hósdagur 7. november 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 214 - 7. november 2002
Nr. 214 - 7. november 2002
3
Vága Vinnufelag fer í
næstum at lýsa eftir
leiðara til nýggja
kunningastovu í
oynni. Ætlandi skal
kunningarstovan
hava opið allan dagin
KUNNING
Edvard Joensen
Vágar: Nýggj kunningar-
stova verður sett á stovn í
Vágum í næstum. Á fundi í
gjárkvøldið skuldi Vága
Vinnufelag viðgera málið,
og ætlanin er at lýsa eftir
leiðara fyrsta dagin.
Niels Olgar Joensen, for-
maður fyri Ferðavinnuni í
Vágum, sigur, at Ferða-
vinnan í Vágum og Vága
Vinnufelag nú eru løgd
saman til eitt felag, sum
umfatar øll vinnuvirki í
oynni. Á fundinum í gjár-
kvøldið skuldi fyrsta fe-
lagsnevndin skipa seg.
Kunningarstova
hevur
verið í Vágum, men hevur
bara verið opin hálva tíð,
greiðir Niels Olgar Joensen
frá. Hon hevur hildið til í
kommunuhúsinum í Mið-
vági, men sum skilst, verð-
ur farið at leita eftir øðrum
hølum, nú virksemið skal
víðkast.
Ein leiðari skal setast í
fulltíðarsarv, meðan eitt
hálvtíðarstarv so verður
afturat. Kommunurnar í
oynni hava játtað at stuðla
tiltakinum í fyrsta lagi í
tvey ár, sigur Niels Olgar
Joensen.
Vinnan í Vágum hevur
verið tvíbýtt so at siga.
Ferðavinnan hevur verið
skipað í felag fyri seg undir
heitinum Ferðavinnan í
Vágum,
meðan
onnur
vinna hevur verið í Vága
Vinnufelag.
Á fundi í heyst varð av-
gjørt at leggja bæði feløgini
saman, og eitur nýggja
samtakið nú Vága Vinnu-
felag. Í tí er øll vinna í
oynni samskipað, sigur
Niels Olgar Joensen.
Stovna kunningarstovu
í Vágum
Leygarkvøldið 9. no-
vember verður stór
finala í Nósabarna-
prix 2002. Sjey
finalistar verða og
fara teir at kappast
um 10.000 krónur
umframt sjálvan
heiðurin
BARNAPRIX
Ingrid Bjarnastein
Síðani mars mánað hava
verið
undankappingar
kring alt landið til stóru
finaluna í Nósabarnaprix
2002. Og nú leygardagin
verður tann heilt stóra
finalan
á
Kambsdali.
Fyrireikararnir lova, at
hetta verður eitt tað størsta
barnatiltaki, sum skipað er
fyri í Føroya søgu.
– Allir finalistarnir hava
verið í ljóðstudio og sungið
inn løgini, tey fara at fram-
føra í finaluni, og vit hava
longu hoyrt úrslitið av
nýggju fløguni, og hon er
framúrskarandi góð, siga
fyrireikararnir í tíðinda-
skrivi.
Á pallinum umframt teir
sjey finalistarnar, verða
BabyJames og Angela.
Harafturat koma Brandur
Enni og Benjamin Petersen
eisini at framføra fyri
teimum, ið leitað sær til
Kambsdal leygarkvøldið.
Sjálv kappingin er stuðl-
að av Pizza 67 og høv-
uðsstuðul er Føroya Banki.
Vinnarin av Nósabarna-
prixnum fær 10.000 krónur
og harafturat sjálvan heið-
urin. Teir sjey finalistarnir
eru: Óluva Dam, Bjarki
Hansen, Sharon Zakarias-
sen, Durita Djurhuus, Olv-
heðin
Jacobsen,
Ninna
Katrin Johansen og Sólfríð
Bech.
