Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-15, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. apríl 2000síða 16

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 tíðindablaðið sosialurin Nr. 75 - 15. apríl 2000 30 tíðindablaðið sosialurin Nr. 75 - 15. apríl 2000 Gøtunøvn í Vágs kommunu Bjóðað verður til kapping um ásetan av gøtunøvnum í Vágs kommunu. Tilfar í sam- bandi við kappingina fæst á býráðsskriv- stovuni. Uppskot um gøtunøvnini skulu sendast Vágs býráð í seinasta lagi fríggjadagin 12. mai kl. 12.00. Býráðið skilar sær rætt til at velja millum innkomnu uppskotini – ella at vraka tey øll. Latnar verða tríggjar virðislønir fyri bestu innkomnu uppskotini: 1. virðisløn Kr. 3.000,00 2. virðisløn Kr. 1.500,00 3. virðisløn Kr. 1.000,00 Tekniska nevnd/Mentanarnevndin Vágs býráð Projektsamskipari til stuðulsfólkaøkið Almanna- og heilsumálastýrið søkir eftir projektsamskipara í tíðaravmarkað starv, hvørs uppgáva verður at lýsa og gera upp- skot til, hvussu stuðulsfólkaøkið skal skipast framyvir. Starvið er tíðaravmarkað í 1 ár. Stuðulsfólkaøkið umfatar uml. 128 stuðlar, sum veita stuðul til umleið sama tal av brúk- arum um alt landið. Stuðulin verður veittur eftir barnaforsorgar- lógini, forsorgarlógini og løgtingslóg um al- mannapensiónir. Tey seinastu árini er stuð- ulsfólkaøkið vaksið munandi og stórur tørvur er á samskipan. Arbeiðssetningurin verður at lýsa og gera uppskot um skipan av økinum: • fakliga • fyrisitingarliga • fíggjarliga Harumframt hevur tað alstóran týdning, at hædd verður tikin fyri teimum serligu før- oysku viðurskiftunum, fyri at tryggja eina góða tænastu um alt landið. Vit kundu hugsað okkum ein persón sum: • dugir at arbeiða sjálvstøðugt, • er skapandi og framtakshugaður, • hevur góð evni at orða seg í skrift og talu, • dugir at hugsa í heildum tá loysnir skulu finnast. Rætti umsøkjarin hevur viðkomandi fakliga útbúgving. Innlit í stuðulsfólkaøkið og roynd- ir í projektssamskipan er ein fyrimunur. Samskiparin arbeiðir undir Stýrisbólkinum fyri Stuðulsfólkaøkið, sum er settur av Al- manna- og heilsumálastýrinum, og fær møguleika at nýta starvsfólkaorku í stýrinum og stovnum undir tí. Starvið verður sett sambært sáttmála/avtalu millum Fíggjarmálastýrið og viðkomandi yrkisfelag. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jákup H. Foldbo, stjóra í Heimarøktini & Serforsorgini tlf. 317240 ella fartelefon 281643. Umsókn við avriti av prógvum, viðmælum v.m. skal sendast til: Almanna-og heilsumálastýrið Starvsfólkadeildin Eirargarður 2 100 Tórshavn Umsóknarfreistin er sett til týsdagin 2. mai 2000 kl. 14.00. Almanna- og Heilsumálastýrið Norðstreymoyar Handverkarafelag Lýsti aðalfundurin verður mánadagin tann 17. apríl kl. 19.30 á maskinmiðstøðini í Kolla- firði. Nevndin Av tí, at ov fá hava søkt, verður søkt av nýggjum eftir royndari sjúkrasystir sum summarferiuavloysara fyri ábyrgdarhavandi sjúkrasystir (trissa), t.v.s. til kvøld-, náttar- og vikuskiftisvaktir frá 1. juni 2000 til 31. august 2000. Tað eru framvegis feriuavloysarastørv leys fyri sjúkrasystrar eftir at søkja – serliga fyri juni mánaða. