Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-02-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. februar 1986síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Nr. 16 — 8. februar 1986 Reagan og Nicaragua amerika. Hanus Andreassen skrivar Í ár breiðir tøgnin seg um heimin. Kravgongur eru avsagdar, innsavningar falnar niðurfyri, eingin bjóðar til at taka orðið samhuga í sín munn. Øll tykjast at hava mist pippið, og lurtar tú, heldur tú teg hoyra, víðahvar um heimin, rurandi Jimmy Reeves-kendar siropstónar, sum stilla tey vreiðu hjørtini og fáa øll neyðarróp at tagna. Hann, sum hevur fingið hetta í lag, er — sum tú ivaleyst hevur gitt — ein sjónleikari. Hann eitur Ronald Reagan. Hesin faðirligi gamli maðurin við smerbrosinum hevur havt eina ótrúliga ávirkan á heimsveðurlagið. Seint og tíðliga síggja vit á skerminum hetta seta andlitið við teimum erligu eygunum, tí mjúku reddini og tí bíbilska orðalagn- um. »I tell you truly .. .«. »Sanniliga sigi eg tykk- um«. Øll mótmæli dovna. Øll atfinning tagnar. Heimsins mætu kámast burtur. Tá sjónleikurin nærkast, við smyrsli á kjálkunum, angandi, tykj- ast sjálvt Palme og Mitterand bygdasligir, pávin gloymir síni minstu og bukkar kurteisliga, og stál- kvinnan í Onglandi verður svinn og fær ikki orðið upp. Samstundis sum Ronald Reagan hevur fingið at kalla allan heimin at tagna, er hann sjálvur blivin mælskari og mælskari. Í dag líkist hann einum rættiligum krossfarara. Hann sigur seg elska mannarættindi, frælsi og fólkaræði. Hann hevur tí gjørt av at fara út um landamark at fremja avreks- verk til frama fyri hesi hugtek. Landið, hann nunnur, jlærarar og laKleiagsloin 032 r pind í nyrkum fangatyppum. Hann kundi nerjað á ; Í dag fremur USA — óbein- Í leiðis, við einum heri av yvir- gangskroppum — innrás móti tí einasta landinum í amerika, har vónin gror, skrivar Hanus Andreassen m.a. í hesi greinini um støduna í Millum- Millum- Guatemala, har vambasíðir milliarderar (teir flestu teirra landsmenn forsetans) sita og hugna sær, við whiskysjussum, á sólskygdum altanum, meðan skotini gella inni í skóginum — móti kvinn- um, børnum og niðurundirkomnum pápum. Hann kundi herjað á Paraguay, har tann grimi eina- ræðisharrin Alfredo Stroessner hevur steðgað tíð- ini, og har skuggarnir av gomlum nazistiskum hópdrápsmonnum hómast, sum fúnandi ræður, millum bygdaskotini. Men nei! Reystkappin Reagan hevur valt at herja á tað lítla Nicaragua. Hann júkar um hetta árla og síðla. Ivaleyst hendir okkurt í hesum land- inum, sum hann hevur fingið marruna av. Hvat kann tað vera? Tað at vegir verða gjerdir har í landinum ? Tað at brýr verða bygdar? Tað at fólk læra at lesa og skriva? Tað at skúlar verða bygd- ir? Tað at mentanin blómar ? Tað at fólk sleppa at arbeiða og, fyri fyrstu ferð, fáa ágóðan av sínum baksi? Tað at fólk, fyri fyrstu ferð í hálva eld, ganga upprætt? Kanska er tað alt hetta til- samans, sum ger, at tann gamli sjónleikarin liggur í andvekri. Í hvussu so er, tað er ellum hesum hann í dag hevur sett sær sum mál at forkoma. Í dag fremur USA — óbeinleiðis, við einum heri av yvirgangskroppum, ið kallast los contras — innrás móti tí einasta landinum í Millumamerika, har vónin grør. c in 1 sikin er ni íara og herja = — elia iinnast at — einaræðisnarr- Nicaragua liggur i Midamerika Ronald Reagan unum sunnan fyri USA. Ti allir eru teir — Pino- chet, Stroessner, fyri trimum árum síðani eisini argentinska brotsmannajuntan — sjónleikarans „kæru vinir«. Ein av hesum vinmonnum Reagans er í letuni eitt sindur kroystur, stakkalin. Talan er um tann óhugnaliga einaræðisharran Duvalier. Fólkið á Haiti ger uppreistur. Ikki tí at tey duga at lesa Ikki tí at tey eiga vápn. Nei, tey gera tað av berari og blektaðari svongd, og teirra einastu vápn eru nevarnir. Einki hevur Reagan talað um at gera krossferð fyri at koma hesum fólki til hjálpar. Tað er tverturímóti. Í hesum árum royna fólk i hundr- aðatali at koma sær til grannalondini hjá Haiti. Farvatnið her á leið er neyvan lystiligt. Í bátum og skipum royna fólk at flýggja. Nógv sjólátast. Eydnast tað onkrum at slíta upp land í USA, verður hann sendur avstaðaftur — til fongslini hjá Duvalier. Men bíða bara, um nekur ár, tá Duvalier situr í útlegd í onkrari luksussuitu í California, og sjúk- húsini og skúlarnir og virkini breiða seg um Haiti, og frælsið hómast, har einki frælsi var fyrr, og vónin grer, har einki hop var fyrr, tá fer krossferð- arhugurin at vakna. >Sanniliga sigi eg tykkum, hetta gongur ikki, vit mugu leggja uppí...“ So, kæri lesari, næstu ferð, sjónleikarin hómast á skerminum, hevur tú rætt til at lata lyndið rína Fr '