hósdagur 7. november 2002síða 19
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 214 - 7. november 2002
Nr. 214 - 7. november 2002
37
Eigarafelagið Hoy-
víkshagin-Suður
kallaði týskvøldið inn
til eykaaðalfund. Á
fundinum ætlaði
nevndin at leggja frá
sær, men broyttar
umstøður høvdu við
sær, at nevndin varð
øll afturvald
ÚTSTYKKING
Ingrid Bjarnastein
Nevndin í eigarafelagnum
Hoyvíkshagin-suður hevði
áðrenn týskvøldið avgjørt
at leggja frá sær. Hetta
komst av, at nevndin áhald-
andi hevði roynt at gjørt
eina avtalu við Tórshavnar
Býráð um at yvirtaka út-
stykkingina í Hoyvíks-
haganum, men býráðið
hevði gjørt greitt, at hetta
ynskti tað ikki.
Av tí at nevndin sjálv
metir seg ikki hava neyð-
uga førleikan fyri at standa
fyri útstykkingini, umframt
at flestu limirnir í nevndini
hava krevjandi størv dag-
liga, hildu teir ikki, at tað
var ráðiligt at standa fyri
eisini so stórari útstykking.
Men áðrenn eykaaðal-
fundin týskvøldið, hálsaði
alt brádliga um.
– Vit vóru á fundi við
býráðið klokkan 16, og tá
høvdu teir broytt meining,
og vildu yvirtaka útstykk-
ingina. Harafturat hevði
býráðið valt, at avseta ein
verkfrøðing av til at arbeiða
burturav við hesum, og
hetta gjørdi, at allar for-
treytir
brádliga
vórðu
broyttar, sigur Árni Ras-
mussen, nevndarlimur.
Á fundinum heitti Jan
Christiansen, borgarstjóri
nevndina um, at stilla
uppaftur, og tá fortreytirnar
nú vóru heilt øðrvísi, gjørdi
nevndin, sum borgarstjórin
ynskti. Allir nevndarlim-
irnir vórðu afturvaldir,
undantikið ein, sum hevði
valt at fara úr nevndini fyri
nakað av tíð síðani.
– Vit eru sjálvandi glað
fyri hetta, tí hetta var tað,
vit ynsktu. Og vit hava
eisini fingið okkara ynskið
uppfylt, so at siga, sigur
Árni Rasmussen.
Dýrt í Havn
Seinastu 20-30 árini hevur
tað verið soleiðis í Havnini,
at tá ein kommunal út-
stykking hevur verið gjørd,
so er eitt eigarafelag stovn-
að samstundis, sum kemur
at umboða allar eigararnar.
Teir velja so eina nevnd,
sum stendur fyri útstykk-
ingini.
– Hetta mynstrið hevur
riggað væl seinastu árini,
sigur Jan Christiansen,
borgarstjóri í Havn.
Men av tí, at tað verður
altíð goldin ein netto-prísur
fyri grundstykkini, um-
framt at mvg skal gjaldast,
sum er 25%, so koma
grundstykkini í Havn at
kosta
100.000-200.000
krónur meira enn í Havn
enn á bygd, har kommunan
spýtur pengar í eisini, vísir
Jan Christiansen á.
Nýggja mvg-lógin er
soleiðis háttað, at um
kommunan ger eina út-
stykking, so skal hon gjalda
6,25% í mvg, meðan eig-
arafelagið skal gjalda 25%.
Tí verða grundstykkini
nógv dýrari enn aðrastaðni,
har bara 6,25% eru at
gjalda í mvg.
– Tá nevndin í Eigara-
felagnum Hoyvíkshagin-
Suður vil leggja frá, so er
tað skjótt at rokna út, at vit
fáa ikki fimm onnur at taka
yvir. Í býráðnum vórðu vit
samd politiskt um at taka
yvir, tí hetta er tann einasta
loysnin, sigur Jan Christ-
iansen.
Verkfrøðingastovan hjá
Magnus Paula Gaard fer
innan fyri næstu tvær vik-
urnar at bjóða arbeiðið út,
og tá skuldi verið klárt at
stykkja út í Hoyvíkshagan-
um.
Býráðið yvirtikið
Hoyvíkshagan
C
M
Y
K
37
36