hósdagur 7. november 2002síða 16
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Serblað í Sosialinum nr. 214 • 7. november 2002
C
M
Y
K
Tá Havnin varð ruddað og
Bøkjaratrøðin seinast í fimmtiárunum. Hvítu húsini ytst til høgru eru húsini hjá Hilmar og
Angeliku Danielsen, sum selja Yamaha-knallertir. Niðast í myndini hómast bókahandilin hjá
Hjalmar Jacobsen
Myndaeigari: Anna K. N. Olsen
Seinni er Bøkjarabrekka gjørd gjøgnum Bøkjaratrøðna. Húsini hjá Hilmari og Angeliku
danilsen hava fingið ein frambygning út móti vegnum. Niðast í brekkuni sæst bókahandilin hjá
Hjalmari Jacobsen. Annars er nógv broytt í Havn hesi árini…
Ferðslan sum vit minnast hana í Bøkjarabrekku miðskeiðis í
sjeytiárunum
Nógv fólk leitaði sær niðan í SMS tann 2. november í 1977, tá hendan myndin varð tikin. 27. juni sama ár lat Apotekið upp í
nýggjum húsum. Stórar vóru broytingarnar á Trapputrøðni hetta árið…
Stórar broytingar vóru miðbýnum í sjeytiárunum. Nógva bilferðslan kravdi sítt. Gomlu vegirnir
máttu tillagast økta ferðslutrýstið. Handilin hjá Hjalmar Jacobsen varð fluttur inn frá vegnum.
Húsini hjá Lill Michelsen uppi við Tinghúsvegin vórðu tikin burtur, eins og handilshølini nið-
anfyri. Í dag er Bøkjarabrekka og Steinatún høvuðsæðrin millum eystara og vestara býarpartin
Serblað í Sosialinum nr. 214 • 7. november 2002
17
C
M
Y
K
BÝARMYND
Magnus Gunnarsson
Eftir 20 árum, frá 1950 til
fyrst í 70-unum, tvífaldað-
ist fólkatalið í Havnini.
Tann
nógva
ferðslan
sprongdi
allar
verandi
karmar. Hetta elvdi til stór-
ar trupulleikar hjá íbúgvu-
num og kommunalu mynd-
ugleikunum, tí býurin var
als ikki klárur at taka ímóti
allari hesi ferðsluni og
fólkavøkstrinum.
Í 1977 var Havnin eitt
stórt arbeiðspláss. Tað sum
órógvaði ferðsluna mest,
var at alt økið í miðbýnum
bleiv ruddað. Gomul hús og
handlar oman fyri Føroya
Banka vórðu tikin burtur,
sum t.d. handilin hjá Carl
hjá Vágaheina og Demmus,
ið stóðu í Steinatúni.
Síðan
varð
Bøkjara-
brekka gjørd. Hetta legði
stórt trýst á ferðsluna í bý-
num. Øll ferðslan millum
eystur- og vesturbýin gekk
um Frantsabrekkuna, Káta
Hornið og Áarvegin.
Hesa tíðina bleiv R. C.
Effereøesgøta gjørd niðan á
Háls. Hetta varð gjørt fyri
at lætta um trýstið í býnum.
Hesin vegur fekk stóran
týdning fyri býarvøksturin,
tí samstundis sum hann
lætti um ferðsluna, gjørdi
hann at samband fekst við
tey stóru byggiøkini, har
virkir og stovnar sum ikki
rúmaðust niðri í gamla bý-
num, nú fluttu í størri virk-
isbygningar. Á miðstaðar-
økinum á Hálsi var so smátt
byrjað at seta virkisbygn-
ingar upp. Á Trapputrøðni
komu SMS og Apotekið, í
eysturbýnum stóð Eystur-
skúlin í gerð og stóra út-
stykkingin
á
Konmansmýru við 140
grundstykkjum
bleiv
útstykkjað. Fyri at koma til
hesar útstykkingar bleiv
Tjaldursvegur gjørdur mill-
um R. C. Effersøesgøtu og
Hoyvíksvegin. Hóast tað
eisini bleiv útstykkjað á
Ternuryggi, í Hoyvík og á
Argjum, lógu umleið 200
umsóknir um grundstykkir
hjá býráðnum.
1. juli 1977 var fólkatalið
í Havnini 11.595. Tað vóru
3394 børn undir 16 ár.
