Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-02-11, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. februar 1986síða 16

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 16 Evniskunnandi arbeiðslag krevur: At øll tora at verða opinskárað — og at tað eru greiðar óskrivaðar reglur um samveru næminganna millum og millum lærara og næmingar, segði Hensar Ellingsgaard, landsskúlastjóri m.a. í fyri- elstri í Vágum næstseinasta vikuskifti. Hann segði víð- ari: Sambært $ 24, 5. stk. í fólka- skúlalógini, so greiniligara ætlanin og skip- anin av undirvísingini, her ímillum valið av undirvísing- háttum, og undirvísingartilfari verða gjørd av læraranum mest meguliga í samráð við næm- ingarnar. Hetta er ein aðal treyt, tá ið talan er um evnis kunnandi undirvísing, tað verður enntá lagdur dentur á, at ætlanin skal leggjast av næmingum og lærara í felag Men her er vert at merkja sær og geva gætur, at lær- arar og næmingar eru ikki á jevnum feti eigur tann arformum Abyrgd Lærari og næmingar ru á ymiskum steði, tá ið ætlanin skal leggjast. Lærarin hevur hevuðsábyrgdina, og tað má verða heilt greitt, hver ið hevur ábyrgdina av teimum einsteku pertunum í heildini. Lærarin hevur ábyrgdina av, at undirvísingin hevur eitt ávíst fakligt steði, og næm- ingarnir av, at ætlanin verður framd. Lærarin hevur ábyrgdina av at evnisvalið er hóskandi, og at greidsluevni verða någreiniliga lýst, so at allir næmingarnir fáa neyðugt innlit í uppgávuna, teir skulu undir. Næmingar- nir hava ábyrgdina av at velja ávísar uppgávur og at ítekiligar Lærarin hevur ábyrgdina av at fylgja við í tí, sum næm ingarnir fáast við, leiðbeina orða spurningar og leggja lag á, tá ið stígur kemur í. Hann skal tó ikki koma við loysnum Lærarin má frá fyrsta degi gera ellum greitt, hvat hann hevur ábyrgdina av. Lærarin skal verða fúsur at tosa við næmingarnar um tað og meguliga gera eitt annað ábyrgdarbýti, um næmingar- nir ynska tað. Hverja ferð ein avgerð verður tíkin, er neyðugt at gera ellum greitt, hver ið hevur ábyrgdina av at fremja hana. At skulka sær undan ábyrgdini er bannað Tað er neyðugt at læra at seta ávís krev til hvenn ann- an — og at vísa krevum, ein ikki kann lúka, frá sær. Tann einstaki kann ikki bara gera tað, sum hann/hon heldur vera best. Lærarar og næm- ingar mugu seta krev til hvenn annan, aðrar lærarar og næmingar eisini, og krev- ini skulu haldast. Tað verður lagdur dentur á, at ell meta stundisliga og at siga frá, tá ið ein hevur forfall. Evnis- kunnandi undirvísing krevur samanhald og aga ikki einans eftir ytri ásettum reglum, men av felags virðing fyri hverjum eðrum og áhuga. Um trupulleikar stinga seg upp. ella ósemja verður um eitthvert, eigur greiða at fá ast á aftur sum skjótast. Er við arbeiðslagið hjá verða ónegd onkrum, so eigur at gjørt vart við tað beinanveg- in Evniskunnandi arbeiðslag krevur at ell tora at verða opinskárað, og at tað eru greiðar óskrivaðar reglur um næminganna mill- um og millum lærara og næm ingar samveru Í Danmark! Í Danmark hava teir ein námsligan royndarskúla fyri 8.