Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. november 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Matur uttan gluten í Burger King Eg vildi bert rósa Burger King við tí at teir selja Gluten-frítt. Men eg haldi, at tit áttu at skrivað tað í SMS-baðnum, av tí at tað eru nokk ikki nógv, ið vita av hesum. Tey, ið mugu hava glut- en-frían mat, hava ikki nógvar møguleikar at keypa slíkt í Føroyum, so eg haldi at tað skuldi verið lýst meir við tí. Tað er »super« gott, at onkur ger okkurt fyri hesi fólk, so haldi tit bert áfram við tí, tit á Burger King. Svar: Tað er púra rætt, at Burger King hevur mat uttan glut- en. Enn hava tey ikki gjørt nógv við at marknaðar hetta, men tað fara tey at gera. Síðan upplatingina 9. oktober hava tey fyrst og fremst roynt at venja starvsfólkini upp og veitt eina tænastu, sum Burger King um allan heimin er kent fyri at veita viðskifta- fólki sínum. RR Ruddar eingin av í matstovu tykkara? Í sambandi við føðingardag tykkara leygardagin var eg saman við familju mínari í SMS. M. a. vóru vit eisini í nýggju matstovu tykkara, sum er innbjóðandi. Men eitt havi eg kortini at fílast á, tað er óruddið, sum stóð á borðunum; serliga í Burg- er King og Sunset. Har stóðu bakkar við matleivd- um, tómum sodavatnsíløt- um, pappíri o. ø. á nógvum borðum. Tí fari eg at spyrja, um tit ikki hava nakran, sum ruddar av, ella er tað mein- ingin, at vit sum keypa, skulu rudda av fyri tykk- um???? Svar: Leygardagurin var kanska ein serligur dag í so máta, at vit høvdu ógvuliga mong vitjandi í sambandi við føð- ingardagin, og tílíkar dagar kann tað tíverri gerast so- leiðis, at starvsfólk okkara ikki røkka alt. Men tað er ikki meiningin, at tú og tín familja, skulu rudda upp eftir øðrum, sum hava sitið í matstovuni og etið. Eins og í útlondunum, er mein- ingin og okkara ynski, at hvør ruddar upp eftir sær sjálvum. Í Burger King og Sunset nýta tey pappírpakning, sum vit ynskja, at viðskifta- fólkini sjálvi rudda av borðinum og tøma í ruskí- løtini, sum eru sett upp í matstovuni. Í Perluni ynskja vit, at viðskiftafólk okkara seta bakkan við borðbúnaðinum á í stativini, sum eru til endamálið. RR Er "Drive In" eisini "Walk In" Eg setti bilin á Tinghúsveg- num 64 og fór til gongu oman í SMS. Allar hurðar í SMS vóru afturlatnar og stongdar so eg slapp ikki inn í Hornið at keypa. Gekk so yvir til Burger King at keypa ein miðal chips. Aftan á at hava sagt mítt ynski 3 ferðir, fór eg til lúkuna at gjalda. Har segði eg skemtandi, at eg hevði ikki bilin við og fekk svar, at tað skuldi ganga hesaferð, men hetta var alt- so bert fyri bilar. Mín spurningur er: Kann eitt fólk til gongu ikki keypa í »Drive In« hjá Bur- ger King í SMS. E.S. Annars smakkaði kipsið sera væl. Svar: Søgan er eitt sindur skemt- ingarsom, og vit hava fing- ið sama fyrispurning frá øðrum viðskiftafólkum. Í stuttum kann sigast, at týdningurin av orðinum »Drive In« er – og tað vita flest øll – at tú koyrir inn. Tí havi eg fingið at vita frá teimum í Burger King, at teirra »Drive In« bert er fyri koyrandi viðskiftafólk, t. v. s. at