leygardagur 15. apríl 2000síða 15
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 75 - 15. apríl 2000
28
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 75 - 15. apríl 2000
Sosialurin - 311820
Mini Load 600
HK 16. Diesel.
Ein sera
vælegnað
maskina
til smærri
uppgávur
Sosialurin - 311820
Maskinur
-aftur ein nýggj røð
Dumpy 800
HK 9
Lastar 800 kg.
Sera handigur
á byggi-
plássum
Sosialurin - 311820
Toll- og Skattstova Føroya, Stýrið
Fulltrúi
Søkt verður eftir einum løgfrøðingi til lógardeildina í Stýrinum at byrja 1.
juni 2000 ella so skjótt til ber.
Høvuðsuppgávur hjá fulltrúanum verða:
- Málsviðgerð innan meirvirðisgjald, skatt, toll, og onnur avgjaldsumráði,
herundir kolvetnisskatt,
- innheintingarmál,
- at ráðgeva Toll- og skattstovuni kring landið í løgfrøðiligum spurningum
innan umsingarumráði stovnsins,
- at leggja til rættis kunngerðir, rundskriv og vegleiðandi ásetingar á skatta-
og avgjaldsøkinum,
- at gera ummælir í kærumálum og
- at luttaka í lógarfyrireikandi arbeiði.
Førleiki: Umsøkjarar skulu hava útbúgving sum cand. jur. ella líknandi
útbúgving og kunna arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum.
Stýrið tekur sær av yvirordnaðari planlegging, stýrings-, eftirlits- og menn-
ingaruppgávum av sambandinum við Toll- og Skattaráðið, aðalstýrið og
landsstýrið, og virkar sum ráðgevi hjá økjunum í løgfrøðiligum og øðrum
fakligum spurningum um toll, skatt, meirvirðisgjald, onnur avgjøld og
innheinting.
Á lógardeildini eru 7 størv.
Vit bjóða:
- spennandi starv við avbjóðingum, fakliga eins væl og persónliga
- flex tíð
- sjálvstøðugt starv í góðum arbeiðsumhvørvi.
Setanartreytir: Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmála-
stýrið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya.
Setanarøkið fevnir um aðalstýrini, løgmansskrivstovuna og deildir henn-
ara, og tann, sum settur verður, skal kunna røkja tænastu á hesum støðum,
um tað verður kravt.
Nærri frágreiðing um starvið: Meira fæst at vita um starvið við at venda
sær til Anju Hovgaard, tlf. 35 20 26.
Umsóknir: Umsóknir við avriti av prógvi og upplýsingum um viðkom-
andi starvsroyndir skulu vera Toll- og Skattstovuni í hendi í seinasta lagi
fríggjadagin 12. mai 2000.
Toll- og Skattstova Føroya
Stýrið
Postboks 2151
FO-165 Argir
Toll og Skattstova Føroya er stovnur hjá landinum hvørs uppgáva er at fyrisita toll-, avgjalds-, mvg- og
inntøkuskattalóggávuna. Stovnurin hevur 150 starvsfólk og er skipaður soleiðis, at planlegging og
menning fer fram í Stýrinum, sum heldur til á Argjum. Tær seks økisskrivstovurnar, sum eru í Klaksvík,
Saltangará, Sørvági, Skopun, á Tvøroyri og í Tórshavn, røkja raksturin.
Vit bremsa prísin niður í botn......
Apríl tilboð:
Bremsuklossar framman
Fiesta 1/83 - 12/88
340,-
Escort 1/86 - 8/90
340,-
Sierra 8/82 - uttan ABS
340,-
Svingarm framman pr. stk.
Escort 1/86 - 8/90
393,-
Sierra 1/83 -
393,-
Allir prísir eru við arb. og MVG
P/F Wenzel • Akranesgøta 5 • 100 Tórshavn • Tel. 313873 • Fax 311173
www.wenzel.fo
SOLARIUM
til leigu
ymsar støddir.
JC. Solarium
Tel. 315017 - 215017
TILBOÐ
TILBOÐ
Sosialurin - 311820
Vit hava opið
til kl. 17.00
leygardagin!
Antik velour
til dúkar o.s.fr.
fæst í
20 ymiskum litum
150 cm. breitt
BERT
kr. 39,-
pr. m.
Rætting
sosialinum
Lýsið í
Hús ynskjast til leigu!
Til ein leiðandi starvsmann hjá okkum og
familju hansara ynskja vit eini hús í Havn til
leigu.
Best er um húsini eru stór ella í minsta lagi
hava 3 sovirúm.
Langtíðarleiga t.v.s. minst 3 ár hevur áhuga
okkara.
Áhugaði kunnu seta seg í samband við okk-
um á telefon 314650.
P/F Poul Michelsen
Landsgrannskoðanin
søkir eftir starvsfólki
Talan er um áhugavert og fjølbroytt starv,
sum fevnir um grannskoðan av almennum
stovnum, skipanum og virkjum. Í ávísan mun
ber til at laga arbeiðsuppgávur eftir førleika
og áhuga. Nærri fæst at vita um starvið á
tlf. 315111.