Pláss var fyri 130 børnum á
vøggustovum og umleið
250 børnum í barnagørðu-
num. Í kommunualu dag-
røktini vóru 90 børn. 2300
børn gingu í fólkaskúla,
privatskúla og í framhalds-
deild. Tveir biografar vóru í
býnum. Í 1976 høvdu teir
sýnt 242 filmar fyri til-
samans
169315
áskoðarum. Í Havnini vóru
tá 94 framleiðsluvirkir.
Kelda: Myndablaðið Magn í 1977
bygd út — 1977
Um ta tíðina tá SMS varð bygt, broyttist Havnin ómetaliga nógv. Ferðslan í
býnum var blivin so stór, at vegirnir langt frá kláraðu at taka ímóti øllum
teimum smáu og stóru akførunum, sum troðkaðust í teimum smølu gøtunum
Føroyskir plastposar
Fyrstu føroysku plastposarnir eru eins gamlir og
SMS er tað. Í desember í 1977 vórðu fyrstu føroysku
plastposarnir á marknaðinum. Tað var felagið Tór í
Vestmanna, sum fór undir at framleiða plasposar.
Maskinurnar keypti felagið úr Danmark og
Týskland ella Vesturtýsklandi, sum tað tá kallaðist,
og sum neyvan nakar tá ímyndaði sær aftur skuldi
broyta navn til Týskland trettan ár seinni.
Maskinurnar skuldu nýtast at framleiða ymisk
sløg av plastposum, beriposar, frystiposar, ruskposar
og plastsekkir.
Tað var Tórur Joensen í Vestmanna, sum sá
møguleikan, sum bæði bar nýggj arbeiðspláss í
Føroyum við sær, og sum minkaði um innflutningin
av posum. Tá ið teir í Vestmanna fyri einari
fjórðingsøld síðani fóru undir framleiðsluna av
posum og sekkjum, hevði innflutningurin verið 4–5
milliónir, sum varð mett at vera sera nógv.
Dimma fór um tey hundrað
Um tað mundið, tá SMS slerdi hurðarnar á víðan
vegg hátíðarhelt Dimmalætting stóran føðingardag.
8. desember í 1977 vóru eitt hundrað ár síðani, at
Dimmalætting fyrstu ferð sá daghsins ljós. Fyrsta
royndarblaðið varð útgivið leygardagin 8. desember
í 1877.
Í
hesum
fyrsta
blaðnum
var
listi
yvir
partaeigararnar. Teir høvdu tilsaman teknað seg fyri
111 partabrøv, sum ljóðaðu upp á hálvt hundrað
krónur hvørt.
Jógvan gjørdist dómari
Nú er hann fyrsti løgtingsins umboðsmaður. Fyri 25
árum síðani var hann fyrsti føroyski dómarin í
nýggjari tíð. Tað er Jógvan Andreassen, sum vit
hugsa um, ella Joen H. Andreassen, sum hann eitur.
Fyrsta desember í 1977 varð hann settur sum dóm-
ari ella sorinskrivari. Í januar í 1958 leyk hann løg-
frøðisligt embætisprógv. 1. august í 1964 kom hann
til Føroya sum dómarafulltrúi, eftir at hann hevði
havt sama starv í Roskilde 1960–64. Fulltrúastarvið
í Føroyum hevði hann inntil hann í 1969 gjørdist
rættaraassessor, og fyri fjórðingsøld síðani varð
hann fyrsti føroyski dómarin.
Nakrar hendingar í 1977…
Teir eru í ferð við at taka handilin hjá Carl F niður. Har húsini stóðu, er í dag Steinatún, busssteðgistaðið í Miðbýnum. Træið
vinstrumegin stendur enn á parkeringsplássinum í Steinagøtu oman fyri Føroya Banka. Aftanfyri træið hómast Frelsunarherurin
Partar av miðbýnum blivu ruddaðir burtur í 1977. Her eru
tað húsini hjá Sondum, sum verða javnaði við jørðina. Eisini
sæst barberstovan hjá Andrew Nielsen og handilin hjá Sam
Olsen
Parkeringsviðurskiftini vóru
út av lagi vánalig. Umframt
at vera parkeringsøki vóru
tveir pylsuvognar og tvær
kioskir í gamla Kommunu-
skúlagarðinum
C
M
Y
K
31
30