hósdagur 13. februar 1986síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Nr. 18 — 13. februar 1986
Ruðuleiki á Haiti:
ingar tiðir
fyri Baby Doc
Baby Doc og kona hansara, Michéle
— —
Harðstjórin í útlegd í Paris
Haiti er eitt av heimsins fátækastu og mest niðurundir-
komnu londum. Átta av hverjum 10 íbúgvum duga
hverki at lesa ella skriva. Tey flestu hava innteku undir
1500 kr. um árið (tey almennu hagtelini úr Haiti vilja
vera við, at miðal ársinntekan er 2800 kr. um árið —
munurin er nú ikki serliga stórur). Haitinaar eru, av ikki
heilt greiðum orsekum, innan fyri Aids-vandabólkarnar,
saman við homoseksuellum, skekjum og narkomanum.
Í landinum er dyrkað og útflutt kaffi og mango-fruktir,
men hungur og undirmating er sera útbreitt úti á bygd-
unum. Teir stóru og rúgvismiklu harðviðar-skógarnir
eru hegdir niður og viðurin nýttur sum brennievni.
Á hverjum ári hevur Haiti fingið 54 milliónir dollarar í
fíggjarstuðuli frá U.S.A., men tað hevur næstan altíð
víst seg, at pengarnir ikki verða til ta nyttu, sum teir
vóru ætlaðir. U.S.A., ið hevur ávís áhugamál á Haiti
(14.000 amerikanskir borgarar eru m.a. búsettir har),
hevur kravt, at forsetin á Haiti fyri lívstíð, Duvalier, al-
ment nevndur Baby Doc, ger álvara av at hækka
mannarættindasteðið í landinum. Og Baby Doc svaraði
hesum kravinum skjótt og greitt: alment val varð hildið
á Haiti í juli seinasta ár. Stórir veruvognar við haitian-
arum, ið hverki dugdu at skriva ella lesa, koyrdu millum
valsteðini, har tey krossaðu við ja á valseðlinum — heil-
ar tólv ferðir. Úrslitini komu heldur ikki óvæntað:
99.98% segdu ja til stýrið hjá Baby Doc Duvalier.
Oljutrot
Hesin vælmataði harðstjórin við ti runda barnaandlit-
inum hevur harafturímóti ikki havt tað so ringt. Hann
hevur kostnaðarmiklar siðir og smakk fyri dýrum kapp-
siglarum og europeiskum sportbilum. Tá ið skortur á
valuta legði landið næstan lamið vegna oljutrot seinasta
ár, spældi hann sær á kappsiglaranum uttanfyri Port-
au-Prince, hevuðsstaðnum á Haiti. Hansara kostnaðar-
mesta tiltak higartil er tó konan hjá honum, Michéle
Bennett, ið eina ferð arbeiddi sum ritari í New York. Tá
ið tey giftu seg varð hildin veitsla, ið kostaði statskass-
anum 3 mió. dollarar. Bert skreytteldarnir kostaðu
100.000 dollarar.
„Ein apuhali«
Í fyrstani var tann nýggja forsetafrúgvin vinsæl millum
haitianarar, tí hon gav mat og klæði til tey tervandi, og
læt eisini upp nakrar læknamiðsteðir. Men skjótt avarð
hon uppaftur grammari enn forsetin sjálvur. Í dag er
hon óivað ein av heimsins ríkastu kvinnum. Á eini
handilsútferð til USa og Europu keypti hon stórar
negdir av pelsum, hóast hitin á Haiti sjáldan fer undir
20 stig C. Í miðjari figgjarkreppu seinasta ár ferðaðist
hon aftur til Paris at keypa mótaklæði, skartgripir og
listaverk. Stjórnarembætismenn í Haiti segdu, at hon
hevði sterri makt og meiri politiska ávirkan enn forsetin
sjálvur.
Samstundis sendi Baby Doc milliónir av dollarum á
konto í útlendskar bankar og oyðslaði við milliónum
afturat. Hann hevur altíð mett seg at vera ein av teim-
um stóru hetjunum á Haiti, og í eini útvarpsreðu herfyri
segði hann á Kreóla-málinum hesi so eyðkendu orðini
fyri hann: >Her eri eg, sterkur og steðugur sum ein apu-
hali.
