Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-02-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. februar 1986síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Sø SN — Nr. 18 — 13. februar 1986 Tingmenn ' góðir við Hests kommunu Semja er á tingi um at útbyggja havnina í Hesti, men ósemja er um, antin kommunan skal gjalda 15 ella 25% av samlaðu út- byggingini uppá 14 mió. kr. Tingmenn úr ellum flokk- um eru samdir um at stuðla bygging av deks- bátahavn í Hesti. Hetta kom týðiliga til sjóndar á tingfundinum týsdagin, tá 1. viðgerð var av upp- skoti til legtingslóg um útbygging av Hests havn. Í uppskotinum verður skotið upp, at landskassin veitir stuðul til útbygg- ingina av havnarlagnum í Hests kommunu, soleiðis at studningurin verður til støddar 75% av byggi- peninginum, ti i mesta lagi 75% av 14 mió. kr. og rindaður við eins stórum årsgjøldum í 5 fylgjandi figgjarårum frå og við figgjarårinum 1986 at rokna Rættiliga drúgvt orða- skifti var um hetta málið. Kanska ein orsekin var tann, at sjálvur bygdar- ráðsformaðurin í Hesti, Jóhan Niclasen var stadd- ur í tinginum undir allari viðgerðini og tað er heldur einki dulsmál, at hann ell hesi seinastu árini hevur ligið eftir ellum ting- monnum fyri at fáa teir at fara undir útbyggjan av havnini í Hesti. Undir viðmerkingunum til málið stendur m.a. „Allar bygdir á teim størru oyggjunum hava nú ella fáa skjótt havn ella atgongd til eina tílíka, har deksfer kunnu leggja at og liggja, so útróður við slíkum fari kann verða rikin. Av teimum smærru oyggjunum, sum eru fleiri í tali enn tær sterru oyggjarnar og samteggj- aðu oyggjabólkarnir hev- ur enn bert Nólsoyggin fingið havn; men aðrar troðka tó á, og ímillum hesar er Hestur. Neyvar kanningar eru gjørdar av møguleikunum at beta um havnaum- stødurnar. Modelroyndir eru sidan gjørdar å Dansk Hydraulisk Institut. Royndirnar vistu, at ein brimgarður norðan fyri pierin í Hesi og ein minni brimgarður sunnanfyri sama pier, gera tað megu- ligt at hava rættiliga stórt skip liggjandi við verandi pier, og at nýtt virkiseki við bryggju kann gerast norður ímóti ti norðara brimgarðinum. Kostnað- armetingar vísa, at brim- garðarnir og virkisekið koma at kosta o.u. 14 mió. kr.« Tingmenn ynsktu allir sum ein, at Hestmenn skulu fáa betri havna- viðurskifti. Kortini var ósemja um, hvussu stóran part kommunan sjálv skal gjalda av útbyggingini. Í uppskotinum frá landsstýrinum verður sagt, at kommunan skal gjalda 25% sjálv, men hetta mettu fleiri ting- menn vera ov nógv og vístu til skriv frá bygda- ráðsformanninum í Hesti, har hann hevur mælt til, at kommunan rindar 15 heldur enn 25%. Grund- gevingin fyri hesum var tann, at kommunan er ikki so fólkarík og hevur skerd- ar inntøkumøguleikar. Jákup Lindenskov úr javnaðarflokkinum segði, atw tað er neyðugt at gera nakað munagott fyri at tryggja framtíðina hjá Hest bygd. Hann nevndi, at kommunan hevur neyv- an meguleika at átaka sær 25% av samlaða kostnað- inum uppá 14 mió. kr. og helt tí fyri, at tað er skylda okkara sum búgva á størru plássunum, at stuðla teimum meira fámentu kommununum og segði, at hann skuldi gera alt fyri at ganga ynskj- unum hjá Hest kommunu á meti. Jógvan Sundstein í fólkaflokkinum vísti á ta stóru byrðu, sum verður legd á Hest kommunu, skal hon gjalda 25% av kostnaðinum og vísti til uppskotið frá fólkaflokk- inum í undanfarnu ting- setu, har flokkurin hevði skotið upp at útbyggja havnir í útoyggjum so- leiðis, at landið játtaði 85% av kostnaðinum. Erlendur Patursson úr tjóðveldisflokkinum fegn- aðist um uppskotið men helt, at tað var í alt ov stóran mun ein avskrift av fólkafloksuppskotinum, sum varð felt á tingi nakað frammanundan. Hann helt, at tað fór at vera ov tungt hjá Hest kommunu at skula gjalda 3,5 mill. av byggingini, og metti hann hesa útbygg- ing sum eitt bygdamenn- ingarmál og tískil átti landið at gera sum mest fyri at hjálpa kommununi. - Hestmenn mugu fáa eina trygga og góða havn undir rímuligum, fíggjar- ligum treytum. — Eg vil tí mæla til, at landið rindar 85% av kostnaðinum, segði Er- lendur Patursson. Undir viðgerðini varð víst á, at vanliga hevur staturin latið 25% til havnaútbyggingar, landið 50% og kommunurnar 25%. Síðani staturin hevur sagt frá, at hann rindar ikki meira