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Marin Vang, sjúkrarøktarstjóra, tlf. 313540, lokal 266. Løn- og setanartreytir samb. avtalu millum Sjúkrasystrafelag Føroya og Fíggjarmála- stýrið. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. skal sendast til: Almanna- og heilsumálastýrið Starvsfólkadeildin Eirargarður 2 100 Tórshavn. Umsóknarfreist: 14. mai 2000, kl. 14.00. Almanna- og Heilsumálastýrið Starvsfólkadeildin Sjúkrasystrar til summarferiu- avloysarastørv Útróðrarbátur til sølu M/B Havfari 32 ton og egningarskúrur á Stongunum við 120 svøvla línum og 10 aut. snellum, fiskiloyvi í bólki 4a, 30 dagar á Før- oya Banka, snelluloyvi í Íslandi, til sølu fyri 950.000 kr. Tlf. 457735 Vestmanna Arbeiðarafelag Aðalfundur felagsins verður í Bygdarhúsin- um 3. mai kl. 19. Um aðalfundurin ikki er viðtøkuførur verður eykaaðalfundur hálvan tíma seinni. Vestmanna Arbeiðarafelag Sosialpsykiatri I Treytað av m.a. nóg stórari undirtøku, verð- ur skeið hildið í: Sosialpsykiatri I í døgunum 1/5–12/5 2000 Endamál: At skeiðluttakarin fær eina grundleggj- andi vitan um, og innlit í tað sosialfrøðis- liga umráðið. Eisini skal luttakarin megna at skilja ímillum tørvin hjá sjúklinginum og egnan tørv og mørk. At skeiðluttakarin nemur sær eina grund- leggjandi vitan um tey mest vanligu sálarligu brekini og viðgerðina av hesum. Skeiðið er ætlað: Eftirlitshavandi fólki innan sosial og heilsuøkið, heimahjálparar, sosial- og heilsurøktarar, sjúkrahjálparar. Somu- leiðis verkstaðarassistentar, ið arbeiða innan hetta økið. Kostnaður: 5.500,- Skeiðleiðari: Lærari frá Skolen i Hammer Bakker í Vodskov. Tilmelding: áðrenn 26. apríl 2000 Luttakarar, ið hava goldið í eftirútbúgving- argrunnin »VITAN«, kunnu søkja um stuðul haðani. Fráboðan um luttøku og nærri frágreiðing (eisini um innivist v.m.), fæst við at venda sær til skúla á tlf. 311957 (mánadag– fríggjadag kl. 8–12 & 13–16). Tekniski Skúlin í Tórshavn Marknagilsvegur 75 • Boks 239 FO-110 Tórshavn • Fax 316621 sosialin Halt LEYS STØRV OG KUNNINGARTILFAR FINNUR TÚ Á WWW.TORSHAVN.FO Tórshavnar kommuna søkir við hesum eftir skúlavørði til Hoyvíkar skúla. Arbeiðsuppgávurnarerum.a.hesar: atrøkjabygningarogøkiðuttanumskúlan athaldareintogruddiligtinniogúti at hava umsjón við og samskipa reingeringina í skúlanum atgeraumvælingar at ljós, hiti og sanitetsviðurskiftini í skúlanum eruílagi at trygdarbúnaðurin virkar sambært ásettum krøvum Umsøkjarin skal hava handverkaútbúgving, duga at arbeiða sjálvstøðugt og hava góð samstarvs- evni. Starvið er fulltíðarstarv og verður sett skjótast til ber. Løn sambært sáttmála við avvarðandi yrkis- felag. við at venda sær til Petur Dahl, skúlastjóra, tlf. 315073, ella Eivind Danielsen, byggifrøðing , tlf. 315160. saman við upplýsingum um útbúgving og royndir og møguligum viðmælum skulu vera Tórshavnar kommunu, Postboks 32, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi 8. mai 2000. Viðmerk á umsóknina "Skúlavørður".       