hósdagur 23. januar 1986síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 9 — 23. januar 1986
Sida 9
Kina å veg
inn i eina
nyggja tid
Deng Xiaoping Ȍrsins
maður< hjá Time tíðarrit-
inum
Edvard
Jónson
skrivar:
„Marx situr í himlinum og hevur eina øgiliga
makt. Hann sær, hvat ið vit havast at, og honum
dámar tað so avgjert ikki. Tí hevur hann revsað
meg við at gera meg deyvan.«
Tað var ovastin í Kina, Deng Xiaoping, ið segði
hesi orðini seinasta ár. Sjálvandi var hetta bert
skemt — Deng, ið er 81 ára gamalur, var deyvur
longu áðrenn hann var tann valdamesti maðurin í
Kina, og tað er eisini ivingarsamt, um hann trýr
uppá himmalin, ella at Marx hevur nakað vald har.
Deng, ið stýrir sterstu tjóð í heiminum (íbúgva-
tal: stívliga ein milljard), er eisini tann hugmynda-
ríkasti og djarvasti oddamaðurin í tí marxistiska
partinum av heiminum. Hann hevur nú av sínum
eintingum leitt Kina inn á heilt nýtt spor, ið kann
fullkomiliga umskapa tað kinesiska samfelagið.
Tann nýggja skipanin, hann er við at menna,
antin skúgvar til viks ella stendur ímóti nógvuma
av teimum lærum, ið marxistar halda fast við, ser-
liga tann sovjettiska útgávan av marxismuni.
Fyri hetta stórfingna bragdið varð Deng valdur
sum »årsins madur« av amerikanska tidarritionum
Time fyri seinasta ár.
Á odda fyri nýggjari kollvelting
Deng hevur gingið á odda fyri nýggjari kollvelting
í Kina — kollvelting, ið blandar tættir, sum tykj-
Ungdómar í Peking
Nýmótans hotelbygningar við Kinamúrin
ast sínámillum ósemjandi, ið hvussu er innan fyri
marxistiska hugmyndafreði: ríkis- og einkaogn,
miðsavnan og marknaðir, ið kappast sínámillum,
politiskt einaræði og avmarkað fíggjar- og ment-
anarligt frælsi. Alt hetta tykist mestsum vera ein
roynd at samanbinda kommunismu og kapital-
ismu.
Henda roynd er sjálvandi ikki uttan hættu. Tað
er meguligt, at úrslitið av hesi samanblanding
verður ein egiligur fíggjarligur hurlivasi. Tað er
eisini meguligt, at gongdin vendir aftur til avbyrg-
ingina og mentanarligu fanatismuna, ið ráddi í
Kina undir Mao Tse-tung. Men Deng tykist óvik-
andi í sínum vilja at fáa hesa friðarligu kollvelt-
ingina at virka.
Stórbroytingar
Sum dømi um broytingina kann nevnast, at
bendur kunnu nú dyrka ta jarðargreði teir vilja,
og teir hava eisini loyvi at stovnseta einkafyritøk-
ur. Umleið 80% av íbúgvunum í Kina liva úti á
bygd. Deng vil eisini broyta og menna stórbýirnar
og fáa stjórarnar í teimum rikisriknu fyritøkunum
at fara fram sum ágrýtnir kapitalistar.
Tað, sum Deng vil, er stutt og greitt at føra
Kina út úr teirri niðurundirkomnu steðuni, landið
hevur verið í alla hesa eld, og gera tað til ein
nýmótans stat, ið er fíggjarliga og mentanarliga
kappingarferur við framkomin lond í heiminum.
Um hesar royndirnar hjá Deng eydnast, fer tað at
fáa sera vittfevnandi og gjøgnumtreingjandi av-
leiðingar fyri allan heimin. Um so verður, kann
roknast við, at Sovjetsamveldið, ið altíð hevur
ræðst Kina, gerst uppaftur ræddari, um hendan
marxistiska trúvillan sigraði.
Kommunistar um allan heim hevdu eisini hómað
eitt alternativ til ta miseydnaðu sovjettisku marx-
ismuna. Nógv av grannalondunum hjá Kina, t.d.
Taiwan og Suður-Korea, hevdu fingið ein handils-
felaga í staðin fyri ein politiskan fígginda, men
samstundis hevði ein fíggjarligur pinkulingur
gjørdist til ein handilsligan risa. Og tað, sum
kanska er mest umráðandi: USA og Vesturheim-
urin høvdu kenst við ein marxistiskan stat, ið tey
kundu livad vid og i summum førum enntå fagnad.
Kenna ikki landid aftur
Deng hevur longu broytt ta dagliga livid i Kina
meira enn nakar annar leidari i heiminum hevur
gjørt i sinum heimlandi. Utlendingar, ið nú vitja
Kina, kunnu næstan ikki trúgva, at hetta er sama
landið, teir vitjaðu fyri 5-6 árum síðani. Handlar-
nir standa at bresta av verum av ellum slag; fitt
lítil hús eru reist allastaðni, og fjølbroyttur býar-
ídnaður blómar.æ
Kinesarar eru meira enn nakrantíð opnir fyri ár-
inum uttanífrá, alt frá rock-tónleiki til teldu-tekni.
Teir intellektuellu eru, sum Deng, ótolnir, tá talan
er um hugmyndafreði, og tosa uttan himpr um,
hvussu nógv av hugmyndafreðini kann blakast
burtur til gagn fyri skjótari vøkstur.
Pláss í segubókum
Sovjettisku leiðarin Gorbachev, hóast frammaliga
í tíðindum alt seinasta ár, kann ikki einaferð byrja
at meta seg við Deng, tá talan er um praktiska
ávirkan. Tær broytingarnar, sum Deng longu
hevur avrikað í Kina, eru nógv framfúsari og
meira víttfevnandi, enn nakað, sum Sovjett-sam-
veldið hevur sæð higartil. Tíðarritið Time sigur í
grundgevingini fyri titlinum „ársins madur«, at
sum tann einasti av heimsins leiðarum hevði Deng
tryggjað sær pláss í teimum segubókum, ið verða
skrivaðar næstu eld.
Deng Xiaoping. ársins maður