hósdagur 13. februar 1986síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Telefon 118 20
Argjavegur 26, 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Tórshavn
| Útgevari:
Abyrgdarblaðstjóri:
Fyritaksstjóri:
Krisjan Dahi
Høgni Djurhuus
Randi Jacobsen
Tórfinn Smith
Kalmar Lindenskov
Pit Sosialurin
P/f Pressan 1981
Blaðfótk :
Ljósmyndari:
Uppseting:
Prent:
Ferðslulógin
LØGTINGSINS rættarnevnd
hevur sum kunnugt gjørt seg
lidna við broytingarnar í ferðslu-
lógini og í gjár var uppskotið til
fyrstu viðgerðar á løgtingi.
BROYTINGARNAR eru nógvar
og í mongum førum sera vitt-
gangandi. Her er talan um at gera
ta sokallaðu sekstíma regluna
meira víttfegnandi enn í dag, har
henda regla bert kann koma uppá
tal í samband við deyða ella álvar-
saman løst. Nú verður, um upp-
skotið verður samtykt henda
regla at galda fyri ein og hvønn,
sum hevur verið uppi í einum
ferðsluóhappi. Eftir hesi nýggju
reglu verður tann sum drekkur
aftan á eitt ferðsluóhapp innan
fyri seks tímar aftan á óhappið
revsaður sum um hann hevði
drukkið, tá óhappið hendi. Hetta
skal sjálvsagt skiljast soleiðis, at
hetta bert er galdandi, um
legreglan ikki frammanundan
hevur havt høvi til at tryggja sær,
at viðkomandi ikki hevði drukkið
tá óhappið hendi. Í hesum sam-
bandi verður eisini tosað um, at
reglan skal galda fyri tann, sum
hevur verið eltur av politinum.
Eftir okkara tykki eigur henda
regla at gerast nógv klárari og ná-
greinligari — nakað, sum fleiri
tingmenn eisini vístu á undir
fyrstu viðgerð.
oddagrein
AÐRAR sterri broytingar snúgva
seg um afturumlegging (yvir-
háling), trygdarbelti, prutl, buss-
steðg, at landsstýrið kann áseta
serstakar reglur fyri koyrilærarar
og teirra útbúgving og at tað nú
verður ålagt vegmyndugleikum
at tryggja skúlaveg barnanna.
TINGIÐ tók sum heild væl ímóti
uppskotinum og nógv bendir á, at
tað er eitt stig móti stórri ferðslu-
trygd. Men lógin ger tað íkki
einsamøll. Hon má verða fylgd
upp av einum miðvísum upplýs-
ingararbeiði í útvarpi, sjónvarpi,
bløðum og skúlunum. Verður
hetta ikki gjørt kann tað væl
henda, at úrslitið av broyting-
unum verður tað øvugta av tí,
sum er ætlað.
FERÐSLUTRYGD er eisini annað
og meira enn lógir og kunngerðir.
Hon snýr seg um okkara holdn-
ingar sum heild og tí eigur at
verða arbeitt víðari við øllum
ferðslutrygdarspurninginum vid0
tí fyri eyga at fáa broytt mangar
av teimum óvanum, vit hava og
fyri at fáa skapt eina sømiliga
ferðslumentan í hesum landi. Tá
fyrst kunnu vit av álvara vænta
og vóna, at vanlukkurnar fara at
minka í tali av álvara.
Vit hava framleiðslu av
KITLUM OG øbRUM
STARVSFOLKABUNUM
— eftir ynski
Alma Petersen
Klaksvík + tlf. 55420
—
Nr. 18
13. februar 1986
Krokudillutår Adolfs
I Dimmalætting 18. jan
Adolf Hansen
yvirskriftini
mid-
uar hevur
grein við
»hensigten helliger
let«, har broytingar i
skattalógini verða um-
reddar
Nógv hevur verið talað
og skrivað um hesi upp-
skot, men tá Adolf Han-
sen kallar hesar broyt-
ingar i skattalogini
»vinnufiggindaligar lógar-
broygingar«, so eigur Før-
oya folk at vita, at hesin
sami Adolf er ein av upp-
havsmonnum til hesar
broytingar í skattalógini
Ti longu undir samgongu-
samráðingunum varð
skattalógin nógv umredd,
og varð tí eisini hædd
tikin fyri hesum í sjálvum
samgonguskjalinum —
samgonguskjalinum, sum
m.a. Adolf Hansen eigur
fulla ábyrgd av!!!
