Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-02-13, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. februar 1986síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 18 — 13. februar 1986 Væntaðu tað versta — Eitt Guds undur, hann var á lívi, sigur Allan Næs um mannin, sum sunnukveldið datt oman á Norðbergs- eiði. — Vit væntaðu tað versta, tá vit fóru niður. Allar: seig sjálvur annar eftir mann- inum. Tað var, sum onkur hevði ruddað dungan beint har, maðurin kom niður. Og tað var sum ein stór hond hevði sett hann niður. So óskiljandi er tað, at tann 21 ára gamli maðurin slapp frá tí 45 metra hega fallinum uttan at bróta nakað. Sum tað skilst, hevur hann íkki fingið annan skaða enn tann, at annað lungað er fallið saman. Teir báðir menninir, sum sunnukveldið sigu niður eftir tí 21 ára gamla Inga Mortensen, væntaðu ikki at finna hann á lívi. Gleðin var tí stór, tá teir funnu hann sitandi við bergið. Annar teirra, All- an Næs, sigur, at hann næstan græt, so stóra ávirkan hevði hetta á hann. Allan og Sjúrður Thom- sen, báðir úr Nesi, bjóð- aðu sær til at fara niður. Ongin visti, hvussu steð- an var hjá tí unga mann- inum, sum var fallin einar 45 metrar niður í rusk- dungan á Norðbergseiði. Men vónirnar at finna hann á lívi, fyri ikki at tosa um lítið skaddan, vóru ikki stórar. Hoyrdi málið Allan Næs greiðir frá, at hann fekk boðini um hendingina vesturi á Norðbergseiði, tá sonur hansara, sum var á stað- num, tá óhappið hendi, ringdi. — Eg kom skjótt á staðið og tá vóru longu ein, lína og onnur bond komin. Tveir mans vóru farnir eftir einari aðrari línu. Eg bant meg í línuna, men hevði ikki hug at fara einsamallur niður. Har var myrkt og vit høvdu bara lummalyktir. Allan greiðir frå, at nú kom bjargingarfelagid av Tvøroyri og tað hevði nógv og góð ljós við. Teir báðir síga nú niður og var Sjúrður ein favn undir Allani. Allan sigur, at alt í einum hoyrir hann mál undir sær og stutt eftir sær hann, hvar mað- urin situr við hondunum millum beinini, ein hálvan metur frá berginum ella so. Hevði ikki ilt Hann var dottin á nakr- ar jarnplåtur, gamlan húsaklædning. Hann segði seg ikki hava ilt og at alt var í lagi. Ein bera var eisini komin niður og hann kláraði at reisa seg og ganga til hana. Teir blivu síðani allir tríggir drignir upp í senn. Allan Næs heldur, at hálvurannar tími gekk, frá ti óhappið hendi til teir aftur vóru uppi á slettum. Sjálv bjargingin gekst væl. Eins lítið og nakar ann- ar skilur Allan Næs, hvussu tann ungi maðurin slapp so væl frá fallinum. Har eru millum annað bil- vrak í dunganum, men tað sá út sum um tað var ruddað, har maðurin kom niður. Óhappið hendi, tá fimm mans vóru vesturi á Norð- bergseigi við ymiskum burturkasti frá tunnuslá- ingini leygardagin. Ein betongkantur er á eggini, har vegurin endar. Ingi Mortensen var áhald- sin og er helst komin móti kantinum, áðrenn hann fór útav. Gott veður var sunnu- kveldið og turt. Kyrt hevur verið í sjónum eina tíð og tí lá nógv burtur- kast á helluni. hd Tit ringja sosialurin, tlf. 11820 — vit skriva Síða 5 Her, i Niels Finsensgøtu, læt Føroya banki upp sina fyrstu skrivstovu tann 1. mars 1906 (myndin er år fødingardagsritinum, sum fyrsta dagin verdur sent i hvørt hus i landinum). Nú hevur Føroya banki 33 deildir úti um landið og 193 fólk í arbeiði. Sjóvinnubankin hevur 29 deildir og 131 fólk í arbeiði. Føroya banki brúkti 58,2 mili. kr. til lenir, húsaleigu og aðrar tílíkar útreiðslur í fjør. Sjóvinnubankin brúkti 40 milliónir. 