leygardagur 15. apríl 2000síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 75 – 15. apríl 2000
Skuldi á Nordpólin,
endaði á Suður-pólinum
Eftir Jústinus
Leivsson Eidesgaard
Fyrireikingarnar til ferðina
byrjaðu trý ár fyrr og tá var
setningurin at náa Norðpólin.
Nakað áðrenn Amundsen skuldi
fara avstað við Fram og royna at
reka so nær norðpólinum sum
gjør-ligt, hoyrdist, at menn
høvdu verið á Norðpólinum.
Amundsen avgjørdi at halda
fram sum ætlað, men fyrst vildi
hann gera ein avstingara,
suðureftir, fyri at vera fyrsti
maður á Suðurpólin
. Vit fara í komandi blødum at
greida frá stóru suðurpólsferðini
hjá Amundsen. Hon verður
roknað sum tann seinasta
klassiska kanningarferðin, id var
rikin av djørvum monnum og
steinaldartøkni. Fyri framman
glintaðu motorarnir, flúgvarar og
øll tann tekniska menningin.
Amundsen førdi sínar menn
trygt við hundum teir 2000
kilimetrarnar, sum teinurin er fra
Hvalvikini í Ross Barriere til
Sudurpólin og aftur. Sjálvir
stóðu menninir á skíð so at siga
allan teinin.
Ein kann spyrja seg sjálvan,
hvat var so dragandi við endum
heimsins, við Norður og Suður-
póli, at menn settu liv í vága fyri
at standa á hesum. Hesi landaøki
eru so berlig, at kring sjálvar
pólarnar livir einki. Í tríggjar
mánar sóu Amundsen og
hansara men bert eitt livandi
kykt. Ein kjógva, men hetta var
á veg heim aftur, ikki so øgiliga
langt frá Hvalvíkini.
Tað var meira ein spurningur
um æru, um heidur, sum dreiv
verkið. Ferð Amundsens til
Suðurpólin hevði ikki nakað
vísundaligt sikti sum so. Her
snúði tað seg nógv meira um at
verða fyrstur á Suðurpólin.
Næstan allur heimurin var
kannaður, tað vóru ikki so
nógvir hvítir blettir á kortinum.
Norðpólin
Tá Amundsen kom heim aftur
eftir ferðina vid „Gjøðu“ norður
um Ameriku, var hann troyttur.
Hann hevði hildid fyrilestrar um
ferðina í USA hevði vunnið
nakað av peniningi, men hann
var ikki nakar ríkur maður.
Peningurin fór til at rinda skuld.
Hetta var i 1906.
Hevði onga ítøkiliga ætlan um
nýggja kanningarferð og nytti
næstu mánaðarnar til at innrætta
eini hús, hann hevði keypt. Men
dreymurin um at sleppa ut aftur
á ísvíddirnar kølnaði ikki heilt.
Hann var ikki troyttur av ís-
oyunum fyri norðan og sunnan.
Hann hevði ikki fingið nogmikið
av myrkra vetrinum við
„Belgicu“, sum fyrsta skip lá
vetur i Antarktis. Hann hevði
ikki fingið nóg mikið av køldu
vetrunum i Kanada.
Og í teimum ætlanum,
Amundsen arbeiddi vid, var
eisini innbygt eitt ynski um at
vera fyrstur á annan polin.
Menniskjan hevði enn ikki nátt
hesar. Eitt kvøldið í tí
Geografiska Selskapinum í
Kristiania legði Amundsen sínar
ætlanir á borðið.
Hann segði: „Tad eru nóv sum
halda, at kanningarferðir i norði
er oysl av peningi. Hugtakid
polarferð seta tey ofta í samband
við at seta met, at náa so langt
norður sum møguligt. I slíkum
førum eri eg samdur við
teimum. Men eg vil gera vart
við, at ferðin til polin, ikki er
sjálvt endamálið við ferðini.
Høvuðsendamálið er visundalig
kanning av Íshavinu.“
Amundsen hevði lært at
snúgva sær. Hann visti, at ein
kanningarferð uttan eitt vísunda-
ligt sikti ikki fekk fíggjarligan
stuðul.
Og so legði hann sína ætlan á
borðið: „Vid „Fram“ (tad er
kenda skipið hjá Fritjof Nansen,
blðm.), við útgerð til sjey ár og
við dugnaligari manning ,loysi
eg ur landi í byrjanini av 1910.
Kósin verður sett suður um Kap
Horn (hetta var áðrenn Panama-
veitina, blðm.) og móti San-
francisco, har kol og útgerð
verður tikin umbord. Siðan
verður kósin sett móti Point
Barrow, norðurendin á Amerika,
og har vóni eg at vera í juli-
august. Higani senda vit tey
seinastu boðini heim, áðrenn vit
byrja ferðina. Tá vit fara úr
Point Barrov er ætlanin at so
lítid fólk sum møguligt skal vera
Fritjof Nansen, var ein dyggur stuðul hja Amundsen
„Fram“ avmyndað við bryggju áðrenn suðurpólsferðina. „Fram“ hevði met sum tað skipið, sum
hevði verið norðast og eisini sunnast
- Neyvan nakað menniskja hevur
staðið á einum stadi, so øvugt tí tad
ynskti, sum eg á Suðurpólinum.
