hósdagur 7. november 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 214 - 7. november 2002
Nr. 214 - 7. november 2002
7
Spælið Xplore, sum
snýr seg oljuleiting og
oljuvinnu, verður í
hesum døgum spælt
av umleið 200 mið-
námsskúlanæmingu
m kring landið.
Spælihugurin er
stórur allastaðni, og
næmingarnir møta
bæði áðrenn tíðina og
sita eftir skúlatíð
XPLORE
Orð:Heri á Rógvi
Myndir: Àlvur Haraldsen
— Hetta er fyrstu ferð, at
eg havi upplivað, at næm-
ingar møta tíggju minuttir,
áðrenn tímin byrjar.
Soleiðis sigur ein av
næmingunum í 2HH á
Handilsskúlanum
á
Kambsdali. Klokkan er
farin av tvey seinnapartin,
tá vit vitjað á samanfestu
skúlunum á Kambsdali.
Sama morgun hava vit
verið á Handilsskúlanum í
Havn.
Á hesum eins og fleiri
øðrum skúlum spæla tey
hesa vikuna Xplore. Eitt
spæl um fyrst og fremst
oljuleiting, har luttakar-
arnir koma nærri
Tað ber ikki til at siga
annað enn, at hugurin at
spæla er framúr góður.
Nógvir av næmingunum
hava fingið frí kl. 14, men
teir sita framvegis og
spæla. Á skránni er fyrsta
útbjóðingarumfar. Bygnað-
urin á spælinum er gjørdur
soleiðis, at hann er so
meinlíkur
veruleikanum
sum gjørligt. Tískil skulu
luttakararnir í fyrsta umfari
finna fram til, hvar sjálvi
basengini eru, har oljan er
vorðin til. Síðani flytur
(migrerar) oljan til onnur
grótsløg, og í seinna um-
farinum skulu liðini bjóða
uppá tað økið, har tey meta
tað vera mest sannlíkt, at
oljan liggur í rakstar-
verdum nøgdum. Tey skulu
velja ímillum nøkur øki,
sum verða bjóðaði út.
Liðini í spælinum eru
send út av einum oljufelagi
til
oyggjalandið
Oros
Negros(grikst og merkir
Fjøllini svørtu), har olja
væntandi er at finna. Frá
sínum "felagi" hevur hvørt
lið fingið 20 milliónir doll-
arar, sum nýtast til at savna
upplýsingar, keypa loyvi og
annað í royndunum at fáa
hendur á oljuríkidøminum.
Vinnarin gerst tað liðið,
ið í síðsta enda, hevur
vunnið flestar pengar fyri
hvørja brúkta krónu, t.e.
eginpeningaavkast.
Liðini skulu keypa kann-
ingar, loyvi, útgerð v.m. Tað
kann oftast loysa seg at
satsa, tí rakar tú rætt, so
kunnu inntøkurnar gerast
óendaliga stórar. Eins og í
veruleikanum kunnu liðini
fara saman í samtøk, ið
kunnu enda við at bora eftir
olju í einum ávísum øki.
Í fyrstu atløgu snýr tað
seg tó bert um at finna
basengini, men eftir hetta
gerst
spælið
spakuliga
meiri álvarsamt, og tær
avgerðirnar eru kritiskar. Í
hvørjum umfari verður
bjóðað, og liðini hava eitt
evstamark hvørt kvøld.
Spælt verður til fríggja-
dagin.
Áðrenn tíman
Venda vit aftur til skúlar-
nar, so kunnu vit bert stað-
festa, at áhugin er stórur
fyri spælinum. Í alt luttaka
65 lið í spælinum. Vanliga
eru trý fólk á hvørjum liði,
soleiðis at samlaða luttak-
aratalið er um tveyhundrað.
Fyrsta vitjanin er á
Føroya Handilsskúla hjá
1HHA. Hesi hava fingið
nakrar tímar settar av hesa
vikuna til at spæla Xplore.
Trý eru á hvørjum liði. Øll
hava tey hvør sína farteldu,
sum uttan iva er góð at
krógva seg undir, men hon
kann
eisini
nýtast
til
endamálið - ongantíð meira
enn nú.
Tað er eitt sindur ymiskt,
hvussu tey lata at. Tey
flestu keypa í ríkiligan mát
upplýsingar um við seis-
miskum data og øðrum fyri
at bertri at kunna avgera,
hvat best er at bjóða.
Marjun Kalsø, ið leggur
næmingum á Handilsskúl-
anum í Havn lag á, sigur, at
á skúlanum spæla í alt 59
næmingar spælið. Tveir
1HH
flokkar
spæla
í
tímum, og so hava nakrir av
næmingunum so góðan
hug, at teir spæla spælið í
tímunum.
