Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-02-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. februar 1986síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Nr. 15 — 6. februar 1986 Challenger-vanlukkan í seinastu viku: Ávaring til talsmenn stjørnukrigsætlaninar +… — sigur sovjetiska tidindastovan TASS At sjey amerikanskir rúmdarfarar lata lívið verður ikki til fánýtis, um tann stóra Challenger-vanlukkan sein- astu viku fer at fera til, at USA steðgar sonevndu »stjørnukrigs«-ætlanini, sigur oddamaðurin fyri rúmd- arkanning í Sovjetsamveldinum, Roald Sagdeyev. Við- merkingin hjá honum til higartil størstu vanlukkuna í mannaðum rúmdarferðum varð endurgivin av sovjet- isku tíðindastovuni TASS í Washington. TASS sigur, at Challenger-spreingingin er sera álvarslig ávaring til teir, ið fyrireika flyting av vápnaskipanum út í rúmdina. TASS sigur eisini, at vanlukkan hevur týðiliga avdúkað hvussu vandamikið tað kann vera at taka undir við »dreyminum« hjá Reagan forseta um at ein verjuskipan í rúmdini kann virka uttan brek við hjálp av telduút- gerð. Tey sjey umborð á ferjuni mettu ikki bert harmiligum deyða í stórfingnari tænastu hjá rúmdargranskingini, sigur sovjetiska tíðindastovan, men deyði teirra kann eisini fyribyrgja, at milliónir lata lívið í atomkríggi. Hesar viðmerkingarnar frá TASS eru í stórum mót- setningi til ta yvirhevur ópolitisku umtaluna, Challeng- er-vanlukkan hevur fingið í sovjetiskum fjelmiðlum. Leita enn Teir amerikansku rúmdarmyndugleikarnir hjá NASA leita enn eftir onkrari ábending um, hví henda vanlukk- an hendi. Stór loynd er yvir kanningararbeiðinum, og al- menningurin hevur næstan einki fingið at vita, uttan at beinanvegin aftaná vanlukkuna oyðilegði stjórnsteðin á Cape Canaveral tvær rakettir, ið vóru áfastar ferjuni við fjarstýring, tí stórur vandi var fyri, at tær fóru at detta niður á bygt eki. Utseting NASA hevur nú útsett alt arbeiði upp á tríggjar aðrar rúmdarferjur, tí vísindamenninir vilja fyrst kenna orsøkina til spreingingina. Illgruni er um at møguligur leki hevur verið á brenni- evnisleidningum ella í veggunum á teimum ytru brenni- evnistangunum á óhepnisferjuni. NASA savnar nú inn allar tekar telduupplýsingar, sum serfreðingarnir eru í holt við at greina, ein túsundapart sekund hverja ferð. 13 skip úr herflotanum og 13 flogfer luttaka við fram- komnari útgerð í leitan eftir vrakpettum. Í endanum á seinastu viku varð partur av stjórnborðinum funnin. Fram við Florida-strondini leita vanligir borgarar eftir minnislutum um vanlukkuna, lítlum sjóriknum pettum av ferjuni, men NASA hevur ávarað strangliga ímóti hesum, tí onkur av hesum pettunum kunnu vera smurd við sýru, ið lívsvandi kann standast av. Veljarakanning Ein veljarakanning gjerd ímillum tað amerikanska fólkið vísir, at meirlutin vil, at USA skal halda fram at senda fólk út í rúmdina. Kanningin varð gjerd aftaná at Reagan forseti hevði tosað við tjóðina í sjónvarpinum mest um Challenger-vanlukkuna. 47% vilja, at tann nú- galdandi fíggjarætlanin fyri rúmdarferðir skal haldast, men 26% vilja at meiri pengar verða latnir til hetta endamálið. Nevnast kann, at USA stendur fyri uppsending av 45% av ellum fylgisveinum, meðan europeiskar rúmdar- fyritøkur senda upp 55%. Í USA verður i letuni nógv tosa um, um fyribils útseting av NASA-programminum Úr útheimi Edvard Jónsson skrivar gevur europeisku Ariane-rakettunum serligar fyrimunir á altjóða marknaðinum. Eydnusom sega Hóast stødugar trupulleikar við hitaverjuplåtum, land- ingarútgerð 0.ø. vóru rúmdarferðir av almenninginum hildnar at vera rutina, tí ongin vanlukka ella óhapp hevur hent inntil seinastu viku. Rúmdarferjurnar hava verið 24 ferðir úti í rúmdini við tíggjutals fólkum og út- gerð fyri tíggjutals milliónir dollarar. Segan hjá hesum parti av tí amerikansku rúmdarætlanini hevur verið eyðkend av góðum úrslitum, hóast tað ofta hevur gingið striltið fíggjarliga og fyrireikingarliga. Tað hevur kostað ógvuliga nógv meira enn roknað varð við í fyrstani at gera eina rúmdarferju, ið kundi nýtast fleiri ferðir í mótsetning til tey gomlu rúmdarferini, sum bert kundu nýtast eina ferð. Eitt tað stersta vandamálið var at verja ferjuna móti hita av gnígging (friktión), tá hon kom inn aftur í lofthavið um jerðina við 40-faldari ljóð- ferð. Allir hesir spurningarnir vórðu loystir við muna- dyggum tiltøkum, sum eisini kostaðu milliónir dollarar, men tann amerikanski skattaborgarin hevur fegin rindað hesa rokningina, tí hann metir framstig á hesum eki vera eitt hitt týdningarmesta málið, ið USA stendur frammanfyri. Rúmdarætlanin hevur sostatt stóran týdning fyri sjálvkensluna og stoltleikan hjá tí vanliga amerikanaranum. etj.- teven McAuliffe og systurin hjá Ch sta beint aftan vanlukkuna. Eisini bernini hjá Christa, Scott (9 ár) og Caro (6 ár).