Norðpólurin hevði lokkað síðan eg
var smádrongur og nú stóð eg á Suð-
urpólinum. Kann nakað hugsast
meira øvugt, skrivaði Roald
Amundsen í dagbókini 15. desember
1911. Hetta var dagurin, tá menniskj-
an á fyrsta sinni stóð á Suðurpólinum
Nr. 75 – 15. apríl 2000
23
við. Vit seta kós móti
rekaísinum í ein útnyrðing og
royna at finna tað besta plássið
at sleppa norðureftir. Tá vit eru
konir í gjøgnum, so sigla vit í
ein beinan norðan, so langt sum
vit sleppa, og lata sídan skipið
frysta inni.. Tá skipið er fast,
byrjar langa ferðin eini 4-5 ár,
har vit reka við ísinum móti
Norðpólinum. Tá byrjar tann
vísundaligi parturin av ferðini,
vit fara at gera kanningar og
vónandi loysa enn óloystar
gátur.“
Peningatrot
Ein afturvendandi spurningur
hjá Amundsen vóru fíggjar-
vánirnar. Hóast Amundsen hevdi
góð „forbindilsir“, so hjálptu tey
ikki altid, tá hann skuldi fíggja
sínar ferðir. Amundsen var
longu nú ein heimskendur
íshavsfari. Hann hevði roknað
við, at ferðin norður um
Ameriku for at lata mappurnar
upp hjá ævintýrhugaðum rík-
monnum, men so var ikki. Hann
hevdi eisini roknad vid al-
mennum pengum úr Noregi,
men har gekk ikki fyri seið.
Noreg var júst vorðið sjálv-
støðugt ríki, og fíggjarvánirnar
vóru vánaligar. Noreg var um
hetta mundi eitt fátækt land í
Europu.
Kongurin Hákun og Maud
drotning vóru tey fyrstu at seta
pening í ætlanina. Tey settu
20.000 krónur. Hóast Amundsen
helst vildi vera fríur maður, so
varð ein nevnd sett niður at fáa
pening til vega. Í nevndini var
sjálvasti Fritjof Nansen for-
madur og Axel Heiberg nevnd-
arlimur. Hesir bádir menn høvdu
stóran týdning fyri polargransk-
ingini hjá norðmonnum.
Norski staturin átti „Fram“,
hetta heimskenda skipið, sum
Fritjof Nansen hevði rikið við
longur norður í Íshavið enn
nakar annar. Amundsen hevði
enn ikki fingið loyvi at nýta
„Fram.“ Hann sendi varliga eina
umbøn til stortingið um at fáa
skipið og søkti um 75.000
krónur fyri at seta skipið í stand.
Í 1909 sendi nevndin eina
áheitan út til norska fólkið at
stuðla Amundsen. Allarhelst
hevur tad verið Heiberg, sum
hevur skrivað áheitanina. Har
stendur millum annað um
ætlanina hjá Amundsen:
„Ferðin fer at fáa so stóran
týdning fyri Noreg, at hon má
gerast veruleiki. Tað er greitt, at
fyri eitt lítið fólk hevur tað
stóran týdning at standa saman
um at loysa stóran mentunnar-
ligar avbjóðingar og serliga á
økjum, har norðmenn kunnu
gera seg galdandi. Her standa
smáar tjóðir á jøvnum føti við
stórar. Við at gera størstu
framtakini innan gransking, list
og vísund, so hevja tey eisini
rættin at vera til sum sjálvstøðug
fólk og sýna teirra týdning fyri
heimsmentannina.. Eitt hvørt
tílikt framtak, litið ella stórt
hjálpir fólkinum at faa merg og
sjálvsvirðing og úteftir viður-
kenning.“
Norðpólurin tikin
Tann 1. september 1909 sá
Amundsen stóra yvirskrift í
bløðunum. „Norðpólurin tikin“
Gamli vinurin hjá Amundsen dr
Cook var komin til Norðpólin
21. april 1908, og kom fra Cap
York til Upernavik i maj 1909.
Dr. Cook og Amundsen gjørd-
ust vinir umborð á „Belgicu“ á
fyrstu suðurpólsferðini hjá
Amundsen.
Tíðindamenn bóðu Amundsen
um viðmerkingar og hann varð
spurdur, um hetta fór at broyta
hansara ætlaðu ferð at reka móti
norðpólinum. „Avgjørt ikki“
svaraði Amundsen.
