hósdagur 7. november 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 214 - 7. november 2002
Sum ein avleiðing av,
at Havnar Svimjifelag
rýmdi mitt í einari
kapping í Klaksvík,
hevur felagið koyrt
venjaran, umframt at
Svimjisamband
Føroya hevur útihýst
venjaran frá øllum
kappingum fram til í
vár og hevur strikað
øll úrslit hjá felagn-
um á Ægirsstevnuni
SVIMJING
Hilmar Jan Hansen
Tað vakti miklan ans, tá
Havnar Svimjifelag leygar-
morgunin 19. oktober tók
allar sínar svimjarar úr
svimjikappingini
Ægir-
stevnan, sum var í Klaks-
vík.
Orsøkin var misnøgd við
nakrar kolldømingar móti
svimjarum hjá felagnum
kvøldið fyri, og tískil mátti
kappingin gjøgnumførast
uttan
svimjararnar
úr
størsta felagnum í landin-
um.
Frammanundan hesum
hevði Havnar Svimjifelag
givið til kennar, at varð
høvuðsdómarin Sørin Djur-
huus ikki koyrdur frá,
rýmdi felagið úr kapping-
ini.
Men at koyra høvuðs-
dómaran frá, kundi ikki
koma upp á tal, søgdu fyri-
reikararnir, og tí takkaði
Havnar Svimjifelag fyri seg
henda leygarmorgunin og
fór avstað við øllum sínum
svimjarum.
Hetta er fyrstu ferð, at
nakar veit um at eitt felag
er rýmt úr einari kapping,
men hóast einki fordømi,
hevur hendingin nú fingið
fylgjur.
Havnar Svimjifelag hev-
ur koyrt venjaran, Rók í
Jákupsstovu, úr starvi sum
høvuðsvenjari, og Svimji-
samband Føroya hevur
strikað øll úrslitini hjá fel-
agnum á Ægirsstevnuni,
umframt at nú fyrrverandi
høvuðsvenjarin hjá Havnar
Svimjifelag er útihýstur frá
øllum kappingum, fram til
smáunglingameistarakappi
ngina, SUM, sum verður í
vár.
Koyrdur áðrenn
Sum skilst, var hendingin
ikki nakað, nevndin í Hav-
nar Svimjifelag átti part í,
og tí tók felagið eisini av-
leiðingarnar av tí, ið var
hent, og segði høvuðsvenj-
aran hjá sær úr starvi
fríggjadagin 25. oktober,
dagin fyri at aðalfundur
skuldi vera í Svimjisam-
bandi Føroya.
– Tað, sum hendi í Klaks-
vík, var ein orsøk, men tað
vóru eisini aðrar orsøkir til,
at vit loystu venjaran úr
starvi. Yvirhøvur havi eg
lítlan hug at tosa um tað,
sigur formaðurin í Havnar
Svimjifelag, Hans Andrias
Djurhuus.
– Vit í felagnum eru
ógvuliga kedd av tí, sum
hendi í Klaksvík, og nevnd-
in er samd um, at slíkt
hoyrir ongastaðni heima.
Hetta er avgjørt ikki nakað,
vit eru errin av, tí tað kann
ongantíð
vera
rætt
at
boykotta eina kapping so-
leiðis.
Formaðurin í Havnar
Svimjifelag sigur, at tey í
nevndini hildu henda fram-
ferðarháttin vera so ógvus-
ligan, at tað ikki kundi fara
aftur við borðinum uttan at
fáa fylgjur.
– Eisini hoyrdu vit undan
aðalfundinum, at vit kundu
vænta okkum ógvusliga
revsing fyri at vera rýmd úr
einari kapping. Vit vita jú
frá øðrum ítróttargreinum,
at lið verða tveitt úr allari
kappingini, tá tey bera seg
soleiðis at, sigur Hans
Andrias Djurhuus.
– Tá avtornaði, bleiv tann
nú fyrrverandi høvuðsvenj-
arin hjá okkum útihýstur úr
øllum kappingum fram til
SUM, og haraftrat blivu øll
úrslitini hjá okkara svimj-
arum á Ægirstevnuni strik-
að. Tað var betur sloppið,
enn vit høvdu óttast fyri.
Einki fordømi
Sum nevnt, er einki for-
dømi at finna í føroyskari
svimjing, tá tað snýr seg
um at eitt heilt felag rýmir
við øllum sínum svimjarum
mitt í einari kapping. Tað
kanska gjørdi sítt til, at
revsingin til Havnar Svim-
jifelag ikki gjørdist so hørð.