TÍÐINDASKRIV
Hvat er MAF
Mission Aviation Fell-
owship - ella MAF - er
ein evangeliskur, felags-
kirkjuligur missiónsfe-
lagskapur við deildum
nærum runt allan heim-
in.
Endamálið hjá MAF
er at geva gleðiboðskap-
inum veingir, soleiðis at
so mong sum gjørligt
fáa møguleikan at hoyra
um Jesus sum teirra
frelsara.
Fyri gott 2000 árum
síðani bleiv boðskapurin
um Jesu føðing borin á
einglaveingjum
eina
náttina uttan fyri Betle-
hem.
Í dag verður evangeli-
ið enn borðið á veingj-
um, men nú m.a. av
teimum uml. 180 flog-
førunum hjá MAF í 30
londum í 3. heiminum.
350
familjur
eru
útsendar sum missio-
nerar og arbeiða sum
flogskiparar, flog-me-
kanikarar, administrativt
starvsfólk við meira.
Aftanfyri hesi standa
MAF-USA,
MAF-
Canada, MAF-Australia
og MAF-Europa.
MAF-Europa
hevur
nationalar deildir í 10
Europeiskum londum,
harav tann eina deildin
er Maf-Danmark.
Men MAF er annað
enn flogfør. MAF er á
høgum tøkniligum støði
við telduposti, radio-
tøkni, satelitnavigering
v.m.
Tøkni sum hjálpir
menniskjum at hoyra
boðskapin um Jesus sum
teirra frelsara hevur
størsta áhuga fyri MAF..
Bæði tá flogið verður
við læknum, sjúkling-
um, neyðhjálp, men eis-
ini tá ið flogið verður
við prestum, missioner-
um og evangelistum.
Hvørt sjeynda minutt
døgnið runt fer eitt
MAF-flogfar á flog eitt
ella annað stað runt í
heiminum fyri at flúgva
neyðhjálp, hjálparfólk,
læknar,
sjúkrasystrar,
prestar ella evangelistar
fram til tey støð har
tørvur er á hjálp.
Flogførini flúgva yvir
oyðimørkum, frumskóg-
um, fjøllum ella mýri-
díkum, har flutningur á
jørðini er sera torførur
og tíðarkrevjandi.
Allan Conrad á
føroyavitjan
Allan Conrad er útsend-
ur sum medarbeiðari
fyri
MAF
(Mission
Aviation Fellowship) í
Tanzania. Hann hevur
síðani oktober 1998 haft
ábyrgdina av bilum,
bygningum og verkstaði
á flogstøðini hjá MAF í
Dodoma.
Allan
Conrad
er
føddur í Kina. Foreldur
hansara
vóru
sjálv
missionerar, men hann
er uppvaksin í Tanzania.
Hann
er
útbúgvin
elektrikari í Danmark,
og hevur arbeitt við
byggiuppgávum í fleiri
ymiskum londum.
Allan
tosar
eisini
bretskt og swahili. Hetta
er ein stórur fyrimunur í
dagliga arbeiði hansara,
har hann stendur á odda
at útbúgva og rágeva teir
lokalu tanzania-menn so
hesir kunna átaka sær at
arbeiða sum bilmsmiðir,
umsjónarmenn og vakt-
ir.
Allan Conrad er ein
fjøltáttaður maður. Heit-
ið so sum prædikumað-
ur, bigrafstjóri og veiðu-
maður er bara nakað av
tí sum sigur frá tí hann
fæst við.
Hann elskar Tanzania,
og livir fyri at fólkið í
Tanzania kann koma til
trúgv á Jesus Kristus.
Tí pakkar hann ofta
landrowaran við flytbara
biografi sínum og koyrir
út til bygdirnar sum
liggja rund Dodoma fyri
at vísa Jesusfilmin.
Høvuðsuppgávan hjá
MAF er júst at bjóða
umsorgan fyri menniskj-
um í bæði andaligari og
fysiskari neyð, í umráð-
um runt allan heim, sum
eru sera torfør at koma
til.
