Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. november 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 214 - 7. november 2002 Nr. 214 - 7. november 2002 9 - Tað var sum í einum filmi at síggja bilin fara bóltandi uppum bilverjuna og blíva burtur, sigur Jógvan Ósá, løgreglumaður, sum var tann einasti, ið sá, tá ið móðir og tvær døtur endaðu í kalda sjónum frost- morgunin, 29. oktober HEPNI Vilmund Jacobsen - Tær vóru ógvuliga hepnar, og tað var teirra dagur, tá ið lítli vørubilurin við móðir og tveimum døtrum, ávika- vist 2 og 7 ára gamlar, fór út av vegnum í Saltnesi og endaði næstan hálvur á sjónum. Fór bilurin út av bert 2-3 metrar ytri, endaði hann allur, sum hann var, á sjónum, og tá kundi ring- asta vanlukkan staðist av hesum. Hetta sigur Jógvan Ósá, løgreglumaður í Runavík. Hann var tann einasti, ið sá tilburðin í Saltnesi um gott 10-tíðina týsmorgunin, 29. oktober. Jógvan var komin úr Havn fyrr um morgunin, og hampiliga gott var at koyra norðureftir, men í lýsingini gjørdust vegirnir óvanliga hálir við svartahálku sum á kalvabaki. Komin til arbeiðis, noyddist hann um 10-tíðina út í samband við eitt ferðsluóhapp. - Í Saltnesi var óvanliga hált. Nakað uttanfyri Sand- søluna á veg úteftir, møtti eg einum lítlum vørubili, sum kom koyrandi inneftir. Tá ið bilurin var farin fram við, sá eg í speglinum, at hann gleið í hálkuni, snar- aði runt á hjólunum og slerdi við nógvari ferð síð- una móti bilverjuni. Bilurin fór bóltandi uppum verjuna við hjólunum hægst og bleiv burtur. Eg trúði ikki mínum egnu eygum, tí hetta var júst sum í einum filmi, og eg dugdi ikki at ímynda mær, hvat kundi vera hent teimum, sum í bilinum vóru, sigur Jógvan Ósá. So hált var, at løgreglu- maðurin tordi ikki at venda beint úti á vegnum, um aðrir bilar skuldu komið fram við. Hann koyrdi tí nakað longur út, áðrenn hann vendi og fór so á staðið, har vørubilurin var farin uppum bilverjuna. Hesa lítlu løtuna, meðan hann vendi og koyrdi inn- eftir aftur, fekk Jógvan Ósá boðað politistøðini í Runa- vík og frá, og hann fekk eisini sent boð eftir sjúkra- bili og lækna. Rólig mamma Men hvussu var so støðan hjá móðir og døtrum, tá ið løgreglumaðurin kom á staðið? - Tá ið eg steig út úr bilinum á vanlukkustað- num, var so hált, at torført var at standa á beinunum. Eg sá beinanvegin, at 7 ára gamla gentan var komin út úr bilinum og var á veg niðan móti bilverjuni at rópa eftir hjálp. Komin oman til bilin, var gott at hoyra mammuna siga, at "her er einki hent…" Jógvan sigur, at mamman var merkiliga rólig. Hon hevði fingið fatur á tí 2 ára gomlu dóttrini og helt henni aftrat sær úr sjónum. Allar tríggjar vóru renn- vátar. Ein stórur rútur á síðuni á bilinum, sum vendi niðan- eftir, var brotin, og haðani var 7 ára gamla gentan sloppin úr bilinum. Her stóð eisini mamman við tí 2 ára gomlu úti í sjónum… Jógvan sigur, at til alla lukku vendi gronin á bilin- um niðaneftir. Bilurin lá annars á takinum við hjól- unum uppeftir. - Vendi gronin í staðin út á sjógv, og rúturin ikki var brotin niðaneftir, hevði støðan verið ógvuliga trup- ul. Løgreglumaðurin metir, at umleið 1/3 av bilinum hingu í sjónum. Allar tríggjar fóru fyrst út á politistøðina og síðan á Læknamiðstøðina. Ringt varð eftir pápanum, sum kom inn við turrum klæð- um til konu og døtur. Serliga var tað 2 ára gamla dóttirin, sum var rættiliga køld. Hon lá og fleyt inni í bilinum, tá ið mamman fekk fatur á henni. Meðan bíðað var eftir klæðunum, ballaði Jógvan Ósá lítlu gentuna inn í jakkan hjá sær. Á Læknamiðstøðini stað- festi læknin, at móðir og døtur vóru slopnar ógvu- liga væl burtur úr tilburð- inum. Smágentan hevði fingið eina kúlu á pannina, og mamman hevði fingið okkurt lítið prus á hondina. Jógvan Ósá, løgreglumaður: Fór bilurin út av fáar metrar ytri, hendi ein vanlukka Undir hesum umstøðunum stríddust móðir og tvær døtur, ávikavist 7 og 2 ára gamlar, at sleppa út úr bilinum. Mynd: Vilmund Jacobsen Tað