– Tá vit hugdu at reglun-
um, funnu vit einki for-
dømi, og heldur ikki funnið
vit nakað skrivligt um,
hvussu farast skal fram í
slíkum førum, sigur Katrin
Joensen, forkvinna í Svim-
jisambandi Føroya.
– Sjálvandi hevur tað
ávirkað okkara avgerð um
revsing, men eisini hildu
vit, at Havnar Svimjifelag á
aðalfundinum vísti rætta
hugburðin, tá nevndin reist-
ist og bað um umbering fyri
tað, sum var hent.
Katrin Joensen sigur, at
nú aftaná duga øll at síggja,
at tað, sum hendi í Klaks-
vík, var skeivt.
– Eg trúgvi ikki, at slíkt
sum hetta fer at henda aftur,
men kortini arbeiða vit við
at savna allar reglurnar hjá
okkum saman, so vit í øll-
um førum hava svart upp á
hvítt
í
lógartekstinum,
hvussu farast skal fram.
Hon nevnir í hesum sam-
bandi, at Svimjisamband
Føroya er í holt við at savna
allar reglur og lógir, nú
arbeitt verður við at gera
føroyskt tilfar til bæði dóm-
arar og hjálparfólk at ar-
beiða eftir.
Eingin venjari settur
Hóast tey eru sera hørm og
skammast yvir tað, sum er
farið fram, halda tey fram
við sínum arbeiði í Havnar
Svimjifelag, har serliga
nevndin nú noyðist at
leggja nógv fyri.
– Vit hava ikki sett nak-
ran nýggjan venjara enn, so
fyribils royna vit at klára
okkum við teimum kreft-
um, vit frammanundan
hava í felagnum. Men hetta
merkir sjálvandi fyri okk-
um í nevndini, at vit hava
munandi meira at gera, enn
annars, sigur formaðurin,
Hans Andrias Djurhuus.
– Nú noyðast vit eisini at
taka okkum av tí umsiting-
arliga og annars røkja aðrar
uppgávur, sum vanliga
liggja hjá høvuðsvenjaran-
um. Tað er sjálvandi eitt
mark fyri, hvussu nógva tíð
foreldur og onnur í nevnd-
ini hava til at gera hetta ar-
beiðið sjálvboðið, men so-
leiðis mugu vit royna at
klára okkum nú.
Nógvar kappingar eru fyri
framman, og sum vant
ætlar Havnar Svimjifelag at
vera uppií, tá tær eru. Og
felagið fer heilt vist at
fullføra hvørja einastu av
øllum hesum kappingun-
um, sum eru!
Havnar Svimjifelag hevur
koyrt venjaran
Tað var í svimjikappingini, sum Ægir skipaði fyri, at venjarin hjá Havnar Svimjifelag gjørdi av
at taka allar svimjararnar úr kappingini. Hetta hevur nú fingið avleiðingar, so venjarin er
koyrdur, umframt at hann hevur karantenu frá øllum kappingum til komandi vár
Fyrrverandi venjarin
hjá Havnar
Svimjifelag, Rókur í
Jákupsstovu, heldur
seg hvørki vera rætt
viðfarnan av fel-
agnum ella Svimji-
sambandi Føroya
SVIMJING
Hilmar Jan Hansen
Hóast formaðurin í Svim-
jisambandi Føroya heldur,
at øll nú aftaná duga at
síggja, at tilburðurin í
Klaksvík var skeivur, og at
formaðurin
í
Havnar
Svimjifelag sigur, at nevn-
din er samd um, at slíkt
ongastaðni hoyrir heima,
er høvuðspersónurin í
málinum, Rókur í Jákups-
stovu als ikki samdur.
– Eg helt meg gera tað
rætta í Klaksvík, tá eg stóð
har við einari rúgvu av
svimjarum, ið ikki vildu
svimja, umframt at eg
hevði
uppbakking
frá
hjálparvenjaranum
hjá
mær, sigur hann.
– Ein nevndarlimur í
Havnar Svimjifelag var
við, men gjørdi ið hvussu
er einki fyri at forða fyri
tí, sum hendi, tá vit gjørdu
av at taka allar svimjar-
arnar úr kappingini.
Sostatt er fyrrverandi
venjarin hjá Havnar Svim-
jifelag alt annað enn nøg-
dur við málið, soleiðis
sum tað liggur í løtuni, og
hann ætlar eisini at gera
nakað við tað.
Ikki fyrstu ferð
Rókur í Jákupsstovu hel-
dur, at tey tóku svimjar-
arnar úr kappingini so
regluliga, sum tað ber til.
