Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-02-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. februar 1986síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 16 — 8. februar 1986 Føroyingar eiga at mótmæla norsku sildaveiðuni — Er hetta felagsstovnur, so kann tað ikki vera rætt, at ein partur fiskar hann upp, áðrenn hann er komin rættiliga fyri seg, skrivar Henrik Old, tingmaður m.a. í hesi greinini. Hann skrivar: Aftan á at sildin norðan- fyri hevur verið burtur í nógv ár, sær út til at stovnurin er við at koma fyri seg aftur, við tað, at nógv smásild hevur verið at sæð í Barentshavinum seinasta árið. Tað var ser- liga árgangurin frá 1983 sum kom rættiliga væl fyri seg og eru stórar vónir settar til, at um ikki so langa tíð fór sildin at koma aftur um okkara leið. Íslendingar hava havt somu vón. Eftir at lodnuveiðan í Barentshavinum er farin nærmast niður í einki, hava norðmenn avgjert at fiska rættiliga stóra negd av tí smáu sildini. Júst hesi sild,sum seinri eisini skuldi koma á okkara leið. Sjálvt um norskir fiski- frødingar harðliga hava rátt frá at veiða av hesum stovni. Tað sigst, at norðmenn ætla at veiða 150.000 tons. Fyri at mótmæla hesumfiskarii, og at mót- mæla norsku avgerðini, frættist, at russar fyri nekrum degum síðani eru byrjaðir eitt rættiliga stórt fiskari eftir smásild í gráu leiðini. Nógv russisk skip eru longu byrjað at veiða har. Kanska eins stóra nøgd sum norð norð- menn? Verður hetta gongdin við sildini aftur hesaferð, so koma feroyingar og ís- lendingar at bíða nógv ár til sildin kemur aftur — helst kemur hon ongantíð aftur. Tað frættist, at is- lendingar hava mótmælt yvir fyri norðmonnum um hesa veiði. Ti mátti tað eisini verið beint, at vit føroyingar gera tað sama. Er hetta ein felagsstovn- ur, so kann tað ikki vera tíðindablaðið Síða 7 - ; Henrik Old: — Landsstyr- ið eigur at mótmæla norsku sildaveiðuna, áðrenn ov seint er. rætt, at ein partur fiskar hann upp, áðrenn hann er komin rættiliga fyri seg. Eisini er sildin so smá, at hon er undir minsta mát hjá ICES, sum eisini norðmenn hava bundið seg til at halda. Tað er tí nógv, ið talar fyri, at landsstýrið eigur at gera vart við okkara áhugamál mótvegis norð- monnum, áðrenn ov seint er. GOTT BINGO Héskvøldid 13. februar kl. 20 skipar Eysturoyar Javnaðarfelag fyri bingo á í Arbeiðsmannafelags- húsinum í Fuglafirði. NEVNDIN HAVNAR SVIMJIFELAG Aðalfundur verður leygardagin tann 22. febr. kl. 15.00 í holi felagsins. NEVNDIN Opið bræv til Atla Dam, løgmann Eitt bragd gjørdu tit! Vit hava sæð álitið, sum teir góvu 2. februar í ár um ervitisligu SEV-út- byggingina á Eiðisvatni. Vit vita at tað kravdi dirvi at seta hesa nevnd. Men hetta dirvi sýndu tit øll seks Heldur ikki teir fyra hava kropið sær undan, men hava sýnt seg sum menn Nú liggur svarið greitt Eitt svar, sum ikki undrar teir, ið við medviti og náttúrualskni hava grátið um leikin at leggja Eiðis- vatn oyðið Fyri fjórðu ella fimtu ferð fáa vit aftur prógvað, at Hejgaard á Schultz ikki duga at projektera vatnorkuútbygging í Fer- oyum. At teir eru sekunda vera og ikki føroysku verkfreðingarnir. Men Asbjern Joensen gjørdi såttmålan við Høj- gaard & Schultz og hevur tvíhildið um hann. Hverju ferð nakar hevur dittað sær at vist á, hvussu lítið H&S duga, so hevur hann staðið sum verjandi brimilin... Skuldu H«S ikki gera sær heilt fyri skommum, máttu teir ganga gloggu føroysku verkfreðingun- um eitt sindur á meti. Men Asbjørn Joensen hevur ongantíð skilt, at såttmålin var år von og viti. Gjørdur vid dugna- loysi. Sum ein partisanur hevur hann tryst og lokk- að og fingið Sjålvstyris- flokkin at bakka ervitis- ætlanina á Eiðisvatni upp. Sínum egna makk- verki. Sum tungan á vágskál- ini hevur hann forðað løg- tingi og landsstýri — ja helst SEV við — at fáa eina útbygging av vatn- orkuni i Føroyum, sum er teknisk góð og umhvørv- isliga nytilig. Tit seks i landsstyr- inum eiga allan heiður fyri, at spælið nú er av- dúkað. Vit vita nú, at >mun- andi meira orka fæst við at leggja vatngoymsluna í 300—350 m. hædd«, t.d. við Eiðisskarð. Vit vita eisini, at henda meirorka >sum heild kost- ar á leið tað sama, sum ætlanin hjá SEV i nedra«. Til endans siga teir fýra púra greitt, at við at hálsa Framhald á síðu 19