leygardagur 8. februar 1986síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 16 — 8. februar 1986
Síða 10
Thomas Arabo, tingmadur:
Storur framburður
i Norðstreymoy
Umframt ætlanina at gera berghol millum Oyrareingir og
Kaldbaksbotn, so er skjøtil settur å stort virksemi å
Langasandi i Kollafirdi, og haraftrat eru og koma fleiri
nýggj skip til økid. M.a. hetta sigur Thomas Arabo, ting-
maður javnaðarfloksins í Norðstreymoy.
Tað er nú gott og væl eitt
ár síðani, at legtingsval
var. Tá hendi tann broyt-
ing í tingmannabýtinum í
Norðstreymoy, at javnað-
arflokkurin fyri fyrstu ferð
fekk mann valdan í hesum
valdøminum. Thomas
Arabo var ikki bert valdur
við flest atkveðum, men
hann mundi vera veruligi
»topskorarin« til hetta
valið, og var hann eisini
tann stóra valsensatiónin.
Vit hava tosað við
Thomas Arabo, nú hann
hevur rekt sítt tingstarv
hetta fyrsta valárið, og vit
spurdu hann, um hann
hevur verið ferur fyri at
liva upp til tað álit og tær
vónir, sum veljarin setti
honum undan valinum.
Vallyfti!
Hann sigur: — Nú var tað
so, at eg var nýggjur og
gav ikki tey nógvu bein-
leiðis vallyftini, men eg
gav nekur. M.a. gav eg
eitt lyfti um, at bergholið
skal gerast millum Oyrar-
eingir og Kaldbaksbotn,
og tað lyfti standi eg við.
Bergholið skulu vit hava.
Síðani gav eg eitt lyfti
um, at rentan skuldi
lækka, og tað hava vit ar-
beitt fyri, sjálvt um eg
haldi, at hon er lækkað ov
lítið enn.
Síðani gav eg eitt lyfti
um at skapa fyritreytir
fyri verksemi í Norð-
streymi, og tað hava vit
skaffað. Eitt nú figging-
ina til Blue North og
virksemið í tí sambandi.
Lokal- og lands-
politikkur
Annars hava vit skaffað
ein rækjutrolara til Kolla-
fjørd.
— Skal hetta skiljast
soleiðis, at tå sum tøkk
fyri atkvødurnar skal gera
fólki tænastur?
— Sum politikari í Fer-
oyum er tú noyddur til at
arbeiða út frá tveimum
filosofiium. Tú er noydd-
uar at arbeiða út frá floks-
filosofiini og at arbeiða við
landspolitikki, og so hev-
Kollafjørdur. Frá at vera ein sovibýur hjá Havnini, er hetta pláss nú við at gerast ein
miðdepil fyri bæði fiskagóðsking, aling o.a.
ur tú hini lokalmálini, har
tú er noyddur at hjálpa tí
økinum, har tú er valdur.
— Her í Norðstreymoy
hava vit jú sæð, at partar
av økinum hava heilt verið
afturúrsigldir, og er ein
orsekin tann, at ting-
menninir, sum hava verið
valdir inn fyri ekið, hava
ikki gjørt nóg mikið. Teir
hava hugsað ov nógv um
júst sítt heimplåss.
— Hver heldur tú upp-
gávan hjá einum polit-
ikara er?
— Tad må vera at skapa
fyritreytir fyri, at onnur
kunnu virka.
Fiskaaling og
skattur
— Men aftur til Norð-
streymoyar. Hverjar aðr-
ar uppgávur liggja fyri, og
hvat hava tit sett í verk?
— Eg nevndi rækjutrol-
aran og haraftrat er ein
djúpvatnstrolari bygdur
til Vestmanna, og nú er so
Reynsatindur eisini komin
til Norðstreym, so her
hendir okkurt.
Víðari sigur Thomas
Arabo, at arbeitt verður
víðari við at menna ali-
vinnuna á økinum og at
útbyggja vinnuna við tí,
sum henni nú tervar. Í
hesum sambandi vísir
hann á, at broytingar nú
skulu gerast í skattingini
av partafelagnum Fiska-
aling. — Í dag hevur
felagið nógv virksemi í
Norðstreymoy, men allur
skattapeningurin endar í
Havn.