eitt fólk til gongu ikki kunnu keypa í »Drive In« hjá Burger King í SMS ella nakra aðrastaðni í heiminum. RR 2 Serblað í Sosialinum nr. 214 • 7. november 2002 Trapputrøðin, Box 1059 100 Tórshavn tel 358888 Útgevari: Sosialurin og Sølumið- staðarfelagið, SMF Blaðstjóri: Rógvi Róin Lay-out: Sosialurin Seting & umbróting: Sosialurin Prent: P/F Prentmiðstøðin Fyrsta stigið Hendan oddagreinin stóð í fyrsta SMS blaðnum, sum kom út í sambandi við, at SMS lat upp dyrnar á fyrsta sinni, tann 2. november 1977. »Nú hurðarnar verða latnar upp fyri 1. byggistigi av Sølumið- staðarprojektinum, man tað neyvan vera nakar, sum ikki á ein ella annan hátt kennir til fel- agið SMS og tey flestu kanska við mistrúgv. Hetta er ein veru- leiki, vit eru vitandi um, og sum vit skilja og góðtaka, men sum vit vóna at kunna bøta um Sølumiðstaðarbygningurin er ein stórur bygningur, sum fær ein týðandi leiklut í býarmynd- ini. Hetta skapar serligan ans millum borgarar, sum fegnir vilja varðveita býarmyndina ó- spilta. Vit skilja væl óttan og kri- tikkin og ábreiðslurnar, sum herav standast. Men við tí á- byrgdarkenslu vit føla mótvegis borgarunum og myndugleiku- num, taka vit ímóti kritikki og á- breiðslum sum stuðul at kunna fremja projektið soleiðis, at virðing fyri umhvørvi og trivna verður sett í hásæti. Vit gerast nú forbrúkaratænar- ar, og tað er okkara ynski at kunna útinna hetta starv í sátt og semju við starvsfelagar okk- ara í býnum, við starvsfelagar okkara, sum vit hava størstu virðing fyri, og sum vit meta hava havt, hava og framvegis koma at hava ein avgerandi týdning til gagns fyri forbrúkar- an.« HM Brævakassin Hvør sleppur at skipa fyri inn- tøkufremjandi tiltøkum á Torgi- num í 2003? Torgið í SMS hevur verið gott mið hjá mongum í mong ár. Og tað verður tað helst framvegis. Eins og í ár, kunnu á- huga- og ítróttarfelaøg, skúlaflokkur og onnur nú søkja um loyvi at hava inn- tøkufremjandi tiltøk á Torg- inum í SMS í 2003. Greiðið frá, hvat inn- komni peningurin skal nýt- ast til, hvat inntøkufremj- andi tiltak, tit ætla at skipa, og hvat spennandi tiltak og ella framsýning – sum fær enn fleiri vitjandi inn í SMS – tit hava ætlanir um at hava. Nýtið hugflogið og verið skapandi. Tey bestu og mest spennandi hugskotini verða vald út. Eru ivamál, ber til at ringja á tel. 35 88 80. Møguligar umsóknir skulu sendast til SMF, Post- boks 1059, 110 Tòrshavn, viðmerk brævbjálvan: »Leiga Torgið« Seinasta freist at lata inn umsókn er fríggjadagin 13. desembur 2002. Umsóknarblað og upp- lýsingar eru eisini á www.sms.fo. Nú er tíð at søkja um tiltøk á Torginum Nøffelina og Hannibal á Torginum í SMS Serblað í Sosialinum nr. 214 • 7. november 2002 3 TILBOÐ - TILBOÐ - TILBOÐ Rynkeby juice appelsin ella súrepli 3x1 ltr. 2500 Galle & Jessen breyðsjokoláta 90 stk. 1 pk. 2995 Bonbon max mix 1 pk. 1000 Klementinur 1 bk. 1000 Merrild kaffi 500 gr.1595 Knorr karry suppa 1 pk. 1395 Brúnar køkur 450 gr.1295 Faxe Kondi 1,5 ltr.1000 + pant Sætre keks, Kornmo, Kaptajn ella frokost 3 pk. 2500 Omo vaskipulvur 1,8 kg.2500 Piparnøtur 500 gr.1095 C M Y K 17 16