hósdagur 7. november 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 214 - 7. november 2002
Nr. 214 - 7. november 2002
5
Danskir løgfrøðingar
og mannarættinda-
felagsskapurin
Human Rights Watch
ivast í teimum ákær-
unum, sum russisku
myndugleikarnir
hava ímóti kekenska
politikaranum Akh-
med Zakajev, sum
situr varðhaldsfongsl-
aður í Danmark
ZAKAJEV-MÁLIÐ
Árni Joensen
Líka síðani kríggið í Ke-
kenia
byrjaði,
hevur
mannarættindafelagsskap-
urin Human Rigvhts Watch
víst á og prógvað, at báðir
partar í krígnum hava framt
krígsbrotsverk, men felags-
skapurin sigur seg ikki hava
nakað tilfar, sum bendir á,
at Akhmed Zakajev er sek-
ur í krígsbrotsverki.
Týsdagin handaði al-
menni
russiski
ákærin
danska løgmálaráðharran-
um, Lenu Espersen, nýtt
tilfar í málinum, og hetta
tilfar fer løgmálaráðið í
Keypmannahavn
nú
at
kannað.
Kekenia-serfrøðingurin
hjá Human Rights Watch,
Dietrich Lohman, segði í
gjár, at tað verður ógvuliga
trupult hjá russisku mynd-
ugleikunum at legja fram
próvtilfar, sum kann fáa ein
danskan dómstól til at gera
av at útflýggja russum Akh-
med Zakajev.
- Tað tilfarið, sum vit
higartil hava sæð, tykist
ógvuliga veikt. Tað avger-
andi er, at russar kunnu
prógva, at Zakajev veruliga
hevur eftirlit við sínum
deildum, og at hann veru-
liga hevur givið beinleiðis
boð um krígsbrotsverk. Tað
undrar meg, hava russar
tílík prógv, sigur Dietrich
Lohman.
Russisku myndugleikar-
nir hava fyrr sagt, at Zaka-
jev var við til at leggja
gíslatøkuna í Moskva her-
fyri til rættis, men sum
skilst hava teir ikki latið
dønum nakað tilfar, sum
snýr seg um tað málið.
Danir ivast eisini
Í Danmark halda fleiri
løgfrøðingar, at tað seinasta
russiska próvtilfarið er ikki
nóg mikið, til at teir kunnu
krevja kekenska varafor-
sætisráðharran útflýggjað-
an.
Jens
Vedsted-Hansen,
professari á lærda háskúl-
anum í Århus, heldur, at
russisku myndugleikarnir
standa veikir í málinum
ímóti Akhmed Zakajev.
Hann vísir á, at tær ákær-
urnar, sum russar nú eru
komnir við, snúgva seg um
tilburðir undir tí fyrra
krígnum í Kekenia, og at
kekenar sambært einum
sáttmála við russar ikki
kunnu dragast til svars fyri
tað, sum tá hendi.
Jørn Vestergaard, lektari
á lærda háskúlanum í
Keypmannahavn, undrast á,
at russar høvdu einki ímóti
at tingast við Zakajev í
Moskva fyri einum ári
síðani, og at teir nú krevja
hann útflýggjaðan sum
yvirgangsmann.
Eva Smith, professari á
lærda háskúlanum í Keyp-
mannahavn, heftir seg ser-
liga við, at russar eru ikki
komnir við nøkrum tilfari,
sum knýtir Zakajev at
gíslatøkuni í Moskva, hóast
teir fyrr hava sagt, at hann
var við til at fyrireika
gíslatøkuna. Eva Smith
ivast tí í, at russar yvirhøv-
ur hava nakað tilfar í hesum
málinum, og sum heild
heldur hon russisku ákær-
urnar vera veikar.
Ákærurnar
Tær
seinastu
russisku
ákærurnar ímóti Akhmed
Zakajev snúgva seg um
tilburðir miðskeiðis í nítiár-
unum. Sagt verður, at Zaka-
jev stóð á odda fyri einum
brotsmannabólki,
sum
framdi fleiri brotsverk og
yvirgangsatsóknir:
Í oktober í 1995 burtur-
flutti liðið hjá Zakajev tveir
medarbeiðarar hjá russiska
ákæruvaldinum. Tað eydn-
aðist at fría teir.
Í januar í 1996 burtur-
flutti liðið tveir prestar,
sum seinni vórðu funnir
skotnir.
