Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-07, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. november 2002síða 15

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Serblað í Sosialinum nr. 214 • 7. november 2002 Slaktarin úr Hygum… SLAKTARIN Í SMS Eirikur Lindenskov Nevnir tú Slaktaran í SMS, so er eingin í iva um, hvønn tú hugsar um. – Ája, hann sjálvur danskarin, Jørgen…! Vit tosa um Jørgen Jørgensen, sum seinastu fjórðingsøldina hevur havt ábyrgdina av slaktarínum í Miklagarði í SMS. Sum 26 ára gamal kom Jørgen, sum er ættaður úr lítla býnum Hygum norðan fyri Jelling í Jyllandi, til Føroya tann 27. august í 1977. Uppgáva hansara var at seta á stovn slaktaradeild- ina í »Superland«, matvør- uhandlinum í nýggja SMS. – Eg má viðganga, at tað »kjøtmessiga« var eitt sjokk at koma til Føroya, sigur Jørgen. – Tá vóru ongar køli- bingjur at innflyta kjøt í, so tað einasta feska kjøtið, sum fekst, var tað føroyska. – Vit byrjaðu við at flyta inn fekst kjøt úr Danmark. Vit fingu gjørt serligar køl- ibingjur at flyta kjøtið heim í. Men góðskan á kjøtinum var ikki nøktandi, og tí valdu vit at royna nakað annað – at fara heilt hinu- megin jarðarklótuna – til New Zealands at keypa kjøt. Hetta kjøtið kemur vak- umpakkað í kølibingu allan tann langa vegin heim til Føroya. Flutningstíðin er fýra vikur. Síðani hava tey í SMS tvær vikur at fram- leiða vøru burtur úr kjøti- num, sum síðani kann selj- ast í fýra vikur. Tilsamans heldur kjøtið sær í 12 vikur, sigur Jørgen Jørgensen. Fólk í Havn vóru sjálv- sagt von við at kunna keypa kjøt, lambskjøt og neyta- kjøt fyri 1977, men úrvalið í SMS var nógv størri, og sera stórur dentur varð lagdur á góðskuna. – Føroyingar eru sera be- hagiligir at handla við, sigur Jørgen Jørgensen, og teir eta nógv kjøt. Meðan vit í Danmark vanliga siga, at ein persónur etur 200 gr av kjøti, so verður tú í Før- oyum noyddur at rokna við 350 gr til hvønn. – og kort- ini eta teir minst líka nógv grønmeti og epli aftur við, sigur hann. Jørgen hevði konuna, Birthe, við sær til Føroya í 1977. Hon starvaðist eisini í Miklagarði í eini 6-7 ár, men flutti seinni niðuraftur. Men Jørgen er ikki farin enn, men sigur, at tey kort- ini ofta síggjast. Annað- hvørt er hon her í feriutíð- um, ella er hann niðri, ofta heldur hann »langt viku- skifti« í Danmark. Í løtuni starvast ein sonur Jørgen í slaktarínum í SMS. Hann er tó útbúgvin kokkur, men starvast sum slaktari, meðan hann er í Føroyum í nakrar mánaðir. Vit kunnu kanska siga, at slaktaraforrætningin í Miklagarði líktist eini fam- iljufyritøku í 1977. Tí um- framt konuna, so vóru eis- ini fleiri brøður Jørgens í SMS. Henning var leiðari í Perluni, men hjálpti eisini til í slaktarínum. Hann doyði í 1984, tá eldur kom í húsini, hann búði í. Tvíburðabrøðurnir hjá Jørgeni, Erik og Poul, vóru eisini í SMS. Erik var bak- ari og arbeiddi í bakarínum, meðan Poul var slaktari. So av seks systkum í Jørgen- senfamiljuni úr Hygum starvaðust fýra í SMS. Slaktarin er eisini í ættini, tí Jørgen leggur skemtandi afturat, at abbin eisini var slaktari… Hesi 25 árini hava sjálvandi nógv fólk starvast í kjøti- num í SMS. Nógvir slakt- arar eru komnir úr Dan- mark, men Jørgen dylur ikki fyri, at hann nógv heldur hevur viljað havt føroyingar, tí tað verður stabilari, enn fólk, sum bara koma at starvast í eitt skifti. – Nógvir slaktarar fara eisini úr fakinum eftir nøkur ár, sigur hann. Einir 12 slaktarasveinar eru útbúnir í Miklagarði, og av teimum fimm, sum í dag eru har umframt Jørgen, hevur hann so at siga út- búgvið allar. Jørgen sigur eisini, at nú er ikki so stórur áhugi hjá slaktarum úr Danmark at koma hendan- vegin. – Har er blivið so nógv at gera, tí handlarnir hava nærum opið alt samdøgrið, og tí skulu nógv fólk vera til arbeiðis í fleiri skiftum. Fyrr fingu vit nærum um- sóknir hvørja viku. Jørgen sigur, at tað undr- aði hann eitt sindur, tá hann kom til Føroya í 1977, at eingin slaktarforrætning burturav var í býnum. Otto