hósdagur 30. januar 1986síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Í
Ábyrgdarblaðstjóri:
Telefon 118 20
Argjavegur 26. 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Tórshavn
oddagrein
Meðan vit
bíða eftir
bussinum...
— við einum
ókeypis busskorti
BUSSLEIÐIN í Havn boðar í
blaðnum í dag frá, at nú kanst tú
ávísar tíðir á degnum koyra
ókeypis við býbussunum. Eitt
genialt hugskot, heldur leiðslan á
bussleiðini ivaleyst. Spurningurin
er so bara, hvørjum hetta geniala
hugskotið tænir mest. Brúkara-
num, og í hesum førinum hvørj-
um, ella bussleiðini.
HESAR ÓKEYPIS tíðir eru frá kl.
9-11 fyrrapartar og kl. 14-16
seinrapartar eins og eftir kl. 18.
Haraftrat kann koyrast ókeypis
seinrapartar leygardagar og
sunnudagstúrarnir eru í framtíðini
púra ókeypis.
HESAR TÍÐIR koma ið hvussu er
ikki teimum til góðar, sum >noyð-
asta at brúka bussarnar. Tey ið
nýta teir til koyring til og frá ar-
beiði. Haraftrat verður ógvuliga
avmarkað hvussu nógv tey, sum
eru í vinnu allan dagin, koma at
gera nýtslu av hesum geniala til-
boði.
P/f Sosialurin í
Jan Miller
Krisjan Daht
Høgni Djurhuus
Randi Jacobsen
Tórfinn Smith
Kalmar Lindenskov
P/f Sosialurin
P/f Pressan 1981
Utgevari:
Fyritaksstjøri:
Blaðfótk:
Ljósmyndari:
Uppseting:
Prent:
UM HETTA ókeypis tilboð so var
ein liður í eini útbygdari tænastu
frá bussleiðini til brúkaran var tað
sín søk. Men so er kortini ikki.
TÍÐIRNAR sum bussarnir koyra
eftir eru so neyvar, at tær kunnu
ikki halda, og als ikki í vána líkind
um, júst tá mest er brúk fyri buss
inum
TA ER NEYÐUGT hjá fólki at
standa úti í øllum veðri og bíða
eftir bussinum. Og tað kann lætt
liga verða ein drúgvur „stutt
leiki«. Tí tað er ikki so fáar staðir í
býnum at bussleiðin so frægt
sum unnir fólki eitt skýli meðan
tey bíða eftir tí seinkaða
bussinum
nógv
FRA 1. JANUAR fór prísurin á
ferðaseðlinum upp. At alt verður
dýrari — eisini ein busstúrur er
helst nakað vit mugu liva við,
men saman við príshækkingini
fekk Bussleiðin aftur eitt genialt
hugskot. Tað var at seta tíðina,
ein ferðaseðil er galdandi, niður
úr hålvumødrum tíma í ein. Í
fyrstu atløgu tykist hetta ikki at
merkja so nógv, men fyri tey,
sum veruliga nýta bussin til dag-
ligu ørindini, merkir tað nógv.
Eisini fyri tey, sum nýta bussin til
og frá arbeiði í døgurdatimanum.
Nú mugu tveir ferðaseðlar keyp-
ast.
MEN TEY kunnu sjálvandi keypa
sær eitt 10-túra kort, sum nú er
vorðið eitt 8-túra kort fyri at
sleppa undan at seta hendan prís-
in upp — Ella keypa eitt mánaðar-
kort og sostatt fáa eitt ókeypis
kort, sum tey kanska als íkki
hava brúk fyri.
HVAT VERULIGA liggur aftanfyri
øll hesi genialu hugskot er iva-
samt, tí skipanin við bussleiðini í
Havn er løgin úr enda i annan.
Bussleið0in skuldi fyri ein og
hvønn pris privatiserast, men
styrd skal hon vera av kommun-
uni, sum fegin betalir allar tær
miljónir, sum privata bussleiðin
kostar.
ER TAÐ KORTINI ætlanin, at fáa
flest møgulig at nýta bussarnar —
og tað hevði borið við sær nógvar
fyrimunir, var betri at sæð til, at
koyrast kundi eftir eini fastari
ætlan og klokkutíð, og annars
hækka tænastuna mótvegis
teimum, sum dag og dagliga nýta
hesar bussar sum eitt hent am-
boð í gerandisdegi sínum.
Nr. 12 — 30. januar 1986
Shell søkir skrivstovufólk
til høvudsskrivstovuna í Tórshavn
SKRIVSTOVUFOLK
Starvið: Kundaavgreiðsla, ordraméttøka og kassarokn-
skapur
Útbúgving: Skrivstovuútbúgving og royndir innan sølu og
kundaavgreiðslu hava áhuga, men stórur dent-
ur verður lagdur á, at umsøkjarin kann arbeiða
sjálvstoðugt.
Løn: Góð løn i samsvar við útbúgving og royndir.
SKRIVSTOVUNÆMINGUR
are Í
Sendið sk! Ja ur k 3 »qu in ( |
VIT TORA! — TORA TIT?
Skíðferiu vid TORU
22. mars - 2. april 1986
Aftur i år koyrir TORA til tær eysturriksku alpurnar. —
Ein påskafritid tå kemur at minnast til!
Hava tit åhuga?
Ringið á tlf. 15505 og frættið nærri!
Selen
IN
N. Finsensgøta 21 + 3800 Térshavn