Í mars í 1996 hersetti
liðið hjá Zakajev eina lítla
herstøð í Grosnij. Meiri enn
tíggju russiskir hermenn
doyðu.
Í august í 1996 hersettu
Zakajev og menn hansara
eina jarnbreytarstøð í Gros-
nij. Meiri enn 300 løg-
reglumenn vórðu særdir.
Herumframt vilja russar
vera við, at Zakajev og
menn hansara framdu fleiri
krígsbrotsverk í økinum
Urus Martan, og at fleiri
sivilfólk doyðu. Eisini siga
teir,
at
Zakajev
nýtti
kjallaran í sínum egnu
húsum til fongsul. Har vóru
bæði særdir og deyðir
russiskir
hermenn
og
løgreglumenn, sum vórðu
latnir teirra avvarandi ímóti
loysigjaldi.
Ivi um russisku ákærurnar
ímóti Akhmed Zakajev
– Talan skal vera um
eina lýsing, ið lýsarin
hevur goldið fyri, skal
hon verða ólóglig
sambært rúsdrekka-
lógini, sigur Finn
Ougaard
RÚSDREKKA/ANALYSA
Heri á Rógvi
Í Løgtingslóg nr. 20 frá 10.
mars 1992 um innflutning
og sølu av rúsdrekka stend-
ur soleiðis at lesa:
§ 19. Øll reklama í før-
oyskum fjølmiðlum og
tíðarritum,
útbýting
av
reklamuseðlum o.t. við-
víkjandi sølu, skeinking og
útflýggjan av rúsdrekka er
forboðin.
Hetta er eisini kjarnin í tí
so nógv umtalaðu Restorffs
málinum, og hetta verður
eisini grundarlagið í ákær-
uni í komandi rættarmálin-
um móti Føroya Bjór, sum
skal byrja í næstum í
Føroya Rætti.
Tað er § 19., sum sorin-
skrivarin metir, at Restorffs
bryggjarí breyt við teirra
lýsing, sum snúði seg um
páskaløg og orðið "øl" varð
eisini á lýsingini.
Sorinskrivarin, Jørgen B.
Petersen, metti – útfrá ein-
ari samlaðari meting – at
talan var um brot á lógina,
og álegði tískil Restorffs
bryggjarí at gjalda 10.000
kr. í bót umframt sakar-
málskostnaðin.
Útfrá dóminum, sum vit
bert hava fingið endurgivn-
an, kann lesast, hvat dóm-
arin leggur í § 19. Hann
metir útfrá sjálvari lýsning-
ini og próvførsluni í rættin-
um, at hugsað verður um øl
við lýsingini, og hetta er
greitt brot á lógina.
Tað, sum hinvegin er
kanska enn meira áhuga-
vert, er tulkingin hjá fútan-
um í málinum. Tað er fútin,
ið ákærumyndugleiki, og
hansara tulkingar av lógini
eru sostatt avgerandi fyri,
hvat kemur fyri dagin í
Føroya rætti. Verður eitt
mál fráboðað fútanum, so
hevur fútin skyldu til at
kanna málið. Um hann
heldur tað vera neyðugt,
skal hann eisini reisa
ákæru.
Eitt nú sendi Restorffs
bryggjarí
fútanum
ein
fyrispurning um lýsingar
hjá Føroya Bjór, og hetta
gjørdi, at fútin fór undir at
kanna hesar lýsingar og
seinni eisini reisti ákæru.
Á rættarfundi í málinum
millum
ákæran
og
Restorffs kom fram, at fútin
tulkar § 19 soleiðis, at talan
skal vera um ein hópfjøl-
miðil, eitt nú Dimmalætt-
ing og Sosialurin, ella eitt
tíðarrit, t.e. eitthvørt, sum
kemur út regluliga.
Nevnt varð eisini lýs-
ingar fyri sterkum øli í
Álmunakkanum fyri nøkr-
um árum síðani. Hetta sær
fútin einki skeivt í. Orsøkin
er tann, at Álmunakkin ikki
er nakar fjølmiðil, og hann
kann heldur ikki metast
sum eitt tíðarrit. Við øðrum
orðum ber so til at stað-
festa, at í einari føroyska
útgávu, eitt nú árbøkur ella
líknandi, ber væl til at lýsa
við sterkum øli ella brenni-
víni.
Í § 19 stendur eisini orðið
"reklama" at lesa.