Førleikakrøv:
Umsøkjarar hava fyrimun, um teir hava út-
búgving ella royndir innan grannskoðan,
roknskap, løgfrøði o.l. Dentur verður lagdur
á, at viðkomandi hevur góð samstarvsevni,
er arbeiðssamur og dugir væl at skriva.
Útbúgvingar-
og eftirútbúgvingarmøguleikar:
Vit kunnu bjóða góðar sømdir í sambandi
við útbúgving og eftirútbúgving, harundir
luttøku í internum og eksternum skeiðum.
Lønar- og setanarviðurskifti:
Sambært viðkomandi sáttmála við Fíggjar-
málastýrið.
Umsókn:
Umsókn saman við avriti av prógvum og
viðmælum skal sendast til: Landsgrann-
skoðanin, J. Paturssonargøta 9, Postrúm
376, 110 Tórshavn. Umsóknarfreistin er 26.
apríl 2000.
Landsgrannskoðanin er stovnur undir løgtinginum, sum
virkar sambært Ll. nr. 25 frá 21. apríl 1999 um grannskoðan
av landsroknskapinum v.m. Landsgrannskoðanin hevur til
endamáls at grannskoða landsroknskapin, sum fevnir um
inntøkur og útreiðslur á fíggjarlógini umframt ogn og skuld
landsins. Eisini fyrireikar og avgreiðir Landsgrannskoðanin
mál vegna løgtingsgrannskoðararnar.
HÚS, ÍBÚÐ
ELLA KAMAR
Sosialurin - 311820
Fyri 3 av starvsfólkum okkara
verður søkt eftir húsum, íbúð
ella kømurum við atgongd til
køk og bað.
Við heimild í løgtingslóg nr. 13. frá 21. mai
1954 um býarskipanir og byggisamtyktir við
seinni broytingum verður við hesum boðað
frá, at Vestmanna Bygdarráð, treytað av
loyvi frá Føroya Landsstýri, á fundi 14. mars
2000 hevur samtykt at gera ávísar broyt-
ingar í bygdarskipanini fyri Vestmanna
Kommunu.
Samtyktu broytingarnar umfata partar av
matriklunum 187e, 216a, 255a, 255f, 280b,
280c og 281 Inni á Leiti, sum ætlanin er at
leggja til sethúsaøki.
Kort og onnur skjøl, ætlaðu broytingunum
viðvíkjandi, liggja frammi til alment eftirlit á
kommunuskrivstovuni
í vanligari skrivstovutíð frá 17. apríl
til 8. mai 2000, báðir dagar íroknaðir.
Møgulig mótmæli og/ella broytingarupp-
skot, sum skulu vera skrivlig, skulu vera
Bygdarráðnum í hendi í seinasta lagi 17.
juli 2000.
Vestmanna Bygdarráð
Kunngerð
um broytingar í bygdarskipanini
fyri
Vestmanna kommunu
Aðalfundur
Føroya Lærarafelags
og árligi limafundur
hjá Stuðulsgrunni Lima
Føroya Lærarafelags
verða
leygardagin 27. mai 2000
kl. 10.00 á Føroya Læraraskúla
Fundarskrá sambært viðtøkum felagsins.
Innkomin mál skulu skrivliga vera komin til
nevndina í seinasta lagi 6. mai 2000.
Føroya Lærarafelag
Det Norske
Veritas
Tórshavn, Postboks 314,
Vestara Bryggja, 100 Tórshavn
Frá 1. apríl 2000 er Andrass Joensen settur
sum økisleiðari fyri DNV í Føroyum.
Andrass Joensen hevur tey seinastu 10 árini
arbeitt innanfyri klassifikatión í Danmark,
Suður Korea og í Føroyum.
Leiðaraskifti fer fram, eftir at Finn Christian-
sen, sum hevur verið leiðari tey seinastu 9
árini, hevur ynskt at leggja frá sær sum stjóri.
Finn heldur áfram at arbeiða hjá DNV.
DNV í Føroyum arbeiðir við at klassa ný-
bygningar, hava eftirlit við siglandi skipum
og góðkenna leiðslustýrisskipanir innan
góðsku, trygd og umhvørvi. Eisini verður ar-
beitt við ráðgeving og eftirliti innan frálanda-
vinnuna.
Deildin í Føroyum, sum varð sett á stovn í
1968, er ein partur av altjóða netinum hjá
Det Norske Veritas, við 300 deildum í 100
ymiskum londum.
Til sølu
Reyður Yamaha scootari. Sum nýggjur.
Tlf. 310767 ella 217406
Sosialurin - 311820
HÚÐTRUPULLEIKAR
STRUTSAOLJU?
TEL. 42 13 82 ELLA 22 16 83
PSORIASIS, EKSEM, SKRIÐA,
TURRA HÚÐ, SÁR O.S.FR.
HAVA TYGUM ROYNT