Men inni i viðkvama sinni
Amundsens broyttist nakað. Tað
veit søgan at fortelja okkum nú
aftaná. Dreymurin um at vera
fyrsti maður á Norðpólinum var
brostin. Eitt ár aftaná at Cook
var komin á Norðpólin stóð
amerikanarin Peary á honum.
Hetta hendi 6. apríl 1909. Seinni
stóðst stríð av, hvør av hesum
varð fyrstur. Amunsden var
greiður yvir, at tað hevði ongan
týdning hvør var fyrstur á tað
matematiska punktið, sum eitur
Norðpólurin. Tann, sum kom
fyrst við tíðindunum um at hann
hevði verið á staðnum, hevði
vunnið. Um tað var dr Cook ella
Peary var likamikið fyri
Amundsen. Innanst inni ivaðist
hann um nakar hevði verið á
pólinum. Tað er ein onnur søga
sum vit koma til seinni.
Tá Amundsen hoyrdi um at
Peary var komin til Norðpólin
tók hann eina avgerð, sum hann
gekk einsamallur við í fleiri
mánaðar. Men fyrireikingarnar
til ferð hansara vóru bygdar á
hesa avgerð. Hann hevði av-
gjørt, at á veg til norðpólin,
skuldi hann fyrst eitt legg til
Suðurpólin, at vera fyrsi maður
sum stóð á Suðurpólinum. Og
umvegurin var kanska ikki so
øgiliga stórur, teir skuldu undir
øllum umstøðum suður um
Ameriku, fyri at sleppa í Íshavid
úr Kyrrahavinum. Suðuri við
Kap Horn, var ikki leingi at
sigla suðureftir fyrr enn tu sá ís.
Eitt stórt „bedrag“
Tað eydnaðist Amundsen at
halda tað fullkomiliga loyniligt,
at hann fyrst ætlaði sær á Suður-
pólin, áðrenn hann fór norður i
oyðuna. Orsøkirnar til at hann
helt hetta loyniligt vóru fleiri.
Noreg var eitt ungt land og tá
var Bretland sterkasta land i
heiminum. Bretar hildu, at teir
høvdu fyrsta rætt til Suðurpólin,
nakað norðmenn als ikki vóru
samdir í. Bretar høvdu verið teir
fyrstu, sum royndi at koma
suður á pólin. Tað var enn ikki
eydnast, men teir hildu, at teir
áttu fyrstarætt. Amundsen vildi
ikki fingið eina almenna krónu
til eina suðurpólsferð. Tað var
hann greiður yvir. Norðmenn
tordu ikki at fornerma bretar, so
veikir teir vóru um hetta mundi.
Fekk nakar at vita um ætlanina,
so fóru kanska aðrir at skunda
sær.
Beinanvegin aftaná at Amund-
sen hevdi frætt um at Peary
hevdi verið á Norðpólinum fór
hann til Keypmannahavnar. Har
hitti hann dr Cook og hann
spurdi hann nógv um viður-
skiftini á Norðpólinum. Men
ørindini vóru nøkur heilt onnur.
Grønland var tá avbyrgt og
skuldi tu keypa nakað úr Grøn-
landi, so mátti tað vera gjøgnum
Kongiliga Grønlendska Hand-
ilin. Inspektørurin Daugaard
Jensen fyri Norðurgrønland var
komin til Keypmannahavnar við
sama skipi sum dr. Cook.
Amundsen visti, at heimsins
bestu sletuhundar vóru teir
grønlendsku og hann fór tí
persónligt til Daugaard-Jensen
og bestilti 50 sletuhundar. At
ongin grunaði óráð kann tykjast
undarligt í dag. Amundsen kom
til eskimoararnar í Alaska á
ætlaðu ferðini. Hvi skuldi hann
so biðja um hundar úr Grønlandi
og siðan frakta suður um
Ameriku og norðuraftur tvær
reisur gjøgnum tropurnar, tá
hann kundi fáa hundar í Alaska.
Tað var eisini dýrt at geva
teimum mat longu ferðina við
skipi. Ongin grunaði ilt og í dag
er semja um, at Suðurpólsferðin
hjá Amundsen, sum endaði við,
at hann gjørdist fyrsti maður á
pólinum, hon byrjaði á
fundinum millum Amundsen og
Daugaard Jensen i september
1909.
Og Daugaard Jensen kundi
ikki bara geva honum hundar,
hann kundi lata teir allarbestu í
heimimum og eisini úterð til
hundarnar og til manning á eini
ferð eftir ísinum í Antarktis.
Amundsen var vanur at nýta
hundar. Hann var útbúgvin undir
ferðini norður um Ameriku.
Netsilik eskimoararnir, sum eru
meistarar við hundum og sletu
høvdu lært Amundsen og
hansara menn torføra kynsturin.
Hákun, kongur var tann fyrsti sum stuðladi ferðini hjá Amundsen við „Fram“
Langur og klanur, men seiggið var í honum, Amundsen. Her
avmyndaður umborð á „Fram“