— Talan skal vera um
eina lýsing, ið lýsarin hevur
goldið fyri, skal hon verða
ólóglig sambært rúsdrekka-
lógini, segði Finn Ougaard,
varafúti, eftir at dómurin
varð sagdur í Restorffs
málinum.
Er talan hinvegin um
redaktionelt journalistiskt
tilfar, kann einki forboð
setast ímóti at vísa og
viðgera rúsdrekka av sterk-
ara slagnum.
Gjaldið avgerandi
Akhmed Zakajev
Mynd: Reuters
So leingi goldið ikki verður fyri tað av einum lýsara, kunnu fjølmiðlarnir vísa, hvat teir hava
hug til um rúsdrekka. Eitt nú í hesum førinum við Okkara Kokkum í SvF, har greitt verður frá
um hóskandi vínsløg
Mynd: Álvur Haraldsen
Leiðslan á Restorffs fekk
greitt at vita, at teir mugu
halda seg til tíðindafundir og
annað líknandi, um teir
skulu fáa umtalu um teirra
sterka løg
Mynd: Jens Kristian Vang
Játtanin til serviðgerð
uttanlanda gerst støð-
ugt dýrari, og tí er
neyðugt at endur-
skoða lógina og áseta
eitt loft yvir, hvørjar
viðgerðir á sjúkra-
húsum uttanlands,
føroyska heilsuverkið
vil gjalda fyri. Tað
sigur Bill Justinussen,
landsstýrismaður í
heilsumálum, sum
kann staðfesta eina
meirnýtslu á hesi
játtan uppá 20 milli-
ónir krónur, sammett
við játtanina á
fíggjarlógini
HEILSUVERK
Jón Brian Hvidtfeldt
Bill Justinussen, landsstýr-
ismaður í heilsumálum,
noyðist at biðja løgtingið
um 20 milliónir krónur
afturat, til at gjalda fyri ta
viðgerð, ið føroyingar fáa á
sjúkrahúsum
uttanlands.
Talan er um viðgerðir, ið
føroyska heilsuverkið ikki
sjálvt megnar at bjóða.
Føroyska sjúkrahúslógin
heimilar yvirlæknum at
senda sjúklingar til Dan-
markar til viðgerðar, um so
er, at viðgerð ikki kann
veitast í Føroyum. Tilsam-
ans 60 milliónir krónur eru
settar av á fíggjarlógini í ár
til endamálið. Men nú árið
fer at halla, vísir tað seg, at
samlaða rokningin fyri at
senda føroyingar til viðgerð
uttanlands kemur upp á 80
milliónir krónur.
Bill Justinussen vísir á, at
sjúkrahúslógin
heimilar
yvirlæknum at senda sjúk-
lingar og avvarandi uttan-
lands, gerst tað neyðugt, og
tí slepst ikki undan at játta
20 milliónir afturat til hesa
konto í ár. Landsstýrismað-
urin í heilsumálum vísir á,
at samsvar er ikki millum
heimild og ábyrgd á hesum
øki, tí meðan tað er læknin,
sum avgerð, hvussu nógv
skulu sendast av landinum
at fáa viðgerð, so er tað
landsstýrismaðurin,
sum
hevur fíggjarligu ábyrgd-
ina. Bill Justinussen leggur
afturat, at sum lógin er
smíðað, so gevur hon lækn-
unum óavmarkaða heimild
at senda sjúklingar av land-
inum til viðgerðar, tá teir
meta tørvin vera til staðar.
Henda
heimild
bindur
landskassan til at gjalda
rokningina, eisini um hon
fer uppum játtanina á fíggj-
arlógini.
Og tað eru hesi viður-
skifti, sum landsstýrismað-
urin í heilsumálum ætlar
sær at broyta. Hann vísir á,
at lógin skal broytast, so
samsvar er millum tann, ið
tekur avgerðina, og tann, ið
hevur fíggjarligu ábyrgd-
ina. Sum dømi um eina
loysn nevnir Bill Justinus-
sen at ein nevnd, millum
annað umboðað við lækn-
um
og
myndugleikum,
kundi gjørt av, hvør skal fáa
viðgerð uttanlands. Henda
nevnd skuldi so eisini havt
ábyrgdina av, at játtanin
verður hildin. Bill Justinus-
sen ásannar tó, at tíðun
kann vera trupult, fyri ikki
at siga ógjørligt, neyvt at
áseta eina játtan til hetta
øki.
