leygardagur 15. apríl 2000síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 75 - 15. apríl 2000
Telefon: 311820 Fax: 314720 E-mail: post@sosialurin.fo
24
Nr. 75 – 15. apríl 2000
post@sosialurin.fo
Subject: Teldubræv
Date: Tue 11. Apr. 2000
To: post@sosialurin.fo
From: arnigreg@post10.tele.dk
Reply to: arnigreg@post10.tele.dk
HEILSA. Vánaligt samskifti í
danska heilsuverkinum ger, at
tíggjutúsundtals óneyðugar rønt-
gen-kanningar verða gjørdar.
Hetta kostar mannalív og er stórt
oysl av pengum, sigur ein pro-
fessari í Århus við danska blaðið
Jyllands-Posten.
Sjúklingar, sum líða av rygg-
sjúkum, koma í óneyðuga stóran
vanda fyri at fáa lívshættisligt
krabbamein, samstundis sum sam-
felagið oyslar við pengm, tí kiro-
praktorar og onnur í heilsuverki-
num ikki samskifta við hvør ann-
an.
Tað er Niels Egund, sum er yvir-
lækni á Kommunuhospitalinum í
Århus, sum kemur við bersøgnu
viðmerkingunum, og hann ætlar í
dag at leggja síni sjónarmið fram
á einum fundi millum læknar og
kiropraktorar.
- Røngten er ikki vandaleyst, og
kanningar av dønum, sum hava
ryggsjúkur, hvørt ár kosta 10 fólk-
um lívið. Tað hevði sloppið undan
fleiri av hesum, um røngten-
myndir hjá kiropraktorum vóru
sendar saman við sjúklinginum til
læknar og sjúkrahús, sigur Niels
Egund við Jyllands-Posten.
Á hvørjum ári verða í minsta
lagi 150.000 røntgen-myndir tikn-
ar av sjúklingum við ryggsjúkum,
men ein stórur partur av hesum
myndum verða tiknar óneyðugt
innan stutta tíð.
At bera seg virðiliga at, sjálvt um ein er
ósamdur, gevur oftast respekt. Tað skal
eg venda aftur til.
Ein trupuleiki, tá ið ein býr uttanlands,
er, at tað ikki ber so væl til at fylgja við
hvat hendir.
Fjølmiðlarnir siga sínar søgur, men
smálutirnir liggja eftir. Teir noyðist ein
ofta at gita sær til.
Soleiðis eisini nú álvarsligar samráð-
ingar fara fram millum Føroyar og Dan-
mark. Tann mynd, eg fái av samráðing-
argongdini, er gjøgnum donsku fjøl-
miðlarnar, Sosialin og Útvarpið, tá ið
tað annars hoyrist á netinum. Og so
sjálvandi gjøgnum telefonina.
Sterkasta informatiónskeldan eru
donsku fjølmiðlarnir. Í løtuni fer ikki ein
einasti dagur aftur um, uttan at onkur
fjølmiðil umrøður viðurskiftini millum
Føroyar og Danmark. Kanningar verða
gjørdar fyri at finna fram til, hvat vanligi
danin heldur um viðurskiftini, og hvussu
stóran týdning teir halda tað hevur at
varðveita sambandið millum londini.
Skal eg halda meg til hesa myndina,
Vis dog respekt!
halda donsku veljararnir, at Føroyar bara
skulu taka sjálvstýri beinanvegin. Sam-
stundis eiga føroyingar at átaka sær allar
fíggjarligar skyldur.
Tað hevur eydnast forsætitisráðharra-
num at gjørt føroyingar til eina tjóð sum
bert krevur. »Nú hava danir goldið og
goldið, men føroyingar krevja bert enn
meira. Sjálvt eftir at hava loyst krevja
teir meir.« Soleiðis útleggur Nyrup før-
oyska samráðingarútspælið.
Sum heild er tað hendan boðskap,
donsku bløðini bera víðari. Tey fortelja
eisini, at føroyingar als ikki eru samdir -
helvtin vil hava loysing, meðan hin helvt-
in vil hava onkra aðra loysn.
