Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. november 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 214 • hósdagur • 7. november 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Annan dagin á rað vóru Føroyar fyri einum stórtapi. Føroyar taptu týsdagin 3,5- 0,5 móti gamla sovjettlýð- veldinum Kyrgisia. Tapið var kanska væntandi, tí teir vóru næstan líka sterkir sum Kolumbia, men før- oysku telvarnir ætlaðu sær at reisa seg eftir fyrra tapið. Liðskiparin hevði framt tvær útskiftingar. John Arni Nilssen fekk frí, og Martin Poulsen slapp eisini at summa seg eftir tapið móti Kolumbia, tá ið einki gekk honum eftir vild. Men stóra útskiftingin hjálpti einki. Einstøku talvini John Rødgaard fekk aftur svart, men hesuferð var tað á fyrsta borði, og teir eru tyngri at syfta enn telvarnir á øðrum borði. John hevði ikki tapt síðani í øðrum umfarið, men her mátti hann lúta. Talvið var toluliga javnt, men kyrgisin fekk spakuliga togað seg avgerðandi framum, og so vendist ikki aftur hjá John. John hevur nú havt rættu- liga nógv talv við svørtum, so honum leingist uttan iva eftir at fáa hvítt aftur. Heini Olsen sat á øðrum borði. Við hvíta fólkinum fekk hann javnleik. Talvið hjá teimum var tekniskt og tað endaði eisini við einum tekniskum javnleiki. Hálva stigið hjá Heina tryggjaði Føroyum undan fullkomn- um sorli. Eyðun Nolsøe segði eftir talvið í dag, at hann helt seg standa toluliga væl eina løtu, men tá ið hin fór í álop, átti Eyðun einki at verja seg við og var so líð- andi spældur av borðinum. Hans Kristian Simonsen stóð eina løtu í byrjanini betri, men fekk einki burturúr fyrimuninum. Mótstøðumaðurin var tolin og vann seg leik fyri leik inn aftur í talvið og hevði at enda tryggjað sær avgerð- andi fyrimun, so Hans Kristian var noyddur at leggja kongin. Føroyar hava nú 18 stig fyri 10 dystir. Í stigatalvuni er Føroyar helst farið niður um styrkismetingina, sum er nummar 86. Sum væntað fingu Føroyar veikari mót- støðulið í 11. umfari, nú ósigrarnir hava verið so dyggir í seinastu tveimum umførunum. Í 11. umfari skulu føringarnir telvad móti Sri Lanka, sum er styrkismett nummar 103. Íslendingar tykjast ætla, at Rani Nolsøe skal gerast økisforseti fyri FIDE øki 7 TALV Jákup Sørensen Bled: Aðalfundurin í al- tjóða talvsambandinum er spakuliga byrjaður, men sjálvur høvuðsfundurin er ikki fyrr enn leygardagin. Forsetaval er á skránni, men tað verður ikki serliga spennandi tí einki mótval- evnið er ímóti sitandi for- setanum Kirsan Ilyumzhinov. Hinvegin er stórur spenningur hvør skal vera forseti í FIDE øki 7, sum eru Norðanlondini. Íslendingar hava átt forset- an seinastu seks árini, men svenska talvsambandið er sera ágrýtið og ætlar sær at fáa ein svia í sessin. Men hesum vilja íslendingar ikki vita av. Sambært van- ligu gongdini eigur forsetin at koma úr Noregi, Dan- mark ella Føroyum. Sum skilst á serliga íslending- um, men eisini øðrum norðanlondum, er ikki óhugsandi, at formaðurin í Talvsambandi Føroya, Rani Nolsøe, kann vera skotin upp sum forseti í FIDE øki 7, men einki fæst at vita um hetta fyrr enn á sjálvum aðalfundinum leygardagin. Sunnudagin fer Havnar Fimleikafelag at skipa fyri stórari felagsvenjing í ambooðsfimleiki FIMLEIKUR tíðindaskriv Sum ein liður í venjing- unum av fimleikarunum í felagnum, byrjaði Havnar Fimleikafelag fyri nøkrum árum síðani at halda son- evndar felagsvenjingar, sum eru opnar fyri øllum limum felagsins. Sum heild hava hesar eydnast væl, og aftur í ár hevur nevndin gjørt av, at skipa fyri slíkari venjing. Komandi sunnudag verður stór amboðsvenjing á skránni, og nakað eftir