Grýlurnar gingnar burtur
Nú er ræðið hjá Baby Doc á Haiti at enda komið, og
hann situr í útlegd í Paris saman við frúnni og familjuni,
meðan eitt landið fyri og annað eftir sýtir fyri at geva
honum sjálvum við húski hansara innferðarloyvi. Nú
hjálpir honum ikki tann infamesa loynilegreglan, ið al-
menningurin nevndi Tonton Macoute, »grylurnar«, og
sum var hevuðsvaldgrundarlagið hjá pápa hansara,
Papa Doc Duvalier og samstundis eitt hitt ræðuligasta
terror-apparat, hendan eld hevur kent uttanfyri Sovjet-
samveldið.
Ein stjórn av heryvirmonnum er nú sett upp á Haiti,
og tingið, ið var sett við viðhaldsfólkunum hjá Baby
Doc, er loyst upp. Uppreisturin ímóti honum var púra
sjálvkravdur og hevði leingi verið væntaður av eygleið-
arum og kanska Baby Doc sjálvum. Tað óhugnaliga
harðskapsstýrið á Haiti er endað, men teir sosialu
trupulleikarnir eru tað langt ífrá.
Í nýggju leiðsluni á Haiti er heryvirmaðurin Henri
Namphi ovastur, og ein av ráðharrunum er Gerard
Gourge, ið fyrr var á odda fyri borgararættindarersluni
á Haiti. Greitt er, at tann nýggja leiðslan hevur tikið
ræðið við fullum stuðli frá USA.
etj.-
Llanfairpwllggwyn....:
Øll tjóðin fegnaðist, tå ið Baby Doc rýmdi av landinum
Longsta
býarnavn
i heiminum |
?
Tað gamla navnaskeltid er tikið niður
og nýtt sett upp
Jarnbreytarsteðin á
Anglesey-oynni á
norðurstrondini í
Wales er deydlig og
skitin, og har er einki
at finna, ið lívgar um
umhvervið, uttan ein
lítil gávuhandil.
Spurningurin er: hví
tyrpast ferðafólk í
túsundatali higar til
hetta ússaliga pláss-
ið? Og hví hevur tann
gitna fyritekan
James Pringle Ltd. í
Skotlandi, ið m.a.
framleiðir tær uppaft-
ur gitnari Pringle-
troyggjurnar, keypt
jarnbreytarsteðina
frá British Rail fyri
meira enn tvær milli-
ónir kr.?
Svarið er einfalt,
men langt: hesin bý-
urin eitur nevniliga
Llanfairpwllgwyn-
gyllgogerychwyrn-
drobwllllantysiliogo-
gogoch.
Hetta er ikki brek á
skrivimaskinuni ella
villa, ið er sloppin
undan rættlesaran-
um. Staðið eitur veru-
liga so. Men íbúgvar-
nir eru skilagóðir og
nevna býin stutt og
greitt Llanfair P.G.
Býarnavnið er
sjálvandi á velskum
og teir målkønu hava
umsett tað soleidi:
„Kirkjan hjá heilagu
Gudsmóður í holing
av hvítum heslirunni,
nærindis einum kvik-
um meldurstreymi og
nærindis kirkjuni hjá
heilaga Tysilio beint
við síðuna av reyðum
helli.«
Nú fer heilt skjótt
at rísa har handils-
miðsteð hjá tí
skotska troyggju-
fúrstanum > Hamish
Pringle. Hann sigur,
at honum dåmdi stak
illa at siggja ta gitnu
jarnbreytarstødina so
niðurundirkomna,
men kanska er hann
eisini vorðin ávirk-
aður av mannamúgv-
uni, ið letur seg av-
mynda niðriundir
navnaskeltinum, sum
er næstan sjey metr-
ar langt. Íbúgvarnir í
býnum eru kortini
sera fegnir um, at
tann gamla steðin
aftur verður ogn hjá
býnum, so hon kann
byggjast upp aftur
og kanska lokka upp-
aftur fleiri ferðafólk
til Llanfairpwllggyn-
gyll — ja og so fram-
vegis.
etj.-