- Tað fer altíð at vera
trupult at halda seg til játt-
anina, tí her er talan um eitt
øki, har nýggir og betri,
men ofta eisini dýrari, við-
gerðarháttir verða mentir,
umframt at tað kann kann
vera misjavnt, hvussu nógv
fólk hava tørv á viðgerð,
vísir Bill Justinussen á.
Fólk skulu sjálvi
gjalda
Í Heilsumálaráðnum verður
í løtuni arbeitt við at broyta
sjúkrahúslógina, so avgerð
og fíggjarlig ábyrgd verða
tvinnað saman. Tað vil siga,
at myndugleikin, ið sendir
sjúklingar av landinum,
eisini hevur ábyrgdina av at
halda játtanina. Ein týðandi
partur av hesum arbeiði er
at finna út av, hvar tænastu-
støði í føroyska heilsuverk-
inum skal liggja. Ella við
øðrum orðum: hvørjar við-
gerðir, ið føroyingar fáa
uttanlanda,
heilsuverkið
skal gjalda fyri, og hvat
fólk sjálvi skulu gjalda fyri.
Hetta eru spurningar, ið
Bill Justinussen vil hava
reistar í løgtinginum.
- Vit eru í dag í tí støðu,
at játtanin til serviðgerðir
uttanlands bara hækkar og
hækkar. Tí noyðist løgting-
ið at siga, hvat vit hava ráð
til, og hvat føroyska heilsu-
verkið skal bjóða í fram-
tíðini, sigur Bill Justinus-
sen.
Sjálvur er landsstýris-
maðurin longu farin í holt
við at kanna, hvussu til ber
at tálma nýtsluni av ser-
viðgerðum, ið føroyska
heilsuverkið keypir uttan-
lands. Hann nevnir tvey
dømi um viðgerðir, har
heilsuverkið, tvs. lands-
kassin, í dag betalir fyri
viðgerðina, og tí eru ó-
keypis fyri brúkaran.
- Í dag rindar heilsu-
verkið millum annað fyri at
fólk, ið ikki kunnu gerast
við barn, kunnu fáa ísáðing
ella »kunstig befrugtning« í
Danmark. Hetta er ein við-
gerð, ið kanska kostar
umleið 40.000 krónur, men
sum er ókeypis fyri brúk-
aran. Her mugu vit spyrja,
hvørt tað er rætt, at før-
oyska heilsuverkið skal
gjalda, ella at brúkarin
sjálvur skal gjalda fyri hesa
viðgerð, eins og gjørt
verður t.d. í Norra, vísir
Bill Justinussen á, og
nevnir sum annað dømi, at
heilsuverkið í dag rindar
fyri at fólk, ið eru sera
sjónveik, kunnu fáa ókeyp-
is eygnaviðgerð í Danmark.
- Vit noyðast at seta
okkum sjálvum spurningin,
hvørjar tænastur heilsu-
verkið skal gjalda, og hvat
fólk sjálvi mugu gjalda. Í
dag er játtanin til servið-
gerðir uttanlands nærum at
rokna sum ein »blanco-
checkur«, av tí at vit polit-
iskt ikki hava gjørt okkum
greitt, hvar tænastustøðið í
heilsuverkinum skal liggja,
sigur Bill Justinussen.
Landsstýrismaðurin
í
heilsumálum leggur dent á,
at tá talan er um akuttar
viðgerðir, so skal sjálvandi
eingin ivi vera um, at
viðgerðin uttanlanda skal
vera ókeypis. Men neyðugt
er at gera sær greitt, hvussu
nógv tað almenna megnar
at gjalda til viðgerðir uttan-
lands.
Bill
Justinussen
metir kortini ikki, at hans-
ara ætlan beinleiðis fer at
lækka tænastustøði, ið før-
oyska heilsuverkið bjóðar
fólkinum.
- Tað er ein spurningur
um at leggja eitt støði fyri,
hvat vit megna at gjalda. Av
tí at nýggj viðgerðartilboð
av ymsum slag koma alla
tíðina, kann tænastustøðið
so við og við gerast sera
høgt, og harvið eisini
rokningin til landskassan,
skulu
øll
tilboð
vera
ókeypis. Tí mugu vit gera
okkum greitt, hvat vit hava
ráð til at gjalda fyri, sigur
Bill Justinussen.
Bill Justinussen,
landsstýrismaður í
heilsumálum, hevur
boðað Fíggjarmála-
ráðnum og restina
av landsstýrinum
frá, at hann hevur
tørv á 20 milliónum
krónum afturat í ár.