Tá ið so føroyingar sjálvir eisini standa
fram í donskum fjølmiðlum og siga, at
teir als ikki standa aftanfyri tað, sum
landsstýrið ger, ja, so fær mótparturin í
samráðingunum góð kort á hondina.
Tá er tað torført at greiða vanliga dana-
num frá, at viðurskiftini nú líkjast ógvu-
liga nógv viðurskiftunum eftir Fólkaat-
kvøðuna í '46 og árunum til Heima-
stýrislógin kom í gildi 1. apríl 1948. Tað
er eisini torført at greiða frá, hvussu
føroyingar vóru viðfarnir í kreppuáru-
num fyrst í 1990-unum.
Tað er torført at greiða frá, hvørjar
kenslur føroyingar tá høvdu mótvegis
dønum. Tá vóru nógv fleiri fyri loysing
enn nú, men vit gloyma so skjótt. Nú
eru búskaparligu tíðirnar munandi betri
í Føroyum, og tað ger, at vit finna okkum
í nógv meira. Nú tykist tað hjá summum
ikki alneyðugt, at føroyingar sjálvir hava
avgerðarrætt og ábyrgd. Nú kunnu vit
aftur liva við eini skipan, sum ikki er
100 prosent greið.
Sum eygleiðari er tað spennandi at síggj-
a, hvussu meiningar broytast yvir eina
lutfalsliga stutta tíð. Frá at alt var á gosi
til nú, har krøvini til sjálvsavgerðarrætt
ikki longur eru so ultimativ.
Ongin ivi er um, at danska stjórnin
hevur fullan uppbakning í fólkatinginum
til at trýsta føroyingar hart. Føroysku
samráðingarfólkini fáa ein frammaná fyri
og annan eftir. Og vanligi danin heldur,
at tað er í lagi. Bert fá tykjast skilja tað,
sum veruliga fer fram - og enn færri tíma
at hoyra alla søguna. Tað tekur alt ov
langa tíð, og so skulu tey sjálvi taka
støðu.
Higartil sær út til, at tað hevur eydnast
føroyingum at bera høvdið høgt. Tað havi
eg stóra virðing fyri. Eg havi eisini stóra
virðing fyri samráðingarnevndini, og
teimum føroyingum, sum hava verið at
sæð í donskum fjølmiðlum seinstu tíðina.
Tey hava í øllum førum borið seg virði-
liga at.
Hinvegin ger Nyrup júst tað, sum danir
altíð siga um onnur størri lond: tey trýsta
síni sjónarmið ígjøgnum.
Tað ger Nyrup eisini, umframt at hann
roynir at ræða føroyingar. Sum ein donsk
kvinna skrivaði í Politiken herfyri:
»Nyrup! Hvis du vil af med Færøerne,
så sig det. Men vis i det mindste re-
spekt!«
Árni Gregersen
Bornholm
BØRN. LEGO, sum er best kend
fyri at gera leikur, ætlar sær nú
undir at gera sjónvarp fyri børn.
Ætlanin er, at fyrstu sendingarnar,
sum LEGO fer at framleiða, fara
at verða sýndar kring heimin seint
næsta ár.
- Vit ætla at gera okkum dælt
av sjónvarpinum, tí tað er ein góð-
ur miðil til at siga søgur, og sjón-
varpið kann seta hugflogið hjá
børnunum í gongd, sigur kunn-
ingarstjórin hjá LEGO, Eva
Lykkegaard við Ritzau.
LEGO hevur høvuðssæti í
Billund í Jútlandi, men tað varð
felagið LEGO Media, sum hevur
skrivstovur í London og Los Ang-
eles, sum skal standa fyri menn-
ingini av barnasjónvarpinum. Tað
er væntandi, at sendingarnar, sum
eru ætlaðar børnum og familjum,
verða sýndar á skíggjum kring
allan knøttin.