er Jógvan Ósá, løgreglumaður, sannførdur um TRYGD Vilmund Jacobsen Tað eru tey, sum hava havt á munni eftir, at lítli vøru- bilurin fór uppum bil- verjuna í Saltnesi í nógvu hálkuni herfyri, at hendan er ov lág. At síggja til, er vegurin í Saltnesi hækk- aður í mun til bilverjuna, men úti í vegkantinum er leyst grús - og ikki asfalt - sum ger, at verjan er hægri, enn hon í fyrstu syfti sær út til at vera. Jógvan Ósá sigur, at løg- reglan hevur mált hæddina á bilverjuni á staðnum, har bilurin fór uppum, og hon er 65 cm. høg. - Soleiðis, sum eg sá tilburðin, tá ið vørubilurin við miklari ferð sló síðuna móti verjuni og koppaði uppum hana við hjólunum hægst, trúgvi eg, at bilurin hevði farið sama veg, hóast verjan var ein metur høg. Jógvan sigur seg tó ikki duga at meta um, hvørt bilverjan hevur hóskandi hæddina ella ikki - ella, um asfaltið á vegnum møguliga liggur ov høgt í mun til verjuna. Sum skilst á fólki, sum arbeiða hjá landsverkfrøð- inginum, ber heldur ikki til at hava bilverjuna ov langt upp frá vegnum, tí tá kann tað henda, at bilar, sum koyra skjótt, kunnu kroyst- ast undir verjuna, og tað kann vera líka so vanda- mikið sum at fara yvir hana. Hóast vørubilurin, sum fór yvir verjuna hendan týsmorgunin, 29. oktober, ikki koyrdi serliga skjótt, vísti tað seg, at ferðin øktist, tá ið bilurin gleið og fór at sleingjast í tí nógvu hálkuni. Jógvan Ósá sigur, at lítli vørubilurin, sum er høgur á hjólunum, slerdi síðuna rættiliga hart móti, og hann var ikki í iva, tá ið hann sá tilburðinum, at bilurin fór at koppa yvir verjuna. Eftir tilburðin, var sjálv bilverjan óskalað, men stabbin aftanfyri var klovn- aður og brotin. Kanska hevði tað verið eitt hugskot at havt dupulta breidd av jarni, har lívs- hættisligt er at fara út av í bili. Hevði koppað uppum bilverjuna, sjálvt um hon var ein metur høg Sjálv bilverjan var óskalað, men stabbin aftanfyri klovnaði og brotnaði. Mynd: Vilmund Jacobsen Arbeiðið at bjóða nýggja samferðslu- havn í Suðuroy, skal bjóðast út fyrst í komandi ári SAMFERÐSLA Áki Bertholdsen Fyrst í komandi árið verður farið undir arbeiðið at gera nýggja ferjulegu i Trongis- vági. Tað ætlar í hvussu so er Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður í samferðslu- málum. Men skal tað eydnast at fáa ferjuleguna lidnað, tá ið nýggja suðuroyarskipið er liðugt í oktober 2004, er tað eisini neyðugt at sleppa ígongd beint eftir nýggjár. Bjarni Djurholm hevur nú lagt eitt uppskot um samferðsluhavnina fyri landsstýrið, sum hevur góðkent ætlanina og seinni í hesi vikuni, ella fyrst í næstu viku, verður upp- skotið sostatt lagt fyri ting- ið. Tað, sum verður lagt fyri tingið, er eitt uppskot til eina verklagslóg, sum ætl- anin so er at fáa tingið at samtykkja. – Tað verður helst neyð- ugt at tingið avgreiðir upp- skotið fyri jól, so at Lands- verkfrøðingurin fær bjóðað arbeiðið út so skjótt sum gjørligt eftir nýggjár. Valt bestu loysnina Bjarni Djurholm sigur, at nýggja ferjulegan verður gjørd nakað longri úti á fjørðinum enn havnin á Drelnesi er. – Eftir at hava kannað viðurskiftini á fjørðinum og eftir at hava gjørt royndir á Dansk Hydraulisk institutt, eru vit komin fram til, at hetta er tann besta loysnin, sigur hann. Hetta er ein ferjulega, har útgangsstøðið er, at nýggja suðuroyarskipið kann leggja at bæði eystur og vestur og út og inn eftir molanum, sum skal gerast út á fjørðin. Sostatt hevur hann tveir møguleikar at leggja at og skuldi tí altíð ligið trygt, sama hvussu veðrið er. – Hetta er ein fyrimunur á Trongisvágfirði, tí sum er, eru tað einir 10-15 dagar um árið, har Smyril ikki fær lagt at á Drelnesi, tá ið tað er ov nógvur vindur av ávísum ættum. – Men Smyril hevur møguleikan, at leggja at á ídnaðarbryggjuni hinumeg- in fjørðin, tá ið tað ikki hevur viðrað á Drelnesi. Men hetta nýggja suður- oyarskipið kann ikki leggja at á ídnaðarbryggjuni og tí er tað avgjørt ein fyrimun- ur, at hann leggja at bæði eystur og