Hetta hendi á einum
tekniskum fundi leygar-
morgunin 19. oktober,
sum er ein fundur, har tað
eitt nú ber til at taka
svimjarar úr einari kapp-
ing.
Tað, sum helst vakti
ríkiligan ans, var at Hav-
nar Svimjifelag á tekniska
fundinum henda mor-
gunin tók allar sínar
svimjarar úr kappingini.
– Hetta er ikki fyrstu
ferð, at hetta er hent, men
ta fyrru ferðina, eg kenni
til, hendi tað áðrenn eina
kapping. Tá vóru heilt
aðrar orsøkir til, at vit
tóku allar okkara svimjar-
ar úr einari kapping, sum
skuldi vera í Fuglafirði,
sigur Rókur í Jákupsstovu.
Hann heldur nógv av tí,
sum er komið fram um
Ægirsstevnuna
vera
skeivt, og eitt nú vísir
hann aftur, at tey í Havnar
Svimjifelag kravdu at fáa
høvuðsdómaran í kapp-
ingini settan frá, um tey
skuldu halda fram.
– Tað stutta av tí langa
var, at svimjararnir kendu
seg at hava verið so fyri
órætti, at teir snøgt sagt
ikki vildu halda fram í
kappingini. Og tá er eisini
vónleyst at halda fram, so
vit royndu altso at gera tað
so regluliga sum gjørligt,
sigur hann.
– Eg helt, at eg í støðuni
gjørdi alt fyri at verja
okkara egnu svimjarar, og
eg helt meg eisini hava ta
neyðugu uppbakkingina
til tað. Tí skilji eg ikki
ordiliga, at tað aftaná skal
ganga út yvir meg við
einari burturvísing og út
yvir svimjararnar, sum
fingu øll síni úrslit í kapp-
ingini strikað.
Sakførari uppí
Hin parturin av søguni er
so, at Rókur í Jákupsstovu
fríggjadagin 25. oktober
bleiv
koyrdur
úr
starvinum sum høvuðs-
venjari í Havnar Svimji-
felag.
– Tað avgerðina skilji eg
ikki, tí eg havi ikki fingið
so frægt sum eina ávaring
frammanundan. Og tað
finst framvegis onkur í
nevndini, sum yvir fyri
mær hevur givið til kennar
sína fullu uppbakking,
sigur hann.
– Nú er tað blivið til, at
eg havi alla ábyrgdina av
tí, sum er farið fram. Tí
kann eg eisini liva við, tí
eg havi jú sum høv-
uðsvenjari evstu ábyrgd av
tí, ið hendir í einari
kapping. Men nevndar-
limurin, sum var við okk-
um í Klaksvík, hevur eftir
øllum at døma neyvan
kunna nevndina um, hvat
veruliga hendi har norð-
uri.
Uppsøgnin var ógvuliga
knøpp, og Rókur í Jákups-
stovu fekk ikki ta upp-
sagnartíðina, hann annars
helt seg hava rætt til.
– Eg var settur í starvið
eftir somu treytum, sum
limir í Starvsmannafel-
agnum, og tí átti eg at
fingið tríggjar mánaðir í
uppsagnartíð. Men tað
fekk eg ikki, sigur hann.
– Sakførari hevur hugt
at málinum, og sum skilst
havi eg góðar møguleikar
at krevja endurgjald fyri
mistu uppsagnartíðina, og
tað rokni eg eisini við, at
eg fari at gera.
Starvið hjá Róki í Ják-
upsstovu var fulltíðarstarv,
og tí stendur hann í dag
uttan
nakað
arbeiði.
Hvussu verður við fram-
tíðini, hevur hann ikki
tikið støðu til enn.
»Eg helt meg
gera tað rætta«
C
M
Y
K
14
SMS í 25 ár
SMS blaðið hesaferð eitt sindur øðrvísi. Og
tað er eisini meining. Tað skal líkjast fyrstu
SMS bløðunum sum komu út longu í 1977.
Forsíðan er eins – tó at myndin er nýggj –
bygnaðurin av blaðnum er tann sami, og
fleiri av lýsingunum eru gjørdar soleiðis, at
tær líkjast lýsingum frá sjeytiárunum. Hetta
er fyrst og fremst gjørt til tess at tað skal
verða eitt sindur forkunnugt, eins og at vit
vilja vísa á munin á tí, vit gera í dag, og tí
vit gjørdu fyri 25 árum síðani.
Vit vóna, at øll taka væl undir við
hesum øðrvísi blaðið, og fáa okkurt burtur
tí tilfarinum, sum stendur í blaðnum.
Fyrsta SMS-blaðið, sum kom út í oktober 1977
15