- Fyri fyrst tosa vit ikki um at
gera nakra sjónvarpsrás burturav
við okkara sendingum, men vit
ætla at gera eitt samstarv, sum
gera tað gjørligt hjá okkum, at
vísa undirhaldið fyri børnum og
foreldrum.
LEGO veit ikki enn, um teirra
sendingar fara at snúgva seg um
LEGO-persónar ella um verulig
menniskju fara at vera við.
LEGO samráðist nú við feløg,
sum kunnu hjálpa teimum at
framleiða sjónvarpssendingar.
Lego fer
undir barna-
sjónvarp
INTERNET. Ein tannáringur í
Wales er handtikin, tí hann hevur
stolið upplýsingar um eini 26.000
kreditkort, millum annað hjá tí
hemsins mest múgvandi Bill Gat-
es, sum stovnaði Microsoft-fyri-
tøkuna.
18-ára gamli Raphael Gray er
teldusníkur, og tað er á interneti-
num, at hann er komin fram at
øllum upplýsingunum. Hann hev-
Stjólu upplýsingar um Bill Gates
Óneyðugar
kanningar
kosta lív
ur brotið inn á heimasíður, sum
selja yvir internetið, og haðani
hevur hann fingið upplýsingarnar.
Fyri einari viku síðani handtók
walisiska løgreglan hann, eftir at
teir í samstarvi við amerikansku
samveldisløgregluna, FBI, høvdu
funnið fram til teldusníkin.
FBI sigur, at Gray og ein vin-
maður hava snýtt fyri tríggjar
milliónir dollarar, og at teir báðir
høvdu sent NBCi, sum er eitt dótt-
urfelag hjá sjónvarpsrásini NBC,
upplýsingar um kreditkortið hjá
Bill Gates og øðrum fólki.
Gray rópti seg fyri Curador, og
hann breyt inn á nýggju ymiskar
heimasíður, har hann fekk hendur
á upplýsingunum um tey 26.000
kortini, sum fólk í USA, Kanada,
Thailandi, Japan og Bretlandi
eiga.
Jane Aamund best umtókt
BØKUR. Jane Aamund er triðja
árið á rað vald sum best umtókti
rithøvundin í Danmark.
Vælumtókti rithøvundin fekk
fleiri enn 28% av atkvøðunum,
sum lesarar høvdu latið handils-
ketuni Bog & Idé.
Tað kemur ikki óvart á, at tað
er Jane Aamund, sum aftur nú
vinnur hesa heiðursløn, tí um
hugt verður eftir sølulistunum
sæst, at hon hvørja einastu viku
av 1999 hevði í minsta lagi eina
bók á topp 10.
Í fjør varð eisini ein av bók-
unum hjá Jane Aamund gjørd
til film. Tað var við Mette Lisby
í høvuðsleiklutinum í filminum,
sum varð kallaður Klinkevalsen.
Talan er um eina triologi, og
næsti partur í røðini varð frum-
sýndur 7. apríl og kallast Juliane
Jensen
Sama dag fekk Jane Aamund
heiðurslønina handaða
ANDLÁT
7. apríl
Lona Bjerregaard Buch, fødd Mikkelsen í Havn, búsit-
andi í Skovlunde, 92 ára gomul.
9. apríl
Ketty Telling, bús. í Keypmannahavn, 74 ára gomul.
5. apríl fingu Vibeke Joen-
sen og Njálur Niclasen,
Hvalba, eina dóttur. Hon var
53 cm long og vigaði 3680
gr.
5. apríl fingu Nathalia og
Anfinn Isaksen, Klaksvík,
eina dóttur. Hon var 51 cm
long og vigaði 3150 gr.
7. apríl fingu Magna L.
Joensen og Mouritz L.
Mohr, Fuglafirði, ein son.
Hann var 51 cm langur og
vigaði 2800 gr.
7. apríl fingu Lis Nystrøm
og Atli Hansen, Klaksvík,
ein son. Hann var 53 cm
langur og vigaði 3900 gr.
7. apríl fingu Húngerð og
Ben Arabo, Signabøur, eina
dóttur. Hon var 47 cm long
og vigaði 2850 gr.
