hósdagur 7. november 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 214 - 7. november 2002
Nr. 214 - 7. november 2002
11
Amerikanski forsetin George Bush stendur sterkari
eftir miðvalið til kongressina týsdagin. Republikanski
flokkurin økti meirilutan í Umboðsmannatinginum,
sum er annað kamarið, og harafturat er tað helst eydn-
ast republkanska flokkinum at fá meiriluta í Senat-
inum, sum er fyrsta kamarið í kongressini, ella sam-
veldistinginum.
Um endaliga úrslitið verður hetta, sum higartil er frætt
úr USA, so er George Bush tann triði forsetin, sum er
komin styrktur frá einum miðvali - tað er kongressvalið
miðskeiðis í forsetavalskeiðnum. Hinir eru Franklin D.
Roosvelt og Bill Clinton. Og hann er bara triði forsetin,
sum hevur varðveit meirilutan í Umboðsmanna-
tinginum. Hinir eru Eisenhover og Reagan
Úrslitið á amerikanska valinum merkir, at amerikanski
forstein kann fremja sín politikk í verki uttan stórvegis
mótstøðu. Eygleiðarar rokna tí við, at eitt kríggj móti
Irak nærkast. USA kann virka meira sannførandi í
samskiftinum við onnur lond - t.d. við sínar sameindu
í Evropa - eftir sigurin, og lata eitt hánt um eitt møgu-
ligt veto í trygdarráðnum í ST.
Innanríkispolitiskt kann amerikanska stjórnin seta
skattalættar í verk fyri tey vælbjargaðu, sum George
Bush lovaði í valstríðnum fyri tveimum árum síðani.
Harafturat kann stuðla teimum privatu skúlunum og
loyva oljuvinnuni at virka í økjunum, sum hava eitt
viðbrekið umhvørvi. Hesum hava demokratarnir
higartil forðað fyri.
Eisini kann hann tilnevna fleiri dómarar, sum demo-
kratarnir hava kunnað forðað higartil. Serliga verður
hugsað um dómararnar til hægstarætt, sum verða valdir
fyri lívið og ávirka politikk og samfelagslívið langt
eftir at forsetaskeiðið er runnið.
V.ø.o. hevur George Bush vunnið eitt ógvuliga týdn-
ingarmikið valstríð fyri republikanska flokkin og tann
konservativa partin av USA. Hetta var ikki væntandi
miðskeiðis sísða ár, tá forsetin stóð seg illa, og tann
viknandi búskapurin skapri trupulleikar. Men forsetin
hevur ment støðu sína eftir 11. september, m.a. í stríð-
num í mótialtjóða yvirgangi. Hetta evnið evur verið
nógv frammi í valstríðnum, men tað hevur snúð seg
meiri um innnlendsku trygdina, siga eygleiðarar úr
USA.
Hetta hevur verið gott valagn, og veljarar hava heldur
gloypt tí enn ávaringunum hjá demokratunum um tann
vánaliga búskapin. Demokratiski flokkurin hevur ikki
megnað at reka eitt sannføradni valstríð, eins og
republikanarnir hava gjørt.Tað er óivað ein orsøk til at
republikanarnir øktu meirilutan í umboðsmanna-
tinginum úr 223 upp í 226 tinglimir av teimum 435
limunum og helst fáa meirlutan í Senatinum, har
flokkarnir frammaundan høvdu eins nógvar senatorar,
49.
Samanumtikið vunnu teir konservativu republikan-
arnir, og tað kann skapa størri sosiala ójavnvág í USA,
har støðan frammanundan ikki er góð hjá amerikanska
undirklassanum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Konservativur valsigur
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliassen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Rullandi redaktionin:
tel. 220507
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Norðoya
Sambandsfelag
Erika Elttør,
Betta Joensen,
John William Joensen,
Manni Høgnesen,
Poul Juul Vilhelmsen
Fólkaskúlarnir í Klaksvík
eru hart sperdir og hava alt
ov leingi verið raðfestir
aftarlaga.
Tí eru nógvir átrokandi
trupuleikar, sum tað skulla
finnast loysnir upp á.
Vit vilja gera vart við at
vit ígjøgnum umboð okk-
ara í býráðnum stuðla øll-
um ætlanum sum kunnu
verða við til at betra um
viðurskiftini hjá skúlunum.
Ósáskúlin
hevur hart brúk fyri fleiri
stovum, og tí tekur Norð-
oya Sambandsfelag undir
við teimum útbyggingar-
ætlanum sum Klaksvíkar
Býrað arbeiðir við í løtuni.