Í Hoyvíkar skúla eru 365 næmingar, og har starvast 24 lærarar. Skúlinvarðbygdurí1977ogútbygdurí1992. Arbeiðið Førleikakrøv Setanarviðurskifti Meira fæst at vita Umsóknir Skúlavørður Tórshavnar kommuna Søkt verður eftir barnsburðaravloysara fyri pedagog í býlingahúsinum á Ternu- ryggi Talan er um eitt starv við 30 tíma arbeiðsviku á barnagarðsstovu. Starvið verður sett skjótast til ber. At tú er útbúgvin pedagogur. At tú hevur hug og á- ræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandis- dag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum,foreldrunumogstarvsfeløgunum. Dentur verður lagdur á, at umsøkjarin kann arbeiða sjálvstøðugt, er røkin og er førur fyri at taka avgerðiríarbeiðisínum. Løn sambært sáttmála millum Føroya pedagog- felagogFøroyalandsstýri. um starvið við at venda sær til Nicolinu Skaalum, leiðara,tlf.318626. saman við viðmælum og upplýsingum um út- búgving og royndir skulu vera Býlingshúsinum á Ternuryggi, Turiðargøta 5A, 100 Tórshavn, í hendi íseinastalagi1.mai2000. Starvið Førleikakrøv Setunarviðurskifti Meir fæst at vita Umsókn Barnsburðaravloysari DANNY TRANSPORT - tá okkurt skal koyrast ella goymast Tlf. 319192 Búskaparfrøðingur Undirvísingar- og granskingarstarv á Søgu- og Samfelagsdeildini. Eitt undirvísingar- og granskingarstarv í bú- skaparfrøði er leyst á Søgu- og Samfelags- deildini á Fróðskaparsetri Føroya við setan frá 1. august 2000 ella skjótast gjørligt. Star- við er liður í uppbygging av fakligum førleika í búskaparfrøði. Gransking Á Søgu- og Samfelagsdeildini skal búskapar- frøðilig gransking mennast. Granskingin á deildini fer fram í søgu, siðsøgu og samfel- agsvísindum. Granskingarvirksemið hjá tí, ið settur verður, verður í stóran mun at laga eftir tí serkunnleika, ið viðkomandi hevur. Undirvísing Undirvísing á Søgu- og Samfelagsdeildini í búskaparfrøði fer fram á ársnámum og á serligum evnisskeiðum. Ætlan er harumframt at skipa fyri BA-útbúgving, har høvuðsdentur verður lagdur á búskap. Undirvísingararbeið- ið fevnir um undirvísing, dagføring av skeiðs- ætlanum, fyriskipan av próvtøkum og sam- skifti við leysalærarar og próvdómarar. Førleikakrav Umsøkjarar mugu í minsta lagi hava kandi- datútbúgving ella tilsvarandi í búskaparfrøði. Umsøkjarar við vísindaligum starvsroyndum í búskaparfrøði hava fyrimun. Metingarnevnd Sett verður ein metingarnevnd at meta um førleikarnar hjá umsøkjarunum. Gjørt verður vart við, at hvør umsøkjari fær sendandi rað- festingina av øllum umsøkjarunum og met- ingina um egnan førleika. Umsóknir Umsóknir við ævilýsing (curriculum vitae), avritum av próvskjølum, viðmælum ella til- vísingum, serprentum og avritum av vísinda- ligum ritgerðum (í 4 eintøkum) mugu vera Setursskrivstovuni í hendi í seinasta lagi 1. mai 2000. Lønar- og starvsviðurskifti Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum landsstýrið og avvarðandi yrkisfelag. Fróðskaparsetur Føroya Setursskrivstovan Handan Á 5 • 100 Tórshavn Fróðskaparsetur Føroya Fyristøðufólk Søkt verður eftir fólki at fyriskipa vaskingina umborð á NORRÖNU, meðan hon liggur á Havnini í tíðarskeiðnum 15.05. til 08.09.00. Tíðirnar eru hesar: Mánadag 06:00–08:30 Mikudag 15:00–18:00 Fríggjadag 06:00–08.30 Tann, ið settur verður, skal biðja tað fólk, ið krevst. Løn sambært avtalu. Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 25. apríl 2000. Meira fæst at vita um starvið við at ringja til Jónfinn á tlf. 345900. P/F SMYRIL LINE Postsmoga 370 110 Tórshavn