7. apríl fingu Tórhalla Vanja
Vestergaard og Thomas
Lynggaard Madsen, Hoy-
vík, eina dóttur. Hon var 51
cm long og vigaði 3250 gr.
7.
apríl
fingu
Diana
Andreassen og Hans Kristi-
an A. Abrahamsen, Tórs-
havn, ein son. Hann var 51
cm langur og vigaði 2950
gr.
FØÐINGAR
KIRKJUR &
SAMKOMUR
Føstugudstænastur
Pálmasunnudag
Vesturkirkjan: Heri Joensen kl. 11, konfirmatión
Viðareiði: Meinhard Bjartalíð kl. 11, altargongd
Kvívík: Inga Poulsen Dam kl. 12
Hósvík: Martin R. Jacobsen kl. 11, konfirmatión
Vestmanna: Uni Næs kl. 11, konfirmatión. (Broytt kirkjutíð:
Í Vestmanna og í Kollafirði verður nú farið í kirkju kl. 11)
Christianskirkjan: Niels Pauli Danielsen kl. 11, konfirmatión
Húsar: Hans Eiler Hammer kl. 12, altargongd
Leirvík: Emil Olsen kl. 11, konfirmatión
Hov: Elsa Funding kl. 11, konfirmatión
Porkeri: Elsa Funding kl. 13
Skála: Jógvan Fríðriksson kl. 10.30, konfirmatión
Havnar kirkja: Bjarni Bæk kl. 11, konfirmatión
Kaldbak: Sonja Klein kl. 12
Sandavágur: David Johannesen kl. 12, altargongd
Tvøroyri: Petur M. Rasmussen kl. 11, konfirmatión.
(Konfirmantarnir skulu møta aftur mikudagin 12. apríl kl.
14.30 í kirkjuni)
Søldarfjørður: Jónsvein Bech kl. 11, altargongd
Fríðrikskirkjan: Jónsvein Bech kl. 15, barna- og familju-
gudstænasta
Argir: Vilhelm Beck
Sandur: Jákup R. Hansen kl. 11, konfirmatión
Tórshavn:
Læknavaktin tlf. 310033.
Eysturoy:
Leygardag 15. apríl: Pól Johs. í Horni, tlf. 444038
Sunnudag 16. apríl: Magnus á Stongum, tlf. 423006
Norðoyggjar:
Jaspur Petersen, tlf. 456400
Vágar: tlf. 332413
Suðuroy (norður):
Tlf. 371560
Suðuroy (suður):
Tlf. 373030
Tannlæknavakt, Tórshavn
Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgi-
dagar kl. 13–14. Tlf. 314544.
Læknavaktir
Hebron, Argir
Sunnudagin kl. 12 sunnudagsskúli. Kl. 18 fundur, har Dan Ja-
cobsen talar og greiðir frá kristniboðsvirki í Mongolia.
Ebenezer, Tórshavn
Sunnudagin kl. 12 sunnudagsskúli, sunnukvøldið kl. 18 evan-
geliskt møti og kl. 21 útimøti. Mánakvøldið kl. 20 bønarmøti.
Meinigheitin í Hoyvík
Vikuskiftismøti verða í Hoyvíkar skúla í kvøld kl. 20 og sunnu-
kvøldið kl. 18, har Eivind Frøen úr Norra ella Gordon Hickson
úr Onglandi tala.
Páskastevnan verður í Ítróttarhøllini á Nabb, har Eivind Frøen
og Gordon Hickson tala og Jan Honningtal luttekur við sangi.
Veri øll hjartaliga vælkomin.
Páskastevna í Havn
Páskastevnan verður í Ítróttarhøllini á Nabb, har Eivind Frøen úr
Norra og Gordon Hickson úr Onglandi tala, og Jan Honningdal
úr Norra fer at luttaka við sangi. Veri øll hjartaliga vælkomin.
K.F.U.K., Tórshavn
Pálmasunnudag kl. 15 verður limafundur í gl. Meinigheits-
húsinum, nú býráðssalur, v/ Jenny Davidsen. Evni: K.F.U.K. fyri
80 árum síðan.
