leygardagur 15. apríl 2000síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 75 - 15. apríl 2000
26
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 75 - 15. apríl 2000
Atlantsflog flýgur framvegis høgt
Hóast úrslitið hjá føroyska flogfelagnum minkaði við fimm milliónum til góðar átta milliónir, so er leiðsla felagsins sera
væl nøgd við gongdina. – Vit fegnast um tað økta virksemi, men fáa einki gjørt við, at eitt nú oljuprísirnir hækka, sigur
Magni Arge, stjóri í Atlantsflog
SVEINUR TRÓNDARSON
Tað gongur framvegis væl
hjá føroyska flogfelagnum,
Atlantsflog.
Í gjár kundi stjórn felags-
ins leggja enn ein roknskap
við yvirskoti fyri nevnd og
aðalfund felagsins og sum
væntað, var hann eisini góð-
kendur.
Stórur inntøkuvøkstur
Hóast fallið í úrslitinum, so
øktust inntøkurnar hjá før-
oyska flogfelagnum.
Nettosølan í fjør var góð-
ar 130 milliónir og tað er
ein øking upp á umleið 11
milliónir. Økingin stavar
serliga frá, at alsamt fleiri
ferðafólk brúka føroyska
flogfelagið.
Í fjør øktist talið av ferð-
andi við Atlantsflog við 10
prosentum, og tað vil siga,
at tað í fjør flugu uml. 83
túsund ferðafólk við Atlant-
ic Airways.
Men økta virksemið hev-
ur eisini øktan kostnað við
sær, og tí eru útreiðslur fel-
agsins eisini øktar.
Kortini er tað ikki bara
økta virksemi, sum hevur
størstu ávirkanina á út-
reiðslusíðuna. Tað hevur
oljuprísurin.
Prísurin á alheims olju-
marknaðinum er hækkaður
sera nógv, og tað kann bein-
leiðis lesast av í roknskap-
inum hjá Atlantsflog. Góðar
91 mió. krónur vóru brútkar
til flúgvikostnað í 1999 og
tað er góðar 16 mió. krónur
meiri enn árið frammanund-
an.
Magni Arge, stjóri stað-
festir eisini gongdina, sum
teir væntað fer at halda fram
í ár.
– Vit hava broytt meting-
arnar fyri hetta ári, soleiðis
at vit nú roknað við høgum
fuelprísum alt árið, sigur
Magni Arge, sum kortini
væntar, at úrslitið fyri 2000
verður á leið tað sama, sum
tað var í fjør.
Harafturat var flogfarið til
høvuðseftirlit í fjør, og tað
er eisini ein beinleiðis orsøk
til hægru útreiðslurnar
Eginognin um at
koma í rættlag
Tey, sum hava fylgt eitt
sindur við í søguni hjá Atl-
antsflog, vita, at tey fyrstu
árini felagið virkaði, vóru
fíggjarliga tung.
Fleiri ár við undirskoti
gjørdi, at meiri enn helm-
ingurin av partapeninginum
var mistur. Í 1995 var egin-
ognin umleið 30 milliónir
krónur, men síðani hevur
gingið stútt framá.
Við avlopinum fyri 1999
er eginognin komin upp á
slakar 65 milliónir krónur
og tað merkir, at fær Atl-
antsflog eitt ársúrslit, sum
er eitt sindur betri enn tað
var í 1999, so er allur parta-
peningurin vunnin innaftur.
Men við metingunum hjá
stjóranum í huga, so skulu
vit ikki rokna við, at hetta
hendir eftir bert einum ári.
Hann væntar nevniliga
ikki, at úrslitið verður nógv
betri enn tað var í fjør.
Ikki útreiðsla
fyri felagið
Í februar mánaði varð flotin
hjá Atlantsflog tvífaldaður.
Felagið keypti eitt nýtt flog-
far, sum á Føroyaleiðini ser-
liga skal brúkast um summ-
arið, meðan tað verður leig-
að út restina av árinum.
Men hóast felagið hevur
økt um flotan - og harvið
eisini um lánibyrðu felags-
ins - so roknar stjórin ikki
við, at tað fcr at síggjast
aftur á rakstrarúrlitinum.
– Gongur sum ætlað, so
gera vit ein leigusáttmála
við BM Commuter, sum
leigar flogfarið nú, og hann
fer at hava við sær, at flog-
farið ikki kemur at tyngja
raksturin. Teir leiga flog-
farið í níggju mánaðir, men
inntøkurnar vit fáa burturúr
tí svara til tað, sum tað kost-
ar okkum at hava flogfarið
í 12 mánaðir, sigur Magni.
Nýggja flogfarið, sum
kostaði góðar 50 milliónir
krónur hevur sjálvsagt økt
um lánibyrðu felagsins, sum
undan keypinum var komin
niður á góðar 28 milliónir.
– Vit hava fíggjað keypið
við láni upp á uml. 38 mill-
iónir, meðan felagið hevur
goldið restina. Tað svarar til
góðar 15 milliónir, sigur
Magni Arge, sum leggur aft-
urat, at av somu orsøk er
tøki peningurin, sum við
árslok var knappliga 24
milliónir, væl lægri nú.