Marjun heldur, at næm-
ingarnir
við
spælinum
kunnu fáa eitt innlit í, hvat
oljuvinnan
inniber.
Á
Handilsskúlanum í Havn
hava tey roynt at arbeitt
tvørfakligt, og tað hevur
víst seg, at næmingarnir
tíma væl.
Í stóru bygninginum á
Kambsdali, ið hýsir bæði
Handilsskúla og Studenta-
skúla, er Xplore vorðið eitt
samtaluevni. Tá vit vitja
um tveytíðina er trupult at
finna nakran, sum ikki
spælir spælið á handils-
skúlanum.
Her er tað 2HH, sum
roynir seg. Klokkan hevur
ringt og frælsi er komið hjá
teimum flestu, men tey
steðga á fyri at spæla.
— Tað ræður seg fyrst og
fremst um at vinna móti
teimum í flokkinum. Í øðr-
um lagi móti teimum á
skúlanum, ljóðar tað frá
Snorra, Leivi og Johannes,
sum saman myndað Lago-
pus Lagopus liðið. Øll lið-
ini hava nevniliga fingið
fuglanøvn á latíni.
Teir fingu fult stigatal í
fyrsta umfari, og nú skulu
teir royna at miðja seg á
røttu leiðina, har oljan kann
vera. Í øllum flokkinum
arbeiða tey av øllum alvi
fyri ikki at lata kappingar-
neytarnar sleppa framvið
teimum.
— Tað er fyrst og fremst
æran, heldur enn pengarnir,
sigur ein, tá spurt verður
um orsøkin til nógva stríð-
ið.
Eina gongd longur yvir
sita Joan Jógvansdóttir og
Maria Hanusson Joensen úr
2X. Vit fiska burturúr ein-
um tíma í samfelagsfrøði.
Teir eru ikki á sama liði, og
øll kort verða tí beind av
vegnum, sum kundu givið
ábending
um,
hvørjar
ætlanirnar tær hava.
Báðar lata tær væl at
spælinum. Tær hava fingið
tímar í geografi og alisfrøði
at spæla í, men tað verður
hugsað eitt sindur hinar
løturnar eisini.
—At byrja við hugsaðu
vit, at tað fór vera rotið við
at spæla eitt oljuspæl, men
tað hevur víst seg at vera
ótrúliga spennandi, siga tær
báðar. Joan leggur afturat,
at tú kanski ikki altíð
hugsar so nógv um, hvørjar
upphæddir talan er um, tá
tað nú bara er eitt "spæl".
Ólavur
Ellefsen,
frá
Tøkni, sum saman við
Sonsum og Agip hevur
staðið fyri at framleiða
spælið,
letur
væl
at
áhuganum. Hann heldur, at
liðini hava klárað seg nógv
betur enn roknast kundi
við.
— Hetta vísir, at næm-
ingarnir eru áhugaðir og
gera ein innsats, sigur hann.
Spælið er fíggjað við
parti av teimum pengunum,
ið oljufeløgini skulu lata til
førleikamenning í Føroy-
um.
Fimm tey bestu liðini
sleppa í finaluna 29. no-
vember. Finalan verður
leikt á skrivstovuni hjá
Agip í Havn. À oljuráð-
stevnuni, Faroese Offshore
2002,
verður
vinnarin
kunngjørdur. 15.000 kr. at
býta kristiliga er høvuðs-
vinningurin.
Møta 10 minuttir áðrenn tímin byrjar
Lagopus Lagopus, alias Snorri, Leivur og Johannes, fekk fult stigatal í fyrsta umfari. Teir leggja
nógva orku í spælið, men tað eru ikki pengarnir, sum vinnast kunnu, ið dríva verkið
Tey flestu eru trý á hvørjum liði. 1.HH í Havn sleppur at nýta tímar í m.a. enskum og í
virkisbúskapi
Næmingarnir á teimum ymsu skúlunum, ið spæla Xplore, fingu eitt sindur av frálæru um oljuvinnuna, áðrenn tey løgdu til brots. Tá tú eisini skal kappast móti
tínum floksfeløgunum verða ofta nógv tíð nýtt til spælið
Til at hjálpa næmingunum at halda skil á hava teir eitt kort. Tað vísir Oros Negros farvatnið
rundanum, har olja kanska goymir seg
Maria Hanusson Joensen úr 2.X á Kambsdali letur væl at spælinum, hóast tey ikki heilt raktu
rætt í fyrsta umfari. Tey hava nýtt tímar í alisfrøði og geografi
Helmingurin av liðunum fingu fult stigatal í fyrsta umfari, og hetta krevur, at øll liðini má gera
sær serliga stóran ómak, tá spælið gerst alsamt meira álvarsamt
Á hvørjum skúla eru lærarar settir til at hjálpa næmingunum at spæla Xplore
C
M
Y
K
7
6