Pengarnir koma við
í eykajáttanarlóg
fyri november, sum
verður løgd fyri
løgtingið í næstu
viku.
HEILSUVERK
Jón Brian Hvidtfeldt
Neyðugt verður at játta
20 milliónir krónur aft-
urat til serviðgerðir utt-
anlanda í eini eykajátt-
anarlóg, ið verður løgd
fyri løgtingið seinni í
hesum mánaðinum. Bill
Justinussen hevur boðað
Fíggjarmálaráðnum og
restina av landsstýrinum
frá, at tørvur er á peng-
unum. Landsstýris-mað-
urin í heilsumálum vísir
á, at tað slepst snøgt sagt
ikki undan at játta peng-
arnar.
- Vit hava eina lóg, ið
heimilar læknunum at
senda sjúklingar av land-
inum til viðgerðar, tá teir
meta tað vera neyðugt. Tí
noyðast vit eisini at
gjalda fyri tað, eisini um
upprunaliga játtanin á
fíggjarlógini ikki verður
hildin, vísir Bill Justinus-
sen á.
Karsten Hansen, lands-
stýrismaður í fíggjar-
málum, leggur í hesum
døgum síðstu hond á eina
eykajáttanarlóg fyri no-
vember. Ætlanin er at
savna allar játtanir, ið
ikki eru brúktar, og eisini
møguligar meirnýtslur í
hesi eykajáttanarlóg, ið
hann væntandi fer at
leggja fyri Løgtingið um
eina viku ella so.
Karsten Hansen sigur,
at tær 20 milliónirnar til
serviðgerðir uttanlanda
verða við í hesi eyka-
játtanarlóg fyri novemb-
er.
- Vit mugu bara stað-
festa, at pengarnir eru
brúktir, og tí verður
neyðugt við eini eyka-
játtan uppá 20 milliónir
krónur. Karsten Hansen
er í løtuni í holt við at
smíðja eykajáttanarlóg-
ina, og tí er ov tíðliga at
siga, hvar tær 20 milli-
ónirnar skulu finnast,
sigur hann. Hann vísir á,
at antin mugu pengarnir
finnast á øðrum játtan-
um, ella má fíggjarlógin
hækkast.
Landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum hevur áður
boðað frá, at í ár fara
millum 40 og 45 milli-
ónir krónur at leypa av á
ymsum
játtanum,
ið
ætlandi skulu flytast til
ymsar íløgur næsta ár,
m.a.
Norðoyatunnilin.
Karsten Hansen sigur, at
talan verður ikki um at
skerja íløgur næsta ár
burtur av hesi orsøk.
- Her er talan um eina
rakstrarjáttan, ið ikki er
hildin. Vanliga verða
íløgu- og rakstarjáttanir
ikki samantvinnaðar, og
tí mugu vit finna peng-
arnar aðrastaðni, sigur
Karsten Hansen.
Landsstýrismaðurin
fer væntandi at leggja
eykajáttanina fyri løg-
tingið í næstu viku. Enn
er ov tíðliga at siga,
hvussu
stór
samlaða
eykajáttanin fyri no-
vember verður, tí fyri-
reikandi arbeiðið er ikki
liðugt enn, sigur Karsten
Hansen.
Sami trupulleiki
næsta ár
Á fíggjarlógini fyri í ár
eru 60 milliónir krónur
játtaðar til serviðgerðir
uttanlanda, og sum nevnt
er hetta talið 20 milliónir
ov lágt. Í fíggjarlógar-
uppskotinum fyri næsta
ár eru 70 milliónir settar
av til endamálið. Sostætt
koma 10 milliónir krónur
at mangla í, um út-
reiðslan næsta ár verður
tann sama sum í ár.
Pengarnir
skulu játtast
Færri tilboð
í heilsuverkinum
- Vit kunnu bara staðfesta, at seinastu árini er játtanin til ser-
viðgerðir uttanlanda nógv økt. Skal gongdin ikki halda fram,
mugu vit gera okkum greitt, hvar støðið skal liggja, og hvørji
tilboð vit hava ráð til at gjalda, sigur Bill Justinussen lands-
stýrismaður í heilsumálum. Eisini skal sjúkrahúslógin broyt-
ast, so avgerðarrættur og fíggjarlig ábyrgd fylgjast.
C
M
Y
K
5
4