hósdagur 7. november 2002síða 18
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 214 - 7. november 2002
35
20
Serblað í Sosialinum nr. 214 • 7. november 2002
Nakrar hendingar í 1977…
Ishkov vitjaði í
Føroyum
Tað gongur við rúkandi
ferð eisini í tí partinum av
heiminum, sum fyri fjórð-
ings øld síðani var eystan
fyri jarntjaldið. Gamla Sov-
jetsamveldið tóktist fyri 25
árum síðani at vera púra ó-
avrikað av restini av heim-
inum.
Kommunistarnir
ráddu fyri borgum, og tað
var sera torført at ímynda
sær, at bara tíggju ár seinni
skuldu rembingarnar verða
heilt stórar, sum Gorbatjov
skuldi standa á odda fyri,
og at broytingarnar skuldu
gerast so stórar og ógv-
usligar, at samveldið skuldi
verða liðað sundur.
Tí tóktist tað vera um-
boðsmaður fyri ein heilt
annan heim, sum vitjaði í
Føroyum, tá sovjetiski fisk-
imálaráðharrin, Alexander
Ishkov, í november í 1977
vitjaði her á klettunum.
Saman við honum vóru
fleiri umboð fyri Sovjet-
samveldið, eitt nú send-i-
maðurin í Keypmannahavn.
Undir vitjanini varð ein
fiskivinnuavtala
und-ir-
skrivað, sum skuldi verða
rammuavtala um framtíðar
samráðingar millum Sov-
jetsamveldið og Føroyar.
Teir, sum skrivaðu undir
fyri Føroyar, vóru Atli P.
Dam, løgmaður, og Leif
Groth, sum var ríkisum-
boðsmaður tá.
Fremmandu
menninir
vitjaðu á fleiri fiskavirkjum
kring landið, og teir vóru
eisini og løgdu krans við
minnisvarðan
yvir
sjó-
lætnar í plantasjuni í Havn.
Løgtingshúsið
varð umvælt
Í ár hevur løgtingshúsið
verið umvælt og gjørt av
nýggjum. Tað var tað eisini
fyri einari fjórðingsøld síð-
ani. Í 1977 varð løg-tings-
húsið umvælt og nýmótans
gjørt. Salurin varð snaraður
90 stig. Nú er hann aftur
snaraður 90 stig. Undan
umvælingini í 1977 vóru
formaðurin og talarapall-
urin í sama enda, sum teir
nú eru. Tað vil siga, at í
tveimum stigum er tingsal-
urin seinastu fjórðingsøld-
ina snaraður fyrst 90 stig og
so 90 stig aftur aftur – fyri
at koma upp á pláss aftur í
suðurendanum.
Í 1977 varð alt innbúgvið
skift út. Nýggja innbúgvið
varð gjørt á snikkaravirki-
num hjá Karl Hansen, sála,
í Klaksvík. Har høvdu teir
smíðað 41 borð til ting-
menn og landsstýrismenn,
røðarapall og formanspall
og borð til fundarhøli og
køkskrók á loftinum. Stól-
arnir vórðu keyptir aðra
staðni frá, og kostnaðurin
av øllum tí nýggja innbúgv-
inum lá ímillum 250 og 300
túsund krónur.
Kendir menn
fingu M. A.
Jacobsens
virðislønirnar
Tá M. A. Jacobsens virðis-
lønirnar vórðu handaðar 6.
november í 1977, var tað
Petur C. Christiansen, bý-
ráðsformaður, sum vegna
Tórshavnar býráð handaði
kekkarnar upp á átta túsund
krónur hvør og heiðurs-
skjølini. Petur C. Christian-
sen er pápi Jan Christian-
sen, sum nú er býráðsfor-
maður í høvuðsstaðnum.
Tríggjar
heiðurslønir
vórðu handaðar. Sigurd Jo-
ensen, sáli, fekk heiðurs-
lønina fyri barnabókmentir.
Jeffrei
Henriksen
fekk
heiðurslønina fyri yrk-is-
bókmentir, og Alexandur
Kristiansen fekk heiðurs-
lønina fyri fagrar bók-
mentir.
Suðuroyingar
fingu ellisheim
og minnisvarða
Leygardagin 5. november í
1977 varð Suðuroyar Ellis–
og røktarheim vígt. Tað var
Eivind Vilhelm, sáli, sum tá
var varðabispur, sum vígdi
heimið. Umframt varða-
bisp, so vóru tveir aðrir
prestar við til vígsluna. Tað
vóru prestarnir, sum tá vóru
í Suðuroy. Elsa Funding,
sum nú er prestur á Viðar-
eiði, var prestur í Hvalba,
og Martin Restorff Jacob-
sen, sum nú er prestur á
Nesi, var prestur í Vági.
Suðuroyar Ellis– og røkt-
arheim rúmaði 28 búfólk-
um, tá tað varð tikið í
nýtslu.