80 ár men ongantið so væl fyri — Stórar rentulækkingar á donskum lånsbrøvum góvu 60 mill. kr. i kursvinningi og óvanliga stórt virksemi or- søkin til metárið hjá Foroya banka. Stersti vinningur í søgu bankans. Hetta verður uttan iva eitt samreðuevnið, tá Fer- oya banki um stutta tíð kann halda 80 ára jubi- leum. 1985 var eitt gott ár hjá bankanum og tølini, sum blivu løgd fyri tíðindafólk týsdagin, spegla tað ovur- honds stóra fíggjarliga virksemið í Feroyum í fjør. — Tad er ikki ti, vit hava rikið ein aggressivan utlånspolitikk. Vit hava heldur roynt at hildið aftur. Vit halda, at á summum økjum hevur gongdin verið ov skjót. Hetta segði Hans-Jørg- en Laursen, forstjóri, á íðindafundinum tysdag- in. Hann legði afturat, at hann ivast í, samfelagið kann halda fram í einum so høgum geari. Og hesi ivin sæst eisini í roknskapinum. Feroya banki hevur í 1985 lagt burtur 76,8 mill. kr. Hetta erú pengar at taka til, um onkur skuldari ikki klárar skyldur sínar móti bank- anum. Í 1984 var hetta talið 32,3 mill. kr. Ikki til nýtslu I frågreiding sinari til tid- indafólkini segði forstjórin í Feroya banka, at tað er ikki beint, tá Landsstýrið, og tá serliga løgmadur, siga, at lán frá donsku kredittfeløgunum, sum ikki beinleidis hava sam- Eisini tvey åra bok Hinir peningastovn- arnir bjóða nú eisini viðskiftafólkum sín- um at seta inn pengar á bók við 24 mánaða uppsegn soleiðis sum Fossbankin ger. Rentan er sjálvandi tann sama sum hjá Fossbankanum, 10,75% um árið. band við nýbygging. fara til nýtslu, forbrúk. Gjegnum Feroya banka hava vinnulivsfyritøkur í 1985 tikið heim 125 mill kr. í tilikum lánum. Og hesin peningur eigur ein stóran lut í batnaða gjald- ferinum hjá bankanum. Tað vil siga, bankin hevur ikki brúkt milliónirnar til at økja um útlánini, men til at umleggja verandi lán hjá virkjum og fyritøkum. Hans-Jørgen Laursen visti samstundis å, at i fjør øktust innlån bankans 130 mill. kr. meira enn út- lånini. Hans-Jørgen Laursen nevndi eisini folkaatkvød- una um tann sonevnda EF-pakkan. Sigur meirilutin av donsku veljarunum nei til EF-pakkan, kann hetta føra til, at Danmark noyð- ist úr EF. Í ellum forum viknar álitið á Danmark sum samstarvslandi mun- andi. — Onkur hevur sagt tað soleiðis, at eitt nei til EF- pakkan kann fáa somu av- leiðingar sum tvær olju- kreppur í senn, segði for- stjórin. Hesar avleiðingar eru til demis hækkandi renta, trýst á krónuna og sterri kursvandi. Hóast Feroyar ikki eru í EF, so hava figgjarvidur- skifti Danmarkar eisini á- virkan her hjá okkum Bæði Sjóvinnu- bankin og Fer- oya banki hava nú almanna- kunngjert úr- hd slitini í 1985. Hjá Sjóvinnubankanum vaks javnin úr 1.813 mill. kr. í 2.470. Veksturin er 36,2% (23,4% í 1984). Hjá Feroya banka fór javnin úr 2.596 mill. kr. í 3.561. Veksturin er 37,2% (14,6% í 1984). Utlån 1.393 mill. kr. 2.043 mill. kr. Vøkstur i 1985 19,8% 21,2% Innlån 1.465 mill. kr. 2.133 mill. kr. Vøkstur i 1985 27,9% 29,4% Utlån i mun til innlån 95,1% 95,8% Avlop undan skatti 74,7 mill. kr. 111,7 mill. kr. 26,2 mill. kr. 48,5 mill. kr. 26,2 mill. kr. 51,1 mill. kr 60,6 mill. kr 41,7 mill. kr. Skattur av vinningi i 85 Nettovinningur Nettovinningur i 84 Við árslok 1985 var eginognin hjá Sjóvinnubankanum 234 mill. kr. Hon vaks 43,7 milliónir í árinum. Føroya banki hevði 328 mill. kr. og hjá teimum vaks eginognin 77,7 milliónir Sjóvinnubankin hevur aðalfund 19. februar. Tá fer stjórnin at skjóta upp, at útgold- in verða 12% í vinningsbýti. A aðalfundinum hjá Feroya banka 25. februar fer stjórnin har at skjóta upp, at vinningsbýtið verður 12% og 2% afturat, tí bankin verður 80 ár 1. mars. Stjórnin fer eisini at skjóta upp, at partapeningurin verður ektur úr 48 mill. kr. í 100. Partapeningurin hjá Sjóvinnubankanum er 50 mill. kr.