Men vit gera vart við at
felagið metir at hesar
útbyggingar neyvan koma
at nøkt framtíðar tørvin hjá
skúlanum.
Skúlin á Ziskatrøð
Norðoya
Sambandsfelag
harmast um at ongar um-
vælingar vóru gjørdar á
Skúlan á Ziskatrøð í ár. Vit
harmast um at annað ar-
beiði bleiv tikið framm um
skúlan. Samstundis fegnast
vit um at býráði hevur sett
tilsamans 5 milliónir av á
fíggjarætlanini fyri kom-
andi ár.
Orðaskiftið um
Fólkaskúlan
Norðoya
Sambandsfelag
eftirlýsir einum orðaskiftið
um Fólkaskúlarnar í Klaks-
vík og hvussu teir skulu
síggja út í framtíðini.
Eitt broytt orðaskiftið um
Fólaskúlan í Klaksvík, er
alneyðugt, um vit skulu
verða framman fyri vøkst-
urin í fólkatalinum og tað
menning í samfelagnum,
sum ein undirsjóartunnil
um Leirvíksfjørð uttan iva
fer at hava við sær.
Norðoya Sambandsfelag:
Eftirlýsir orðaskifti um Fólkaskúlarnar
í Klaksvík
Grímur Jacobsen
Hendan klandurssamgong-
an leitar eftir sparingum.
Teir vilja steðga arbeiðum,
har láglønt fólk arbeiðir.
Eitt hugskot er. Lands-
stýrismenn og kvinnur við
aðalstjórum fara í 3 mán-
aðir feriu uttan løn.
Tey koma ikki í fíggjar-
kreppu av teirri orsøk.
Tá er nógv sparing. Og
eingin skaði hendur.
Sparingar
Heri Mohr
Í gjárkvøldið (05.11.02)
sóu/hoyrdu vit samrøður í
Degi og Viku fyrst við ein
pápa, Gunnar Dahl-Olsen,
sum hevur tvey smá børn,
ið krevja serliga viðgerð á
Ríkishospitalinum nakrar
ferðir um árið, og so við
landsstýrismannin
við
heilsumálum, Bill Justinus-
sen, sum greiddi okkum
frá, at hesi smáu børn ikki
kunnu fáa ta neyðugu ser-
viðgerð á Ríkishospitalin-
um fyrr enn einaferð í
2003, tí eingir pengar vóru
í landskassanum – játtanin
er uppbrúkt!
Havandi í huga, at øll
sjúkrahúsviðgerð á Ríkis-
hospitalinum er kostnað-
arleys
fyri
føroysku
sjúkrahúsini, og at peng-
arnir til slíkar sjúkravið-
gerðir eru (enn) í heildar-
veitingini frá ríkiskassan-
um, er her neyðugt at vísa
til fólkatingslóg nr. 621 frá
22. desember 1976 fyri
Føroyar, har undir § 5 m.a.
er tilskilað: »Sygehusenes
overlæger har ret og pligt til
at yde bistand og modtage
bistand fra de øvrige syge-
huse og ret til at senda
patienter til behandling på
sygehuse
i
Danmark.
Nærmere regler herom
fastsættes i det af lands-
styret udfærdigede regle-
ment for det færøske syge-
husvæsen«.
Og
til
landsstýrisins
kunngerð nr. 70 frá 6. ok-
tober 1977, har m.a. er til-
skilað: »Sjúklingurin verð-
ur kannaður til viðgerð á
donskum sjúkrahúsi ella
deild v.m., ið verður rikin
ella goldin av statinum, av
praktiskum orsøkum helst
Rigshospitalet. Viðgerðin á
niðan fyri nevndu sjúkra-
húsum og deildum er eftir
avtalu við ríkisstýrið kost-
naðarleyst fyri føroyska
sjúkrahúsini (undirstrikað
av HM): Rigshospitalet
herundir Kysthospitalet på
Refsnæs,
Ortopædisk
Hospital í Keypmanna-
havn, Finseninstitut, her-
undir
Radiumstationen.
Bert í teimum førum, har
tað er heilt greitt, at sjúk-
lingurin ikki kann viðgerast
á teimum undir punkt 2
nevndu sjúkrahúsum og
deildum, skal sjúklingurin
kannast til onnur sjúkrahús
t.d.
Andelsforeningens
Gikthospital í Skelskør og
Afholdsbevægelsens Be-
handlingsinstitutter
for
alkoholskadede«.