Hyggja at prísunum
Evnið, sum hevur verið tos-
að um seinastu dagarnar, er
hvørt prísirnir skulu lækkast
til 1.000-1.200 krónur ella
ikki.
Kappingarneytin hjá Atl-
antsflog, Maersk, hevur bið-
ið um loyvið, at lækkað
prísirnar, men enn er loyvið
ikki givið.
Magni Arge hevur fýlst á,
at Maersk finnur upp á slíkt,
tí talan er um misjavna
kapping, sigur hann.
– Skulu prísirnir á Før-
oyarutuni lækkast fyri at fáa
rættvísari kapping, so skulu
vit eisini hava atgongd til
hinar marknaðirnar hjá
teimum, soleiðis at vit
kunnu kappast har, sigur
hann.
Vit spurdu Magna, um
Atlantsflog ætlar sær at
lækka prísirnar samsvarandi
tí hugskoti, sum Maersk
hevur, men tað vil hann ikki
taka støðu til í løtuni.
– Vit fara at hyggja at
prísunum, men enn hava vit
onga avgerð tikið, sigur
hann.
Prísir við litmyndum
verða sendir kring
landið og til útlandið
Til útisetar í Danmark
Vit kunnu seta gravsteinar upp
í Danmark uttan eyka kostnað
Tel. 318323
Tel. 447512
Tel. 217512
Fax 449961
www.danstein.fo
Frá 1000 ára haldinum
Leygardagin 15. apríl kl. 16.00 heldur Inga Poulsen Dam, prestur fyrilestur
"Er kirkjan føroysk" í Selatra›ar kirkju. – Kristiliga Sangkóri› syngur.
Leygardagin 15. apríl kl. 16.00 lesur Elsa Funding, prestur fyrilestur hjá Axel
Tórgar› um Petter Dass í dupultstovuni í Tvøroyrar Skúla . Tórshavnar Manskór syngur.
Leygardagin 15. apríl kl. 16.00 heldur David Johannesen, prestur fyrilestur um
Martin Luther í Glæmuni í Kvívík.
Leygardagin 15. apríl kl. 16.00 ver›ur konsert vi› Føroya Symfoniorkestri í
Christianskirkjuni í Klaksvík. Stabar Matas – Solistar: Elsba S. Dalsgar›
og Daisy Johannesen.
Sunnudagin 16. apríl kl. 15.00 ver›ur konsert vi›
Føroya Symfoniorkestri í Gøtu kirkju.
Stabar Matas – Solistar: Elsba S. Dalsgar›
og Daisy Johannesen.
Sunnudagin 16. apríl kl. 19.30 ver›ur konsert vi›
Føroya Symfoniorkestri í Vesturkirkjuni.
Staber Matas - Solistar: Elsba S. Dalsgar›
og Daisy Johannesen.
RZ013
www.tusund.fo
Sandvkarhjalli - Tel. 315600 - Fax 318008
Tosið við okkum!
Stillads
Forskalling
Sosialurin - 311820
Er ¾tlan at keypa ella leiga:
¥ Forskalling og tilhoyr
¥ Forskallingsolja & sproytur, klams,
konus, avstandsr¿r v.m.
¥ Facadestillads
¥ Trygdarr¾kverk
¥ Aluminium rullustillads
¥ ArbeiÝsplatformar
Leverandørurin til Føroysk byggivirkir
í 28 ár
Kularrøtur @ Kambsdali
Leygardagin kl. 17.00 kann øll familjan fara til
stórt tiltak á Kambsdali.
Kulir sangir, dansigentir og myndashow.
Absalon Áargarð og stuttligu dukkudreingirnir Fjaðrarok og Niklái.
Føroyskar barnastjørnur, sum syngja og spæla uppá ljóðføri.
Og Trølla Pætur verður har...... næstan øll vera har!
Atgongumerki á 65 krónur fáast í forsølu á
Statoil í Havn, Saltangará, Skálabotni,
Leirvík og í Klaksvík.
KULARRØTUR eisini á heimasíðuni:
www.pegasus.fo
Eysturskúlin
Leygardagin:
Kl. 14.00 Framsýning verður sett av:
Leivuri Hansen
Kl. 14.10 Barnakór syngur
Lærarar:
Sigrid Sivertsen,
Malan Thomsen
Kl. 15.00 GHM- harmoniorkestur
Lærarar:
Atli Petersen,
Kenneth Jones
Kl. 16.00 Kamarkórið
Lærari:
Hans Pauli Tórgarð
Kl. 17.00 Jassarnir
Lærari:
Brandur Øssursson
Kl. 18.15 Guittarkvartettin
Lærari:
Bo Isholm
Sunnudagin:
Kl. 15.00 Havnar Hornorkestur
Lærarar:
Kenneth Jones,
Ove Olsen
Kl. 16.00 Barnakóri syngur
Lærarar:
Sigrid Sivertsen,
Malan Thomsen
Kl. 17.00 Aurora Borealis
Lærari:
Ólavur Jøkladal
Framsýning 2000
Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli og
Listaskúlin hava frams‡ning í
Tórsgøta 5
Leygardagin 15. apríl kl. 14.00 – 19.00
Sunnudagin 16. apríl kl. 14.00 – 19.00
Tórshavnar Kvøld-
og Ungdómsskúli
Eysturskúlanum
& Veviskúlanum
Høvi verður at keypa
kaffi og køkur
Eisini verður tónleikur og kórsangur
Penteld
PEN-TELD
WWW.PENTELD.COM
Vit vera at hitta á bás 9 á sølustevnuni við:
Kom og vitja, okur bíða bara eftir tær…
Pen-teldum, Fujitsu-Siemens
teldum, HP o.ø.