— Hetta vilja vit hava
broytt, soleiðis, at bygd-
irnar her í økinum fáa lut í
skattinum. P/F Fiskaal-
ing eigur at gjalda skatt
til tær kommunur, har ar-
beitt verður í, og ein stór-
ur partur av virkseminum
hjá Fiskaaling liggur í
Norðstreymoy.
— Fiskaaling rindaði
1,2 mill. kr. í skatti í fjør
og harav mundi umleið
helvtin vera kommunu-
skattur. Hetta kann hava
nógv at siga fyri komm-
unurnar her. Tað er als
eingin grund til, at ein
skattainntøka uppå
kanska eina hålva mill. kr.
skal enda i kassanum i
Havn.
Thomas Arabo sigur, at
nevndin fyri Fiskaaling
hevur fingið boð frå 'ands-
styrinum um at kunna,
hvussu hetta kann broyt-
ast i praksis, og hvar
skatturin skal gjaldast.
Nógv liggur á láni
vegna tørvandi
áhuga
Thomas Arabo sigur víð-
ari, at teir nú royna at
byggja upp teir partar av
Norðstreym, sum eru
ringast fyri og sum ava
verið í misrekt vegna
tervandi áhuga frá fleiri
av teimum tinglimum,
sum hava umboðað hetta
vældømi.
— Tingmenn her i
Noråstreymoy hava havt
lyndi til meira at virka
sum kommunalpolitikarar
og bert hugsad um sina
egnu fødibygd. — Vit
mugu royna at broyta
hesa gongd, soleidis at vit
Vestmanna, ein livandi bygd við nógvum og fjølbroyttum arbeidsplåssum
Thomas Arabo, tingmaður: — Eg ivist ikki i, at Norð-
streymoy er eitt tad økid i Føroyum, sum fer at siggja ta
størstu menningina komandi årini
menna alt økid, heldur enn
bert einstakar bygdir.
— Nú var fundir i Norð-
streymoyar Javnaðarfelag
herfyri, og har mettu bert
30 fólk. Er hetta ikki tekin
um, at ti »popularitetur«
er minkaður síðani valið?
— Eg havi lisið um
hatta í einum ávísum blað
og siggi, at tað ger gjøldur
burtur úr uppmetingini til
tann fundin. Men til tað
kann eg bert siga, at talið
á organiseraðum javn-
aðarfólkið í Norðstreymoy
hevur ikki verið so hegt,
og tað tekur sína tíð at
byggja eitt felag upp.
Annars kann eg siga, at
vit á fundinum herfyri
umreddu meira lands-
politiskar spurningar, so
sum skattalógirnar og
stuðulsskipanina við Dan-
mark. Vit umreddu als
ikki lokalmál, og tað er
einki at dylja yvir, at fólk
her í ekinum meira eru
áhugað at vita nakað um,
hvat fer at henda lokalt, tí
her eru so nógvar upp-
gávur at loysa, sum hava
ligið á láni. Eg kann ugga
tey, ið sóknast at vita
meira um lokal mál, og
siga at fleiri fundir vera og
vit arbeiða miðvíst fyri alt
ekið.
Royndarstødin
Vit spurdu at enda Thom-
as Arabo, hverjar vónir
hann hevur til nyggju
royndarstødina. Til tad
sigur hann, at tað er at
vóna, at okkurt gott fer at
koma burtur år. Tad skildi
so eisini verið møguligt at
fingið flutt t.d. djóra-
læknastovnin úr Havn til
royndarstødina heldur
hann og sigur:
— Samanumtikið haldi
eg, at tað við royndar-
steðini skuldi verið møgu-
leiki fyri desentralisering.
Tað var spell, at steðin
skuldi gerast so kostnað-
armikil, men vit eru
noyddir at hyggja fram-
eftir og royna at fáa sum
mest burturúr.
jan