjuárini hava tey fingið skuldina fyri
meira enn 100 yvirgangsatsóknir.
Í juni 1982 skutu tey og særdu álvarsliga ísra-
elska sendiharran í Bretlandi, Shlomo Argov.
Henda atsóknin skundaði undir innrásina hjá ísra-
elska herinum í Libanon. Teir sprongdu eisini eini
kaffihús í París í luftina (40 særd), rændu eitt
egyptiskt ferðamananflogfar (59 deyð) og framdu
atsóknina á flogvallirnar í Wien og Rom um
seinastu jóltíðir (19 deyð, 112 særd).
Móti sínum egnu
Men teir. ið mestu orsek hava til at ræðast Abu
Nidal og hansara harkalid0, eru tó hansara egnu
landsmenn. Næstan 70 av atsóknunum hjá
}
1raDar-
vid Ísral-
el og vilja fáa i lag semju millum Israel og
Arabaralondini. Tiskil kann felagsskapurin met-
ast sum eitt politiskt amboð hjá nøkrum vittgang-
andi arabiskum statum, sum Írak, Iran, Sýria-
landi og Libiu.
Nakrir serfreðingar halda, at Sýrialand er tað
land, ið gevur hesum yvirgangsfelagsskapinum
friðskjól, meðan aðrir siga, at Abu Nidal virkar
heilt sjålvstødugt og uttan uppílegging frá eðrum.
vend imot
Fatah-kollveltingarráðnum eru
um, ið verða mettir ov fúsir at samráðast
Av múgvandi fólki
Abu Nidal er ikki ein fátækur, illa útbúgvin og
undirmetaður palestinskur flóttamaður, sum so
nógvir av hansara landsmonnum, men sonur ein
vælhavandi og stórognarmann í Ísrael, ið einaferð
hevði gott samband við tann gitna fyrsta forsetan
í Ísrael, Chaim Weizman. Familjan flýddi til
Libanon áðrenn 1948 og búsetti seg í Beirut, har
Abu Nidal las verkfreði á amerikanska universi-
tetinum.
Vildi beina fyri Arafat
Abu Nidal samarbeiddi við Yassar Arafat aftaná
seks daga kríggið í 1967 og fekk skjótt stóra
ávirkan og vald innan fyri Fatah-armin í PLO.
Hann varð utnevndur ovasta PLO-umboð i Irak
1971. Tá ið hann var i Irak, virkaði hann sum
Nr. 9 - 23. januar 1986
Muammar Gaddafi
terroristur fyri irakisku stjørnina, og i 1974 loysti
hann vid Fatah-felagsskapin og gjørdi eina mis-
eydnada roynd at beina fyri sjålvum Arafat. PLO
dømdi Abul Nidal in absentia til at avrættast. Síð-
ani hava yvirgangsmenn frå Abu Nidal dripið
fleiri PLO fólk i Europu og Mideysturlondum.
Felagsskapurin hevur virkað undir mongum
nevnum — tað kendasta er kanska »Svarti sep-
tember«. Teir hava gjørt blóðugar atsóknir á mål
fleiri staðni í Europa, m.a. móti synagogum og
matstovum, ið gýðingar eiga.
Gaddafi
Mett verður, at hevuðssteðirnar hjá Abu Nidal nu
eru i Libya, og at Muammar Gaddafi rindar årliga
umleid 140 mill. kr. til felagsskapin.
Hildið verður eisini, at teir hava skrivstovu i
Damaskus og Teheran, og venjingarlegur í Bekaa-
dalinum, ið hoyrir til Sýrialand. Virksemið er
vaksið nógv frá tí Abu Nidal kvetti bondini við
PLO, og eingin veit, hverjum tað blóðtysta pale-
stinska harkaliðið leggur eftir næst.
Lík av palestinskum
yvirgangsmanni aftaná
atsóknina
á flogvellin í Wien