Um lógin frá 1976 og
landstýrisins kunngerð frá
1977 framvegis eru í gildi,
og um tað, sum vit hoyrdu
og sóu hetta kvøldið í SvF
er eftirfarandi, so hevur
spurningurin, um lækna-
felagið ikki eigur at stevna
landsstýrismannin
fyri
heilsumálum fyri álvarsligt
brot
ímóti
lógfestum
mannarættindum, tikið seg
upp.
Serviðgerð á Ríkishospitalinum v.m.
Bjarni Reynagarð
Tórshavn
Hvørt ár um oktober/no-
vember, tá myrkur, hálka og
kavi aftur gerast ger-
andiskostur, er ofta sama
samrøðuevni: Hvat er best?
Summardekk, heilársdekk,
píkadekk ella lamelldekk? Í
útvarpinum nú ein dagin
var hetta evnið umrøtt og
viðgjørt í »Fimmaranum«
millum menn í útvarpsstov-
uni, og av fólki sum ringdu
inn. Tað var bæði forvitnis-
ligt og stuttligt at lurta eftir
hesum fólkum – har hvør í
sínum lagi sjálvandi helt
seg hava rætt!
Eg skal tó ikki gera meg
serkønan á økinum, men
skal bert gera nakrar við-
merkingar. Lat okkum sláa
fast, at summardekk eru
best á bæði turrum og vát-
um asfalti – eingin ivi um
tað! Tað er heldur eingin ivi
um, at á ísi eru píkadekk
nógv best. Lamelldekk eru
eitt kompromis ímillum
summardekk og píkadekk,
sum hava nakrar av egin-
leikunum hjá hinum báðum
dekkunum, men ikki allar!
Treytin fyri at koma fram
í øllum góðum í bili er um-
hugsni og ansni í ferðsluni.
Men serliga um veturin eru
avleiðingarnar av mistøk-
um
hesum
viðvíkjandi
kostnaðarmiklar, likamliga
og materielt. Og tá so er, er
tað jú ofta líkamikið, hvat
slag av dekkum eru undir
bilinum. Hugsa um, at
hvørt dekkið bert er sum
ein hondflata til støddar,
har tað hevur samband við
vegin. Tað sigur seg sjálvt,
at hetta ikki er nógv, og við-
hvørt er hetta ikki nóg
mikið í hálku, tá ferðin
eisini ávirkar negativt, og
sostatt økir um vandan fyri
mistøkum, serliga tá ein
bilur vigar eitt tons ella
meira.
Tað er heldur ikki líka-
mikið, hvørji hjól ein bilur
trekkjur
við
í
hálku,
framman ella aftan. Speed-
ar ein ov nógv upp við
einum
framhjólstrektum
bili, hendir bert tað, at hann
spolar. Men ger ein tað
sama við einum bakhjóls-
trektum bili, er tað ikki so
einfalt, tí tá kann tað henda,
at »reyvin yvirhálar gron-
ina«, og tað er als ikki
spennandi, men haraftur-
ímóti sera vandamikið!
Tað er gamalt at siga, at
tað er »eggið undir høgra
fóti«, sum avger, hvussu at-
burður í ferðsluni eydnast.
Um ein altíð traðkar á
bremsu- ella speedarape-
dalina, eins og eitt egg
liggur millum fót og pedal,
so kann tað ikki ganga heilt
galið í hálku. Tá ein arbeið-
ir so mjúkt og bleytt sum
tilber við bilinum, forðar
hetta samstundis fyri, at
hesin glíður, tá ein antin
bremsar ella fer avstað. Tað
er soleiðis ikki altíð dekkið,
sum avger munin, men
heldur atburðurin undir
ymiskum umstøðum.
Hvussu nógvar dagar ár-
liga hevur ein veruliga tørv
á serligum vetrardekkum?
Hóast veðrið er sera skift-
andi og svikaligt, er tað
neyvan hálka í meira enn í
meðal 30-40 dagar allan
veturin og ofta er tað bert
hált um morgunin og so
aftur um kvøldið, meðan
tátt er um dagin.
Hvørji dekk fólk skulu
koyra við um veturin, eri eg
ikki førur fyri at avgera.