hetta, 26. januar, verður so innanhýsis kapping í amboðsfimleiki. Føroysku úrslitini í 10. umfarinum John Rødgaard (2345) - IM Vladimir Magai (2531) 0-1 Heini Olsen (2248) - Milan Turpanov (2386) 0,5-0,5 Eyðun Nolsøe (2236) - Aldis Shukuraliev (0) 0-1 Hans Kristian Simonsen (2231) - Andrey Maznitsin (2132) 0-1 Illveðrið um vikuskiftið gjørdi, at tríggir flogbólts- dystir í meistaradeildini hjá kvinnum og monnum vórðu útsettir. Nú hevur FBF boðað frá nýggjum dystarásetingum, og verða dystirnir eftir nýggju ætlanini leiktir soleiðis: MK 17.11 13.00 KÍF-TB MK 11.12 19.30 Mjølnir-Dráttur MM 16.11 16.00 Mjølnir-SÍ Felagsvenjing í Havn Rani kanska økisforseti Enn eitt stort tap Fyri fyrstu ferð síðani annað umfar tapti John Rødgaard, tá hann enn eina ferð sat við svarta fólkinum – hesa ferð á fyrsta borði Nýggjar ásetingar 13 12 Nr. 214 - 7. november 2002 UTTAN ÚR HEIMI Danska heilsustýrið boð- aði í gjár frá, at ein til- burður við smittandi meningitis var staðfestur í einari vøggustovu í bý- num Næstved. Sambært myndugleik- unum var sjúkan staðfest hjá einum hálvtannað ára gomlum smádrongi. Drongurin liggur nú á sjúkrahúsi, og foreldrini fáa fyribyrgjandi við- gerð. Samstundis eru for- eldrini hjá hinum 90 børnunum í vøggustov- uni og barnagarðinum kunnað um sjúkuna og hennara serligu eyð- kenni. Embætislæknin í Vest- ursælandi sigur, at hóast sjúkan verður kallað smittandi meningitis, er smittuvandin ikki serliga stórur. Meningitis í vøggustovu Næstan helmingurin av teimum norsku oljupall- unum hava einki at gera, um tað hevur havt við sær, at næstan 2.000 av teimum umleið 5.000 oljuarbeiðsmonnunum í Noregi hava mist arbeið- ið hetta seinasta árið. Kjell Jakobsen, sum er stjóri í felagnum Smed- vig, sigur, at tað kann ikki sigast at vera annað enn ein kreppa, tá virk- semið í vinnuni er mink- að heili 50 prosent. Sjálvur heldur hann, at tann vánaliga gongdin í heimsbúskapinum er høvuðsorsøkin til krepp- una, tí gongdin ger, at oljufeløgini aftra seg við at fara undir nýggjar íløgur. Kjell Jakobsen leggur afturat, at tað kann kort- ini tykjast eitt sindur løgið, at teir, sum eiga oljupallarnar, eru í kreppu, samstundis sum oljufeløgini forvinna nógvar pengar orsakað av tí høga oljuprísinum. Oljupallar í kreppu Myndugleikarnir í Norð- urkorea hótta nú við at taka sínar rakettroyndir og kjarnorkuverkætlanir uppaftur, eydnast tað ikki at fáa ein sáttmála við Japan um at bøta um viðurskiftini millum londini bæði. Norðurkorea og Japan hildu fund í Malaysia í síðstu viku, men sam- bært norðurkoreansku stjórnini kom einki burt- ur úr fundinum, tí japan- ar vístu ongan vilja til framstig. - Vit hava nú til onga nyttu roynt at fáa góð viðurskifti við Japan. Hendir einki skjótt, noyðast vit at umhugsa at taka okkara rakettroyndir uppaftur, eins og vit noyðast at umhugsa at taka kjarnorkuverkætl- anina framaftur, stóð í einari fráboðan frá stjórnini í Pyongyang. Norðurkorea hóttir Ein meiningakanning í Noregi vísir, at fyrrver- andi forsætisráðharrin, Jens Stoltenberg, úr Ar- beiðaraflokkinum er tann best umtókti norski politikarin. Sambært kanningini siga 21 prosent, at tey vilja hava Jens Stolten- berg til forsætisráðharra. 