At hesi Adolf nú fer at
snakka um >fortolkningar
av samgonguskjalinum«
er honum so vissuliga likt
og kanska heldur ikki so
legið fyri ein andsteðu-
politikara at gera, men er
hetta einki annað enn
»spæl fyri gallarinum«, nú
hann als onga ávirkan
hevur á politisku gongd-
ina í landinum. Hinvegin,
hevði hann havt ávirkan,
so man lítil ivi vera um, at
talan tá kundi verið um
ein av sonnum vinnulivs-
figgindaligan politikk, ti
fåur politikari man frå
tingsins rødarapalli hava
vist størri hatsku inn å
vinnulivsmenn — og tå
serliga fólkafloksvinnu-
livsmenn sum Adolf
Hansen. Og hevði henda
hatska óivað eisini ført vid
sær, at roynt hevði verið
at lagt ognarskatt og
hægri rentuskatt á tey,
eftir hansara meting, so-
kallað »kapitalistar«. So
kanska líkagott fyri land
og fólk, at hann setti seg
sjálvan uttanfyri alla pol-
itiska ávirkan!!!
Hesi tár Adolfs eru
einki annað enn kroko-
dillutár, sum fella í vónini
um, at onkur fær kenslu
av, at í Adolfi eiga tey
vinnulívsvinin stóra. Jú,
sanniliga »hensigten hel-
liger midlet«, og just i
hesum »kynstri« er tað
eingin, ið tekur Adolf.
Adolf orsøkin
Tá so Adolf í somu grein
nærmast druknar í kroko-
dillutárum orsakað av, at
tann avgerandi atkveðan
kemur úr »hansara« flokki
og at »hvørki Kjartan
Mr»
er bert at endurtaka, at
lógirnar eru ikki annað
enn tær, ið Adolf Hansen
sjálvur setti rammur um
undir samgongusamråd-
ingunum á sinni! Sostatt
átti hann nú at atkvett
fyri hesum broytingum í
skattalógini og soleiðis
víst, at hann stóð við tað,
sum m.a. hann sjálvur
beinleiðis er orsekin til!!!
Men so fer helst ikki at
verða, tí longu nú sæst at
hamurin er skiftur og at
sjónleikurin heldur fram.
Hesar »hambroytingar«
eru ikki nakad nytt fyri-
brigdi, tí tað sum skilst á
monnum yvirhevur er, at
»Adolf Hansen er ikki at
líta á! Ei heldur yvirhevur
er, at >Adolf Hansen er
ikki at líta á! Ei heldur
veits tú nakrantíð, hvar tú
hevur hann í nekrum
máli... Hetta, at skifta
ham i tíð og ótíð er lyndis-
eyðkenni hjá summum og
tíverri lítið og einki at
gera við. Men kanska er
hetta ein neyðugur eigin-
leiki hjá persóni, ið stød-
ugt handlar út frá hesum,
at »hensigten helliger
midlet« — og so er tad
líkamikið hvat »midlet«
er, bert tað tænir tí ávísa
endamálinum! Tá Adolf
Hansen nevnir Kjartan
Mohr, sála, so skal bert
viðmerkjast, at hesin
diva ongantíð hevði
droymt um, at tann Adolf
sum kom upp í flokkin á
sinni, fór at skikka sær
soleiðis sum hann gjerdi
eisini á tí politiska
num jr ry
hann vónar at undirritaði
skal finna inn aftur á tann
vegin, sum flokkurin er
stovnaður at fylgja. Her
skal viðmerkjast, at eg
kom upp í flokkin 1980 og
skal ásannast, at tey fýra
árini saman við Adolfi
sannferdu meg og sc
mangan annan at tloks
demokrati eksisteraði ikki
og at Adolf Hansen ikki
fylgdi nekrum floksvegi
men gekk sín egna veg,
sjálvt um hesin stundum
beinleiðis kundi vera í
stríð við galdandi lógir
floksins /felagsins Tey
sum harafturímóti settu
æru í, at fylgja galdandi
lógum vórðu av A.H
skyrd sum -ómegulig-,
»ring at hava við at gera«,
»Oond« 0.s.fr. Størstu van-
virding Adolf visti hesum
flokki og besta prógv um,
at Adolf Hansen setti síni
egnu áhugamál fram um
floksins var kveldið 3.
januar 1985, tå hann í ød-
ini rýmdi av landsfundi, tí
hann ikki toldi, at aðrir
vóru í uppskoti til at um-
boða flokkin í landsstýr-
inum! Hetta kveldið, tá
hann av nevndu orsek
hótti við at slíta lands-
styrissamrådingarnar!
Hetta kveldið, tå hann
vildi treyta sær, at øll lok-
alfeløg kring landid blivu
avtikin, soleidis at ting-
menninir fingu meiri
MAKT!
At tað ikki fyrst og
fremst eru floksins áhuga-
men harafturimóti
mál,
síni egnu Adolf tænir,
man mangur hava á
ið og ikki minst Juul