leygardagur 15. februar 1986síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 19 — 15. februar 1986
Rópti nakar
sjálvstýri?
Heðin Mortensen, formaður í ÍSF er vón-
svikin av, at Sjónvarpið ikki sær seg ført
fyri at senda føroyskan ítrótt.
25 tímar av føroyskum ítrótti um árið
kundi verið ein byrjan, men um ítrótturin
bert verður ífylla hjá SvF, er betur ongan at
senda
Tað hevur kostað okkum
nógv stríð og nógva tíð at
uppbyggja tann feroyska
ítróttin, sum er í dag
Tað er sera hugstoytt at
sígkja og hoyra, at ongin
áhugi er fyri at vísa
feroyskan ítrótt i sjón-
varpinum
Um nakar skuldi verið í
iva, so skal sigast, at
ítrótturin í Feroyum er
einasta eki, har feroyingar
kunnu siga seg at hava
fult sjálvstýri og alheims
viðurkenning.
Hetta hevur kostað
nógv stríð og strev fyri ell
tey fólk, sum hava arbeitt
innan ítróttagkið líka síð-
ani ÍSF varð stovnað í
1932. Tá vóru mál sett,
sum vit í dag eru komin
væl ávegis við — millum
annað at gerast sjálv-
steðug ítróttatjóð. Vit
innan ÍSF vildu ikki verið
hetta sjálvstýri fyri uttan.
Okkara merki veitrar í dag
alla staðni á jevnum feti
við hinar tjóðirnar, har
feroyskur ítróttur luttek-
ur. Mótsteðan hevur verið
stór hesi árini fyri hesi
viðurkenning, men stersta
vónbrotið hjá okkum er
nú, at mótsteðan her
heima skal vera so stór
mótvegis feroyskum
ítrótti, at arbeiðið hjá
ítróttinum verður sagt at
vera so vánaligt, at tað
hverki eru ráð ella vilji at
senda feroyskan ítrótt í
sjónvarpinum Hetta,
sum vit veruliga kunnu
kalla er okkara.
Tað er nógv fyri at lesa
tað Finnbogi Isaksen, pro-
grammleiðari í sjónvarp-
inum skrivaði herfyri, at
føroyskur ítróttur var so
vánaligur, at sjónvarpið
ikki kann senda hendan
ítrótt. Hetta er ikki stórt
álit, sum verður víst teim-
um, sum arbeiða við og
íðka ítrótt her í Feroyum.
Finnbogi heldur, at betur
er at vísa danskan elitu-
ítrótt. Hetta er eitt stig á
vegnum at niðurbróta
okkum sum ítróttartjóð.
Sjálvandi er ynskiligt,
at vit hava eina ítróttar-
elitu — eisini í Feroyum —
men vit eiga ongantíð at
gloyma tey mongu, sum
ikki teljast millum elitu-
Skrá: 15.—21. februar
ítróttarfólkini. Uttan hesa
stóru fjøld av ítróttar-
fólki, fáa vit heldur onga
elitu.
Í seinastuni hevur verið
nógv tosað um at hækka
hyggjaragjaldið til sjón-
varpið. Hetta er ivaleyst
eisini neyðugt, um send-
ingarnar kunnu gerast
fleiri og betri. Men spurn-
ingurin er bert hverjar
sendingar talan er um.
Hetta er ein prioriter-
ingsspurningur um hvat
sendast skal. Tað er ikki
ov nógv sagt, at sum tað
skilst verður feroyskur
ítróttur við sviðið soð.
Sjónvarpið hevur sagt seg
vilja senda 25 tímar av
feroyskum ítrótti um árið
og svarar hetta til hálvan
annan tíma til hverja
ítróttargrein. Hetta kundi
sjálvandi verið ein byrjan,
men hverja trygd hava vit
fyri, at ítrótturin á hendan
hátt bleiv virdur sum ann-
að mentanartilfar. Tá
feroyskur ítróttur stendur
so niðarlaga á listanum
hjá sjónvarpinum, er
vandi fyri, at hesar send-
ingar ikki verða nýttar til
annað enn ífyllu, tá pláss
er. Um so er, var betur
einki at sent av føroyskum
ítrótti.
Ítróttasjónvarp
Um sjónvarpið ikki vil pri-
oritera ítróttin, hvat eg eri
ógvuliga harmur um, er
lítið annað at gera hjá okk-
um í ÍSF, enn at ganga
aðrar leiðir. Vit hava tí
skotið upp, at ÍSF fær
loyvi til sjálvt at senda
feroyskan ítrótt.
Meguliga á tann hátt, at
Fyribils verður eingin føroyskur ftréttur í sjónv
ÍSF tekur upp og SVF
sendir. Ella vit í sam-
arbeiði við SVF í felag
taka upp. ÍSF hevur eisini
sekt landsstýrið um at fáa
sendiloyvi til eitt sokallað
TY 2.
Um vit fáa eitt tílíkt
loyvi, er ætlanin at ÍSF
tekur ítróttatiltek upp og
sendir í samarbeiði við
lokalu sjónvarpsfelegini
kring landið. Hetta er
sjálvandi ein spurningur,
sum í fyrsta lagi lands-
stýrið skal taka steðu til
og hjá sjónvarpsfeleg-
unum um tey vilja lata út-
gerð teirra til eitt tílíkt
endamál.
arpinum
Stuðlið ítróttinum
Til politikarar og onnur
ábyrgdarfólk vil eg siga:
Hyggið uttan um tykkum.
Tá síggja tit hvussu tað
blómar og grer við ítrótt-
arungdómsarbeiði. Alt
hetta hendir í tykkara
egna eki — kring alt
landið — og verður hetta
gjørt av kvinnum og
monnum, sum vilja upp-
byggja og verja tað
stersta mentanarekið her
á landi. Lat okkum tí í
felag finna eina loysn, sum
gagnar ellum pertum, og
ikki minst ítróttinum at
frama.
Philips gevur tær meira fyri
PHILIPS VHS VIDEO VR 6660
Dagfest stilling til 5 sendingar í einum mánaði. Elek
troniskur sporleitari. Sjálvvirkandi myndaklipping av
egnum upptøkum. Innbygd fjarstýrismóttakueind
Stigvis javning av fram- og afturspoling og av stødu
mynd
Scart-stikk tilsetning o.m. a
Kr. 11.500, - vid fjarstyring
Leiga/ keyp
um månadin
455,-
Hin nyggi videobandupptakarin hjå Philips er gjørdur
til tin, sum vilt síggja sjónvarp og video, tá tað liggur
fyri hjá tær.
Hann er ótrúliga lættur og handigur at passa, tú
trystir einans á ein knøtt, so virkar alt. Og allir virkis-
hættir eru tryggjaðir móti mistøkum í passingini
Philips hevur gjørt tað lætt og spennandi at gera
nýtslu burtur úr øllum teimum møguleikum, sum
video-bandupptakarin hevur
Komið sjálvi inn á gólvið og síggið.
LAGALIGAR GJALDSTREYTIR
4
| Áarvegur 12 tif. 11305 *
ngarnar
PHILIPS VHS VIDEO VR 6462
At stilla frammanundan til upptøku av 2 sendingum i
einum mánaði ella 2 sendingum um dagin. Sjålvvirk
andi sporleitari uttan at stødumyndin flåkrar.
Stigvis javning av fram- og afturspoling og stødu
mynd
Sjálvvirkandi afturspoling
Elektroniskur stødarleitari
Scart-stikk tilsetningur o. m. a
Kr. 9.490;
leiga/ keyp
um mánaðin
380,-