19 prosent vilja hava for- mannin í Framburðs- flokkinum, Carl I. Hag- en, meðan 17,5 prosent halda, at núverandi for- sætisráðharrin, Kjell Magne Bondevik, er tann rætti til starvið. Hetta er fyrstu ferð í langa tíð, at so nógvir norðmenn hava sagt, at teir vilja hava Jens Stolt- enberg til stjórnarleiðara, men sjálvur væntar hann ikki, at hann kemur aftur í starvið fyrr enn í 2005. Best umtóktur Ferðafólkini gjørdust frá sær sjálvum, tá eitt Concorde-flogfar hjá Air France brádliga misti flogið og datt 7000 metrar niður ígjøgnum luftina FLOGFERÐSLA Árni Joensen Flogfarið hjá franska flo- gfelagnum var á veg úr París til New York, tá ein av teimum fýra motorunum brádliga slóknaði. - Eg havi ikki verið so bangin í lívinum. Fyrst hoyrdu vit ein brest, og so datt flogfarið niðureftir. Flogfarið skalv illa í eitt korter. Kvinnur og børn grótu. Eg haldi, at vit øll vóru ræðslusligin, segði eitt av ferðafólkunum, Amar Belgacem. Flogfarið var miðskeiðis yvir Atlantshavinum, tá tað fekk trupulleikar við tí eina motorinum, og eftir lítlari løtu fall flogfarið úr 17.000 metra hædd niður í 10.000 metra hædd. Flogfarið helt leiðina fram til New York við hinum trimum motorunum. At ein av motorunum slóknaði gjørdi, at flogfarið kundi ikki flúgva skjótari enn 900 kilometrar um tíman. Vanliga flúgva Con- corde-flogførini 2000 kilo- metrar um tíman. Republikanararnir og George W. Bush, for- seti vunnu ameri- kanska miðvalið, og sigurin gevur forset- anum munandi rúm- ari ræsur. Eisini uttanríkispolitiskt hevur sigurin týdning fyri forsetan VALIÐ Í USA Árni Joensen Longu tíðliga gjáramorg- unin var greitt, at republi- kanski flokkurin varðveitti meirilutan í umboðsmanna- tinginum, og hóast upp- teljingin ikki var liðug í teimum vestaru statunum, bendi alt á, at republikanski flokkurin fór at taka meirilutan frá demokrat- unum í senatinum. Í fleiri statum vóru demokratarnir fyri óvænt- aðum ósigri, og úrslitið var ein greið staðfesting av, at veljararnir fyrst og fremst hugsaðu um landsins og teirra egnu trygd, yvirgang og stríðið við Irak. Tann vánaliga gongdin í búskap- inum, sum demokratarnir royndu at gera til høvuðs- evnið í valstríðnum, var ikki tað, sum lá veljarunum fremst í huga. Hjá George W. Bush, forseta man sigurin kennast sum ein stórsigur, tí bara tvær ferðir fyrr er tað hent, at flokkur forsetans hevur vunnið eitt miðval. Fyrru ferð var í 1934, tá Franklin D. Roosevelt var forseti, og seinnu fer var í 1998, tá Bill Clinton var forseti. Sjálvt demokratarnir við- gingu í gjár, at forsetin og ráðgevar hansara høvdu rikið eitt gott valstríð. Ser- liga teir seinastu dagarnar upp undir valið var forsetin virkin, og hesar dagarnar vitjaði hann ikki færri enn 40 statir, har hann hjálpti teimum republikansku val- evnunum. Eygleiðarar halda eisini, at hetta fekk nógvar veljarar at atkvøða fyri flokki forsetans. Ávirkan úteftir Í umboðsmannatinginum varðveittu republikanarar- nir meirilutan, sum teir høvdu undan miðvalinum, men nógv størri týdning hevur tað, at teir eftir øllum at døma eisini hava fingið meiriluta í senatinum, har demokratarnir hava havt meiriluta. Í gjár bendi alt á, at teir republikansku senatorarnir verða 51 í tali, tá senatið kemur saman í januar, men teimum nýtist einans 50, tí stendur á jøvnum, er tað varaforsetin Dick Cheney, sum hevur ta avgerandi at- kvøðuna. Heilt leysar teymar fær forsetin kortini ikki í senat- inum, tí í summum málum krevst, at 60 senatorar skulu atkvøða fyri, skal eitt mál samtykkjast. Haraftur- at er tað ein sannroynd, at allir teir republikansku senatorarnir hava ikki somu áskoðan sum forsetin í øllum málum. Eygleiðarar í Washington siga, at valið vísti, at George W. Bush, forseti er betri umtóktur nú, enn hann hevur verið seinastu tíðina, og hetta fer uttan iva eisini at ávirka støðu hansara uttanríkispolitiskt. Concorde-flogfar fall 7000 metrar Bush vann týðandi sigur Í besta Texas-stíli var George W. Bush, forseti í heimbýnum og greiddi atkvøðu á miðvalinum Mynd: Reuters C M Y K 12