-10. flokk, og tað tók sína tíð, áðrenn lærarar dugdu at leggja veruligar ætlanir í samráði við næmingarnar 8. flokkur er fyrsti ár- gangur hjá teimum, og næm- ingarnir eru ikki allir vanir við evniskunnandi arbeiðs- lag, tá ið teir koma, tí hevur skúlin so líðandi tikið næm- ingarnar uppí, tá ið ætlanir skulu leggjast. Hetta skuldi verið so sjálv- sagt, at eldri næmingarnir verða, betur eru teir ferir fyri at vera uppii at leggja ætlan, men tað er ov seint, um teir ikki sleppa uppí hetta, fyrr enn teir eru komnir í 8. flokk, eftir lógini eigur hesin táttur at verða tikin upp frá fyrsta degi í skúlanum og við teim- um grundleggjandi sjónar miðunum, sum gera seg gald andi í evniskunnandi undir- vísing um málskunning og luttakarastýri Næmingarnir uppi í Í námsliga royndarskúlanum eru teir komnir eftir, at tað hevur virkað darvandi í teirra arbeiði, at teir hava verið noyddir til nevndu manna- gongd, tí at næmingarnir hava vant seg til fastlagdan og vanabundnan næminga- og læraraleiklut, sum hevur verið trupult at broyta Tí eru teir so líðandi farnir burtur frá fyrrnevndu mannagongd og sett tad sum avgerandi treyt, at næming- arnir eru uppii frá fyrsta degi, tá ið tann greiniliga ætlanin og skipanin av undir- vísingini verða lagdar. Næmingurin sjálvur er stoðið, ið bygt verður á. Ynski, tervur og áhugi eru avgerandi. Tað er ikki altíð ein lætt- gongd leið at samskipa øll tey ymisku uppskot, ið koma fram. Tað kann verða tervur á fleiri viðgerðum, samtalur í bólkum og samtalur við tann einstaka næmingin, áðrenn oll verða samd um eitt felags Nr. 17 — 11. februar 1986 Um evniskunnandi undirvising Næstseinasta vikuskifti helt nyggi lands- skulastjørin Hensar Ellingsgaard, fyrilestur vesturi i Vágum um ymisk skúlaviðurskifti. Tað var Móðurmálslærarafelagið, sum hevði biðið hann halda fyrilesturin. Í Sosialinum leygardagin prentaðu vit nekur brot úr fyrilestrinum og fara vit eisini í dag at tríva í okkurt í áhugaverda fyrilestri landsskúlastjórans. uppskot. Men henda til gongdin er neyðug, um tú ikki skalt detta aftur í ta gomlu veitina, sum tykist so nógv lættari, og sum næm- ingarnir í fyrstani helst vilja aftur í, uttan at hugsa um, hvat ætlanin er við nevndu tilgongd. Tí verður tað neyð- ugt, at gera sær greitt, at tað í fyrstani ikki verða umfat- andi evni, men heldur fleiri ítekiligir spurningar, ið steða skal takast til. Tað kann verða ein reð av spurningum, ið næmingarnir vilja hava greiddar, ella ávís viðurskifti, sum teir vilja kanna meira nágreiniliga. Evni og spurningar og tíðarætlan Næmingarnir skulu seta upp greiðsluevni og orða spurn- ingarnar, ið steða skal takast til. Royndir vísa, at undir hesari tilgongdini koma ofta góð hugskot um, hvussu spurningar kunnu viðgerast, og hverjum úrdrátti, miðað eigur at verða ímóti Ein tíðarætlan verður legd, og í flokkinum ella í smærri bólkum verður funnið fram til tað tilfar 0.a., ið skal birta uppundir og seta arbeiðið ígongd. Tað kann t.d. verða filmur, sjónbond, ljóðbond, bøkur, stovns- og savnðsvit) anir. Hver ið tekur sær av hverjum, má verða púra greitt. Lærarin tekur tað tunga takið í tilgongdini, men sum frálíður, kann alt meira fyri- reikingararbeiði leggjast til smærri ráðleggingarbólkar. Eftirmeting Tað er umráðandi at næming ar og lærari/lærarar frá fyrsta degi meta um ætlanina og tað, sum gjert verður. At tað endaliga úrslitið úrdrátt- urin er gott, hevur sín stóra týdning, men tað er meira umráðandi at arbeiðs gongdin er mennandi fyri hin einstaka, og tí verður stórur dentur lagdur á at meta um arbeiðsgongdina so hvert, og at tað eru bæði næmingar og lærarar, sum gera tað — fólk kunnu eisini koma uttanífrá til tess at meta um tað, sum gjørt verður foreldrioni ikki at gloyma. Meting og eftirmeting skulu verða tað amboðið, ið beinir á rætta kós Eftirmeting kann eisini reisa nýggjar spurningar, sum fera fram til eina nýggja ætlan um undirvísing eftirkunnandi Lýsið í SOSlalinum —ana