11. til og við 17. no-
vember kemur Allan til
Føroya at greiða okkum
føroyingum
frá
um
MAF, og frá MAF ar-
beiði sínum.
MAF
í Føroyum
Nósabarnaprix 2002:
Stór finala á Kambsdali
Eitt eyðkenni fyri Vágar er Trøllkonufingur, sum er umhildið ferðamál hjá fremmandafólki,
sum vitjar oynna bæði á sumri og vetri
Mynd: Edvard Joensen
Leygardagin verður stóra finalan í Nósabarnaprix 2002 á
Kambsdali
Um 70 fólk, børn og
vaksin, vóru saman-
komin til upplestur á
Klaksvíkar Bókasavni
mánakvøldið. Í sam-
band við, at tað er
norðurlendsk bóka-
savnsvika, var upp-
lestrardagur á øllum
bókasøvnum í
norðurlondum, sum
luttaka í felags
bókasavnsvikuni
HUGNI OG MENTAN
Orð og myndir: Rúna
Sivertsen
Tað var hugnaligt og fjálgt
á bókasavninum í Klaksvík
mánakvøldið,
tá
Bjørg
Fjallsbak og Tina Purkhús
lósu søgur fyri børnum og
vaksnum.
Livandi ljósini settu ein
eyka dám á hesa serstakliga
hugnaligu løtu.
Børnini, eini 50 í tali,
sótu so fitt á gólvinum,
meðan Bjørg las fyri teim-
um um jólatræið hjá mumi-
fólkunum.
Hetta var eitt sindur øðr-
vísi enn at sita fyri sjón-
varpinum og síggja tekni-
film, og heilt vist hevur eitt
slíkt kvøld styrkt hugflogið
hjá børnunum.
Eftir søguna sluppu børn-
ini at tekna og seta lit á
mumimyndir, og tá fóru tey
vaksnu inn í lesistovuna at
hoyra Tinu lesa søguna;
"De stumme gæster".
Síðani var kaffi, saft,
piparnøtur og siropskøkur
at fáa. Bæði vaksin og børn
hugnaðu sær óført, og
stuttligt var at hitta fólk, tú
sjáldan hevur høvi at skifta
orð við.
Mánamorgunin var eisini
upplestur fyri børnum á
bókasavninum. Tá vóru tað
skúlabókavørðarnir,
ið
skipaðu fyri søgulestri fyri
triðju flokkunum úr skúl-
unum á Ziskatrøð og við
Ósánna.
Annika Egholm, sum er
leiðandi
bókavørður
á
Klaksvíkar
Bókasavni,
sigur, at eitt slíkt kvøld
hevur stóran týdning fyri
bókasavnið.
Fólk, ið ikki vanliga
ganga á bókasavnið, koma
við børnum sínum; og tá
tey hava verið einaferð,
vitja tey gjarna aftur, sigur
hon.
Klaksvíkar
Bókasavn
hevur árliga um 25000
útlán til góðar 3000 lánarar
Væleydnað hugnakvøld við
Mumi og Williami Heinesen
Børnini sótu sum á nálum, meðan Bjørg las fyri teimum um jólatræið hjá mumifólkunum
Eftir søguna, sluppu børnini at tekna, og ikki var sørt, at onkur mátti fáa eina hond
Rikka, Jón og Jan hugna
sær við kaffi og
siropskøkum
Eitt slíkt kvøld hevur stóran týdning fyri bókasavnið, sigur
Annika Egholm, leiðandi bókavørður. Fólk, ið ikki vanliga
koma á bókasavnið, vitja gjarna aftur eftir eitt slíkt hugna-
kvøld. Annika slapp ikki at halda frí hetta kvøldið, tí Randi
hevði fingið hug á einari av teimum 25000 bókunum, ið
savnið eigur
C
M
Y
K
3
2