Filadelfia, Landavegur 22
Í dag kl. 6: Morgunbøn. Í dag kl. 17: Landsbøn. Sunnudagin kl.
6: Morgunbøn. Sunnudagin kl. 11: Morgungudstænasta. Sunnu-
kvøldið kl. 18: Møti v/ Hjørdis og Dánjal Petersen. Sunnukvøldið
kl. 22: Útimøti (um viðrar). Mánadagin kl. 6: Morgunbøn.
Mánakvøldið kl. 20: Bønarskúlin.
Aglow, Tórshavn
Fundur verður í hølunum hjá Frelsunarherinum í dag kl. 15.
Allar kvinnur eru vælkomnar.
Frelsunarherurin, Tórshavn
Pálmasunnudag: kl. 11 møti, kl. 13.30 sunnudagsskúli, kl. 17.30
bøn og kl. 18 møti.
Kirkju- og missiónshúsið á Argjum
Sunnukvøldið kl. 18: Møti við ungdómi av Argjum. Innsavnan
til kirkju og barnaheim í Peru.
Rhema á Hálsi
Sunnudagin kl. 17: Møti og sunnudagsskúli. Morgunbøn mánadag
til fríggjadag kl. 6. Øll eru vælkomin.
Meinigheitshúsið í Havn
Pálmasunnudag sunnudagsskúli kl. 14. Møti sunnukvøldið kl.
18, Manskórið skipar fyri. Innsavnan til ytrimissión.
Nazaret í Kaldbak
Osvald Kjærbo talar á evangeliska møtinum sunnudagin kl. 18.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Landsbókasavnið
J. C. Svabosgøta 16
Vibeke Schaffalitzky og Inger J. Hildershavn halda »Ein tími við
Bíbliuni« mánadagin 17. apríl kl. 20. Øll eru hjartaliga vælkom-
in.
Meinigheitshúsið á Skála
Einki ungdómsmøti verður í kvøld, 15. apríl.
Frá 1000 ára haldinum
Í dag, 15. apríl, kl. 16 heldur Inga Poulsen Dam, prestur, fyrilest-
ur »Er kirkjan føroysk« í Selatraðar kirkju. Kristiliga Sangkórið
syngur.
Í dag kl. 16 lesur Elsa Funding, prestur, fyrilestur hjá Axel
Tórgarð um Pette Dass í dupultstovuni í Tvøroyrar Skúla. Tórs-
havnar Manskór syngur.
Í dag kl. 16 heldur David Johannesen, prestur, fyrilestur um
Martin Luther í Glæmuni í Kvívík.
Í dag kl. 16 verður konsert við Føroya Symfoniorkestri í
Christianskirkjuni í Klaksvík. Stabar Matas - Solistar: Elsba S.
Dalsgarð og Daisy Johannesen.
Sunnudagin kl. 15 verður konsert við Føroya Symfoniorkestri
í Gøtu kirkju. Stabar Matas - Solistar: Elsba S. Dalsgarð og
Daisy Johannesen.
Sunnukvøldið kl. 19.30 verður konsert við Føroya Symfoni-
orkestri í Vesturkirkjuni. Stabar Matas - Solistar: Elsba S. Dals-
garð og Daisy Johannesen.
Keldan í Skálafirði
Leygarkvøldið møti kl. 20, vitjan av Eivind Frøen og Gordon
Hickson.
Sunnudagin kl. 17: Møti við Eivind Frøen og Gordon Hickson.
Barnamøti kl. 17.
http://kort.olivant.fo/~keldan/
Leirvíkar Blákrossfelag
Aðalfundur verður í Missiónshúsinum í Leirvík mánadagin
1.5.200 kl. 19.30.
Møtiskrá
fyri Føroyatúr hjá Hera Elttør, trúboðara:
14.-15. apríl: KFUM&K í Klaksvík.
16. apríl: Hvannasund
18. apríl: Tabor í Fuglafirði.
19. apríl: Sandavágs Missiónshús.