Reinert hevði latið aftur handilin, Smæran, Johs. Andreassen og onkur annar hevði partvísa slaktara- deild, eins og Keypsamtøk- an. – Men tað er tað sama við t. d. eini fiskaforrætning í dag, hana finnur tú ikki í Føroyum, hóast vit eta nógvan fisk. Jørgen Jørgensen er sjálvandi greiður yvir um- dømið, sum slaktarin í SMS hevur millum við- skiftafólkið, at hetta eisini er eitt trekkplástur fyri Miklagarð. – Eg havi alla tíðina havt tað prinsipp, at vit selja einki, sum vit ikki sjálvi vilja eta. Tað skal vera fyrstafloks góðska, sigur Jørgen Jørgensen. Tað, sum mest verður selt av hjá slaktaranum í SMS er neytakjøtið – sum verður innflutt úr New Zealandi. Síðani kemur lambakjøt- ið, bæði úr New Zealandi og Íslandi, og síðani svín- akjøtið, sum kemur úr Dan- – So leingi eg haldi, at tað er stuttligt at verða her, so verði eg her – og higartil hevur tað verið stuttligt, sigur Jørgen Jørgensen, slaktari í Miklagarði seinastu 25 árini – Eg má viðganga, at tað »kjøtmessiga« var eitt sjokk at koma til Føroya, sigur Jørgen. – Tá vóru ongar køli- bingjur at innflyta kjøt í, so tað einasta feska kjøtið, sum fekst, var tað føroyska, sigur Jørgen – slaktarin í SMS sum seinastu 25 árinin hevur leskað føroyingar við fyrsta floks kjøti… Mynd: Jens Kritian Vang Serblað í Sosialinum nr. 214 • 7. november 2002 15 mark. Kalkunkjøtið kemur eisini úr Danmark og úr Frankaríki, meðan høsnar- ungarnir koma úr Dan- mark, har teir hava fingið bilbukt við salmonellabakt- eriuni, sigur Jørgen. Til jóla verða tað sjálv- andi dunnurnar, sum fara at seta dám á – og tær koma allar úr Svøríki. Viðvíkjandi salmonella- bakteriuni, so sigur Jørgen, at teirri bakteriuni kunnu vit verja okkum ímóti. – Gjøgnumsteikja vit kjøtið, so er eingin vandi á ferð, tí tá doyggja allar bak- teriurnar. Í 1977 var eingin Heilsu- frøðilig Starvsstova, sum kom og setti krøv. – Tað var Landsdjóra- læknin, sum hevði ábyrgd- ina av at góðkenna hølini og umstøðurnar annars, men vit fylgdu neyvt donsku heilsførðiligu for- skriftunum, so tí viðvíkj- andi høvdu vit ongar trupulleikar, sigur Jørgen. Sg Dánjal Bærentsen, landsdjóralækni, kundi utt- an himpr góðkenna hølini. Jørgen Jørgensen heldur, at tað er sera gott at vit hava fingið so vælvirkandindi heilsufrøðiligan myndug- leika, sum vit fingu við Heilsufrøðiligu Starvsstov- uni – tí tað er neyðugt, at myndugleiki er, ið hevur eftirlit við slíkum. – Men ætlar Jørgen sær at vera í Føroyum í 25 ár afturat? – Tá veri eg 77 ár gamal, so eg veit ikki rættuliga, um eg haldi meg til so leingi. Men eg sigi tað sama, sum eg segði í 1977, at so leingi eg haldi tað vera stuttligt at verða her, so verði eg her. – Og enn haldi eg, at tað er stuttligt… og eg kenni meg næstan sum ein føroying Fakta: Í New Zealandi búgva 3,8 mió fólk 9.212 sjómíl eru higani til New Zealands - t. e. um 16.800 km Har eru 70 mió seyðir Har eru 7 mió neyt Neytini hava ongar sjúkur, tey kenna tí ikki til sjúkur sum eitt nú neytaøði. Neytini ganga úti alt árið, fáa ongan heilivág og einki kraftfóður Miklagarður er stórur innflytari av feskum neytakjøti úr New Zealandi, sum annars flytir út nógv fryst kjøt – serliga til lond í Ásia. New Zealendskt kjøt er rættuliga sjáldsamt í Dan- mark og ES, tí tað er so trupult at innflyta úr New Zealandi til ES. KONTAKT- LINSUR 1 dagslinsur, 14 dags linsur, mánaðarlinsur, døgnlinsur, litaðar linsur og formfastar linsur. Kom inn og fáa nakrar royndarlinsur ókeypis! SMS · Tlf. 31 56 56 – Føroyingar eru sera behag- iligir at handla við, sigur Jørgen Jørgensen, og teir eta nógv kjøt. Meðan vit í Dan- mark vanliga siga, at ein per- sónur etur 200 gr av kjøti, so verður tú í Føroyum noyddur at rokna við 350 gr til hvønn. – og kortini eta teir minst líka nógv grønmeti og epli aftur við, sigur hann Mynd: Jens Kritian Vang C M Y K 29 28 KONTAKT- LINSUR 1 dagslinsur, 14 dags linsur, mánaðarlinsur, døgnlinsur, litaðar linsur og formfastar linsur. Kom inn og fáa nakrar royndarlinsur ókeypis! SMS · Tlf. 31 56 56