Frægast man vera, at lata
ein og hvønn ráða sær eftir
samvitsku og egnum roynd-
um. Men kanska áttu dekk-
sølurnar at kunna enn betur
um tey ymisku dekksløgini
– fyrimunir og vansar. Teir
veita sjálvandi tað slagið,
kundin ynskir, men helst
uttan at spyrja nóg gjølla
um, hvar og hvat tørvurin í
veruleikanum er. Kundin
veit tað kanska ikki, og
kennir bert eitt ávíst dekk –
tí tað slagið hevur grannin!
Lat okkum hyggja at teim-
um ymisku dekksløgunum.
Summardekk: Hesi geva
best samband við vegin
undir øllum vanligum um-
støðum, men eru ikki eins
góð til hálku. Tey hava
harðari gummi, sum gevur
bestu koyrieginleikar og tey
hava nógv stytst bremsu-
longd. So leingin eingin
kavi ella ísur er á vegnum,
eru hesi klárt nummar eitt.
Tað verður tó sagt um
summardekk, at tey ikki
eru góð í kulda niðan fyri 7
stig selsius, men hetta tyk-
ist ikki at hava hald í veru-
leikanum. Ein vansi er við
breiðum summardekkum,
at tey eru ónýtilig og
vandamikil í hálku. Tey eru
gjørd júst til nógva ferð á
motorvegum einki annað!
Heilárdekk: Hesi
eru
heilt grovmynstrað dekk,
sum kunnu brúkast bæði
summar og vetur, harav
navnið. Tey roynast best í
kava, men geva helst ikki
eins góðar eginleikar sum
píkadekk og lamelldekk í
hálku. Tey nøkta tí neyvan
allan tørv til vetrarkoyring
– men møguliga fari eg
skeivur?
Píkadekk: Hesi eru nógv
tey bestu dekkini á ísi og
hálku, og tey eru eisini góð
í kava, men tey eru at kalla
vandamikil á vanligum
turrum ella vátum vegi, tí tá
hava tey eina bremsulongd
uppá kanska tað dupulta av
summardekkum og veg-
sambandið er lítið og einki
– tað eru næsta bert píkar-
nir, sum nerta vegin! Píka-
dekk eru tí als ikki egnað til
koyring við nógvari ferð, tí
tá eru tey sera ótrygg.
Píkadekk geva ofta eina
falska trygd hjá fólki, sum
ikki eru nóg køn í hálku-
koyring! Hugburðurin tyk-
ist at vera, at tá ein hevur
píkadekk, so kann ein
koyra sum einum lystir,
men hetta samsvarar als
ikki við veruleikan! Eisini
slíta píkarnir tað kostnaðar-
mikla asfaltið órímiliga
nógv, samstundis sum tað
gerst eitt øgiligt svínarí á
øllum vegum. Ein vansi,
sum vit øll líða undir og
gjalda fyri!
Lamelldekk: Tey eru eitt
millumting ímillum summ-
ardekk og píkadekk. Tey
eru serliga gjørd til turran
og vátan kava, og tey eru
eisini rímuliga góð á ísi –
men ikki eins góð og píka-
dekk! Tey eru góð til bæði
turt og vátt asfalt, men eru
av bleytari gummi, sum
ávirkar, at tey ikki hava
eins góðar koyrieginleikar
ella eins stutta bremsilongd
sum summardekk í slíkum
føri – men tey hava tó nógv
stytri
bremsilongd
enn
píkadekk! Ein annar fyri-
munur er eisini, at tey ikki
geva nógv óljóð! Vigar ein
fyrimunir og vansar við
lamelldekkum
mótvegis
hinum dekkunum, er tað
greitt, at lamelldekkið er
eitt sera gott alternativ. Tað
klárar ikki alt, men næstan!
Viðmerkjast kann, at eg
havi havt bil í næstan 30 ár,
men ongantíð píkadekk.
Bilurin er altíð vælskøddur
við lamelldekkum um vet-
urin, og hetta slagið havi eg
brúkt í eini 20 ár. Tey hava
tænt mær trygt og væl, og
tey hava allar teir eginleik-
ar, mær tørvar. Eg havi
annars koyrt nógv við ar-
beiðsbilum við píkadekk-
um, men havi ongantíð
dámt tey eins væl og
lamelldekk.
Til mín tørv eru píkadekk
sostatt óneyðug – um
veturin er mesta koyringin í
Havn – sjálvt um tað kann
vera trupult at sleppa niðan
á Ternurygg í ringum kava-
veðri, til dømis. Men eg
skal viðganga, at viðhvørt
høvdu píkadekk verið betri,
serliga tá hált er sum á
kalvabaki, samstundis sum
ferðslan tá oftast gerst
kaotisk og støðan tí hættis-
lig. Men samanumtikið er
ongin orsøk til at brúka
píkar til býkoyring í Havn,
sum tað verður alt ov nógv
gjørt av, og fyri at tálma
óneyðuga nýtslu av hesum,
eiga myndugleikarnir at
umhugsa, at áleggja okkurt
avgjald fyri píkadekk.