Sunnudagin 6. november
í 1977 varð minnisvarði
yvir sjólætnar í Vágs sókn
avdúkaður. Tað var elsti
maður í býnum, Alexander
Vilhelm, sum avdúkaði
minnisvarðan. Fyri fjórð-
ings øld síðani vóru 120
nøvn á minnisvarðanum,
sum er gjørdur úr kopar-
plátum. Nøvnini eru á teim-
um, sum eru sjólætnir síð-
ani tíðina hjá Nólsoyar
Pálli, á eitt nú nøvnini á
teimum, sum eru falnir í
bakka og bjørgum.
Minnisvarðin
kostaði
120 túsund krónur. Um-
framt
sjálvan
minnis-
varðan, so var nógv gjørt
við at fríðka økið rundan-
um.
Havel handan
rimarnar
Forsetin í Kekkia eitur
Vaclav Havel. Fáur mundi
fyri einari fjórðings øld síð-
ani ímynda sær, at hesin rit-
høvundurin skuldi gerast
statsleiðari og ímyndin av
stríðnum fyri at fáa fólka-
ræðisliga stýrisskipan og
bardaganum fyri at varð-
veita skipanina í Kekkia.
Í 1977 sat Vaclav Havel
handan rimarnar. Hann
varð fongslaður, tí hann var
høvuðsmaðurin í Charter
77, sum stríddist fyri størri
menniskjaligum frælsi og
rættindum í kommunistiskt
stýrda Kekkoslovakia, sum
tað tá æt.
Mánadagin 4. til
leygardagin 9. nov-
embur:
Rasmus Rasmus-
sen listaframsýning á
Torginum
Týsdagin 5. til leyg-
ardagin 9. novembur
Mango á Torginum
Fríggjadagin 8. og
leygardagin 9. nov-
embur
Flykran og Fríðkan
á Torginum
Týsdagin 12.
novembur
Nósabarnaprix
2002 á Torginum.
Finalistarnir framføra
løg av nýggju fløg-
uni. Eisini signera
teir fløguna. James
og Angela
undirhalda.
Mikudagin 13. til
mikudagin 20. nov-
embur
Myndaframsýning
»SMS 25 ár«
Hósdagin 14. til
leygardagin 16. nov-
embur
Føroya Tele sølu-
framsýning á Torg-
inum
Fríggjadagin 15. og
leygardagin 16. nov-
embur
Sportmaster á
Torginum
Fríggjadagin 22. og
leygardagin 23. nov-
embur
Kall søluframsýn-
ing á Torginum
Týsdagin 26.
novembur
Kl. 16.00: Stóra
jólaframsýningin á
Torginum verður
tendrað
Dagførd skrá fyri
tiltøk í SMS er á
www.sms.fo
http://www.sms.fo
Skráin:
Vit tríva í nakrar hendingar, ið fóru fram um sama mundið, sum SMS lat upp á fyrsta sinni
Petur Christiansen, borgarstjóri í Havn, handa unga fuglfirðinginum, Alexanduri Kristiansen,
M. A. Jacobsen virðislønina
Í 1977 løgdu handverkarar síðsu hond á løgtinsgsalin, sum var settur í stand og nútíðargjørdur
– og í ár, 25 ár seinni, er hann aftur fingin í gamlan stíl, so har er rættuliga viðvent í holuni…
Søkt verður eftir fyrstalærara, sum
• undir ábyrgd skúlamyndugleikanna skal hava fyri-
sitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna av virksemi
skúlans
• skal sýna leiðslumyndugleika og -hegni
• dugir at samstarva og er fyrikomandi
• er kveikjandi í sínum skúlahugsanum og hevur
hugsjónir um skúlamenning
• á fólkaræðisligum støði skal fremja góðar arbeiðs-
umstøður og gott samstarv millum næmingar,lær-
arar og onnur samstarvsfólk
• er førur fyri at skilja støðuna hjá øðrum.
Harumframt skal fyrstilærarin
• hava hug og hegni til at átaka sær fyrisitingarliga
ábyrgd
• leggja dent á at fremja andsfrælsi, tolsemi og gott
samarbeiði millum skúla og heim
• vera førur fyri at loysa trupulleikar
• vera førur fyri at røkja og menna starvsfólkasam-
starvið
• vera førur fyri at útinna starvsfólkaleiðslu
• skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí ein-
staka fyri medávirkan og medábyrgd
• leggja dent á menning av skúlaskapinum í komm-
ununi
• eggja næmingum, foreldrum og lærarum til at
leggja doyin á at fáa sum mest burtur úr skúla-
gongdini bæði fakliga og sosialt.
Førleikakrøv
Umsøkjari skal hava fólkaskúlalæraraútbúgving og
starvsroyndir í fólkaskúlanum.