Eysturskúlin
Leygardagin:
Kl. 14.00 Framsýning verður sett av:
Leivuri Hansen
Kl. 14.10 Barnakór syngur
Lærarar:
Sigrid Sivertsen,
Malan Thomsen
Kl. 15.00 GHM- harmoniorkestur
Lærarar:
Atli Petersen,
Kenneth Jones
Kl. 16.00 Kamarkórið
Lærari:
Hans Pauli Tórgarð
Kl. 17.00 Jassarnir
Lærari:
Brandur Øssursson
Kl. 18.15 Guittarkvartettin
Lærari:
Bo Isholm
Sunnudagin:
Kl. 15.00 Havnar Hornorkestur
Lærarar:
Kenneth Jones,
Ove Olsen
Kl. 16.00 Barnakóri syngur
Lærarar:
Sigrid Sivertsen,
Malan Thomsen
Kl. 17.00 Aurora Borealis
Lærari:
Ólavur Jøkladal
Framsýning 2000
Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli og
Listaskúlin hava framsýning í
Tórsgøta 5
Leygardagin 15. apríl kl. 14.00 – 19.00
Sunnudagin 16. apríl kl. 14.00 – 19.00
Tórshavnar Kvøld-
og Ungdómsskúli
Eysturskúlanum
& Veviskúlanum
Høvi verður at keypa
kaffi og køkur
Eisini verður tónleikur og kórsangur
SKEIÐTÆNASTA HANDILSSKÚLANS * STH
Marknagilsvegur 77, Postrum 177, 110 Tórshavn
Tel: 318813, Fax: 313374, T-postur: fh-sth@post.olivant.fo
STH
Skeiðini verða hildin treytað av at nóg nógvir luttakarar tekna seg.
Nágreiniligir upplýsingar um skeiðinnihald og tilmeldingarblað fáast við at
venda sær til
ASSERTIÓN
27. apríl, 1-4-8 mai kl.16.00-20.00
er frálík, um tú vilt vita meira um títt egna virði og sjálvsvirði. Tú
kanst læra at gerast betri til bæði at loysa ósemjur, stríð og
trupulleikar bæði til arbeiðis og heima.
Á skeiðnum lærir tú um assertiónsástøði, um grundleggjandi
rættindi
• um at seta krøv og ávísa krøv, um kennslur og virði, um
kroppsmál
• um føgur orð, at finnast at og taka ímóti atfinningum, um
hvussu tú umsitur títt vald og sjálvsvirði.
Skeiðið er ætlað starvsfólki og leiðarum í privatum og almennum
fyritøkum, ið ynskja persónliga menning og hava hug at arbeiða
við broytingum og nýhugsan.
Skeiðleiðari:
Bergur Godtfred
Kostnaður:
Kr. 2.400,00 íroknað frálæru, tilfar og mat.
Tilmelding:
Í seinasta lagi 18. apríl 2000
Assertión
Innihald
Málbólkur
SKEIÐTÆNASTA HANDILSSKÚLANS * STH
Marknagilsvegur 77, Postrum 177, 110 Tórshavn
Tel: 318813, Fax: 313374, T-postur: fh-sth@post.olivant.fo
STH
Skeiðini verða hildin treytað av at nóg nógvir luttakarar tekna seg.
Nágreiniligir upplýsingar um skeiðinnihald og tilmeldingarblað fáast
við at venda sær til
Word framhaldsskeið
Skeið til stóra teldukoyrikortið
2-4-9-11 mai kl.09.00-14.30
• fílhandafaring
• at arbeiða við fleiri skjølum
ísenn
• tekstteigar
• skabelónir
• flyting av teigum
• flætting av dátugrunni
Skeiðið er ætlað teimum, ið hava brúk fyri framkomnum
hentleikum í Word.
Treyt fyri at fara til próvtøku, er, at tú hevur staðið royndina í tí
vanliga teldukoyrikortinum.
Skeiðleiðari:
Martha Dalsgaard
Kostnaður:
Kr. 3.600,00 íroknað frálæru, tilfar og mat.
Tilmelding:
Í seinasta lagi 26. apríl 2000
• serstakir tabulatorar
• standardbrøv
• brúk av skema
• síðuhøvd og síðufótur
• fjølvar (makro)
• at seta inn slóðir (hyperlinks),
bókamerki, undirgreinir
Innihald