Men skuldi eg dagliga
koyrt um fjøll og skørð,
hevði støðan møguliga
verið ein onnur, og eg hevði
tá kanska umhugsað píka-
dekk, hóast teir vansar, hesi
hava við sær! Men mær
hevði dámt hetta stak illa,
og bert við ringum tanna-
biti at liva við ótryggleik-
anum og óljóðinum frá pík-
unum í 150 dagar, fyri trygt
at vinna á ísi og hálku í
aðrar 30 dagar. Tað kann
tykjast meiningsleyst!
Myndugleikarnir eiga at
taka sær um reiggj og skjót-
ast gjørligt seta tørvandi
hálkubreytir á stovn, har
ein undir røttum umstøðum
kann læra rætta nýtslu av
vetrardekkum – til frama
fyri øll í vetrarferðsluni! At
enda: Minst til, at »fram
kemur tann, ið hóvliga
fer«!
TÍÐINDASKRIV
frá MáF
Vikuskiftið 6. -8. desember
skipar MáF fyri sjónleik-
araskeiði á Føroya Fólka-
háskúla.
Skeiðið er ætlað fólki í
aldrinum 16 - 25 ár.
Á skeiðnum verður und-
irvíst í: rødd, rørslu, impro-
visatión, viewpoints, karak-
ter- og tekstarbeiði.
Arbeitt verður við at
menna og styrkja kropp,
rødd, hugflog og samspæl,
sum eru tey grunnleggjandi
amboðini, ein sjónleikari
hevur at arbeiða við.
Eisini verður arbeitt við
teksti og leikbrotum, sum
luttakarnir spæla fyri hvørj-
um øðrum.
Undirvísarar eru sjón-
leikararnir Gunnvá Zacha-
riasen og Birita Mohr.
Skeiðið vendir sær til
ung, sum hava hug at spæla
sjónleik, - roynd sum
óroynd.
Skeiðið byrjar fríggja-
kvøldið 6. des. Kl. 20 og
endar seinnapartin sunnu-
dagin 8.des.
Eitt gott høvi at læra,
uppliva, flenna og finna
nýggjar síður av tær sjálv-
um.
Kostnaður fyri skeið,
uppihald og mat er Kr. 300.
Tilmelding á MáF skriv-
stovuni: Tlf. 315624 ella í
telduposti til maf@maf.fo í
seinasta lagi 11.11.2002.
Spennandi sjónleikaravikuskifti
á Føroya Fólkaháskúla
Seyðasýning –
Fjallmannaveitsla
Føroyingar, sum her nú koma saman.
Fjøllini tey eru nú øll gingin,
hepnast hevur alt so sera væl,
krovini í hjallin eru fingin
tálgin hon í laka saltast skal.
Latum okkum aldri, aldri gloyma,
tað sum fedrar okkum lærdu her,
latum okkum alt tað góða goyma,
:,:sum teir lærdu okkum her í verð.:,:
Brundseyðir nú allir eru sýndir,
virðismeting fingu teir í dag,
mega ei av nøkrum verða týndir;
eru undan ymsum góðum slag.
Prátið gongur væl ímillum manna,
um tann seyð sum grøna bandið fekk,
ja, her má so mangur maður sanna
:,:rættvísi fram um alt annað gekk.:,:
Latum okkum virða hesa mentan,
sum vit fingu okkar’ fedrum frá,
hendan arv vit halda vera hentan,
og at teir her eru okkum hjá.
Hugnaligt tað er á fjall at ganga,
gjøgnum líðir og í brøttu skor,
mangur maður má har seyðin fanga,
:,:stíga vilja vit í fedra spor.:,:
Vit nú sita her við frøði, gaman,
njóta góðan mat og fornan sið,
syngja vit í góðum lag tilsaman,
um teir gomlu, okkum lærdu við.
Tað sum her var teirra dýra æra,
var at læra unga ættarlið;
nøgdsemi og duga væl at spara,
:,:var her teirra fremsta mál og mið.:,:
Kjartan Stakksund
VIÐMERKINGAR
Summardekk/vetrardekk
C
M
Y
K
11
10