vestur og út og inn á teirri nýggju ferjuleg- uni, tí so sleppur hann altíð at. Kostar 50-55 milliónir Nýggja ferjulegan á Tron- gisvágsfirði er mett at kosta 55 milliónir. Men verður ferjuskráin, har Smyril fær lagt út og inn eftir molanum, tikin burturúr, verður kostnaður- in nærri 50 milliónum. – Tá ið arbeiðið verður boðið út, skulu teir, sum bjóðað, sostatt lata tvey til- boð inn. Annað tilboðið verður uppá eina ferjulegu, har tað ber til hjá skipinum at bæði eystur og vestur framvið bryggjukantinum og út eftir molanum, og hitt tilboðið verður so uppá eina ferjulegu, har tað bara ber til at leggja at eystur og vestur – Hóast tað avgjørt er ein fyrimunur, er tað ikki heilt neyðugt kunna leggja at út og inn eftir molanum og tí verða báðir møguleikar umhugsaðir. Í hesum umfari er ætlan- in at gera sjálva ferjuleg- una. Hinvegin er ætlanin at gera eina farstøð í øðrum byggistigi, so at fólk kunnu vera undir taki og kunnu ganga íland og umborð, utt- an at fara eftir biladekk- inum og tað er ein fyrimun- ur, hóast nýggja suðuroyar- skipið hevur gongubreytir á biladekkinum. Farstøðin og landgongu- brúgvin fara at kosta fýra, fimm milliónir afturat og verður væntandi gjørt 2005, sigur Bjarni Djur- holm. Tilsamans hevur lands- stýrið skotið upp at seta 25 milliónir av til ferjuleguna komandi ár og so verður neyðugt at seta einar 25-30 milliónir av í 2004. Heldur Trongisvág enn Vág Nú ætlanin er at gera ferju- legu í Trongisvági, er fram- vegis onki nýtt um sam- ferðsluhavnina, sum talan hevur verið um at gera í Vági. – Vit hava ikki fíggjarliga orku til at gera alt og tí mugu vit fyrst og fremst gera tað, sum skal gerast. Og bæði Strandferðslan, Landsverkfrøðingurin og umsitingin í Vinnumála- stýrinum hava gjørt púra greitt, at havnalagið í Tron- gisvági eigur at raðfestast fremri enn havnin í Vági og tað eru tilmæli, eg ikki kann skúgva til viks, sigur Bjarni Djurholm. Men samstundis sum landsstýrismaðurin ætlar at tryggja nýggju suðuroyar- ferjuni atløgupláss í Suður- oynni, er meiri ivasamt við atløguplássinum í Havn. – Tórshavnar Kommuna hevur heitt á Vinnumála- stýrið um at betala tann partin av havnaútbygging- ini, sum skal til fyri at tryggja nýggju suðuroyar- ferjuni fast pláss, hvørja ferð, hon kemur til Havnar. Tilsamans vil kommunan hava landið at betala 30 milliónir til endamálið. – Men eg kann ikki ann- að enn staðfesta, at tað er ikki peningur til tað, sum er. Sosatt er tað greitt, at tá ið suðuroyarferjan og Nor- røna koma á Havnina ísenn, verður tað suðuroyarferjan, sum má víkja. – Tað er tí greitt, at av tí at landið ikki kennir sína vitjunartíð fær suðuroyar- ferjan ikki fast pláss í Havn, men kann væntast at verða flutt aftur og fram, alt eftir, hvar pláss er at liggja. Somuleiðis hevur Tórs- havnar Kommuna biðið kommununa um at betalir ein part av landgongu- brúnni, sum skal gerast fyri at ferðafólk við Norrønu og suðuroyarskipinum kunnu fara í land og umborð, uttan at fara eftir biladekkinum, talan er um einar seks milli- ónir. – Tað havi eg mælt lands- stýrinum til, men higartil hevur undirtøka ikki verið fyri tí. – Sostatt er Tórshavnar Kommuna farin í holt við at fyrireika eina landgongu- brúgv, sum er gjørd til Nor- rønu burturav og sum tað tí kanska ikki kann brúkast til suðuroyarskipið eisini og, sigur Bjarni Djurholm. – Eg haldi, at tað er øvugt at vit brúka so nógvan pen- ing uppá eitt skip, sum skal sigla skjótt og at tyað so skal spilla tíðina burtur at liggja á havnarvág og bíða eftir Norrønu, ella skal verða flutt higar og hagar, alt eftir, hvar atløgupláss er, leggur landsstýrismaðurin afturat. Mugu sleppa ígongd so skjótt sum gjørligt Soleiðis fer nýggjaferjulegan í Trongisvági at síggja út. Bestas loysnin er, at nýggja Suðuroyarskipið fær lagt at bæði eystur og vestur og út eftir molanum so at tað altíð sleppur at, sama hvussu veðrið er. Men kanska verður ferjulegan út eftir molanum spard burtur C M Y K 9 8