hósdagur 13. februar 1986síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
F 1
tíðindablaðið
EN
Ein ringur vinmaður hjá USA:
Nr. 18 — 13. februar 1986
Grefligt valsvik
til frama fyri Marcos
Fingramerki eru tikin, tá fólk fara á val á Filipsoyggi unum
Einar seks vikur áðrenn tað sera umstrídda og gelu-
kenda valið á Filipsoyggjunum, segði forsetin, Ferdi-
nand Marcos, í samreðu við Newsweek, at hann metti
tað at vera ta sterstu vanæruna í sínum lívi, at kappast
við eitt konufólk um forsetaembætið í landinum. Mar-
cos mátti ikki bert kappast við Corazon Aquino, eionkj-
una eftir tann myrda fólkaleiðaran (ið nógv vilja vera
við. at viðhaldsfólkini hjá Marcos beindu fyri eftir ynski
frá Marcos sjálvum), men hann hevur nú eftir ellum at
dema eisini tapt so virðiliga fyri einum konufólki.
Hvussu tey politisku úrslitini enn verða í hesum svika-
valionum, hevur Corazon vunnið ein stóran politiskan
sigur og uppaftur sterri moralskan sigur. Marcos og
hansara stjórn er hinvegin longu komin á moralskan og
politiskan húsagang, og verulig orsek er at stúra fyri, at
tað sama kann henda har, sum í Iran í 1979, tá ið keisar-
in mátti flýggja av landinum, og í hurlivasanum, ið kom
aftaná, lótu hundraðtúsundtals fólk lív.
Andaligi lítlibeiggi
Marcos hevur, eins og andligi lítlibeiggi sín á Haiti,
Baby Doc Duvalier, verið ein sera ringur og vandamikil
vinamður fyri ta amerikansku stjórnina. USA hevur,
sum kunnugt, sínar sterstu uttanlanda hersteðir og her-
útgerð á Filipsoyggjunum. Her er talan um teir veldigu
skansarnar Subic Naval Base og Clark Air Base, tær
seinastu amerikansku hersteðirnar í landsynnings-
Asiu. Tey seguligu bondini millum USA og Filipsoyggj-
arnar eru eisini sera sterk, aftaná at USA fyrr í hesi eld
royndi seg har um leiðir sum hjálandaveldi „við
menniskjansligum andliti«.
Verður samarbeiði meguligt ?
Reagan-stjórnin hevur nú biðið Marcos og Corazon um
at samarbeiða, samstundis sum tað Marcos-sinnaða
tingið í Manila telur atkveðurnar upp úr kessum, sum í
nógvum førum innihalda ógvuliga ivasamar valseðlar.
Tann stóri spurningurin er, um tað yvirhevur man vera
meguligt hjá Corazon at samarbeiða við ein politikara,
sum uttan at himprast, meðan heimurin hugdi at,
framdi grovastu valsvik í nýggjari tíð. Eygleiðarar úr
yvir 20 londum, har uppií ein amerikonsk sendinevnd
við Richard Lugar senatori á odda, umframt hálva milli-
ón av eygleiðarum úr borgararættindarersluni NAM-
FREL á Filipsoyggjunum, greiddu frá esing og provo-
katiónum í heilum, sum viðhaldsfólk hjá Marcos skip-
aðu fyri, eins væl og sjónskum svikum og grefligum
álopum á sakleysar borgarar, ið eftir landsins lógum
hava skyldu at fara á val. Nunnur og prestar kastaðu
seg yvir valkassarnar fyri at verja teir ímóti búrkropp-
um og yvirgangsmonnum, ið royndu at fara avstað við
teimum. Minst 30 fólk vórðu týnd í bardegum valdagin.
Krevja ábetur
USa hevur fleiri ferðir ávarað Marcos ímóti teirri kós,
hann hevur stýrt seinastu árini og serliga eftir at undan-
takssteðan, ið varð lýst fyri nøkrum árum síðan, gjørd-
ist galdandi. Stjórnin í Washington krevur, at hann
gjøgnumførir åbøtur og økir um mótstaðuna móti
kommunistiskum floksherjum. USA-stjórnin sigur, at
um Marcos heldur fram við at sýta fyri at innfera meiri
rættindi fyri almenningin, fara kommunistarnir at fáa
stórliga økt viðhald, og harvið verður framtíðarsteðan
hjá teimum amerikonsku skansunum sera vandamikil.
Mett verður nú, at tann kommunistiski herurin á Filips-
oyggjunum hevur íalt 150.000 hermenn, og at teir hava
ræðið í umleið 20% av teimum 40.000 bygdunum á
oyggjunum. >Umsteðurnar kundu verið verri enn tær
eru, men tær kundu eisini verið betri. Vit eru vísir í, at
undir Marcosi verður ikki betri«, sigur stjórnin í Was-
hington.
Einki fjalt
Ímeðan hevur Marcos fullvissað, at einki verður fjalt
fyri almenninginum og fjølmidlunum. Hetta er kortini
ein pástandur, ið heimurin hevur hoyrt fyrr frá forset-
anum, t.d. í sambandi við drápið á Aquino, tå hann kom
heim úr útlegdini í Ameriku fyri tveimum árum síðan.
Og forsetafrúgvin, Imelda Marcos, ið er sera virkin inn-
an politikk í Filipsoyggjunum, og ein dyggur stuðul hjá
manninum, sigur, at veljararnir hava nú fingið hevi at
velja ímillum Marcos og Corazon — og valt Marcos. >Og
reddin hjá fólkinum er reddin hjá Gudi«, sigur frúgvin
Imelda.
etj.-
Taparin
husagang
Tann politiski jassurin komin å moralskan
Edvard Jonsson
skrivar