Lønar- og setanartreytir
Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum í Streymoy-
ar skúladømi II við fyribils tænastu í Hvalvíkar skúla,
og tann, ið sett/-ur verður, eigur at tola broytingar
starvinum viðvíkjandi.
Starvið verður lønt í lønarflokkunum 27.3, 29.1, 31.1
og 31.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og
Føroya Lærarafelag.Starvið verður sett sum sáttmála-
sett starv uttan so, at tann sum sett/-ur verður, er
tænastumannasettur lærari frammanundan.
Skylduga undirvísingartímatalið verður ásett eftir
galdandi reglum.
Umsóknir
Umsókn, sum verður skrivað á oyðublað, ið fæst frá
Mentamálaráðnum, skal vera Mentamálaráðnum í
hendi í seinasta lagi týsdagin 28. november 2002.
Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, kanst tú
ringja til Jenny Lydersen, undirvísingarleiðara ella
Olaus Jespersen, deildarstjóra.
5. november 2002
Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279 - 110 Tórshavn
Telefon 355050 · Fax 355055
e-postur: MMS@MMS.fo
Fyrstilærari í Hvalvíkar Skúla
F
Ø
R
O
Y
A
L
A
N
D
S
S
T
Ý
R
I
Mentamálaráðið
Fólkaskúladeildin
Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi
kirkju,loftmiðlum,ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi.
Starvið sum fyrstilærari í Hvalvíkar Skúla verður lýst leyst til setanar frá 1. februar 2003.
Skúlaárið 2002/2003 eru 35 næmingar í 5 árgangum í skúlanum. 5 lærarar starvast í skúlanum.
Skeiðsdepilin fyri
strongd í útnorðri
Vit eru fegin um at kunna bjóða tygum vælkomn-
um til Skeiðsdepilin fyri strongd í útnorðri, sum
hevur høvuðssetur í Føroyum.
Skeiðsdepilin í útnorðri er ein sjálvstøðug eind av
Center for stress í Danmørk, sum í fleiri ár hevur
undirvíst í leiðslu, sálarligum arbeiðsumhvørvi,
arbeiðsgleði og strongd á einum ótali av fyritøkum,
felagsskapum og stovnum.
Í hesum sambandi verður skipað fyri skeiði í Føroy-
um.
Tað verður:
Leygardagin 30. november frá kl. 9.00 til 16.00
í Tórshavn
Á skránni:
Strongd, arbeiðsgleði og lívsvirði
Skeiðið vendir sær til øll, sum vilja hava størri ar-
beiðsgleði. Somuleiðis vendir skeiðið sær til fyri-
støðarar, sum ynskja sær størri innlit í tað starvandi
menniskjað fyri á henda hátt at fáa fatan av, hví
summi starvsfólk bera seg at, sum tey gera.
Skeiðið er sostatt á tremur við góðum amboðum til
at bøta um arbeiðslívið.
Kanningar í Danmørk og Evropa vísa týðiliga,at tað,
sum skal til fyri at halda fast við starvsfólkið, er eitt
gott sálarligt arbeiðsumhvørvi. Tað er tað, sum
flestu starvsfólk raðfesta fremst viðv. arbeiði teirra.
Undirvíst verður í strongd,sjálvstileggjan,starvsfør-
leika, samskifti, arbeiðsgleði og støðisligari sam-
skipanarsálarfrøði.
Tann, ið undirvísir á hesum skeiði, er Thomas Mil-
sted, sum er fyristøðari á Center for stress í Dan-
mørk.Prísurin fyri eitt dagsskeið er 1.500 kr.íroknað
kostarhald.
Harumframt er møguligt at fáa Thomas Milsted út á
fyritøkur til eitt innanhýsisskeið, um ein hevur hug
at skipa fyri einum dagsskeiði fyri starvsfólkinum á
staðnum.
Fyri at tekna seg til skeiðið Strongd, arbeiðsgleði og
lívsvirði
vinaliga
sendið
teldupost
til:
stress@kursus.dk ella ringið á tlf. 0045 33 37 95 05.
Umboð í Føroyum er Kim Petersen
Meiri om Skeiðsdepilin í útnorðri
www.center-for-stress.dk
strongd í útnorðri
Skeiðsdepilin fyri
í miðbýnum – vit
sóknast eftir íbúð
Til eitt av starvsfólkum okkara sóknast vit skjótast
eftir íbúð, helst nærindis miðbýnum.
Vendið tykkum til tlf.311320/217593 Bo.M.Hansen.
Keypssamtøkan
Dr. Jakobsensgøtu
Vegna flyting, hava vit stongt í hølunum
okkara í Øravíkarlíð, fríggjadagin hin 8.
november 2002. Vit lata upp aftur í
øðrum hølum á kai-økinum mánadagin
hin 11. november 2002
Í Býin
- Hvønn hósdag
Sosia urin
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Skráir
Sos alur n
Lýsingar
Bilar
Veðr ð
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in
C
M
Y
K
35
34