20. apríl, skírishósdag: Glyvra Missiónshús.
21. apríl, langa fríggjadag: Meinigheitshúsið i Tórsh.
23. apríl, páskadag: Gudstænastu á Skála. Á páskastevnu á
Strondum um kvøldið.
24. apríl, 2. páskadag: í Skálavík.
25. apríl: Meinigheitshúsið í Tórshavn.
27. apríl: Missiónshúsið á Argjum.
30. apríl: Á Skála.
Missiónshúsið á Tvøroyri
Sunnudagin kl. 14: Sunnudagsskúli. Sunnukvøldið kl. 18: Møti
við Jens Vestergård og fleiri. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Betel, Vágur
Sunnudagin: Breyðbróting kl. 11. Sunnudagin kl. 13.30:
Sunnudagsskúli. Sunnukvøldið kl. 18: Evangeliskur fundur.
Mánadagin: Bønarfundur kl. 20.
Týsdagin: Ungdómsfundur.
Samkoman Sion, Vági
Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00, kl. 11.30: Sunnudagsskúli.
Evangeliskt møti kl. 18.00.
Telefonandaktin svarar á 373777.
8. apríl fingu Rosa og
Eynar-Martin
Kjærbo,
Skopun, ein son. Hann var
48 cm langur og vigaði
2680 gr.
8. apríl fingu Miriann
Hentze og Oddur Hentze,
Sandi, ein son. Hann var 53
cm langur og vigaði 3650
gr.
9. apríl fingu Elin Kristina
Gøthe og Petur Gaardlykke,
Toftum, ein son. Hann var
53 cm langur og vigaði
4000 gr.
10. apríl fingu Regina Mid-
jord og Martin Karl Olsen,
Tórshavn, eina dóttur. Hon
var 54 cm long og vigaði
3600 gr.
10. apríl fingu Elsie Han-
sen og Haakon Magnus
Djurhuus, Leirvík, eina
dóttur. Hon var 56 cm long
og vigaði 4320 gr.
11. apríl fingu Sheila Rein
og Magni Skaale, Tórshavn,
eina dóttur. Hon var 53 cm
long og vigaði 3200 gr.
Sunnudagin 16. apríl kunnu hjúnini Julina og Andrias
Joensen, Skála, halda gullbrúdleyp. Vælkomst verður
hjá soninum Jóan Jákup Joensen, Skála, sunnudagin
16. apríl frá kl. 15.00.
Sunnudagin 16. apríl hava hjúnini Jona og Eivind
Gudmundsen, Sandavági, gullbrúdleyp. Dagurin verður
hildin saman við familjuni.
Gullbrúdleyp
Brúdleyp
Leygardagin 15. apríl kl. 16.00 giftast í Havnar
kirkju Gunnleyg Ihlen og Óli Gardshodn.
Brúdleypsadr.: Havnar Klubbi.
Leygardagin 22. apríl kl. 20.00 giftast í St. Magle-
by kirkju á Amager Camilla Bille Frandsen og
Jógvan Elias Thomsen.
Eftir vígsluna verður móttøka í Krudthuset,
Dragør. Um kvøldið er veitsla fyri innbodnum.
Brúdleypsadressan er: Hollænderhallen, Hal-
vejen 6, 2791 Dragør.
Mikudagin 3. mai hava Jóna og Niels Juul Kristiansen,
Æðuvík, silvurbrúdleyp.
Dagurin verður hildin 6. mai í Bygdarhúsinum í
Leirvík kl. 19.00. Tey, ið ynskja at gleða silvurbrúð-
arparið við at koma, kunnu tekna seg í seinasta lagi 27.
apríl á tlf. 448337.
Hósdagin 20. apríl hava hjúnini Ragna og Dánjal Olsen,
Klaksvík, silvurbrúdleyp.
Opið hús verður í Stovugarðinum frá kl. 16.00.
Silvurbrúdleyp
Í gjár fylti Gustav Müller í Vági 80 ár. Móttøka verður
fyri honum í Betel sunnukvøldið kl. 19.00.
80 ár