til havnabyggingar, hevur verið frammi, at komm- unurnar skulu lata 50% og landið 50%. Í slíkum førum sum hesum, har talan er um kommunur, sum ikki eru so væl fyri, so skulu tær rinda ístaðin fyri 50%. M.a. ferdi Hilmar Kass úr sjálvstýrisflokkinum fram, at her í hesum eina førinum hevði landsstýrið so mælt til, at kommunan bert skuldi rinda helvtina av tí, sum aðrar kommun- ur gjalda. Hann vísti á, at tað er ein avmarkað peninga- orka, sum landið hevur at arbeiða við og helt, at skal upphæddin hjá kommun- uni minkast, so er neyðugt at spyrja fíggjar- málaráðharran, um pen- ingur er tekur til hetta. Niels Pauli Danielsen, landsstýrismaður helt fyri, at nú hevði kommun- an í Hesti bíðað so leingi eftir hesi havnaútbygg- ingini og hann hevði tí einki ímóti at hækka landskassaprosentið til 85. Óli Breckmann úr fólka- flokkinum segði seg fegn- ast um, at eitt fólkafloks- uppskot nú varð tikið fram aftur og lagt fyri tingið, og sipaði við hesum til, at hetta var næstan sama uppskotið, sum fólkaflokkurin hevði lagt fyri tingið. Hann vísti á, at fólka- flokkurin í sínum uppskoti | RN soSialurin Hestmenn eru teir einastu eftir i landinum sum reka útróður við opnum bátum og sum onga aðra vinnu hava. Skal bygdini vera lív lagað, so er neyðugt við eini deks- bátahavn skjeyt upp at loysa trupul- leikarnar hjá fleiri út- oyggjum í somu lóg, men her hevði so landsstýrið valt bert at viðgera Hests kommunu. Eg vóni at hinar kommunurnar, eitt nú Svínoy og Skúvoy fáa somu semdir sum Hests kommuna nú fær, segði Óli Breckmann og visti samstundis á, at teirra uppskot hevði lagt upp til, at kommunurnar einans skulu gjalda 15% og metti hann tað vera tað einasta rætta framvegis. Hann nevndi megu- leikan at fáa slíkar útbyggingar í útoyggjum at koma undir ætlanirnar fyri ferjulegur, tí tá bleiv tað so uppaftur bíligari fyri kommununa — men um somu tíð kortini ikki dýrari fyri landið. Hann vísti í hesum fer- inum á, at landið í dag rindar til vegir og berghol 100%, meðan plåssini sum fáa gagn av hesum einki gjalda. — Vit hava eisini presedens fyri at geva ávísum plássum framíhjá- semdir, og tá talan er um útoyggj sum Hest, so haldi eg, teir skulu hava tær frægastu semdirnar. Hann helt, at Hestmenn uttanfyri alt fíggjarligt skil hevdu balst í oynni, og tað fór helst at koma nógv burtur úr, tá teir fingu betri havn og sam- band við restina av land- inum. Hann helt eisini, at Hest eigur at koma inn í ferðslusambandið, sum ætlanin er at fáa við eini ferjulegu í Kirkjube. — Slíkt má viga tungt fyri, at Hestmenn eisini fáa eina ferjuhavn. Eyðun Videre úr fólka- flokkinum segði, at vit mugu koma við nýhugsan og prioritera rætt í spurn- ingum av hesum slag. Hann helt tað var rætt at samfesta havnaútbygging í útoyggjum við ferðslu- æðrar aðrastaðni, sum so vegir og berghol. Eyðun Videre helt fyri, at vit eiga at broyta býtið í útreiðslunum til slíkar útoyggjahavnir soleiðis at tær líkjast mynstrinum í samband við vegir og berghol. Hesum tók Hilmar Kass undir við honum í, og vísti til 5% gjaldið, sum komm- unur fyrr máttu lata til vegagerð og berghol. — Tað var skeivt, at vit tóku tað gjaldið av, segði hann. Adolf Hansen úr fiski- vinnuflokkinum tók undir við Óla Breckmann um at gera eina ferjulegu ístaðin fyri deksbátahavn, tí tá fingu Hestmenn bæði eina fiskari- og eina sam- ferðsluhavn Heine O. Heinesen úr tjóðveldisflokkinum segði, at talan hevur ong- antíð verið um at gera eina ferjuhavn í Hesti og hevur heldur ikki verið ynski frammi um ehtta. Hann vísti eisini á, at Hestmenn hava ikki biðið um at sleppa undan ellum 25%, men bert teimum 10%, so hann skilti ikki Óla Brek- mann eðrvísi enn at hann her royndi at savna sær atkveður. Ivan Johannesen úr sambandsflokkinum helt tað vera skilaleyst, um Hest kommuna skal gjalda 75%, men kundi hetta ikki broytast, so mælti hann til, at landið gav kommununi eitt bíligt lán ístaðin. Hann helt annars fyri, at tað hevði verið rætt at havt sama skip at siglt millum Kirkjube, Hest og Skopun og heitti á Strand- ferðsluna um at taka hetta við í umhugsanina um ferðslusambandið um Skopunarfjerð. Málið um stuðul til Hests havn fór í Sam- ferðslunevndina til víðari viðgerð. jan Ætlanin er at gera tvey grótkast, soleiðis at stór havn fæst innanfyri